Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 3. januar 2014 4 VIKUSKIFTI Vit hava sett hol á eitt nýtt ár. Tríggir dagar eru farnir av 2014 og fyri framman bíðar eitt spennandi og avbjóðandi ár. Vit hava spurt nøkur fólk, hvat tey ynskja sær í nýggja árinum – og her er tað, tey svaraðu Annika Olsen – Politiskt vóni eg, at vit megna trygt og gott at fáa eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita komandi ár og annars at gera mítt arbeiði til lítar. Mítt persónliga nýttársynski er, at vit eru eitt sindur betri við hvønn annan í gerandisdegnum, tí eingin fer væl av, at ein annar fer illa. Vit eiga at hava sum motto, at vit skulu vera móti øðrum, sum vit ynskja, at tey skulu verða móti okkum. Somuleiðis ynski eg, at vit í nógv størri mun megna at standa saman sum tjóð til frama fyri føroyskum áhugamálum. Tikið verður til »At standa saman varð ei okkum givið«, men skulu vit mennast sum tjóð, er tað alneyðugt, at vit standa saman í øllum lutum. Privat ynski eg, at heilsan má vera við mínari familju, og at børnini trivast og mennast væl. Eg vóni, at  2014 verður eitt gott ár. Útlitini tykjast at vera góð, arbeiðsloysi er í minking, ein lítil fólkavøkstur er at hóma, men vit kunnu ikki liggja sjóvarfallið av okkum, tí tað liggja rættiliga nógvar avbjóðingar fyri framman, sum bæði krevja politiskt dirvi, áræði og hegni. Standa betur saman Rakul Dalsgaard – Eg havi ta áskoðan, at framtíðin kemur altíð, tá man sigur farvæl við eitt ella annað. Ein kapittul í lívinum hjá mær og Jóhan er endað, men longu nú byrja vit at føla og síggja, hvussu allir møguleikarnir byrja at lata seg upp fyri okkum. »Vi lever med forandringerne som vilkår« – tað hava vit altíð gjørt, og tað fara vit nokk eisini altíð at gera. Eg gleði meg ótrúliga nógv til, at vit í summar finna ein bóndagarð í Danmark og flyta niður. Eg gleði meg at fara at lesa víðari og byrja um aftur uppá alt tað, sum vit ætlaðu okkum her. Bara pluss eitt. Mítt absolut yndlings orðatak í verðini er: »Follow your bliss and the Univers will open doors where there were only walls«, sum merkir: Fylg tí, sum ger teg glaða, tí so letur Universið hurðar upp, har tað bara var ein veggur áðrenn. Tað er mítt persónliga mál í 2014. Eg ætli mær at fylgja tí sum ger meg gleða. Ein vís lærarinna hjá mær plagdi at siga, at man má sigta eftir stjørnunum, tí annars rakar man ikki eingang trætopparnar. So mítt ynski fyri Føroyar í 2014 er, at vit fáa eitt nýtt landsstýri, sum tekur Føroya fólk seriøst og sum ikki bara handlar út frá egnum, privatum áhugamálum. Eg ynski, at hvør einasti ein í hesum landinum verður »klemmaður«, og at tað verður pláss fyri einum og hvørjum av okkum. Eg ynski, at rúmligheit, frælsi, gleði og mest av øllum kærleiki skal fylla Føroyar og føroya fólk. At hvør einasti ein í landinum verður klemmaður Høgni Reistrup – Tá eg hitti fólk framman fyri kølidiskin í Brúksuni og á gøtuni á veg til arbeiðis, nevna fólk ofta fólk, sum júst eru flutt aftur til Føroya. Hetta kunnu vit takka vanliga føroyinginum, fyritøkum og stovnum fyri. Tí í farna ári hava vit veruliga flutt okkum fram á leið. Vit hava ongantíð verið meira tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk støðast og velja at búgva í Føroyum heldur enn í øðrum londum. Sjálvur flutti eg heim aftur til Føroya á heysti í fjør, og tað er ótrúliga stuttligt at uppliva, hvussu fegin fólk eru, tá tey frætta, at fólk eru flutt heim. Henda hugburðin ynski eg, at vit halda fast um í 2014. Og so hevði ein altjóða flogvøllur ikki verið av vegnum. Hann kemur ikki í bræði. Men ímyndið tykkum, hvussu nógv nærri hann hevði knýtt okkum at umheiminum. Framvegis fegnast um at fólk flyta heim Uni Arge – Einar betur stýrdar Føroyar! Minnist ikki, at politiska mis­álitið nakrantíð hevur verið størri. Vit mugu skapa savning og álit aftur. Ynski eisini, at føroyskir fjølmiðlar verða styrktir, so teir verða uppaftur betur førir fyri at røkja sínar týdningarmiklu skyldur. Annars gleði eg meg til, at eldra dóttirin verður mamma á fyrsta sinni – og eg sjálvur abbi! Ynski inniliga, at alt skal gangast væl við tí. Savning og álit Hetta ynskja vit okkum lagt til rættis: Eyðun Klakstein & Vilmund Jacobsen