Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Klokkan trý, sunnu­morgun­ in 29. desember, ringir familj­ an Olsen á Sandi til lækn­an. Herman Olsen er trong­ur, tungan er hovin, hann fær illa tosað og hevur brúk fyri lækna­hjálp. Í umleið tveir mánaðir hev­ur Herman Olsen verið í kemoviðgerð fyri krabba­ mein í búkinum. Viðgerðin gongur eftir ætlan, og Her­ man livir rímiliga væl. Eitt hjáárin er tó, at hann við­ hvørt hovnar. Hesa náttina hovn­ar Herman Olsen í svølgi­num, og eisini hovnar tung­an. - Serliga løgdu vit til merk­is, at tungan hovnaði og hann hevði trupult við at tosa, sigur Jógvan Olsen. Hann var heima hesa lagnu­náttina, og hann var um pápan síðstu tímarnar, sam­an við mammuni, Elini Olsen. Hóast lækni er á sam­ døgur­s­vakt í Sandoynni, so ganga øll læknaørindi uttan fyri vanliga arbeiðstíð um­ vegis læknavaktina, sum er mið­savnað á Lands­sjúkra­ húsi­n­um. Soleiðis er eisini sunnu­morgunin 29. desem­ ber. - Vit ringja til lækna­ vakt­ina, men fáa har at vita, at hetta fer at laga seg. Hóast vit royna at greiða frá støðuni hjá pápa, so fáa vit at vita, at hetta er púra van­ ligt hjáárin, og at hetta fer at javna seg, greiðir Jógvan Ol­sen frá. Tey taka boðini frá lækna­vakt­ini til eftirtektar, og Herman Olsen roynir at leggja seg aftur. Men støð­an er einki serlig. Hann gerst alsamt meira trongur, fær ikki sovið og er uppi megin­ partin av náttini. Tá klokkan nærk­ast sjey er heilt galið. - Tá er pápi sera trongur, er illa fyri og fær ikki andað. Støðan er rættiliga hættislig fyri okkum, og vit royna sum frægast aftur at fáa fat­ ur á lækna. Eg ringi enntá til alarmsentralin, sigur Jógvan Olsen, sum lýsir løtuna rætti­liga kaotiska. Pápin er illa fyri, og tey hava trupult við at fáa fat­ur á nøkrum lækna, ið kann hjálpa honum. Í eini despera­tari roynd royna tey at fáa pápan út í bilin og yvir á lækna­miðstøðina á Sandi. - Tað eydnast okkum tá endiliga at fáa fatur á kommunu­læknanum, sum kem­ur har eina lítla løtu sein­ni, greiðir Jógvan Olsen frá og heldur fram: - Tá er pápi sera illa fyri. Hann klárar ikki at ganga inn á læknamiðstøðina, og lækn­in roynir at hyggja uppá hann, meðan hann sit­ ur í bilinum, leggur Jógvan Ol­sen afturat. 69 ára gamli Herman Olsen er tá somikið hovn­að­ ur, at hann fær ikki andað. - Tað bleiv roynt at ar­ beiða uppá hann. Læknin fór inn eftir onkrum fyri hevilsi, og hjartastartarin bleiv vist eisini brúktur. Men hann miss­ir vitið, sum vit standa har við honum í ørmunum, sig­ur Jógvan Olsen. Óskiljandi Fyri familjuna Olsen á Sandi er støðan bæði óskilj­andi og ørkymlandi, og spurn­ ingarnir standa eftir ósvar­ aðir, nú teirra mað­ur, pápi verfaðir og abbi brádliga varð tikin frá teim­um. - Pápi hevði verið í kemo­ viðgerð í tveir mánaðir, og læknarnir kenna væl saktans til tey hjáárin, ið kunnu standast av hesi við­ gerð. Tað var jú hent fyrr, at hann var hovnaður, sigur Jógvan Olsen og heldur fram: - Eg skilji ikki, hví vit ikki kundu koma í samband við ein lækna, sum