mikudagur 2. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 102 -2. juni 2004
Nr. 102 -2. juni 2004
5
– Tað er ikki skeivt at
siga, at vit hava skarv-
að 10% av útreiðslun-
um til miðfyrisiting-
ina. Men tað er heldur
ikki skeivt at siga, at
skerjingin er 3% sigur
løgmaður
MIÐFYRISITINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað harmar meg at eg
verðið kallaður lygnari.
Tað er fallið løgmanni
rættiliga fyri bróstið, at
hann nú verður skuldsettur
fyri at siga ósatt og enntá
fyri beinleiðis at lúgva.
Nú fíggjarlógin fyri 2004
er samtykt, hevur hann ført
fram, at sparingar eru
gjørdar í miðfyrisitnigini.
Men tað, sum sum hevur
elvt til stríð, er, hvussu stór
hendan sparingin er.
Løgmaður hevur nevnt
eina sparing uppá 10% og
tað hava tinglimir úr and-
støðuni kalla beinleiðis
lygn.
Men
løgmaður
vísir
staðiliga aftur, at hann
hevuir logið.
– Eg havi samanborið
fíggjarlógina fyri 2004 við
tað fíggjarlógina, sum und-
anfarna landsstýrið ætlaði
at seta i verk.
Løgmaður sigur, at hann
greitt segði, at talan var um
eina samanbering ímillum
endaligu fíggjarlógina fyri
2004 og fíggjarlógina, sum
undanfarna landsstýrið ætl-
aði at seta í verk.
– Eg havi ongantíð sagt,
at talan var um eina sparing
afturímóti veruligu tølun-
um fyri 2003.
Hann viðgongur, at tað
var ein politisk samanber-
ing, hann gjørdi. Men hon
er als ikki skeiv og fíggjar-
lógin,
sum
undanfarna
samgonga ætlaði at seta í
verk, er eitt alment skjal,
sigur løgmaður.
Hann leggur afturat, at
hann hevur einans hildið
seg til eina útreiðslugrein-
ing, sum løgmansskrivstov-
an og Fíggjarmálaráðið,
hava gjørt.
– Tað skerst ikki burtur,
at undanfarna samgonga
ætlaði at brúka 114,303
milliónir til miðfyrisiting-
ina. Tað skerst heldur ikki
burtur, at nú endaliga fíggj-
arlógin fyri 2004 er sam-
tykt, endaði tað við, at
102,863 milliónir eru settar
av til miðfyrisitingina.
– Sostatt er talan um eina
sparing upp á 10% aftur-
ímóti tí, sum undanfarna
landsstýrið ætlaði.
Hinvegin er tað eisini
rætt, at verður fíggjarlógin í
ár samanborin við rokn-
skapin fyri 2003, er talan
um eina sparing upp á 3%.
– Samanumtikið er støð-
an tann, at hvørt einasta ár,
síðani 1998, er miðfyrisit-
ingin dýrkað. Men nú er út-
reiðsluvøksturin steðgaður
og talan er enntá um eina
beinleiðis sparing. Og tað
haldi eg, er eitt sera gott
tekin at senda almenningin-
um, leggur hann afturat.
Óheppið
Løgmaður sigur, at hesar
seinastu dagarnar er tað
ført fram, at útreiðslurnar
til Almanna- og Heilsu-
málaráðið, eru yvirmettar í
fíggjarlógaruppskotinum
hjá undanfarna landsstýri.
– Tað vísir seg, at útvið
fimm milliónir krónur til
elektroniska sjúklingaskrá,
eru settar upp sum útreiðsl-
ur hjá ráðnum og tað áttu
tær ikki at verðið.
Politikarar úr andstøðuna
hava ført fram, at hetta hev-
ur við sær, at ikki ber til at
samanbera útreiðslur til
miðfyrisiting í fíggjarlógar-
uppskotinum hjá undan-
farnu samgongu við tær í
fíggjarlógini fyri 2004.
– Tað er óheppið, at út-
reiðslur, sum ikki hava við
fyrisiting at gera, eru settar
upp sum útreiðslur hjá Al-
manna- og Heilsumála-
ráðnum, sigur løgmaður.
Hann sigur, at hesar
fimm
milliónirnar
til
elektroniska sjúklingaskrá
átti helst at verið sett upp
undir øðrum málsøki, har
hon hoyrdi heima.
