mánadagur 30. desember 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
12
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2013
oktober
– Eg havi sett mær fyri, at eg
ikki vil vera ein súr, negativ og
keðilig kona, sum er beisk inn á
sína lagnu. Eg vil liva lívið.
Ruth Thomsen, ið er blind
– Tað er so, at tá tú fæst við satiru, so
kemur tú at raka fólk. Persónar, sum sita
við ábyrgd, mugu tola at verða viðgjørd
satiriskt. Um tey ikki tola tað, eru tey ikki
egnað, og tey kunnu eisini gerast vandamikil.
Óli P., teknari
Týsdagin staðfesti Fiskimálaráðið
avgerðina
hjá
Búnaðarstovuni
um, at Jóhan í Kollafirði og Rakul
Dalsgaard skulu flyta ur Fámara.
– Hóast tað varð staðfest, at
Búnaðarstovan gjørdi ávísar feilir,
hevur Fiskimálaráðið staðfest av
gerðina. Og tað merkir, at vit hava
tapt, sigur Jóhan í Kollafirði.
Hann sigur, at tey vildi royna,
um tað bar til at liva á einum garði,
og tað hevði gingið so mikið væl, at
tey høvdu megnað at tikið fólk til
sín.
– Vit hava avgjørt í morgun, at
nú gevast vit við at stríðast. Nú
kunnu tit bara hava hettar her og
so kunnu øll í Føroyum fylgja við í,
hvussu tað fer at gangast. Vit kundu
havt valt at kært landsstýrið, men
nú hava vit so gjørt av at tveita
hondklæðið í ringin, sigur Jóhan
Dalsgaard.
Parið hevur brúkt kenda danska
advokatin, Thorkil Høyer, og hann
hevur verið rættilig rímiligur í
sínum krøvum.
– Hann hevur verið heilt rími
ligur í sínum kostnað, eftir tí,
sum eg havi lisið á internetinum
at hann vanliga tekur. Men fyri
okkum er talan um nógvar pengar,
og eina rokning, ið lættliga kundi
havt fingið tak á bygningarnar við
Fámara, sigur Jóhan Dalsgaard.
Tey bæði hava havt stórar ætlan
ir við Fámara, so spurningurin er,
hvat hendir nú.
– Vit fara suður nú og pakka
nøkur ting. Djórini eru longu farin
út til vinir og kenningar, men tað
er nú ikki so lætt at sleppa av við
kálvar, so tað er nakað, ið vit skulu
fáa greiði á, sigur Rakul Dalsgaard.
Strævin tíð
Tey skulu so seta seg niður og leggja
ætlanir fyri, hvat nú skal henda.
– Tað verður helst soleiðis, at eg
og Jóhan fara til Havnar, meðan
Rúni helst fer á Sólteig aftur. Men
vit hava avtalað, at tað bert verður
fyribils, til vit hava savnað nóg
mikið av pengum, so vit kunnu
fara av landinum, sigu Rakul
Dalsgaard.
Jóhan Dalsgaard hevur funnið
onkran bóndagarð á Fyn, ið hann
er vorðin heilt burtur í.
– So tað verður helst tað, ið fer at
henda, sigur Raku Dalsgaard.
Og tað verður gjørt eftir sama
leisti, sum Fámara.
– Verkætlanin er hin sama, tí vit
kenna tað sum okkara kall. Tað er
í hvussu er tað, ið vit droyma um
og ynskja og duga, tað verður bara
á einum øðrum stað, sigur Rakul
Dalsgaard.
Hon nýtir annars høvið at takka
øllum teimum, ið hava stuðla.
– Uttan teirra hjálp høvdu vit
langt síðani havt givið upp, so eg
vil fegin takka teimum fyri hjálp og
stuðul, sigur Rakul Dalsgaard.
Hon dylur ikki fyri, at talan
hevur verið um eina strævna tíð.
– Tað hevur verið heilt ómetaliga
strævið. Í byrjanini var tað spenn
andi, men í síðstini hevur tað verið
so ógvuliga strævið, ikki minst tí
vit mistu streymin í apríl, tí onkur
hevði biðið um at taka málaran
niður. Tá fór alt tað stuttliga, og
tá bleiv alt eitt stríð, sigur Rakul
Dalsgaard.
Keypa
Hon heldur kortini ikki, at tey hava
spilt tíðina.
