Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 3 Norðoyastevnan 2004 verður tann næst sein- asta, har flestu gestir- nir koma sjóvegis til Klaksvíkar. Nýggja tíðin er bæði ræðandi og spennandi í senn, men mest av øllum er fasta vegasambandið anno 2006 tann størsta av- bjóðingin fyri okkara lokalsamfelag í nýggj- ari tíð – ja, kanska allarstørsta í lokalsøgu okkara Tíðin tykist at hava gingið skjótt, síðani tosið um Norðoyatunnilin av álvara tók dik á seg. Samlaða tunnilslongdin, sum higartil er sprongd ígjøgnum, nærkast í skriv- andi stund hálvumøðrum kilometri. Longu um eitt ár verða allir seks kilometrar- nir skotnir ígjøgnum, og áðrenn Norðoyastevnuna 2006 verður koyrandi á Norðoyastevnu hjá flestu føroyingum. Broytta ferðasambandið verður fyrst og fremt ein kollvelting fyri okkum hesu- megin fjørðin. Avbjóðing og stevnumið okkara er og verður har- afturímóti at fyrireika okk- um so væl til hetta nýggja sambandið, at árinið frá okkara lokaløkið – og tað, okkara lokaløkið hevur og fer at bjóða – skal fara at merkjast so langt sum tilber inn á meginøkið. Jú, Klaksvik bjóðar enn einaferð framtíðini av. Hetta siðvanda undan- gonguøkið, sum í mans- aldrar hevur bygt upp sín egna sterka samleika, skal nú eftir fáum árum saðla um á fleiri økjum, tí í 2006 verða vit á ein heilt nýggjan og áður óroyndan hátt part- ur av meginlandinum í Før- oyum. Á nógvum lyklaplássum í lokalsamfelag okkara hava fólk brotið upp um armar. Onkustaðni er nýggj kós sett út í kortið inn á nýggjar spennandi leiðir. Ongar ný- hugsanir koma av sær sjálvum – tær mugu skap- ast av menniskjum, sum vilja og evna at bróta upp úr nýggjum innan teirra yrki og áhuga. Onkur hevur orðað seg nakað soleiðis, at fólk, sum ikki skara framúr, bara tosa um onnur fólk. Tey, ið eru eitt sindur yvir miðal, tosa um hendingar. Meðan tey, sum eru í fremstu røð, og sum skapa nakað í teirra samtíð, tosa um visiónir og framtíðarætlanir. Sum so mangt annað her í verðini er hetta ein sann- leiki við avmarkingum. Uppgávurnar hjá fólki eru jú so ymiskar, og vit eru væl øll ein samanseting av øll- um teimum trimum nevndu fólkasløgunum. Men greitt er, at Klaksvík í dag, kanska meir enn nakrantíð, hevur tørv á og dúvar uppá virk- isfýsni og dugnaskapin hjá okkara oddafólkum teimum ymisku økjunum. Kappingin harðnar Vit ynskja at skapa trivnað fyri okkara borgarar og framburð til økið okkara: Tí liggja stórar ætlanir fyri framman, men kappingin er hørð, og fyri summar tættir í samfelagnum verður hon enn harðari undir nýggju umstøðunum á samferðslu- økinum. Sum býráð kunnu vit í fleiri førum vera við til at á- virka partar av teimum mál- um, ið leika á – einamest við at skapa karmar og leggja lunnar fyri tí virksemi, sum er. Tá tað er gjørt, vónandi nóg væl, situr politiska leiðslan spent og fylgir við, hvussu leikur fer á teimum ymisku økjunum. Inniliga vón og ynski mítt sum borgarstjóri skal vera, at tær ætlanir um framtøk til frama fyri framburð Klaks- víkar skulu fáa blíðan byrð, og vil eg vegna býráðið ynskja øllum, sum virka við í hesum átøkum, alla eydnu við teirra virksemi. Verið vælkomin Vetrarítróttin er av og royndist norðoyingum væl. Okkara fremstu ítróttarum- boð vunnu okkum miklan heiður og fleiri gullheiðurs- merki innan ymsar