mánadagur 30. desember 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
8
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2013
juni
– Eg havi arbeitt ógvuliga intenst hesi
árini. Eg síggi fyri mær, at komandi trý
árini á skúlanum verða tung og strævin at
koma ígjøgnum, og skal eg ikki brenna út,
er tað nú, eg skal royna okkurt nýtt.
Mikkjal Helmsdal, fráfarandi rektari á
Studentaskúlanum í Hoydølum
– Tey renna og stríðast og møðin sæst
í eygunum á teimum. Tað kann ikki
undra nakran vissi alt brennur saman.
Tóra Tórgarð, avvarðandi, um eldrarøktina
– Nú er tolið uppi og tað kann koma
tann dagur, tá ið vit ikki vilja fara
til arbeiðis.
Jan Poulsen er formaður í
Politistafelag Føroya og hann sigur,
at umstøðurnar, politistarnir hava
at arbeiða undir, at hetta kann ikki
ganga longur.
Fyri góðum tveimum árum
síðani flutti politiið úr gomlu
politistøðini í Jónas Broncksgøtu,
tí har varð blámusoppur. Ístaðin
varð flutt í spildurnýtt hús Yviri við
Strond. Men tað var sum at fara úr
øskuni í eldin.
– Vit høvdu hoyrt graml um,
at blámusoppur eisini er í nýggju
politistøðini. Og tað vísti seg eis
ini skjótt, at okkurt var galið, tí
fólk fóru at vísa sjúkutekin, tá ið
tey komu til arbeiðis, sigur Jan
Poulsen.
Illa plágað
Síðani hevur tað bara vundið upp
á seg. Og nú hevur Politistafelagið
staðið fyri eini kanning, har 75
starvsfólk hjá politiðnum eru spurd
um tey verða ótilpass, ella hava
sjúkutekn, tá ið tey eru til arbeiðis.
Og úrslitið kemur heilt óvart á for
mannin í Politistafelagnum.
– Tað vísir seg, at av teimum 75
fólkunum, sum vórðu spurd, eru tað
bara fimm, sum siga, at tey merkja
einki.
Øll hini 70 fólkini hava ampar
í størri og minni mun, hvørja ferð,
tey eru til arbeiðis.
– Hjá 10-12 starvsfólkum er tað
so álvarsligt, at tey noyðast at taka
heilivág dagliga fyri at kunna vera
til arbeiðis.
Vanligu sjúkuteknini eru høvuð
pína, skriði í eygunum og turr húð.
Men nógv eru eisini óvanliga troytt,
hava trupulleikar at miðsavna seg
um arbeiðið, hava kvalma og hava
skriða um allan kroppin.
Fleiri fáa sár ymsastaðni. Eru tey
burtur frá arbeiði eina tíð, er alt í
lagi, men so títt og knapt, tey koma
aftur, bróta sárini upp aftur.
Somuleiðis eru nógv illa fongd
við krími, ella tey missa málið í
størri og minni mun
Jan Poulsen sigur, at alt hetta
hevur eisini elvt til fleiri sjúkra
meldingar. Sjálvur er hann illa
plágaður.
– Eg verði hásur og trongur
fyri bringuna, hvørja ferð fari til
arbeiðis. Tað rennur eisini úr eyg
unum alla tíðina, eg havi smá sár í
eygnakrókunum og skriða um allan
kroppin.
– Samstundis eri eg altíð øgiliga
troyttur, og eftir eina dagvakt er
tað ikki fyrenn nakað út á kvøldið,
at eg komi fyri meg aftur.
Aðrar orsøkir
enn Strandarlon
Eigarin av bygninginum, har politiið
húsast nú, er Gullak Madsen, sum
eisini leigar út aðrar bygningar í
høvuðsstaðnum. Hann sigur, at enn
ber ikki til at siga, um blámusoppur
er í Strandarlon, har politistarnir
halda til.
