Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2013 september – Renningin gevur mær eina kenslu av vælveru og yvirskoti. Og so hjálpir tað at renna ein túr, tá eg kenni meg strongdan. 48 ára gamli Cecil Weihe, sum vann Tórshavn Marathon fyri fimtu ferð – Tað er altíð trupult at siga farvæl. Hetta hevur verið ein ógloymandi tíð, sum eg ikki vildi verið fyri uttan. Og eg vóni eisini, at fólk halda, at eg havi gjørt eitt hampiligt arbeiði. Kári P. Højgaard, frákoyrdur landsstýrimaður Kartin Høgnesen kallar seg sjálvan fyrrverandi samkyndur, tí í 2005 valdi hann ikki longur at vera samkyndur, men ístaðin at liva sum heteroseksuellur. - Tú kanst siga, at eg eri so mikið sterkur í míni trúgv, at eg havi valt at seta mínar egnu tankar og kenslur sum samkyndur til viks. Og so líðandi eru kenslurnar, sum eg fyrr hevði fyri mannfólki, blivnar minni og minni. Soleiðis sigur 28 ára gamli Kartin Høgnesen. Dagliga starvast hann sum hárfríðkari og hevur sína egnu hárfríðkanarstovu í Leirvík. Afturat arbeiðinum er hann virkin innan ungdómsarbeiði í Missiónshúsinum í Leirvík. – Tilgongdin frá at vera sam­ kyndur til heteroseksuellur var alt annað enn løtt fyrstu tíðina, men eg merki nú sjálvur, at eg havi tikið rætta valið við at vraka gamla lívið og kenslurnar sum samkyndur, sigur Kartin Høgnesen. Dreingir vóru hugtakandi Longu sum heilt ungur hevði Kartin Høgnesen serligan áhuga fyri dreingjum. Kenslurnar fyri sama kyni byrjaðu av álvara at gera vart við seg, tá hann var umleið 11 ára gamal. – Sum barn treivst best saman við gentum, og eg spældi eisini so at siga bara við gentur. Tað var bara okkurt annað og okkurt serligt við dreingjum, og mær dámdi teir væl, tí teir vóru bara av eini ella aðrari orsøk áhugaverdir, sigur Kartin Høgnesen og heldur fram: – Eg minnist væl, at eg ynskti fleiri ferðir, at kenslurnar fyri dreingjum ikki vóru har, men tær hvurvu ikki. Haldi at tær vuksu bara, so hvørt eg bleiv eldri, greiðir Kartin Høgnesen frá. Tá hann gekk í 7. flokki minnist hann væl, at genturnar fóru at hyggja eftir dreingjunum, og dreingir­nir hugdu eftir gentunum. Hjá Kartin Høgnesen var annar­ leiðis. – Tá hugdi eg eftir dreingjunum. Teir hugtóku meg bara upp á ein heilt annan máta, enn hvat gentur­ nar gjørdu, og eg bleiv meir enn eina­ferð forelskaður í onkrum drongi, fortelur Kartin Høgnesen. Legði lívið um Í eina tíð livdi Kartin alment sum samkyndur. – Øll vistu tað, men tað var ikki soleiðis, at eg líkasum reklameraði við tí. Eg fór í býin við vinkonunum og so framvegis og kom eisini í samband við onkur mannfólk, ið vóru sum eg, men tað bleiv ongan­ tíð til meir enn prát, sigur Kartin Høgnesen, sum sigur seg kenna orsøkin, at hann til dømis ongantíð hevði ein unnusta. – Eg hugsaði altíð, hvat Bíblian sigur um slíkt, og tað gjørdi, at eg ongantíð kendi meg heilt væl sum samkyndur, sigur Kartin Høgnesen, sum tó vísir á, at hann ongantíð bleiv trýstur av familju ella vinfólki í missiónshúsinum í Leirvík. Tað var á einum missiónstúri í Ísrael, at Kartin Høgnesen brádliga valdi at broyta lívsførslu. – Á einum møti fór eg á knæ og bað um hjálp, tí eg føldi knappliga, at tað ikki var rætt at vera samkyndur. Alt broyttist tá, og síðani havi eg valt at liva sum heteroseksuellur. Seinastu árini hevur Kartin Høgnesen liva sum heteroseksuellur, og hann sigur seg enntá hava fingið kenslur fyri konufólkum aftur. – Homoseksualitetur er ikki ein sjúka og eg haldi heldur ikki, at tað er viðføtt. Eg haldi, at tað í stóran mun er umhvørvi, sum ger, at tú fært hesar kenslurnar, sigur Kartin Høgnesen. – Eg havi tikið eitt val um ikki at vera samkyndur. Tað skal snúgva seg um Gud og mína trúgv. Ikki mínar lystir, sigur hann. Teldlar til tingfólk Løgtingsformaðurin tekur nú stig til, at øll løgtingsfólkini fáa teldlar sum arbeiðstól í tinginum. – Eg havi skilt, at á Christiansborg hava tey spart úti við helminingum av pappírsnýtsluni, síðani tey byrjaðu at nýta teldlar í tingarbeiðinum. Her heima hava vit havt ein bólk við eini 4-5 tingfólkum, sum saman við umsitingini hava royndarkoyrt hetta, og nú er tíðin komin til at víðka hetta, so tað fevnir um alt løgtingið, sigur Jógvan á Lakjuni. 1500 hava brúk fyri røkt Landsstýriskvinnan í almannamálum upplýsir, sigur, at 1.094 fólk hava í løtuni tørv á sjúkrarøkt, og 474 fólk hava tørv á heimahjálp. Her kann leggast afturat, at tilsamans eru eini 6.500 fólk í Føroyum, sum eru eldri enn 67 ár og sostatt er veru­leikin eisini, at nógv tey flestu hava góða heilsu og klára seg sjálvi. Dimma í søguna Føroya elsta blað, Dimmalætting, er farið í søguna. Eftir tungan rakstur í fleiri ár og eigaraskifti stóð blaðið ikki longur til at bjarga. Við árslok 2012 var eginpeningurin hjá felagnum, ið rekur Dimmalætting, negativur við nærum 5 mió kr. Hetta saman við eginpeninginum, sum var við leiðsluskiftið í 2007, og fjaldu virðunum í bygninginum við Smyrilsvegin gevur eina staðfesting av, at Dimmalætting seinastu 6 árini hevur mist væl omanfyri 40 mió krónur. – Trúgvin hevur sannført meg um, at tað ikki er rætt at liva sum samkyndur. Tí valdi eg at broyta lívsstíl og ístaðin vera heteroseksuellur, sigur 28 ára gamli Kartin Høgnesen úr Leirvík, ið sum barn og tannáringur kendi seg samkyndan Kartin var samkyndur – Eg havi tikið eitt val um ikki at vera samkyndur. Tað skal snúgva seg um Gud og mína trúgv. Ikki mínar lystir, sigur Kartin Høgnesen Løgmaður koyrdi Kára Post Handfaringin av málinum um Eysturoyartunnilin hevði við sær, at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður í innlendinsmálum. – Eg virði tað stóra arbeiðið, landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at útbyggja undirstøðukervið, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann betrast og men­ast. Eg má tó ásanna, at málið hevur skapt so mikið nógv órógv, at eg nú meti, at tað kann ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí havi eg tikið hesa avgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.