mánadagur 30. desember 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
14
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2013
desember
– Verður samkynt hjúnalag lógligt, síggi
eg fyri mær, at ævintýrini til børn eisini
verða broytt til eina prinsessu, sum
verður forelskað í eini aðrari prinsessu.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna
– Eg blívi ikki ógegnigur, bara tí at nakrir
persónar áhaldandi siga, at eg eri tað.
Anfinn V. Hansen, kanningarstjóri
Kaj Leo Holm Johannesen. Føroya
løgmaður. Støðugt í andgletti og fyri
atfinningum. Men eisini avhildin
við metnógvum persónligum at
kvøðum í skjáttuni. Formaður fyri
Sambandsflokkin síðani 2004 og
løgmaður síðani 2008.
Nú jólini nærkast hava vit verið
á vitjan hjá løgmanni í Tinganesi og
spurt hann, hvussu hann sjálvur
upplivir sín leiklut sum løgmaður,
hvat hevur serligan týdning fyri
hann, og hvussu hann fyriheldur
seg til hørðu ákoyringarnar, hann
fær í kjaki.
Kaj Leo tosar eisini um, hvussu
løgmansstarvið ávirkar familjuna,
um at verða fittur og bráður, og um
at biða um umbering, tá ið tað er
neyðugt.
Ov bráður
Kaj Leo Holm Johannesen verður
stundum lagdur undir at verða ov
skjótur og óumhugsin í vendingini
og at vera ov fittur til at verða
løgmaður.
– Eg havi ein veikleika í, at eg
kann verða ov bráður, og eg havi
eitt temprament. Og eg kann eisini
skriva undir uppá, at eg kann verða
fittur, hóast eg veit ikki, um hini í
samgonguni halda, at eg altíð eri
so fittur, tá ið eg skal hava okkurt
ígjøgnum aftanfyri stongdar dyr.
– Eg kann ikki sita í hasum
stólinum har yviri, bara verða
fittur og smílast býtt og ikki taka
konfrontatiónirnar,
og
eingin
kemur í handan stolin við bara at
vera fittur.
Løgmaður
viðurkennir
eis
ini, at hann onkuntíð hevur verið
óumhugsin við sínum viðmerking
um og reaktiónum.
– Øll kunnu blíva ill, men tað er
ein kunstur at blíva illur til røttu
tíð, á rætta stað, við rættari mongd
ímóti teimum røttu. Tá tú klárar
tann kunstin, so ert tú fantastiskur
leiðari. Eg klári ikki tann kunstin
enn. Og geri eg einum persóni
órætt, so má eg bakka og biða um
umbering.
– Til dømis var eg herfyri rætt
iliga harðligur við Liljan Weihe
(tíðindaleiðara í Kringvarpinum,
red.), og tá mátti eg hyggja hana í
eyguni, taka í hondina á henni og
biða um umbering, tí eg hevði upp
ført meg órættvíst. Tað er sum við
ítróttinum, tú kanst gera okkurt
unfair í kampens hede, men aftaná
mást tú fyrihalda teg til tað og biða
um umbering, um tað er neyðugt,
sigur løgmaður.
Kjak og facebook
Sjáldan hevur ein løgmaður verið
so áhaldandi fyri atfinningum,
sum Kaj Leo Holm Johannesen
hevur verið. Ein orsøk er sjálvandi,
at við nýggjum miðlum og nýggjari
tøkni er nógv lættari og skjótari og
sjónligari at hava viðmerkingar um
øll hugsandi mál. Ein onnur orsøk
er kanska, at løgmaður sjálvur legg
ur upp til kjak og ákoyringar – eitt
nú á facebook.
– Politikarar siga ofta, at teir
taka tað ikki so nær, um onkur
finnist at teimum, men politikarar
eru eisini menniskju, og summar
viðmerkingar raka teg. Eg fái nógv
sløg, men nógv av av tí biði eg helst
um og havi sjálvur ábyrgdina av.
Men eg dugi eisini at síggja, at til
dømis á facebook eru nøkur fólk,
sum ganga aftur, og sum koma
við viðmerkingum á einum øgiliga
lágum støði.
