Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2013 mai Alsamt fleiri og fleiri sløkkja siga­ rettina. Tað staðfesta tey turru tølini yvir, hvussu nógv verður innflutt til Føroya av sigarettum, tubbakki og tubbaksvørum annars. Tølini vísa, at hesi seinastu 10 árini er er innflutningurin av siga­ rettum, tubbakki og tubbakks­ vørum annars, fallin meiri ein heilan triðing. Sostatt kann staðfestast, at tey átøk, sum hava verið ímóti royking seinastu árini, hava borið frukt. Tey átøkini hava verið ein saman­blandingur av upplýsingum, forboðum og príshækkingum og alt tað hevur ført við sær, at føroyingar eru farnir at leggja av í stórum tali. Sigarettir niður í helvt Hagtølini vísa, at serliga er tað inn­ flutningurin av sigarettum, sum er fallin nógv. Í 2003 innfluttu vit 70.382,7 tons av sigarettum men í fjør var inn­ lutningurin fallin næstan niður í helvt, ella niður í 38.872,0 tons. Men í takt við, at innflutningurin av sigarettum er minkaður nógv, er nøgdin av tubbakki at balla við, vaksin eitt sindur, so at tilsamans er innflutningurin av sigarettum, tubbakki og tubbaksvørum, fallin tilsamans 35,3 prosent hesi seinastu 10 árini. Kortini skal leggjast afturat, at Høgni Hansen, stjóri í Poul Hansen, Heilsøluni, vísir á, at um ársskiftið 2011-2012, hækkaðu útlendsku leveran­dørarnir prísin sigarettirnar rættiliga fitt og tað kann hava ført til, at innflutningurin hækkaði ser­ liga nógv síðst í 2011 fyri at sleppa undan príshækkingunum. Tað kundi so sæst aftur í tí, at innflutningurin minkaði serliga nógv í 2012. Men her kann skoytast upp í, at innflutningurin frá 2010-2011 mink­aði eisini góð 1000 tons, so tað broytir ikki gongdina og niður­ støðuna um, at royking er í stórari minking í Føroyum. Nógv dýrari Eitt, sum hevur havt sína stóru ávirk­an á innflutningin av tubbakki, er, at hesi seinastu árini er tað dýrkað rættiliga nógv. Hagtølini vísa, at samstundis sum at innflutningurin er tubbakki er minkaður meiri enn ein triðing í nøgd, er hann vaksin næstan 17 pro­ sent í virði. Í 2003 kostaði tubbakkið, vit inn­ fluttu hetta árið, 18.676.258,3 millión­ ir krónur. Men nøgdin, vit innflutti í fjør, og sum var 35,3 prosent minni, kostaði 21.818.016,3 milliónir, ella 3.141.758,0 milliónir meiri. Tað er ein vøkstur á 16,8 pro­ sent. Fleiri eydnu­ bollar seldir Sølan av heilivági móti tunglyndi er nógv vaksin seinastu árini. Tað er heilivágurin, sum gongur undir misvísandi navninum eydnubollar. Faknavnið er antidepressiva. Í 2005 seldu apotekini í Føroyum anti­ depressiva til 36,5 fyri hvørji 1000 fólk. Nýtslan var sostatt 17.500 tablettir um dagin. Í 2011 var nýtslan komin upp á 58,7 fyri hvørji 1000 fólk. Yvir 28.000 tablettir vórðu sostatt brúktar um dagin. – Fólk tosa meira opið nú um tunglyndi, og læknarnir duga betur at síggja, at fólk líða av tunglyndi, sigur Tormóður Stórá, sálarlækni. 68% vilja skrásett parlag Sambært eini kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri LGBT Føroyar, taka heili 68% undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúna­band. Tað vil siga, kunnu vígast á ráð­húsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Harafturímóti siga einans 27% seg vera móti hesum. 5% siga seg ikki vita hvat tey halda um málið. Týskur doktari í dansi – Í fyrstani var tað náttúran, ið dró, men síðani er tað vinaskarðin, ið fær meg at koma til Føroya aftur ár undan ári, sigur Andrea Susanne Opielka, ið fyri tíggju árum síðani valdi at skriva serritgerð í føroyskum dansi, og nú er doktari í dansispølum. – Tað eru fleiri, sum siga við meg, »Vælkomin heim«, tá eg komi til Føroya, sigur Andrea Opielka. Føroyskur tónleikur til Disney-røð Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum saman hava Baroli Music, hava skrivað eyðkennislag til nýggja Disney-sjónvarpsrøð. – Skulu ­vit tosa um eitt gjøgnumbrot, so er hetta nokk tað, sigur Bárður Háberg. Teir hava skrivað eitt ótal av sangum, fleiri av hesum hava stórar poppstjørnur í eitt nú USA, Kina, Japan og Italia tikið til sín og útgivið, og umleið ein hálv millión eintøk av teirra sangum eru seld kring knøttin. Nýggi sangurin er skrivaður til røðina »Liv & Maddie« og kallast »Better In Stereo«. Føroyingar leggja av at roykja sum ongantíð fyrr, og seinastu árini er innflutningurin av sigarettum og tubbakki fallin ein triðing Roykingin minkað ein triðing Forboð og upplýsing hava við sær, at færri føroyingar roykja – Vit eiga at halda uppat við kjakinum um tað eru fátøk í Føroyum. Kjakið eigur at snúgva seg um, hvat vit gera við tað. Annlis Bjarkhamar, sum rekur hjálparfelagsskap – Eg havi altíð droymt um at vera kløn, og í fjør setti eg mær fyri, at nú skuldi tað verða. Jórun L. Mørkøre, sum gjørdist føroyameistari í fitness