Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 3. januar 2014 6 VIKUSKIFTI Hvat er títt starv? – Frá byrjan av Rás 2-tíðini, um aldarskiftið, og til desember 2013 (partvís við sendingum gjørdar í Danmark har eg búði í 12 ár), hevur tað verið teknikari, vertur o.a. á Rás 2, men eg havi valt at tikið við øðrum avbjóðingum, so frá januar 2014 eri eg í starvi hjá nýggju útvarpsstøðini VoxPop, har tað verða lýsingar, jinglur og tónleikur o.a., sum verða mítt økið. Hvat er tað besta við starvinum? – Ja, hetta svar verður so meira generelt, tí nýggja starvið er so nýtt. Mær dámar væl at verða »í tí kreativa horninum«, tá tíð er til tað, og tað havi eg partvíst fingið við teimum størvum, eg havi haft seinastu árini. Útvarp Føroya, Radio K.U.R.T. (Kbh), Københavns Kommune, Fø.Nærvarpinum í Kbh. og Rás2. Hvønn tónleik dámar tær best? – Er tað nú man skal siga góðan tónleik? Tónleikur hevur nógv at siga fyri meg, og tí kenni eg nógvan tónleik, bæði eldri og nýggjan. Tann eldra tónleikin kann man brúka, um man vil droyma seg aftur til eina ávísa tíð. Tónleikur er »soundtrackið« til mítt lív. Hvat ger teg í góðum lag? – At síggja dóttur mína Lindu, sum nærkast trimum árum, mennast, læra nýggj ting. Hon byrjaði at tosa rættiliga tíðliga, og hevur longu eitt stórt orðatilfeingi, sum er langt frammanfyri hennara aldur. Hvat ger tú í frítíðini? – Mær dámar væl at remixa og megamixa tónleik – nakað sum eg havi gjørt í fleiri ár. Havi enntá verið í ymiskum kappingum. Tað hevur hepnast væl, tí út av 5 kappingum havi eg vunnið 5 bæði móti danskarum og eisini øðrum europearum, amerikanarum og australiarum – so tað er ikki so galið. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Eg havi ongantíð (Les: NULL ferðir) sæð »sjónvarp« heima, so har eri eg tær svar skyldigur. Eg havi enntá onga antennu, so eg hoyri beinleiðis útvarp. Hvussu eru tínir matvanar? – Ójavnir er nokk tað fyrsta sum kemur mær til hugs. Royni at ikki eta ov seint út á kvøldarnar. Uppá 1 mánað lættnaði eg annars 8 kilo, við at skera drastiskt niður uppá mjólkina (eg eri milkoman), so tað eg haldi liggur í spurninginum handlar ikki bara um sjálvan matin, men eisini hvat ella hvussu nógv tú nýtir afturvið – men annars eingin mat-facisma her. Hvat er tín lívrættur? – Ræst kjøt onkuntíð – seyðarhøvd onkuntíð – kalvi onkuntíð, skerpikjøt, – alt uttan blóðpylsu. Av útlendskum mati, havi eg tað fínt við mati, sum eg ikki dugi at úttala navnið á. Helst sterkt kryddaður Dámar tær at gera mat sjálvur? – Elski at gera mat – uttan uppskrift, sjálvandi. Fantasiur er genialur til tað endamáli. Eg eigi fleiri bøkur við upp­ skriftum, men mær dámar betri at brúka frían fantasi. Royni ikki at brúka Fyrsta Prís-vørur, men fyrsta floks-vørur. Hvør bók liggur á náttborðinum? »How to build a bedside table in 30 minutes – for nubies«. Vónandi fer mín næsta at eita i-pad, men hon er nakað dýr enn. Týskvøld var avlýst fyri veður. Men mikukvøldið bar til. Tað er bara í Føroyum, at illveður er hvønn dag. Eg var í Reykjavík. Og eg ætlaði mær út í Viðey at síggja friðar­súluna hjá syrgjandi einkjuni Yoko Ono Lennon (og sløkkja hana, súluna, um høvi beyðst og tað bar til). Vit vóru har við skúrin hjá Elding, sum selur norðlýsi, stór­hvalir og Viðoynna, skúrin í gomlu havnini nakað fyri klokkan átta um kvøldið. Átta aðrir útlendingar og eg. Ferðaleiðarin, sum