mánadagur 30. desember 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
6
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2013
apríl
– Gongdin í oljuprísurin eigur at sannføra
okkum um at vit eiga tí at brúka allar
møguleikar at flyta okkum yvir til varandi orku.
Magni Laksáfoss, stovnari av felagnum Vitorka
– Kona mín plagar at
siga, at útróður er ikki eitt
arbeiði, tað er ein sjúka.
Auðunn Konráðsson, formaðurin
í Meginfelag Útróðrarmanna
Hann tørnaði inn hóskvøldið við
ryggi, og tí var hann árla á fótum
Dýra Biðidagsmorgun.
– Ja, eg var uppi um 6.30 tíðina,
so eg setti meg við telduna og fann
Casino spælið fram á Bet365. Eg tók
kjansin og setti 500 krónur á spælið
og so trýsti eg, sigur 20 ára gamli
Hans Andrias Hansen.
Hetta var ein einaferð møgu
leiki.
– Rakti eg einki, so vóru tær 500
krónurnar roknar, sigur Hákup
Andrias Hansen.
Men pengarnir vóru væl farnir,
nógv betur, enn hann í fyrsta
umfari hevði torað at vóna.
– Eg sá, at tað komu 20.000 krón
ur upp, so eg var so hjartans fegin,
tí tá hevði eg vunnið hesar 20.000
krónurnar umframt tær 28.000,
sum eg vann mikudagin, sigur
Hákun Andrias Hansen.
Hann hevur ikki spælt so leingi.
– Tað munnu vera einir tveir
mánaðir síðani, at eg byrjaði at
spæla inni á Bet365, men í mun til
tey flestu var tað ikki í kortspæli,
at eg vann. Eg havi alla tíðina spælt
inni á tí, sum eitur Casino, og so
fór eg eftir tí spælinum, har jack-
pot'uri var størstur, sigur Hákun
Andrias Hansen.
Hann hevur onkuntíð áður
vunnið smærri upphæddir, og eina
ferð vann hann 8.000 krónur.
– Men tær tók eg ikki út, eg
spældi tær burtur aftur. Men tá
eg so vann hesar 28.000 krónurnar
mikudagin, gjørdi eg av, at taka tær
út. So tú kanst hugsað, at eg gjørdist
glaður, tá eg helt, at eg hevði vunnið
20.000 krónur aftrat, sigur Hákun
Andrias Hansen.
Hvat fyri rest?
Tað hendi so tað, at Hákun Andrias
fekk eina uppringing frá einum
umboði frá Bet365.
– Teir ringdu fyri at kanna
eftir, at tað veruliga var eg, sum
hevði vunnið. Eg kundi so vátta
fyri teimum, at talan var um rætta
kotuorðið, og eg bað teir bara flyta
mær tær 20.000 krónurnar, sigur
Hákun Andrias Hansen.
Tá so umboðið frá Bet365 spurdi,
hvar hann so ætlaði at gera við
restina av pengunum, stóð hann
mest sum kánus.
– Eg fekk so spurt, hvussu
nógv tað snúði seg um, og so segði
hann 2,9 milliónir krónur. Eg veit
ikki, hvat eg hugsaði. Eg haldi, at
eg hugsaði als ikki, sigur Hákun
Andrias Hansen.
Tað gekk tí ein góð løta, áðrenn
tað gekk upp fyri 20 ára gamla
nólsoyinginum, hvat tað var, ið júst
var hent.
– Tá tað var gingið upp fyri mær,
at eg knappliga var blivin millión
ingur, fór eg beina leið yvir til ein
vimann at reypa eitt sindur, og so
fóru vit annars til Havnar at feira
tað, sigur Hákun Andrias Hansen.
Sigi ikki upp
Tá Sosialurin fekk orðið á hann
leygardagin, var bert gott døgn liðið,
síðani hepna trýstið á einarmaða
tjóvin, og hann hevði ikki havt
stundir at hugsa nærri um, hvat nú
skuldi henda.
– Eg havi hugsað nógv um at fara
til Danmarkar á musikkskúla, og
tá er gott at hava eitt oyra at falla
aftur á, sigur Hákun Andrias.
Men tað finnast ongar villar og
stórar ætlanir hjá nólsoyinginum.
– Nú havi eg júst keypt mær eina
nýggja harmoniku, annars kundi
tað verið ein møguleiki at keypt
eina ordiliga flotta harmoniku.
Og kanska fari eg eisini at keypa
mær ein bil, sigur Hákun Andrias
Hansen.
Menn tjena
milliónirnar
Tað knípur framvegis hjá kvinnunum
at fylgja við, har stóru pengarnir eru at
tjena. Tilsamans 6.424 menn tjena meira
enn 350.000 krónur um árið, meðan bara
1872 kvinnur hava eina ársinntøku oman
fyri 350.000 krónur. Í 2011 vóru tað
328 føroyingar, sum tjenaðu meira enn
eina millión krónur. Av teimum vóru 314
menn og bara 14 kvinnur.
Skulu slakta
í Suðuroy
Laksur, sum svimur í aliringunum í Suðri,
skal eisini skal kryvjast og virkast í Suðri.
Um neyðugt verður hetta ásett við lóg.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður
í vinnumálum. – Bakkafrost sleppur ikki
at flyta livandi laks úr Suðuroy inn á
meginøkið at slakta, sigur Johan Dahl.
Nótaskipini
gjalda mest
Landsstýrið roknar við at fáa 116
milliónir krónur í tilfeingisgjaldi
frá fiskiskapi eftir makreli og sild.
Nótaskipini, sum fáa størstu kvoturnar,
skulu gjalda 76 milliónir. Rokningin
til ídnaðarskipini er 15 milliónir fyri
makrelin og smáar fimm milliónir fyri
sildina. Flakatrolarar, rækjuskip og skip
við rættindum í altjóða sjógvi skulu,
sambært leistinum hjá landsstýrinum,
gjalda tilsamans smáar 17 milliónir í
veiðigjaldi fyri makrel og sild. Meðan
heimaflotin sleppur undan veiðigjaldi, so
roknar Fiskimálaráðið við, at trolarar og
línuskip koma at landa nakað til útlendsk
móðurskip, tí sambært skjølunum í
málinum koma tey at rinda tilsamans
fýra milliónir í avreiðingargjaldi fyri sild
og makrel.
Hann sá ikki beinan
vegin á netinum, at
vinningurin var størri
enn tær 20.000
krónurnar, so tá
Bet365 ringdi og
spurdi, hvar hann
so skuldi gera við
restina av peng
unum, mátti hann
spyrja, hvussu
nógv tað var
Hákun Andrias
vann 2,9 milliónir
– Tá tað var gingið upp fyri mær, at eg knappliga var blivin millióningur,
fór eg beina leið yvir til ein vimann at reypa eitt sindur, og so fóru
vit annars til Havnar at feira tað, sigur Hákun Andrias Hansen
Nógvir týskarar á vitjan
Komandi tríggjar vikurnar eru einir 450 týskarar við Norrönu
á hvørjum túri. Ferðirnar byrja leygardag í Hirtshals og enda
eina viku seinni, tá ið Norröna aftur leggur at í Hirtshals. Allar
dagarnar búgva ferðafólkini umborð á Norrönu, sum steðgar á í
Føroyum bæði mánadag og hósdag. Tað er týska ferðavinnufelagið,
Trend Tours, ið hevur marknaðarført og selt týskarum túrin.
Samstarvið við Trend Tours er liður í tí, at Smyril Line hevur
lagt seg eftir at leingja vertíðina so nógv sum gjørligt.