hósdagur 2. januar 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rólant Waag Dam
Atfinningarnar móti sam
starvinum millum smáparta
felagið Fjølvinna, Kringvarp
Føroya og kreativu avtaluna,
sum partarnir hava gjørt
um
nýggjárssendingina
í
sjónvarpinum,
hava
ver
ið
sera
nógvar.
Ein
av
atfinningarsomu
rødd
unum er Øssur Winther
eig, journalistur, sum undir
yvirskriftini ”Privatøkonom
isk sniðálop á trúvirðið” hev
ur ógvuliga hvassorðaðar
viðmerkingar um samstarvið
á sínum bloggi, winthereig.
blogspot.com.
Flestu atfinningarnar eru
tó komnar úr Miðlahúsinum,
sum við oddagreinum og
journalistiskari framleiðslu
til ymsu pallarnar, Sosialin,
Rás2 og in.fo, hevur varpað
ljós á fleiri ivasom viðurskifti
kring
samstarvið
millum
felagið hjá Kára Durhuus og
Kringvarp Føroya.
Hóast hetta valdi Kári
Durhuus at bjóða Eiriki
Lindenskov,
ábyrgdarblað
stjóra, við í nýggjárssending
ina, soleiðis at hann sjálvur,
Eirikur
og
Dia
Midjord,
Kringvarpsstjóri, kundu við
gera evni fyri opnum skermi,
sum Kári tók til.
Nógvir hattar
Sum so mangt annað í hesari
sjónvarpsframleiðsluni,
so
varð heldur ikki hesin part
urin av sjálvari sendingini av
greiddur sum ætlað. Eitt nú
riggaði mikrofonin hjá Kára
Durhuus ikki, og innslagið,
sum skuldi vera grundarlagið
undir
sjálvum
prátinum
millum Kára Durhuus, Eirik
Lindenskov og Dia Midjord,
varð ongantíð víst.
Tískil fingu vit ikki at vita,
hvat eitt nú Øssur Winther
eig, Ingolf S. Olsen, Árni
Gregersen halda um saman
setingina við almennum og
privatum á henda hátt.
Men tað, sum stendur
eftir, er, at Fjølvinna og
Kringvarp Føroya útstillaðu
ovurhondsstóra
trúvirðis
trupulleikan, sum tey í felag
hava skapt.
- Kári Durhuus er stjóri í
einum smápartafelag, sum
skal tjena pengar. Høgni í
Jákupsstovu, sum situr har
og spyr meg, arbeiðir hjá
Kára Durhuus og hann ar
beiðir hjá Dia Midjord. Halda
tit sjálvir, at tit liva upp til
trúvirði við at gera hetta,
spurdi Eirikur Lindenskov
teir tríggjar í beinleiðis práti
num og svaraði sjálvur:
- Eg haldi, at tit seta trú
virðið hjá Kringvarpinum
sum stovni upp á spæl við
hesum.
Hetta
kundi
Eirikur
Lindenskov føra fram, tí
hann byrjaði sendingina við
at spyrja Høgna í Jákups
stovu,
sum
skuldi
stýra
samrøðuni, hvønn hann ar
beiddi fyri, tá hann setti sær
spurningar. Var tað fyri Kára
Durhuus og privata smá
partafelagið Fjølvinna, ella
var tað fyri Dia Midjord og
almenna Kringvarp Føroya,
har hann eisini er í starvi?
- Eg arbeiði sum spyrjari
í sendingini, ljóðaði ikki ser
liga sannførandi svarið frá
Høgna í Jákupsstovu, áðrenn
hann síðani segði, at hann
hetta kvøldið fekk løn frá
bæði Kringvarpi Føroya og
Fjølvinna.
Hetta fekk Eirik Linden
skov til at spyrja Dia Midjord,
um tað ikki skalaði trúvirði
hjá hansara fólkum, at fólk
sum vanliga arbeiða sum
tíðindafólk í hansara stovni,
eisini selja lýsingar og spon
soratir fyri eina privata fyri
tøku?
- Eg haldi, at tað, sum er
umráðandi, er, at vit skilja
tingini at, gjørdi Dia greitt,
áðrenn Eirikur breyt hann
av og spurdi:
- Og tað gera tit við at
blanda tingini saman? Við
blanda fólkini saman?
Brotið rundskriv
Ein av atfinningunum, sum
Miðlahúsið hevur ført fram
undan nýggjárssendingini,
varð, at Kringvarpið hevði
brotið eitt rundskriv frá
Fíggjarmálaráðnum. Og tað
viðgekk Dia Midjord meiri
ella minni.
- Tað er partvíst rætt, at
vit hava brotið tað, segði Dia
Midjord.
Men
Kári
Durhuus
hevði eftir øllum at døma
ikki serliga nógv til yvirs
fyri
rundskrivinum,
sum
Fíggjarmálaráðið sendi út
tann 1. oktober. Hetta skrivið
sigur, at allar tænastur, sum
kosta yvir 50.000 krónur,
skulu bjóðast út.
- Tað er nakað ræðulig
humbukk at liggja og bjóða
sendingar út í Kringvarpi
num. Um tú hevur eitt
hugskot, so er tað einki sum
forðar tær í at fara til Kring
varpið við tí, uttan at eg skal
hava møguleika at siga, at eg
kann gera tað betri. Soleiðis
hevur
Kringvarpið
altíð
virkað, gjørdi Kári Durhuus
greitt og legði aftrat, at hann
legði einki í hatta rund
skrivið. Hetta hóast Dia Mid
jord ásannaði, at tað var ein
feilur, at tað ikki var boðið út.
- Dia hevur brotið eitt
rundskriv frá fíggjarmála
ráðnum. Tú (Kári, blðm.) sig
ur, at rundskrivið er nakað
humbukk, og tit báðir eru
so samdir um tað, at tit
skulu gera hesa sendingina,
tí eingin annar áhugaður
partur var. Eg haldi, at her
er so nógv, sum skurrar,
helt
Eirikur
Lindenskov
fyri í sendingini, sum harvið
útstillaði
ovurhondsstóra
trúvirðistrupulleikan meiri
enn atfinningarnar úr Miðla
húsinum, frá Øssur Winther
eig og øðrum annars hava
gjørt.
Vit høvdu ætlað at fingið
eina viðmerking frá Dia
Midjord og Bjørn Kalsø, men
hvørgin teirra svaraði.
rolant@sosialurin.fo
Útstillaðu egnan trupulleika
NÝGGJÁRSSENDING Í allarbestu senditíð útstillaðu Kringvarp Føroya og Fjølvinna ovurhondsstóra
trúvirðistrupulleikan, sum tey í felag hava skapt við nýggjárssendingini í sjónvarpinum
Eg haldi, at tit seta trúvirðið hjá Kringvarpinum sum stovni upp á spæl við hesum, sigur Eirikur Lindenskov