hósdagur 2. januar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 3. januar 2014
5
VIKUSKIFTI
Theodor Eli Dam Olsen
– At kirkjan framvegis fer at hava gott stev
í føroyska samfelagnum sum ein gevandi og
savnandi mentunarberi og grundsúla, og at flest
møgulig fáa gleði og gagn av at búgva í Føroyum.
Á tí persónliga planinum vóni eg, at dóttirin
hevur tað gott eins og øll míni nærmastu.
At kirkjan stendur sterk
Øssur Egholm
– Tá ein sum eg so smátt er farin at nærkast
teimum hálvthundrað, hugsar ein eisini altsamt
meira um heilsuna og tað at hava tað gott í
gerandisdegnum. So, fyrst og fremst ynski og
vóni eg, at heilsan verður góð, og at tað fer at
gangast væl hjá mær sjálvum og teimum, eg havi
rundan um meg. Og so hevði eitt meistaraheitið
til EB/Streym aftrat heldur ikki verið av vegnum.
At heilsan verður góð
Eyðun Nolsøe
– Eg vóni at koma
út við eini fløgu
komandi ár, sum
verður so góð,
at sjálvt Niels
Uni fer at dáma
hana Ein meiri
samhaldsfastan
politikk frá
landsins leiðarum.
At sjálvbjargnið
verður raðfest
aftur sum politiskt
mál. At løgtingið torir at liberalisera tær mest
konservativu lógirnar í okkara landi, sum eru eitt
haft um beinini á okkum. At arabiska várið fær
ein friðarligan enda - við fólkaræði og frælsi til
hesi illa kúgaðu menniskju. At kærleikin tiðnar
hjørtuni á okkum øllum somlum. At vit elska
heldur enn hata og rúma heldur enn døma.
At kærleikin tiðnar hjørtuni
Dagny
Joensen
– Tá hugsað verður
um persónligu
ynskini fyri 2014,
so eru framtíðar
vónirnar ikki so
átroðkandi. Hin
vegin er fremst
í huganum, at
míni ommu og langommubørn fáa eitt virðiligt
og spennandi lív. Tað krevur at landsins myndug
leikar til einhvørja tíð fara at hugsa um føroyingar
sum eina fjøld, har pláss eru fyri øllum – høgum
og lágum. At tað frameftir skal vera skomm
bert at hugsa um seg og síni. Harnæst at
allir skeivleikar sum henda samgongan hevur
gjørt, verða rættaðir í komandi valskeiði.
At tað verður skomm bert
at hugsa um seg og síni
Barbara Holm
– Eg ynski at fáa mina bachelorútbugving
lidna, so eg kann fara víðari til kandidatin
eftir summarfrítíðina. Og so ynski eg mær
at fáa ein feitan Frigg festival við nógvum
góðum tónleiki úr Føroyum, Danmark, Íslandi
og Grønlandi. Og ikki minst gleði eg meg
til summarfrítíðina í Føroyum, sum altíð er
góð, og ivaleyst eisini verður tað í 2014.
Útbúgving
og feitan
festival
Høgni Hoydal
– Mítt nýggjárs
ynski er, at vit vit
fáa nýval, og at
løgmaður leggur
frá sær. So vit
kunnu fara undir
at skipa Føroyar
frælsar fyri øll
og kunnu fara
undir at byggja
upp og gagnnýta
teir ótrúliga ríku møguleikar, vit eiga í hesum
landi. Og at vit taka fulla ábyrgd av at virka bæði
her heima og úti í heimi fyri frælsi, fólkaræði,
javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd hjá
øllum. Har vit ikki bara eru áskoðarar til órætt og
egingirnd, men har tað ber til at seta okkum tað
greiða málið: Eingin í armóð, eingin í yvirflóð.
Eingin í armóð
– eingin í yvirflóð
Gunvá við Keldu
– Eg ynski, at vinnulívið
í Føroyum fer at merkja
framgongd, sum harvið
hevur eina positiva
ávirkan á kommunur
og land! Haldi, at
stórur vandi er í, at tað
almenna veksur nógv
skjótari enn tað privata, tí er eitt sterkt vinnulív
ein fyritreyt fyri góðari framtíð fyri vælferðarsam
felagið Føroyar. Annars ynski eg mær eisini, at vit
sum føroyingar fara inn í eitt nýtt kjakár við eini
betri kjakmentan, har vit virða hvønn annan og
ikki niðurgera onnur, tí tey hava aðra meining enn
ein sjálvur. Eg ynski eisini, at øll børn í Føroyum
skulu hava góð og trygg kor at vaksa upp í.
At vit ikki
niðurgera
hvønn annan
Eirikur í
Jákupsstovu
– Gamlaárskvøld
plagi eg at meg
niður eina løtu
at taka saman
um skjótt farna
árið. Sum oftast
eri eg nøgdur
við úrtøkuna, og
tað var eg eisini
týsdagin. Men eg
havi ikki dugað
nóg væl at vera
nøgdur so hvørt.
Snøgt sagt havi
eg verið óneyðuga ónøgdur ein ov part av tíðini.
Vónandi megni eg at vera nøgdari ein størri part av
tíðini í 2014. Nøgdsemi og umstøðurnar fyri hesum
er eisini mítt ynski fyri onnur í komandi árinum.
Nøgdari størri part av tíðini
Bjørk
Krog Olsen
– Eg ynski mær
at náa meiri, enn
eg gjørdi í 2013.
Kundi hugsað mær
at sæð míni vinfólk
og familju oftari
og lesa fleiri bøkur.
Eg vil arbeiða meiri
og halda meiri frí,
so effektiviteturin
skal í hásæti. 2014 skal vera eitt stuttligt ár, so
eg ætli mær vera í betri lag og ikki lata meg tyngja
av tingum, ið slett ikki eru týdningarmikil – so
sum um gólvið verður støvsugað nóg ofta. Og so
vil eg sleppa at vitja í øllum førum eitt stað, sum
eg ikki havi verið fyrr. Eg gleði meg til 2014.
Arbeiða meira og
halda meira frí
mynd: Jan M. Arnskov