mánadagur 30. desember 2013síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2013
juli
– Vit halda, at vit í vesturheiminum
eru tey góðu, men tað er eingin
»góður« í einum kríggi.
Høgni Petersen, fyrrverandi
hermaður í Afghanistan
– Eitt fátækramark er eitt politiskt
gykl. Eitt fátækramark vil aldrin verða
við til at basa fátækradømi, men vil
ístaðin halda fólk fast í fátækradømi.
Jóhan Bech Húsgarð, næstformaður
í politska ungmannafelagnum HUXA
– Eg plagi at fáa millum 10 og 13 í
øllum lærugreinum. Tað er líka í
føroyskum, at eg ikki klári meg so
væl. Har havi eg onkuntíð fingið
eitt 9-tal.
Soleiðis
sigur
Sigmundur
Hannesarson, sum fyri nøkrum
døgum síðani fekk prógv sum
støddfrøðiligur
studentur.
Eins
og allar aðrar pisurnar gongur
hann í hesum døgum errin runt
við húgvuni, ið signalerar, at hann
hevur gjøgnumført miðnámsút
búgvingina. Hann kann tó loyva
sær at vera eitt vet meira errin enn
øll hini. Sigmundur Hannesarson
hevur besta prógvið í ár.
– Øll spyrja, hvat uppskriftin er
til at fáa eitt so gott prógv. Eg kann
ikki svara annað enn tað vanliga,
mann plagar at hoyra frá øðrum,
sum hava fingið høgar karakterir.
Eg geri nógv við skúlan, sigur
Sigmundur Hannesarson lítillátin.
Hevur verið strævið
Herfyri var Sigmundur Hannesar
son til sína seinastu próvtøku á
Studentaskúlanum í Hoydølum.
Seinastu vikurnar hevur hann
verið til fimm skrivligar og tríggjar
munnligar próvtøkur, har úrslitið
fyri tað mesta varð próvtalið 11 og
13. Soleiðis hava støðumetini eisini
verið hesi trý árini, Sigmundur
Hannesarson hevur gingið á stødd
frøðiligu deild.
Hektiskar og strævnar. Soleiðis
lýsir Sigmundur Hannesarson hes
ar seinastu vikurnar, hann hevur
verið til próvtøkur.
– Eg havi ikki fingið nógvan
svøvn. Onkrar dagar havi eg lisið
líka til klokkan seks um morgunin,
sovið ein tíma, og so til próvtøku,
sigur Sigmundur Hannesarson, ið
hevur fyrireikað seg væl til allar
próvtøkurnar.
– Eg havi ikki fyrireikað meg
eftir nøkrum ávísum leisti, men
eg havi lisið øll evnini ígjøgnum og
annars bara lisið, líka inn til eg havi
havt eina kenslu av, at nú klári eg
at svarað øllum tí, sum lærarin og
sensor nú einaferð kunnu finna upp
á at spyrja um undir próvtøkuni,
fortelur Sigmundur Hannesarson.
Umframt at lesa nógv sjálvur
hevur hann eisini til tíðir siti í
bólki saman við flokksfeløgum og
fyrireika seg.
Stjørnualisfrøði í Onglandi
Við einum miðaltalið á 10,9 eru
møguleikarnir fyri eini hægri út
búgving nógvir. Og Sigmundur
Hannesarson veit longu, hvussu
prógvið skal brúkast.
– Eg ætli mær at fara til Onglands
at lesa stjørnualisfrøði. Mær hevur
altíð dámað væl alisfrøði, og nú
havi eg møguleika fyri at útbúgva
meg innan tað, og tað gleði eg meg
til, sigur Sigmundur Hannesarson.
Hann fer tó ikki á skúlabonk í
Onglandi rættiliga enn, tí komandi
tíðina vil hann forvinna sær pening
og síðani ferðast ymsastaðni.
Grov
lógarbrot
Tað er ikki óvanligt, at greiningar
av viðurskiftunum í bankum, ið eru
yvirtiknir av Fíggjarligum Støðufesti
vísa á viðurskifti, ið verða meldað til
løgregluna. Soleiðis er eisini í gamla Eik
banka. – Talan er um eitt lógarbrot av
einum slíkum grovum karakteri, at vit
meta okkum hava eina góða sak, sigur
Fíggjareftirlitinum, ið hevur meldað
viðurskifti í gamla Eik til bakmans
løgregluna.
Petra misti
starvið
Petra Johnsdóttir Joensen varð
søgd úr starvi sum stjóri fyri
Almannaverkið. Hetta gjørdi Annika
Olsen, landsstýriskvinna, eftir at hon
misti álitið á stjóranum. – Kunningin
um avleiðingarnar av sparingunum á
eldraøkinum kom ov seint, sigur Annika
Olsen.
Fýra fólk
stungin
Ein maður varð handtikin og skuld
settur fyri at hava stungið fýra fólk
í Hvannasundi. Talan var um sera
blóðugan og álvarsaman tilburð, men
øll fýra fólkini yvirlivdu. 18 ára gamli
maðurin var tikin stutt eftir hendingina
og í grundlógaravhoyring varð hann varð
haldsfonglsur í fýra vikur fyri fyrst.
– Eg geri mær ómak við øllum innlatingum og satsi altíð upp á topkarakterir. Og so royni
eg at sita fremst í flokkinum, tí tá fær mann mest við. Tað sigur 19 ára gamli Sigmundur
Hannesarson úr Havn. Av øllum teimum mongu miðnámsnæmingunum, sum hava
fingið prógv seinastu vikurnar, hevur hann besta prógvið við einum miðaltali á 10,9
Sigmund er
super-studentur
Knassar keyptu Portalin
– Portalurin skal verða okkara lopfjøl út í heim, og tað
er tí, vit hava keypt hann. Tað siga teir báðir brøðurnir
úr Hvannasundi, Niklái og Jón Nysted, sum eiga og reka
fyritøkuna Knassar. Í farnu viku keyptu teir Føroya størsta
tíðindaportal. – Við portalinum kunnu vit fáa eitt so mikið
stórt inntøkugrundarlag, at vit kunnu fara út í heim at
menna útlendskar tíðindaportalar og lýsingaskipanir. Tað
hevur altíð verið okkara ultimativa mál, sigur Niklái.
Sigmundur ætlar sær til Onglands at lesa stjørnualisfrøði