ítróttar- greinir. Nú summarið veruliga hevur tikið fastatøkur á náttúru okkara saman við vøkru blómunum og syngj- andi fuglunum er eisini summarítrótturin við at ota seg upp á hæddina, og á Norðoyastevnu verður so fyrsta skotið til FM-kapp- róðurin latið av. Til eina rúgvusmikla og fjølbroytta norðoyastevnu- skrá ynski eg vegna Klaks- víkar bý at bjóða norðoy- ingum og gestum øllum at verða hjartaliga vælkom- num til Klaksvíkar, at njóta okkara gestablídni og alt, sum skráin hevur at bjóða. Vælkomin á Norðoya- stevnu 2004! Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Klaksvík nýggjar dyr og nýtt andlit Norðoyastevnu- blaðið 2004 Útgevari: Sosialurin Argjavegur 26 Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Tlf 341800 ella 341820 Fax 341801 Teldupostur: post@sosialurin.fo Blaðstjórn: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Lýsingar: Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Blaðfólk: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Umbróting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Forsíðumynd: Álvur Haraldsen Endurgeving av tilfari úr hesum blaði er bert loyvd, um greitt verður víst til kelduna Tá flaggdagur er farin, síggjast kappróðrar- bátar aftur á firðum og sundum. Kappróðurin er sum tjaldrið, hann boðar frá ljósari tíðum, summari og lýkku. Og soleiðis er Norðoya- stevnan eisini ein markna- steinur. Sum fyrsta summ- arstevnan letur hon upp summargluggan, og skjøtil verður settur á tær ítrótt- arkappingar, ið hoyra summarinum til — fyrst og fremst kappróðurin. »Her er stuttligt á Norð- oyastevnu, tá ið ungfólkið møtist til leik, har at royna sær kynstur og evni, her, hvar blíðskapurin aldri sveik …« Soleiðis yrkir Bernhard Brim í »tjóðsangi« klaksvík- inga, »Tað er vakurt í Klaks- vík«, har hann so hugtak- andi lýsir býin í summar- búna: »Tá ið sólin hon kyssir hvørt strá, og ei ský- kloddi hómast á himli, og eitt fleyr sæst á spegl- blonku vág.« Hóast Norðoyastevnan er um vikuskiftið, so verður tjóvstartað longu í dag. Hetta er vorðin siður á summarstevnunum, at tær verða toygdar yvir fleiri dagar. Og soleiðis má tað helst verða, tí at tiltøkini at fara til gerast fleiri og fleiri — og hátíðardámurin har- við longri. Bernhard Brim yrkir víðari um Klaksvík, at hon er ein »… tryggjandi staður, fyri skipum, ið søkja sær havn, og tí smíilist hvør sjómaður glaður, tá ið Klaksvíkin er fyri stavn«. Klaksvíkin er ein góð havn, og klaksvíkingar kunnu vera ernir av sínum fiskiflota og fiskivinnu, men valla hevði Bernhard Brim ímyndað sær, at fólk um stutta tíð kunnu koma líka úr Gásadali at halda Norð- oyastevnu — uttan at fara í bát og uttan at fara um fjall! Men soleiðis verða vit øll knýtt tættari hvør ørðum, og tað hevur sjálvsagt sínar fyrimunir. Men klakvsíkingar fara at megna at varðveita Norð- oyastevnuna sum ta fólka-, mentanar- og ítróttarhátíð, sum hendastevna, ið setir skjøtul á summarstevnunar, er. »Tí at Klaksvík er Norð- oya móðir, hon er norðoy- inga álit og trygd, hon er menning og nørandi gróður, her í Norðoya prúðastu bygd«, yrkir Bernhard Brim eisini. Góða Norðoyastevnu og gott summar ynskja vit á Sosialinum við hesum ser- liga Norðoyastevnublað- num! Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Klaksvík er Norðoya móðir C M Y K 3 2