mánadagur 30. desember 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
– Eg havi mangan sannað, at ofta eru hørð orð
betur ósagd. Tá ið eg var blaðstjóri, dugdi eg illa
at síggja eitt bananskal í eygnakrókinum uttan
at fara eitt fet til viks og traðka á tað. Og aftaná
mátti eg so biða um umbering.
Óli Breckmann
– Tað ber ikki til at steðga pedofili, tí tað er
ógjørligt at broyta tað, sum okkum menniskjum
dámar seksuelt. Ístaðin eiga vit at finna útav,
hvussu vit forða misbrúki av børnum og hjálpa
teimum, ið hava verið fyri barnamisbrúki.
Bjørt Lind, sálarfrøðingur
– Føroysku kvinnurnar skulu tora betur at siga tað,
tær hugsa, og gera tað, tær vilja. Alt ov ofta tora
konufólk ov illa at skilja seg úr mongdini og eru
nærum ósjónligar.
Siri Sørensen, nýggjur blaðstjóri á lívstílsblaðum Kvinna
– Vit reika ímillum fremmand
mál í stovuni allar teir
mongu tímarnar, sjónvarpið
er tendrað. Meðan vit slurka
kaffi og eta ræstan fisk og
spæla við børnini, fer okkurt
fremmant mál ígjøgnum oyruni.
Tað málið skal ikki inn í okkara
stavrað. Tað er allastaðni, men
har inn sleppur tað ikki.
Jonhard Mikkelsen, Málráðslimur
– Tað, sum tú gert, er ein stórur partur
av tínum persóni. Eg vildi í øllum førum
gjarna hitt tað listafólkið, sum sigur, at
listin hjá viðkomandi ikki er persónlig.
So tú sýnir í veruleikanum nakað av tær
sjálvum fram, so fólk kunnu meta um
tað, og tað er ikki bara-bara.
Silja Strøm, listarkvinna
– Fleiri ferðir umhugsaði eg at gevast, men tað
virkaði bara for lætt at geva skarvin yvir. Í dag
eri eg errin av at vera komin so langt.
Frida Poulsen, sniðgevi í Milano,
sum nú hevur egið klædnamerki
– Telefonin er í lummanum ella á borðinum
framman fyri okkum so at siga allan dagin. Hetta
gevur okkum sjálvsagt nógvar hentar fyrimunir,
men spurningurin er eisini, um vit ikki eisini eiga
at steðga á av og á og spyrja, um tað veruliga er
neyðugt at kanna Facebook fimta hvønn minutt.
Høgni Reistrup, tónleikari
– Eg eri upplærd at liva fyri kakur,
vit skulu gera okkum stóran ómak
við øllum okkara vørum, og tað er
næstan soleiðis, at eg havi kenslur fyri
kakunum.
Olevina Sundsskarð, kondittari
á Andersen Bakery í Keypmannahavn
– Føroyingar eru nemmasta og fittasta
fólkaslag at hava við at gera.
Oluffa Hansen, ið gevst sum flogterna
– Tað, sum eg ynski í
mínum lívi restina av
lívinum, er, at eg vera
glaður, og eg verði glaður
av at spæla tónleik
Rocksangarin Bobby Kimball
– Tað fyrsta, eg geri um morgunin, er at
vita, um veðrið passar við tað, eg havi
lovað fólki. Onkuntíð passa forsagnirnar
ikki, men tá kann eg ikki gera annað enn
yppa øksl. Veðrið fái eg ikki gjørt nakað við
Petur Skeel Jacobsen, 88 ára gamli veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum
– Eg varð kroystur upp í ein krók í
skúlagarðinum av hinum børnunum,
sum stóðu í ein runding og hugdu
eftir mær. Eg var jú hesin lítli,
klæni asiatin við teimum skeivu
eygunum, svarta hárinum og brúnu
húðini, og tað var ikki nakað, ið
klaksvíksbørn vóru von við.
Christian Nagata, stjóri á Nema,
um at verða øðrvísi barn í Føroyum
– Eg eri nú einaferð, sum eg eri.
Vanliga eri eg sera róligur, men
eg brenni jú eisini fyri nøkrum
tingum – millum annað hondbólti
– og tá kann eg øsa meg.
Jan Ottosen, hondbóltsvenjari
So søgdu
tey...
2013