hósdagur 2. januar 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Aðalstjóri
inn í málið
Hóast Heilsumálaráðið hevur evstu ábyrgd av økinum,
so er enn eingin kunning um málið við Herman
Olsen latin ráðnum. – Men eg fari at kunna meg um,
hvat er farið fram, lovar Turid Arge, aðalstjóri
Jón Brian Hvidtfeldt
Dømið við Herman Olsen
reisir spurningin, um tað
er
rættast
at
læknalig
meting av einum sjúkklingi
á Sandi verður gjørd um
vegis telefonina, hjá mið
savnaðu
læknavaktini
á
Landssjúkrahúsinum, hóast
ein lækni er á samdøgurs
vakt í Sandoynni. Kommu
nulæknin, sum hevði vakt
á Sandi lagnunáttina 29.
desember,
varð
ongantíð
boðsendur til Herman Olsen.
Sum skipanin er í dag, so er
tað læknavaktin, ið avgreiðir
allar fyrispurningar til kom
munulæknan, uttan fyri van
liga arbeiðstíð.
Læknavaktin,
ið
sum
nevnt heldur til á Lands
sjúkrahúsinum, hevur tríggj
ar møguleikar, tá fólk ringja
1870.
Læknavaktin
kann
ráðgeva umvegis telefonina,
senda ein kommunulækna
í nærøkinum á vitjan, ella
biðja sjúklingin koma inn á
Landssjúkrahúsið til kann
ingar.
Í døminum við Herman
Olsen var bara fyrsti møgu
leikin brúktur. Góðar fýra
tímar eftir boðini frá lækna
vaktini andaðist Herman Ol
sen.
Hóast avleiðingin harvið
gjørdist tann ringast hugs
andi, so er enn eingin frá
greiðing komin inn á borðið
á stjórakontórinum í Heilsu
málaráðnum,
sum
hevur
evstu ábyrgdina.
- Nei, eg kenni einki til
málið. Hetta er fyrstu ferð, at
eg hoyri um tað, sigur Turid
Arge, tá blaðið vendir sær til
aðalstjóran.
Hon hevur tí ringt við
at úttala seg um ítøkiliga
málið, hóast hon harmast
um støðuna, tá blaðið greiðir
henni frá søguni um Herman
Olsen.
Sambært aðalstjóranum
kann málið býtast í tvey. Eitt
er skipanin við læknavaktini,
soleiðis sum hon er sett
saman í dag. Hitt er tann
læknaliga metingin hjá tí
einstaka læknanum, ið er á
vakt.
- Enn veit eg tó ov lítið
um málið, til at eg kann gera
stórvegis viðmerkingar til
tað. Men eg fari at kunna
meg um, hvat er farið fram,
lovar Turid Arge.
Aðalstjórin sigur seg tí
enn ikki kunna svara uppá,
hvørt skipanin við lækna
vaktini virkar nóg væl.
- Men vísir tað seg, at galið
er við skipanini, so mugu vit
hyggja eftir tí, sigur Turid
Arge.
Hin parturin er sum nevnt
tann læknaliga metingin hjá
einstaka læknanum á vakt.
- Læknin hevur jú ábyrgd
av øllum sínum avgerðum,
tað eru greiðar reglur um tað,
staðfestir Turid Arge.
Sambært
lóggávuni
á
økinum hava sjúklingar og
nærmastu avvarandi rætt
til at kæra, um tey meta
seg hava fingið ónøktandi
sjúkugreining,
ónøktandi
viðgerð ella ónøktandi ráð
geving og vegleiðing. Kærur
av hesum slag verða latn
ar Petientombuddet, sum
leggur tær fyri Sundheds
væsenets Disciplinærnævn
at taka støðu til.
FAKTA
Heilsumálaráðið um læknavaktina:
Telefonnummarið hjá Læknavaktini er 1870. Telefonin svarar altíð. Tað er tí ein stór ábót
í mun til gomlu skipanina, tá borgarin stundum mátti ringja fleiri ymisk nummur og ofta
ikki fekk svar beinanvegin. Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein
kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar.
Endamálið við Læknavaktini er at fáa eina skipan, sum bæði veitir borgarunum eina betri
trygd fyri læknahjálp og gevur kommunulæknunum eina betri skipan.
Læknavaktin heldur til á Landssjúkrahúsinum. Við teimum hentleikum og tænastum, sum
eru har, hevur Læknavaktin nú nógv betri møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir
og at fáa úrslitini skjótt. Tá eru fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna munandi betri enn
fyrr.