– Eg fái nógvar ákoyringar, men
tað má eg liva við. Eg veit væl, at eg
kundi gjørt mær lívið nógv lættari,
um eg til dømis ikki fór á facebook.
Onkur fólk biða meg eisini halda
meg burtur haðani, men tað klári
og kann eg ikki. Tað er kanska ein
veikleiki hja mær, men mær dámar
ógvuligva væl at práta við fólk, at
samskifta og at kjakast – eisini á
facebook.
– Jú, eg kundi havt tað friðarligari
við ikki at gjørt tað, men eg eri ikki
føddur til at hava tað friðarligt.
Politikkur snýr seg millum annað
um at samskifta, at verða ósamdur,
at verða illur um neyðugt, og tað er
tað. Eg elski ein góðan kamp og eitt
gott kjak, har tað eru góð argument
báðar vegir. Eg kundi gott havt tað
nógv lættari, eg veit tað væl, men
tað vil eg ikki. Summi halda kanska,
at ein politiskur leiðari skal ganga
púra stívur á einum reyðum løbara,
men tann leiðarin eri eg ikki, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Her skal
skil vera í
– Tað kann væl vera, at onkur heldur,
at skúlin hevur gamlar, strangar reglur,
sum skulu fylgjast, men tað vísir seg,
at børnunum dámar væl, at tað er skil
í. Tí halda vit fast við reglurnar og sið
venjurnar, sum eyðkenna skúlan.
Tað sigur Poulina Slættanes, sum í 38 ár
hevur starvast sum lærari í Sankta Frans
Skúla. Lærarar og næmingar hátíðar
halda tey 80 árini, skúlin hevur á baki.
SEV stevnt
eftir 25
milliónum
Ósemja hevur tikið seg upp millum
byggisamtakið millum J & K Petersen
og M. T. Højgaard øðrumegin og SEV
hinumegin í sambandi við boringarnar til
Eiðisverkið. Borað hevur verið gjøgnum
syllagrót, sum er væl harðari enn vanligt
grót. Men hetta kann ikki koma óvart á
hjá byggisamtakinum. – Hetta vóru teir
greiðir yvir, áðrenn farið var í gongd,
sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Boriarbeiðið er liðugt, men byggi
samtakið heldur seg eiga 25 milliónir
krónur til góða hjá elfelagnum. Málið
verður viðgjørt í gerðarætti.
Nógvir
stormskaðar
Tveir dagar á rað rakar ódn Føroyar, og
bæði leygardag og sunnudag eru nógvir
stormskaðar kring landið. Óteljandi smáir
skaðar eru á hús, bilar og annað, og eisini
eru fleiri størri skaðar, sum fara at kosta
nógvar pengar at umvæla. Ódnirnar gera
um seg um alt landið, men Norðoyggjar
og Eysturoy verða lutfalsliga hart raktar.
Hann fær hørð høgg, men heldur, at hann ofta biður um tað sjálvur. Hann
klárar og vil ikki halda seg burtur frá kjaki og facebook, og hóast summar
viðmerkingar raka meint, uggar Kaj Leo Holm Johannesen seg við, at
hann á seinasta løgtingsvali fekk eitt óvanliga gott persónligt val.
Eg kundi gjørt mær lívið nógv lættari
– Eg veit væl, at eg kundi gjørt mær lívið nógv lættari, um eg til dømis
ikki fór á facebook, men tað klári og kann eg ikki. Tað er kanska ein
veikleiki hja mær, men mær dámar ógvuligva væl at práta við fólk,
at samskifta og at kjakast – eisini á facebook, sigur løgmaður
PISA-úrslit ikki nóg gott
Føroyar framvegis liggja væl aftanfyri hini Norðurlondini,
og av øllum londunum í PISA-kanningini 2012 liggja
Føroyar í niðasta triðinginum í øllum fakøkjum. Tað
sær tó út til, at Føroyar ganga eitt vet fram síðani
kanningina frá 2006. Serliga klára føroysku næmingarnir
seg betri í støddfrøði. Nakað, sum eyðkennir úrslitini
av kanningini í Føroyum, er, at sera fáir føroyskir
næmingar kunnu lýsast at hava sera góðan førleika.