– Nei, tað haldi eg ikki. Tí vit hava
kempað fyri tí, vit trúðu var rætt,
og høvdu vit ikki gjørt tað, hevði
tað ligið okkurt í bakhøvdinum, ið
segði, hví royndu vit ikki. Nú hava
vit so gjørt tað og vit hava lært
ótrúliga nógv og eru vorðin ótrúliga
sterk, sigur Rakul Dalsgaard.
Nú fara tey bæði so at savna
nakað av peningi saman fyri síðani
at flyta niður til Danmarkar, so
hvussu kunnu tey tryggja sær, at
talan ikki verður um somu søgu
bara við øðrum fólkum.
– Vit hava funnið út av nógvum
við at googla. Til dømis verður ein
eggjaður til at seta bóndagarðar í
stand í Noregi og fær pengar aftur
fyri, og í Danmark verður ein eggj
aður til tað sama, og har fær ein
frið, meðan í Føroyum fær tú eitt
øgiligt kríggj oman yvir seg, sigur
Jóhan Dalsgaard.
Og Rakul heldur fram.
– Eitt, sum vit hava lært, er ikki
at trúgva upp á góðheit, og at eitt
orð er eitt orð, tað hava vit í øllum
førum lært, og tað fara vit ongantíð
aftur at gera. So fara vit til Fyn, so
tryggja vit okkum áðrenn. Har
er ein bóndagarður til sølu fyri
300.000 krónur, so tað verður keypt,
sigur Rakul Dalsgaard.
Tær lata
sjúkum
fólki hárið
Føroyskir lokkar verða sendir til Amerika,
har teir verða nýttir til parúkkar ætlaðum
sjúkum fólkum. – Eg haldi, at hetta er
ein frálíkur máti at hjálpa øðrum, sigur
26 ára gamla Beinta Birgitta H. Jensen úr
Havn. Hon og systirdóttirin, ið er fýra ára
gomul, lata sínar hesthalar til vælgerandi
endamál í Amerika.
Fáir menn
heima hjá
børnum
Ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur
gjørt fyri Javnstøðunevndina, vísur, at
bert fjórði hvør maður hevur verið í
barnsburðarfarloyvi. Upp á spurningin,
Hevur tú verið í barnaburðarfarloyvi?,
svara 75% av monnunum nei. Tilsamans
hava 46% av monnum og kvinnum verið
í barnsburðarfarloyvi, meðan 54% ikki
hava verið.
Føroyingar
gávumildir
Árliga innsavningin hjá Reyða Krossi
Føroya gekk sera væl í ár. 817.000
krónur vórðu latnar Reyða Krossi,
sum sendi 400 sjálvboðin fólk út við
bússunum. – Hetta er besta úrslit
nakrantíð. Vit eru ógvuliga takksom fyri
stóra stuðulin og álitið frá føroyingum,
sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í
Reyða Krossi. Innsavnaði peningurin
verður brúktur til hjálpararbeiðið hjá
Reyða Krossi bæði úti í heimi og í
Føroyum.
Jóhan í Kollafirði
og konan Rakul
Dalsgaard flyta úr
Fámara, har tey
hava búleikast
seinastu árini
Vit hava tapt
– Tað hevur verið heilt ómetaliga strævið. Í byrjanini var tað
spennandi, men í síðstini hevur tað verið so ógvuliga strævið,
ikki minst tí vit mistu streymin í apríl, tí onkur hevði biðið
um at taka málaran niður. Tá fór alt tað stuttliga, og tá bleiv
alt eitt stríð, sigur Rakul Dalsgaard um tíðina í Fámara
Astrid vann milliónina
Ein millión skattafríar krónur stóðu upp á spæl í Gekkinum, og
vinnari gjørdist 17 ára gamla Astrid Eiriksdóttir Reynheim úr Havn.
– Babba doyði av krabbamein í januar, og tí hevur tað bara verið
ein inntøka í húsinum, og tað er ikki nógv, tá mamma hevur
hús, bil, fjós og annað at betala. Men nú skulu vit ikki hugsa
um tað. Vit hava stúrt fyri, at eg kanska mátti selja ryssuna,
sum eg fekk frá babba, tí eg hevði ikki ráð at hava hana.
Men nú er ryssan bjargað, og tað er tað besta, sigur hon.