mánadagur 30. desember 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2013
august
– Hatta var so ótrúligt, at eg
kann ikki seta orð á tað.
Signar í Homrum upplivir óvanliga
stóran fagnað, tá ið hann framførir
á Summar Festivalinum
– Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki brúka
nógvar pengar og ov langa tíð upp á
at yvirútbúgva fólk. Vit skulu heldur
útbúgva fólkið til tað, vit liva av.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir,
løgtingskvinna
Karl Johansen er 59 ára gamal og
løgreglumaður. Síðani 2010 hevur
hann verið sýslumaður í Norðoya
sýslu. Ein av uppgávunum hjá
einum sýslumanni er stíla fyri
grindadrápi og hava eftirlit við,
at rakstur og dráp fara fram eftir
reglunum. Fyri hetta arbeiði fær
sýslumaðurin tvey prosent av
samlaða skinnatalinum.
Grind í øllum sýslunum
Summartíð er feriutíð, eisini hjá
sýslumonnum. Meðan aðrir hava
verið í feriu, hevur Karl Johansen
verið sýslumaður fyri ikki einans
Norðoya sýslu, men eisini verið
virkandi sýslumaður fyri bæði
Eysturoyar sýslu og Sandoyar, Vága
og Streymoyar sýslu – tað vil siga
fyri allar Føroyar uttan Suðuroyar
sýslu.
Soleiðis hevur hann havt ábyrgd
ina av hvørjum einasta grindadrápi,
sum hevur verið í sýslunum norðan
fyri Suðuroynna í summar. Og
grindaboð hava ofta ljóðað, tí
Karl hevur verið í grind í øllum
fimm sýslunum, hann hevur havt
ábyrgdina av hetta tíðarskeiðið.
Býtt 4838 skinn
– Eg havi býtt 655 grindahval, sum
svara til 4838 skinn. Gangi eg eftir
lógini, so hevði eg fingið 13 hval ella
97 skinn, og tað hevði verið ein løta
at etið alt tað, skemtar Karl, men
leggur so aftrat:
– Nei, tað er eingin livandi kjans
ur, at eg klári at herberga øllum
hesum.
Karl hevur tískil býtt út.
- Fyrst tók eg til mín sjálv, síðani
fór tað til familjuna, versynir og
ymisk onnur, men tað var skjótt,
at eg mátti fara longur út, greiðir
Karl frá, sum síðani hevur latið
grind til millum annað sjúkrahúsið
í Klaksvík, Zarepta og starvsfelagar,
sigur Karl. Hann upplýsir eisini, at
tað hava aðrir sýslumenn eisini
gjørt, tí annars endar tú við alt ov
nógvari grind.
– Eg mangli í øllum førum ikki
grind, og tað komi eg heldur ikki til,
so eg má bara royna at býta út, tí
annars hevði eg endað við ómeta
liga nógvum likkjum, sigur Karl
flennandi.
72 børn
færri í skúla
Sambært fyribils næmingatalvuni hjá
Mentamálaráðnum, sum Skúlablaðið
hevur fingið hendur á, eru 72 færri
næmingar farnir í 1. flokk í nýggja
skúlaárinum, 2013-14, enn seinasta
skúlaár. Til samans eru 678 børn farin í
1. flokk hetta skúlaárið. Í 2012-13 var
talið 750.
151
næmingar
í frískúlum
Tríggir frískúlar eru í Føroyum, Frískúlin
Keldan í Skálabotni, Frískúlin í Havn
(sum er á Velbastað) og Frískúlin við
Hoyvíkstjørn í Havn. Næmingatalið í
Frískúlanum í Havn er vaksið úr 44 upp í
47, og við Hoyvíkstjørn er tað minkað úr
57 niður í 43. Í Frískúlanum Kelduni vóru
til samans 34 næmingar skúlaárið 2012-
13. Har eru 50 hetta skúlaárið.
Kúgað
til at tiga
Í Nærverkinum er vanlig mannagongd, at
starvsfólk, sum gera vart við vánaligar
umstøður hjá starvsfólkum ella
brúkarum, verða sett á svartalista og fáa
ikki starv aftur. Tað kom fram á fundi,
sum felagið Eldramálið skipaði fyri.
Á fundinum skuldi fyrilestur verða um
»hví starvsfólk flýggja úr heimarøktini«,
men tá ið fyrilesturin skuldi haldast,
mátti forkvinnan boða frá, at fyri
lestrarhaldarin vildi kortini ikki halda
fyrilesturin av ótta fyri uppsøgn.
Sum sýslumaður
hevur Karl Johansen
býtt 655 hval í
ár. Fyri tað hevur
hann fingið 13
hval, tí tað tilskilar
lógin honum. - Eg
havi ongan livandi
kjans at herberga
øllum, sigur hann
Fekk sjey tons av grind
Karl lat grind til eitt nú Zarepta og sjúkrahúsið í Klaksvík
Ein ótrúlig kensla
Livar Nysted úr Hvannasundi hevur gjørt enn eitt
bragd. Hann og tveir aðrir mans hava róð 6500
kilometrar um Indiska Havið – úr Australia til
Mauritius. Og tað gjørdu teir efitr 57 døgum.
– Kenslan kann ikki sigast við orðum, men tað
er ein ótrúliga góð kensla, segði Livar, tá ið
hann kom í land í Mauritius. – Eg eri ógvuliga
móður og troyttur, men tað er ein góð møði.