– Kanning er gjørd av inniluftini,
og tann kanningin prógvar, at einki
er galið við inniluftini í bygning
inum, sigur Gullak Madsen.
Sambært honum eru politistar
nir illa fyri, av øðrum orsøkum enn
blámusoppi á hansara bygningi.
– Politistarnir siga einki um, at
uniformarnir, teir brúka, hanga í
einum øðrum húsi, og harafturat
venja politistarnir eisini í einum
øðrum høli. Eg havi illgruna um, at
tað er haðani, teir fáa hetta ovur
viðkvæmi, sum teir dragast við,
sigur Gullak Madsen, sum ilskast
inn á politistarnar.
– Eg haldi, at tað er vánaligt av
politinum at koma fram við hesum,
tá eingin blámusoppur er staðfestur
inni í bygninginum enn. Tað er
djúpt undir beltistaðið. Um hetta
málið ikki verður loyst skjótt, so
verða teir uppsagdir sum leigarar,
sigur Gullak Madsen.
Skjaldrar
merki stolið
Íslendski aðalkonsulin í Føroyum,
Þórður Bjarni Guðjónsson, gjørdist ikki
sørt kløkkur, tá hann kom til arbeiðis á
aðalkonsuláti Íslands í Fútastovu í Havn
nú ein morgunin. Onkur hevur stolið
skjaldrarmerkið, sum varð skrúvað fast
við sjey skrúvum á veggin á Fútastovu
móti Konabrúnni. Tórður Bjarni veit ikki,
hvat er hent, um tað er onkur, sum spælir
aðalkonsulátinum eitt púss, ella um fólk
savna upp á slíkar lutir, sum íslendska
skjaldrarmerkið.
Metnógvir
blóðgevar
Eini 2300 føroyingar lata nú regluliga
blóð, og tað er met. – Vit hava ongantíð
áður havt so nógvar blóðgevar í Føroyum,
og tað gleðiliga er, at tað eru serliga
nógv ung, sum gerast blóðgevar, sigur
Rósa Syderbø, forkvinna í Felagnum
Blóðgevi.
Bara býta
heimapartar
– Vit eiga øll at fara burtur frá at hava
drápspartar í grind, og ístaðin skulu
vit býta í heimapartar. Sum tey gera í
Suðuroy. Tað helduur Ólavur Sjúrðarberg,
formaður í Grindamannafelagnum.
Í Suðuroy er skipanin tann, at tá ið
nakað er farið burturav til sýslumann,
grindaformenn, merkjarar, vaktarmenn
og onnur, sum hjálpa til, verður grindin
býtt ímillum øll fólk í oynni, har øll,
heilt frá reivabarninum til oldingin, fáa
javntstóran part.
Í spildurnýggju
politistøðini í Havn,
eru umstøðurnar so
vánaligar, at næstan
allir politistar og
øll skrivstovufólk
verða sjúk, hvønn
einasta dag, tey
fara til arbeiðis
Politistar verða
sjúkir av blámusoppi
Politistarnir trívast illa á nýggju politistøðini
Gadus gjørdi roktúr
Flakatrolarin Gadus er farin av sigla heim úr Barentshavinum. Hetta er besti
túrur hjá skipi og manning nakrantíð. Gadus, sum fór avstað hin 6. mai, hevur
longu fulla last, umleið 740 tons. Tað merkir, at 28 dagar eftir, at skipið loysti úr
Føroyum, er lastin full, og tað er ivaleyst ein av bestu túrum til veiði eystanfyri
nakrantíð. Úr Klaksvík verður sagt, at hetta er besti túrur hjá Gadusi, síðan JFK-
Trol keypti flakatrolaran. Tað tók bert 23 samdøgur at fiska hesi 740 tonsini,
og tað eina samdøgnið settu teir eisini egið met við at fáa heili 43 tons í lastina
eftir bert 24 tímum. Føroyska kvotan er í russiskum sjógvi í Barentshavinum.