eisini seldi ferðaseðlarnar, bjóðaði kaffilíki úr lýsandi og blunkandi auto­ matini, meðan vit bíðaðu eftir buss­inum. Tí vit skuldu við bussi fyrst. Tað var eitt sindur ókyrt í sjónum. Tað fór at rulla nakað, helt skiparin. So vit fóru ikki úr gomlu havnini, men úr góðshavnini, frá Skarfabakka. Haðani eru bara fimm minuttir at sigla út í Viðey. Eg hugsaði um taka eina pisu við mær, tí illfýsið var. Men, nei, hetta var eisini ein arbeiðsferð onkursvegna, ein kanningarferð og ein underkoveraksjón. Eingin býr í Viðey. So har var eitt sindur óunniligt at ganga við lummalykt í myrkrinum. Har er hon so, Friðarsúlan, Imagine Peace Tower. 15 ljós­ kastarar senda bláu súluna fýra kilo­metrar upp í myrkrið yvir Viðey og Reykjavík. Fyri at gera vart við heimsfrið, mannarættindi og náttúruvernd. Men bara 74 dagar um árið. Fólk úr Italia hava vóru við, tá listaverkið varð gjørt í 2006-07. So helst eru ráhvítu flísarnar rund­an um ljóskastararnar avlop frá onkrum baðirúmi hjá Berlusconi. Imagine Peace, hugsa tær frið, á 24 málum, tó ikki føroyskum, er skorið í nógvar flísar. At hugsa ber altíð til. Eg spurdi ferðaleiðaran, um Poul McCartney nakrantíð hevði verið har. Tað visti hon ikki, satt at siga. Hann saknar neyvan heldur John Lennon, segði eg. Hon flenti bara. Eg leitaði eftir leidninginum, so eg kundi hála hann úr stikk­ kontaktini, men har var eingin leidningur at síggja. Alt var inni­ byrgt og grivið niður. Tryggjað móti sabotasju. Friður við friðinum, meðni. Í okkara ferðalagi var eingin Lennonápostul, heldur ikki nakað friðardýr. So eingin fall til kníggja at biðja. Súlan verður tendrað 9. oktober (føðingardag Johns) og sløkt 8. desember (tá John Lennon varð avrættaður). Súlan lýsir ein tíma eftir sólsetur og slóknar á midnátt. Nakrar aðrar vetrardagar er eisini tendrað. Millum annað, tá Yoko fyllir 18.februar. Á veg oman aftur á lending­ ina, steðgaðu vit í lítlu kirkjuni í Viðey. Har er eitt ynskitræ, sum Yoko Ono hevur gjørt. Lepar eru at skriva ynski á og heingja á træið. Øll ynskini verða goymdir, siga tey. Og í 2040, tá hevði John Lennon fylt hundrað, men tað ger hann so ikki, tí hann er langt síðani farin, í 2040 verða øll ynskini lisin. Tað verður stór­ arbeiði hjá, sum tað skal gera. Eg giti, at flestu ynskini eru av tí banala slagnum, um frið í heiminum. Men heldur ikki í 2040 verður friður í heiminum. Eg ætlaði at skriva »That Beatles and John Lennon are forgotten forever« á eitt lepablað. Men, nei, tað er blasfemi, guds­ spottan. Fyri tað fyrsta vóru vit í einari kirkju. Og Beatles og John Lennon eru religión hjá nógvum. Bæði tann religiónin og allar aðrar áttu at verið bannaðar. Men blas­femi er at bróta vanligan fólka­sið. So eg skrivaði einki. Friður fyri mær. Vit fara úr kirkjuni oman á lendingina og sigla aftur til Reykja­víkar. Bei,bei John Lennon. Eg fari at lurta eftir miðnámsgentum í kjóla spæla thrashpunk. Og drekka jóla­bjór afturvið. Tá eg gangi aftur til hotellið, er súlan sløkt. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Eyðfinn Drewsen lagt til rættis: Leo Poulsen Havi ongatíð sæð sjónvarp heima Sigur Eyðfinn Drewsen, sum elskar at gera mat. – At síggja dóttur mína Lindu, sum nærkast trimum árum, mennast, læra nýggj ting, ger meg í góðum lag. Tónleikur hevur nógv at siga fyri meg, og tí kenni eg nógvan tónleik, bæði eldri og nýggjan Friðleyst súlukvøld