Men løgmaður vísur eis-
ini á, at hóast sitandi lands-
stýri hevur færri limir enn
undanfarna,
eru
lønar-
útreiðslurnar til landsstýris-
fólk í ár væl hægri enn í
fjør.
– Orsøkin til hetta er, at
ein part av 2004 verða lønir
eisini goldnar landsstýris-
fólkum, sum eru farin úr
starvi. Men komandi ár
kann roknast við, at hendan
útreiðslan lækkar, sigur
Jóannes Eidesgaard
Hann vísur eisini á, at
eingin greið allýsing finst
av hugtakinum »miðfyrisit-
ing« og at gongdin við-
víkjandi miðfyrisitingini
kann lýsast á ymsan hátt.
– Lýsingin hjá Løgmans-
skrivstovuni og Fíggjar-
málaráðnum av nevndu
høvuðskontum er ein av
fleiri møguligum, men alt
hetta hevur við sær, at lýstu
tølini eiga at tulkast við
varsemi.
– Sostatt er støðan tann,
at verða tølini á fíggjarlóg-
ini fyri 2004 samanborin
við fíggjarlógaruppskotið
fyri 2004 hjá undanfarnu
samgongu – uttan tillaging-
ar í samband við elektron-
iska sjúklingaskrá ella ann-
að – er úrslitið ein minking
upp á 10 prosent.
– Myndin broytist nakað,
um vit tillaga uppskotið hjá
undanfarnu samgongu og
taka burtur útreiðslur til
elektroniska sjúklingaskrá.
Verður hetta gjørt, eru út-
reiðslurnar á fíggjarlógini
fyri 2004 á leið 6 prosent
minni enn tað, sum undan-
farna samgongu ætlaði at
brúka til miðfyrisiting, sig-
ur løgmaður.
Formenninir fyri
økisráðini í Hetlandi,
Orknoyum og Suður-
oyggjum fara úr aftur
Føroyum hósdagin
Sunnudagin komu politisku
leiðararnir fyri trý oyggja-
samfelag í Norðuratlants-
havi til Føroya at vitja.
Talan er um formenninar
fyri økisráðini í Hetlandi, í
Orknoyggjum og Í Het-
landi, sum eru komnir til
Føroya, her teir steðga til
hósdagin.
Tað er Jóannes Eides-
gaard, løgmaður, sum er
vertur fyri vitjanina.
Hetta er fyrsta vitjan av
sínum slagi, har politisku
leiðararnir fyri Føroyar og
oyggjabólkarnar fyri sunn-
an, møtast.
Umframt fund við løg-
mann, har millum annað
evni so sum fiskivinna, ali-
vinna, oljuvinna og mentan
verða viðgjørd, fara ráðs-
formenninir at kunna seg
um føroyska samferðslu-
kervið, sjúkrahúsverkið og
annað.
Mánamorgunin vóru teir
eisini eisini ein túr úti í
Tinganes, har Gunnar Hoy-
dal er frásøgumaður og teir
vitja eisini Løgtingið, har
Óli Breckmann, løgtings-
maður, vegna formanskap-
in greiðir frá.
Ì Føroyum vitja teir eisini
Listaskálan og teir fara
eisini at hoyra stjóran í
Føroya Tele, Andrass Róin
greiða frá um telesamskifti
okkara og stjórin á Strand-
ferðsluni, Kristian David-
sen fer at greia frá strand-
ferðslu og teimum nýggju
skipunum,
hjá
Strand-
ferðsluni. Eisini stjórin í
Atlantsflogi, Magni Arge
fer at greiða teimum frá
flogferðsluviðuraskiftum.
Útlendsku gestirnir vitja
eisini oljufyrisitingina og
Norðurlandahúsið,
har
Karin Kjølbro, stýrislimur,
greiðir frá.Somuleiðis fer
Poul Geert Hansen, stjóri
fyri Landssjúkrahúsið at
greiða frá nýggja bygning-
inum og Dávid Reinert
Hansen, stjóri fyri Vága-
tunnilin fer at greiða teim-
um frá um undirsjóvartunl-
arnar. Teir fara eisini til
Kirkjubøar og at enda
sleppa teir eisini at síggja
flaggskip okkara, Norrønu.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður fegnast um, at okk-
ara næstu grannar fyri
sunnan eru komnir á vitjan.
– Søguliga hava verið
sterk bond millum Føroyar,
Hetland, Orknoyggjar og
Suðuroyggjar, og vit hava
nógv
felags
áhugamál.
Vónandi kann hendan vitj-
anin verða byrjanin til eitt
nýtt tíðarskeið við øktum
politiskum og vinnuligum
samstarvi millum oyggja-
bólkarnar, sigur løgmaður.
Harmar løgmann at verða nevndur lygnari
Hendan talvan frá løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum vísa gongdina í útreiðslunum til miðfyrisitingina tey seinastu
árini. Har tað stendur FLU 1 er talan um fíggjarlógina, sum undanfarna landsstýrið ætlaði at seta í verk. FLU 2 er uppskotið, sum
hetta landsstýri legði fyri tingið. FLU 3 er fíggjarlógin, sum hon sá út, tá ið hon kom úr fíggjarnevndini og FL er fíggjarlógin, soleiðis
sum hon varð samtykt
Tríggir formenn á vitjan
Politisku leiðararnir úr oyggjalondunum fyri sunnan,
avmyndaðir í trappuni í Tinganesi. Næst løgmanni stendur
Sandy Cluness úr Hetlandi, í miðjuni, Alex Macdonald úr
Suðuroyggjum og høgrumegin, Stephen Hagan úr Orknoyum
SEV lænir 20 mió. krónur
komandi ár
Stóru íløgurnar í ár
og komandi ár er
høvuðsorsøkin til, at
SEV hevur valt at
fíggja part av íløgun-
um við lántøku. Nið-
urgjaldingin av skuld
heldur kortini á
FÍGGJARÆTLAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Umboðsnevndarráðið hjá
SEV samtykti fríggjadagin
fíggjarætlanina fyri 2004
og 2005 hjá SEV-stýrinum.
Formaðurin í SEV, Klæm-
int Weihe sigur seg ikki
vænta nakran vøkstur í ár, tí
versnandi búskaparstøðan
og hóttafall hjá fleiri vinn-
um ávirka nógv fíggjar-
støðuna hjá stovninum.
SEV hevur stórar íløgu-
játtanir komandi árini. Í ár
eru 67,3 mio. krónur settar
av til íløgur. Dýru íløgurnar
hava við sær, at umboðs-
nevndarráðið samtykti eina
lántøku á 20 mió. krónur
komandi ár.
– SEV fíggjar vanliga
íløgurnar yvir raksurin,
men komandi ár hava vit
valt at taka lán fyri at varð-
veita gjaldførið á stovnin-
um. Vit rinda 35 mio í
skuld árliga, og hóast vit
taka eitt lán á 20 mió.
krónur, so rinda vit netto 15
mio. krónur komandi ár,
greiðir Klæmint Weihe frá.
Við árslok 2003 skyldaði
SEV 226 mio. krónur. Á
SEV vænta tey, at skuldin
við árslok 2004 verður um
góðar 200 mio. krónur
Neshagi og Eiði 2
Stóru íløgurnar hjá SEV í
ár fevna um tær tríggjar
vindmyllurnar á Neshaga í
Eysturoynni, býtisvirkini
kring landið, og ein stóran
60 kilowatt kaðal úr Sunds-
virkinum inn á Skálafjørð-
in.
Komandi ár skal sjøtil
setast á Eiði -2 vatnorku-
ætlanina, og har eru 25
mio. krónur játtaðar. Saml-
aða íløgujáttanin hjá SEV
komandi ár er 78,8 mio.
krónur.
Um ein mánað ella so
verður nýggi bygn-
ingurin hjá Føroya
Tele liðugur, og
Andras Róin, stjóri á
Føroya Tele, sigur, at
tað sær út til, at
kostnaðarmetinging
fer at halda
BYGGING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Arbeiðið upp á nýggja
bygningin hjá Føroya Tele í
Hoyvík er komin so mikið
væl áleiðis, at bygningurin
allarhelst verður handaður
fyrst í komandi mánaða.
Upprunaliga tíðarætlanin
segði annars, at bygning-
urin ikki bleiv liðugur fyrr
enn einaferð í heyst.
Serlig bonusskipan
Kostnaðarmetingin
av
nýggja høvuðssætinum hjá
Føroya Tele er 93 milliónir
krónur, og stjórin á Føroya
Tele, Andras Róin, sigur, at
tað sær út til, at metingin
fer at halda. Hann sigur, at
nú er arbeiðið komið so
mikið væl áleiðis, at tað er
avmarkað, hvussu nógv
kann ganga galið.
Í avtaluni millum byggi-
harran, Føroya Tele, arkit-
ektarnar og entreprenørin
MT Højgaard, er eisini ein
serlig bonusskipan gjørd.
Hendan
bonusskipan
merkir, at verður samlaði
kostnaðurin av byggingini
niðan fyri 93 milliónir, fara
partarnir at merkja ágóðan
av hesum. Siga vit til døm-
is, at kostnaðurin verður 90
milliónir, so verða tær
tríggjar milliónirnar, sum
eru upp til tær mettu 93
milliónirnar, býttar millum
arkitektarnar, entreprenørin
og Føroya Tele eftir einum
ávísum býtislykli. Tó sigur
Andras Róin, at tað í mesta
lagi verða fimm milliónir,
sum verða at býta, tí markið
er sett við einum kostnaði
upp á 88 milliónir. Tað vil
siga, at verður kostnaðurin
til dømis 86 millióinir, so
verða tað tó framvegis ikki
meiri enn fimm milliónir at
býta.
Ikki tikið støðu
viðvíkjandi gamla
bygninginum
Viðvíkjandi gamla bygn-
inginum hjá Føroya Tele,
sum stendur beint niðan
fyri nýggja bygningin, sig-
ur Andras Róin, at enn er
ikki avgjørt, hvat fer at
henda við honum. – Í fyrstu
atløgu verður hann stand-
andi, og okkurt av virksem-
inum hjá Føroya Tele fer at
halda fram har, men tað er
væl hugsandi, at hann eina-
ferð í framtíðini verður tik-
in niður og fluttur, sigur
stjórin á Føroya Tele.
Andras Róin sigur, at
leiðslan á Føroya Tele
metir, at í nýggja bygning-
inum er rúm fyri øllum
virkseminum hjá stovn-
inum, og tí er ikki tørvur á
gamla bygninginum.
Hóast nýggi bygningurin
verður liðugur fyrst í kom-
andi mánaða, so verður
hann neyvan tikin í nýtslu
fyrr enn fyrst í august mán-
aða, sigur Andras Róin, tí at
Føroya Tele skal nýta okk-
urt um ein mánað upp á
gera tær neyðugu innstala-
tiónirnar við telefonskipan-
um og líknandi, umframt at
alt annað innbúgv skal set-
ast upp, sigur stjórin á Før-
oya Tele, ið er sera væl
nøgdur við byggingina og
gleðir seg til at flyta inn í
nýggja høvuðssætið.
Kostnaðarmetingin heldur
Klæmint Weihe
sigur, at SEV merkir
týðuliga eina
lækking í el-nýtsluni
fyrsta ársfjórðing í
ár, sammett við í
fjør. Serliga apríl
mánaði hilnaðist
illa.
EL-NÝTSLAN
MINKAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tølini fyri el-nýtsluna hjá
SEV fyrsta ársfjórðing í
ár eru alt enn bjørt. Hótta-
fallið í bæði alivinnuni og
flakavinnuni seta síni
spor í hagtølini hjá SEV. Í
Suðuroy er støðan rætti-
liga álvarsom
– Á meginøkinum er
tað serliga alivinnan sum
ávirkar, meðan hóttafallið
í flakavinnuni ikki merk-
ist eins væl. Í Suðuroy er
støðan øðrvísi, tí har er
kreppan í flakavinnuni
sjónlig. Vit hava í ár havt
eina minking á góð 12 %
í el-nýtsluna, so gongdin
er lítið hugalið, greiðir
Klæmint Weihe frá.
Klæmint Weihe greiðir
frá, at serliga apríl mán-
aði hilnaðist illa í fyrsta
ársfjórðingi. Sammett við
apríl mánaða í fjør er el-
nýtslan lækka við sløkum
2%. SEV hevði eisini nið-
urgongd í januar mánaði,
meðan februar og mars
royndist nakað beturi.
Hættislig
støða í
Suðuroy
Um ein mánað verður nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele liðugt. Enn er tó ógreitt, hvat fer at henda við gamla bygninginum beint niðan fyri nýggja høvuðssætið
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4