kundi hyggja eftir pápa, men í staðin skulu vera avgreidd umvegis tele­fon­ina. Í dag kann familjan bara gita sær til, hvat hevði hent, um so var at lækni var komin til Herman beinan­ veg­in. Tankin um, hvat skjót lækna­hjálp kundi gjørt, spøk­ir alla tíðina. - Hví trýstu vit ikki meira á fyri at fáa hann til lækna? Hví góðtóku vit boðini frá læknavaktini? Tað eru spurn­ingar og kenslur, sum vit sita eftir við, sigur Jógv­ an Olsen. Tað er ikki fyrstu ferð, at familjan hevur ringar royndir av læknavaktini. Her­man var einaferð sjúkur í gallinum, og eisini ta ferðina var neyðugt at ringja til læknavaktina, sum bað tey um at síggja tíðina ann. - Tá høvdu vit annars fing­ið at vita frá læknunum, at var tað minsta galið, so skuldi hann koma undir lækna­hond beinanvegin. Ta ferðina valdu vit at seta okk­ um upp ímóti lækna­vakt­ini og pápi kom á sjúkra­húsið, sigur Jógvan Olsen, og dreg­ ur ein parallel til hend­ingina 29. desember. - Nei, eg veit ikki hví vit góðtóku boðini frá lækna­ vakt­ini hesaferð, leggur hann afturat. Jógvan Olsen dylir tó ikki fyri, at teirra støða fær seg at hugsa um, hvørt onnur atlit enn læknalig liggja aftan­fyri avgerðirnar hjá lækna­vaktini. - Eg rokni bara við, at lækn­ar­nir hugsa um, hvat tað eventuelt kostar at fáa ein sjúkling av Sandi norður til Havnar við Teistanum á miðjari nátt. Eg veit tað sjálv­andi ikki, men tankarnir eru har, sigur Jógvan Olsen. Óskiljandi er tað tó fyri familjuna, hví læknin í oynni ikki verður brúktur, tá hesin er á vakt. - Eg skilji ikki, hví ein lækna­vakt skal taka støðu til heilsustøðuna hjá pápa, í telefonini úr Havn, tá vit hava ein lækna her í oyn­ni. Vit ringja also ikki til stutt­ leik­ar til læknan á miðjari nátt, sigur Jógvan Olsen. Eftirspæl Herman Olsen andaðist henda lagnumorgun, 29. desem­ber 2013, einans 69 ára gamal. Jarðarferðin var nýggjár­s­dag, og familjan er í sorg. Enn hava tey ikki tikið støðu til, um skeivu boðini frá læknavaktini skulu fáa eitt eftirspæl. - Vit eru kunnað um, at vit hava rætt til at kæra. Men hartil eru vit ikki kom­ in enn, leggur Jógvan Olsen aftur­at. Skeiv boð kostaðu mannalív - Vit mugu bara harmast um, at vit ikki trýstu meira á fyri at fáa pápa til lækna. Tað sigur Jógvan Olsen, eftir at skeiv boð frá læknavaktini fingu ringast hugsandi avleiðing. Góðar fýra tímar seinni doyði pápin uttan fyri læknamiðstøðina á Sandi 69 ára gamli Herman Olsen fekk kemoviðgerð og hjáárin av hesum var, at partar av kroppinum viðhvørt hovnaðu. Sunnumorgunin 29. desember ringdi familjan eftir lækna, tí tungan hovnaði upp og Herman hevði trupult við at anda. Boðini frá læknavaktini vóru, at tað fór at javna seg. Góðar fýra tímar seinni andaðist 69 ára gamli rituvíkingurin, sum síðstu mongu árini hevur verið búsitandi á Sandi - Eg skilji ikki, hví ein læknavakt skal taka støðu til heilsustøðuna hjá pápa, í telefonini úr Havn, tá vit hava ein lækna á vakt her í oynni. Vit ringja also ikki til stuttleikar til læknan á miðjari nátt, sigur Jógvan Olsen