Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Felagið Polarhav, sum Os­ mund Justinussen eigur, hev­ur keypt teir tríggjar trol­ bát­ar­nar, Jens Leon, Hansu Mariu og Búgvan. Keypið fór fram stutt fyri jól, men hvørki keypari ella seljari vilja upplýsa keyps­ prí­sin fyri bátarar. Hinvegin verður sagt, at partarnir eru nøgdir. Tað var eitt felag hjá Jónsveini Knudsen, sála, sum átti Jens Leon, Hans Andrias Poulsen átti Hansu Mariu og brøðurnir, Theodor og Kjartan Poulsen, áttu Búgvan. Tað verður Janus Knudsen, ið kemur at taka sær av rakstrinum av trolbátunum fyri felagið Polarhav. Janus Knudsen sigur, at Jens Leon, Hansa Maria og Búgvin fara at sigla út frá Leir­vík, og skipini fara eisini at landa til Fo-Fish í Leirvík. Polarhav hevur keypt tríggjar trolbátar Tað verður Janus Knudsen, ið kemur at taka sær av rakstrinum av trolbátunum, Jens Leon, Hansu Mariu og Búgvanum Hansa Maria (mynd) er ein av trimum trolbátum, sum Polarhav við Osmundi Justinussen nú hevur keypt Vilmund Jacobsen Stjórin á KJ Hydraulik fegn­ ast um útlitini, sum longu hava víst seg fyri 2014 hjá stóru fyritøkuni, sum hevur høvuðs­sæti á Kambsdali. Nú nýggja árið er byrj­að, hevur KJ Hydraulik sátt­mál­ ar um ikki færri enn fimm tví­kilj­ur fyri stívliga 20 miljónir krónur. - Ein tvíkilja er í gerð, sum skal latast alifelagnum Luna mið­skei­ðis í hesum mánaði­ num. Stórur sáttmáli Ólavur Asafsson Olsen sigur, at beint fyri jól undirskrivaðu KJ Hydraulik og Bakkafrost eisini sáttmála um fýra tví­ kiljur, sum skulu latast frá mið­skeið­is í juli til miðskeiðis í oktober. - Tann eina tvíkiljan, sum vit skulu lata Bakkafrosti, er av teimum størstu og av sama slagi sum tann, ið Luna skal hava. Hesar tvíkiljurnar eru 14 metrar langar, sjey metrar breiðar og hava ein krana á 40 tm. Hinar tríggjar tví­kiljurnar til Bakkafrost verða eitt vet minni - ella 13 metr­ar langar og seks metrar breið­ar við krana sum er 23,5 tm. Stjórin á KJ Hydraulik sigur, at tvíkiljurnar, sum skulu latast Bakkafrosti, eru ávika­vist nr. 34, 35, 36 og 37 í røð­ini. Fantastisk byrjan - Tað er fantastiskt fyri okk­ um at byrja árið við slíkari “ordra­bók”, sum Ólavur Asafs­son Olsen tekur til. Í fleiri ár hevur KJ Hydrau­ lik samstarvað við verk­ smiðju í Letlandi um skrokk­ ar og stýrhús til tvíkiljurnar. Skrokkarnir eru úr stáli og húsið úr aluminium. - Síðan verður alt arbeiðið og allar instalatiónir gjørdar í Før­oyum, og íroknað er eisini sand­blásing, metallisering og máling, sigur stjórin. Motorar til SEV Men, tvíkiljurnar til ávikavist Luna og Bakkafrost eru ikki einastu sáttmálar, ið KJ Hydraulik longu hevur í skjáttu­ni fyri árið 2014. - Vit skulu eisini levera tveir motorar og tvey gene­ rat­or­sett til SEV í apríl, og hetta er ein bílegging á um­ leið 10 miljónir krónur. Ólavur Asafsson Olsen veit at siga, at motorarnir til SEV, sum eru av slagnum MTU, skulu setast upp á Sundi. - Á Sundsverkinum verð­ ur ein stórur motorur tikin nið­ur, og tveir motorar við gen­e­rat­orum verða settir upp í staðin. Byggja aliringar Av einum umsetningi í fjør, sum var væl oman fyri 100 miljónir krónur, stóð ali­ vinn­an fyri umleið 40% av hes­um. Ólavur Asafsson Olsen vísir á, at umframt bygging av tvíkiljum, byggir felagið eisini nógvar aliringar mill­ um ár og dag, og soleiðis verð­ur eisini í ár. - Jú, eg vil siga, at tað gong­ur væl á hesum øki, og nú alivinnan seinnu árini hev­ur havt vind í seglunum, hevur hetta eisini smittað av sær til okkara, leggur stjórin aftrat. Stívliga 80 fólk arbeiða hjá KJ Hydraulik, og hesi fá­ ast við framleiðslu, install­ er­ing­ar, umvælingar, sølu og tæn­as­tu. KJ Hydraulik byrjar árið við sáttmálum á 30 milj. krónur - Tað er fantastiskt fyri okkum at byrja árið við slíkari “ordrabók”, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur Asafsson Olsen, sum hevur stívliga 80 fólk í starvi - Vit hava í løtuni sáttmála um fimm tvíkiljur fyri stívliga 20 miljónir krónur. Haraftrat hava vit sáttmála við SEV um levering av tveimum motorum og generatorsettum á 10 miljónir krónur, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri