Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 102 -2. juni 2004 Nr. 102 -2. juni 2004 3 Hugsjón og stevna byggja land Landsverkfrøðings- stovnurin verður ikki at finna í telefonbók- ini í framtíðini. Stovn- urin eitur nú Lands- verk, sum er lættari bæði at siga og skriva, varð sagt í samband við navnaskiftið, har eisini nýggja andlit stovnsins varð víst fram NAVNASKIFTI Edvard Joensen Kollafirði: Navnið Landsverkfrøðings- stovnurin er søga. Stovnur- in eitur nú stutt og greitt Landsverk. Hesum boðaði Oyvindur Brimnes, stjóri á Lands- verki, frá á samkomu, sum hildin varð í maskinhøllini hjá stovninum í Kollafirði fríggjadagin undan hvítu- sunnu. Gamli Landsverkrøð- ingsstovnurin hevði boðað til evnisdag fríggjadagin, har fólk hjá stovinum úr øllum landinum vóru møtt. Allan fyrrapartin vóru fyri- lestrar av ymsum slag um ymisk viðkomandi evni hildnir. Seinnaparturin byrjaði við avdúkingini av framtíð- arætlanunum fyri stovnin. Her varð millum annað nýggja navnið avdúkað, eins og eisini varð kunn- gjørt, at stovnurin fær nýtt andlit. Tað vil siga, at alt, sum hevur við stovnin at gera, fer at skifta lit. Bæði mask- inur, bygningar, arbeiðs- klæði, heimasíða og bræv- bjálvar, greiddi Oyvindur Brimnes, stjóri, frá, tá hann kunngjørdi hesar nýggju ætlanir. Hann greiddi frá, at ar- beitt hevur verið fram í móti hesum skiftinum eina tíð. Skiftið skal ímynda bæði hugsanir og uppgávur hjá stovninum. Vísast skal á ein stovn, sum hevur hugs- jónir og klárar at seta tær í verk. At broyta navn hevur ymsar fyrimunir við sær, segði Oyvindur Brimnes. Tann størsti, og sum fólk eisini fyrst fara at merkja, man vera tann, at navnið er styttri og nógv lættari at siga, enn tað gamla navnið var. Og so er tað eisini nógv lættari at umsita eitt nú í telduheiminum, enn hitt var. – Fyri ikki at tala um tá samskift verður við útlend- ingar. Tað var mestsum vónleyst at fáa útlendingar at skilja og tíansheldur siga ella skriva orðið Lands- verkfrøðingsstovnurin. Eis- ini tók tað ofta nógva tíð at greiða teimum frá, hvat hetta var fyri ein stovnur, segði hann. Kortini er nýggja navnið rættiliga líkt tí gamla, og eitt nú styttingin LV kann framvegis brúkast og fer eisini at verða tað. Umframt at skifta navn, skiftir stovnurin eisini út- sjónd, um so kann sigast. Nýtt búmerki er gjørt, og allir arbeiðsbúnar, mask- inur, bygningar o.s.fr. fara í framtíðni at verða litað gul og grøn. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um trýsti á knøttin, sum legði nýggju heimasíðuna hjá Landsverki út á inter- netið. Landsstýrismaðurin var, saman við stjóranum á Landsverki, ílatin nýggju gul/grønu ketildraktina hjá stovninum, eins og teir eisini vóðru ílatnir gula hjálmin, sum arbeiðsfólkið í framtíðini fer at nýta. Hóast alt, sum hevur við Landsverk at gera, í fram- tíðini fer at bera hesar litir, verður tað ikki eftir einum degi, at útsjóndin skiftir, segði Oyvindur Brimnes. Tað tekur tíð og kostar pengar, so tað verður gjørt so hvørt, umstøðurnar loyva, ella skift verður út, segði hann. Lagið er gott við sovorð- in høvi, og onkur skemtaði við, at nú hesin stovnurin á landi hevði fingið navnið Landsverk, var kanska ikki óhugsandi, at Strandferðsl- an fór at skifta til Sjóverk. Hvítusunnuaftan vórðu fýra fremm- andafólk send av landinum til Dan- markar, har tey skulu bíða eftir svari upp á umsókn um politiskt friðskjól FLÓTTAFÓLK Edvard Joensen Vágar: Ein ung familja av bland- aðum átrúnað við tveimum smábørnum varð send av landinum við flogfari leyg- armorgunin. Tey hava fjalt seg ymsastaðni í Europa í fimm mánar, og vóru nú endað á vallaraheiminum á Giljanesi. Eftir at hava biðið um politiskt friðskjól her, vórðu tey send við flogfari til Danmarkar. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løg- regluni í Havn, var sjálvur fjórði løgreglumaður við trimum bilum á vallara- heiminum á Giljanesi og flutti flóttafólkini út á flogvøllin hvítusunnuaftan. Hann sigur, at fólkini fyrr hava fingið noktað frið- skjól í Svøríki, og vísir annars til útlendingalógina, og almenna ákæran í Før- oyum. Meira vil hann ikki siga um málið. Fólkini, sum send á vórðu av landinum vóru eini hjún um tríati ára aldur ella kanska yngri við tveimum børnum, sum metast kundu at vera um- leið eitt og fýra ára gomul. Tey vildu illa tosa við fremmandafólk. Varð kvinnan spurd um eitthvørt, vísti hon til mannin, og hann virkaði beinleiðis ræddur fyri at tosa við fremmandafólk, tá Sosial- urin hitti tey á veg umborð á flogfarið. Um uppruna teirra segði maðurin tó, tá hann varð spurdur, at tey høvdu røtur í Miðeystri. Spurdur um átrúnað segði hann, at tey høvdu blandaðan átrúnað. Kristin og muslimar, segði hann. Hesi fólkini tóktust bang- in, og lítið meira fekst burt- ur úr teimum, tá tey saman við fýra politistum høvdu skrivað seg inn við diskin hjá Atlantsflogi. Tey vórðu síðan fylgd til fráfaringarhøllina. Berandi lítla barnið, ein ryggsekk og ein svartan plastiksekk eins og ein urtapott, tey ikki høvdu skrivað inn saman við øðrum smávegis viðføri. Á vallaraheiminum á Giljanesi, har tey hava verið nakrar dagar, hava tey mestsum fjalt seg, men hava tó havt eitt sindur av sambandi við eitt annað fremmant ferðafólk, sum býr har. Viðkomandi segði fyri Sosialinum, at tey høvdu greitt frá, at tey høvdu upp- runa í Miðeystri, men rokn- aðu seg sum europear. Tey høvdu ferðast í fimm mán- ar ymsastaðni gjøgnum Europa, men høvdu eingi skjøl at vísa fram, skiltist. Tað tóktiskt, sum tey fjaldu seg fyri onkrum, segði hesin útlendingurin, Sosialurin tosaði við. Flóttafólk víst úr Føroyum Oyvindur Brimnes, stjóri, og Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, vóru model, tá nýggi arbeiðsbúnin hjá Landsverki varð vístur fram Mynd: Jens Kristian Vang Fýra politistar vóru á Gilja- nesi og sendu flóttafólkini til Danmarkar at bíða eftir svari upp á umsóknina um politiskt friðskjól Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2