mánadagur 30. desember 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2013
mars
Landsins størstu kommunur liggja
hesa vikuna í stjórnarloysi. Burtur
sæð frá eini fimm avboðum, so eru
allir kommunalpolitikarar í lima
kommununum
hjá
Kommunu
samskipan Føroya, KSF, farnir til
Íslands á skeið. Undantikin er Vága
Kommuna, sum er somikið nýggj
í selskapinum, at tey ikki eru við
hesaferð.
– Vit eru 84 fólk í ferðalagnum.
Kommunalpolitikarar og kommunu
stjórarnir í limakommununum,
sigur Eyðun Christiansen, aðal
skrivari í KSF.
Kommunusamskipanin
sam
skipar túrin, sum kommunurnar
tó í hvør sínum lagi bera sín part av
kostnaðinum av.
Endamálið
við
túrinum
er,
sambært KSF, at brynja og styrkja
kommunustýrislimir í teirra ar
beiði og leikluti sum kommunu
politikarar. Nývaldir og afturvaldir
kommunustýrislimir skulu hesa
vikuna fáa innlit í grundleggjandi
reglur um rættindi og skyldur hjá
einstaka politikaranum, eins og
løgfrøðiligar ásetingar um saman
spælið millum politikarar og fyri
siting.
Hóast farið verður til Íslands at
halda skeið, so verða tað innanhýsis
skeiðshaldarar,
ið
skulu
lata
politikararnar í til uppgávuna at
stýra landsins kommunum næstu
fýra árini.
– Jú, tað verða fólk frá okkum,
sum halda skeiðið, sigur Eyðun
Christiansen og peikar á Bárð
Larsen, løgfrøðing hjá KSF, komm
unustjórarnar og seg sjálvan.
Rokningin
Sambært
aðalskrivaranum
í
Kommunusamskipanini
liggur
kostnaðurin um 7.000 krónur fyri
hvønn. Tá er flogferð, uppihald
og matur íroknað. 7.000 krónur
kuvertin fyri 84 fólk gevur 588.000
krónur í beinleiðis útreiðslu til
teir átta kommunukassarnar hjá
limakommununum í KSF. Men
afturat hesum kemur so, at flestu
kommunustýrislimir eru burtur úr
sínum starvi hesar skeiðsdagar.
Aðalskrivarin í KSF hevur ikki
nakra fasta mannagongd at vísa á í
hesum sambandi. Men taka vit sum
dømi, at hvør politikari fær 1500
krónur um dagin í endurgjaldi og
útistøðupeningi fyri mista arbeiðs
tíð, so gevur tað 630.000 krónur
afturat. Tilsamans gevur hetta
1.218.000 krónur.
Fyri
kommunustjórarnar
og
flestu borgarstjórar í Kommunu
samskipanini er galdandi, at tey
frammanundan eru í fullum starvi
hjá sínari kommunu. Men her tekur
tó hinvegin, at tey tí brúka alla sína
arbeiðstíð uppá íslandstúrin.
Sambært Kommunusamskipan
ini hevur tað týdning, at bæði nýggir
og eisini afturvaldir kommunal
politikarar eru við. Hetta er fjórðu
ferð,
at
Kommunusamskipanin
skipar fyri slíkum túri, stutt eftir
at nývalt býráð hevur tikið við. Tí
er tað somuleiðis fjórðu ferð, at
onkur kommunalpolitikari er við
fyri at læra seg at vera kommunal
politikari.
– Vit halda tað hava týdning at
øll eru við. Bæði fyri at samansjóva
politikararnar og fyri at tey nýggju
kunnu læra frá teimum gomlu og
øvugt, sigur Eyðun Christiansen.
Heim
til børnini
Tað er ikki altíð er so lætt at vera
mamma og sita í løgtinginum til drúgv
orðaskifti. Tvær løgtingskvinnur máttu
fara av løgtingsfundi av privatum
orsøkum í vikuni. Onnur teirra var Rigmor
Dam, sum skuldi heim til barnaføðingar
dag. Hin var Bjørt Samuelsen, sum eisini
noyddist av fundi av privatum orsøkum.
Tær »clearaðu« við onnur løgtingsfólk,
so privatu uppgávurnar ikki fingu ávirkan
á atkvøðugreiðslur.
Vandi
við at raka
skaphár
Tey seinnu árini er tað vorðið alt meiri
vanligt, at fólk raka skaphárini burtur,
men tað er ikki heilt vandaleyst. Í
einum vísindatíðarriti skriva franskir
húðgranskarar, at vandin fyri húðvirus
veksur, tá fólk koyra skaphárini av
kroppinum. Teir siga, at tey seinastu
tíggju árini hava læknar staðfest nógvar
tilburðir av poxvirusinum Molluscum
contagiosum ella MCV, sum gevur pirrur
ella bløðrur. Virusið smittar við, at fólk
nema við hvørt annað og við kynsliga
samveru.
Norrøna
fekk fleiri
at sigla
Tað vóru tey, sum hildu tað vera ørskap
at seta Norrønu í siglingina um Suður
oyarfjørð, meðan Smyril var í dokk
seinastu vikurnar. Men greitt er, at
sjáldan hava so nógv ferðast um fjørðin.
Bæði familjur, skúlaflokkar, eldrasambýli
og onnur hava gjørt útferð til Suðuroyar.
Summi eru farin suður ein dag, koyrt
runt í oynni, gist umborð og eru so
farin norður aftur dagin eftir. Onnur
gjørdu dagstúr. Serliga um vikuskiftið
ferðaðust nógv milllum Vág og Havnina
við Norrønu.
Finnist at Magna Arge
– Tað er ómetaliga óheppið, at stjórin í Atlantsflog upplýsir fyri útlendskum fjølmiðlum,
at óreglusemið í flúgvingini er ein stór orsøk til, at úrslitið hjá Atlantsflogi ikki er
frægari í fjør, enn tað er. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
í eini viðmerking, sum illa kann uppfatast øðrvísi enn ein atfinning ímóti Magna
Arge, stjóra í Atlantsflogi. Á aðalfundinum hjá Atlantsflogi í fríggjadagin vísti Johan
Dahl á, at nógv orka verður løgd í lokka útlendsk ferðafólk til Føroya. Tí fýltist
hann á, stjórin í Atlantsflog upplýsir fyri útlendskum fjølmiðlum, at óreglusemi
hevur verið ein orsøk til, at fíggjarliga úrslitið hjá felagnum ikki er betri.
Nærum fullsett
flogfar við nýggjum
og royndum
kommunalpolitik
arum fór fyrra
partin til Íslands at
halda skeið fyri sær
sjálvum. Skeiðið skal
brynja og styrkja
politikararnar til at
vera politikarar
Politikarar ferðast
fyri 1,2 milliónir
– Skulu vit hava javnrætt ímillum kynini
og javnrætt í samfelagnum, er tað eisini
neyðugt at hava javnrætt fyri menn
Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini
– Tað er betri at vera ein stórur fiskur í
einum lítlum akvarium, enn at verða ein
lítil fiskur í einum stórum akvarium.
Erika Hayfield um ein av
fyrimununum við at búgva í Føroyum