mikudagur 2. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
5
- Nei, eg havi ongantíð
havt trupulleikar av at
fáa fólk út, tá vit lukka.
Tað er verri við mær
sjálvari. Eg burdi langt
síðani verið farin til
hús, sigur Hjørdis
Isaksen, sum hevur
verið barrvørður í
Roykstovuni í Klaksvík í
26 ár
NORðOYASTEVNA
2004
Anna V Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hon er lítil, kløn, blíð og so
fyllir hon 70 næstu ferð.
Men henni nýtist bara at
fara nøkur fá fet út um barr-
diskin í Roykstovuni fyri at
fáa ein heilan herð av
monnum at akta ella reisa
seg og fara út - uttan at
mukka eitt orð.
Gandaorðið er lagalig-
heit. Tí tosar tú hampiliga
við fólk, eisini tá tey eru full,
so gongur restin av sær
sjálvum.
– Kanst tú ikki reka eitt
sovorðið stað uttan útblak-
arar, er okkurt galið, heldur
Hjørdis.
- Á jú. Her er nógv broytt,
síðani eg byrjaði fyri 26
árum síðani, fortelur Hjørd-
is. Eg minnist, at vit plagdu
at vísa videofilmar um
kvøldarnar, tí tá høvdu vit jú
onki sjónvarp í Føroyum. Á
denn gravgangur, ið tá var
eftir at fáa sitipláss herinni.
Tey ringdu líka úr Havn at
royna at bíleggja sær pláss,
men tað gekk ikki. Karl,
sonur mín, sum tá átti
Roykstovuna, hevði eitt fast
prinsipp um, at her skuldi
ongin hava betri rætt enn
nakar annar. Tey, sum komu
fyrst, sluppu fyrst framat.
Men tað var altíð ein ræðu-
lig trokan, og ofta stóðu
fólk líka út í tún og royndu
at lúra gjøgnum vindeyguni,
fyri at vita, hvat gekk fyri
seg á skíggjanum.
”Ná tit. So er
Hjørdis her!”
Seinni yvirtók Sigtór Otto-
son
Roykstovuna,
men
Hjørdis varð hangandi. Og
spyrt tú hana, so gjørdist
tað nógv lættari at vera
barrvørður, tá skeinkiloyvi
kom.
- Tað er lættari at halda
skil á fólki, tá tú sjálv selur
teimum tað, tey fáa at
drekka. Og hava tey fingið
nóg mikið, so fáa tey bara
ikki meir. So einkult er tað.
Tað fellur sjálvandi ikki altíð
í góða jørð, tá eg má siga
nei ella taka billyklarnar frá
onkrum. Men eg kenni onki
til, at fólk gera seg so
ómøgulig, at tað ikki ber til
at tosa tey til sættis.
Nú arbeiði eg bara um
dagin, men fyrr var eg eisni
her um kvøldarnar, og tá
var tað heldur ongin trupul-
leiki hjá mær at fáa fólk út,
tá vit skuldu lukka. Eg
stillaði meg bara eitt sindur
út um diskin, inntil onkur
rópti, ”Ná tit. So er Hjørdis
her!” So tómdu tey gløsini
og gjørdu seg til at fara utt-
an meir roks.
- Klaksvíkingarnir, sum
koma her kenna meg so
væl og vita, hvørjar reglur-
nar eru. Um onkur mutar
ímóti, vísir tað seg ofta at
vera avbygdafólk, sum ikki
eru von at koma her. Tá
hendir tað seg meir enn so,
at onkur av stammgestun-
um blandar seg uppí og
forklárar nýggja gestinum
reglurnar, so hann skilur
tað.
Stammgestirnir
eru
næstan vorðnir ein partur
av innbúgvinum í Royk-
stovuni. Hvønn gerandis-
dag fyrrapart støkka teir inn
á gólvið, seta seg við sama
borð at lesa bløðini og
orðna politisku støðuna,
meðan
Hjørdis
skeinkir
teimum kaffi og blandar
seg uppí prátið.
Á ja, teir eru húsfólk eftir-
hondini. Og tað má eg siga.
Teir eru óalmindeliga fittir
og altíð fúsir at taka eina
hond í, um okkurt skuldi
verið.
Fer væl við fólki
Tað er neyvan heldur nakar
ivi um, at gestirnir í Royk-
stovuni halda nógv av
Hjørdis. So vit spyrja hana,
hvat skal til fyri at vera ein
góður barrvørður.
- Fyrst og fremst skalt tú
skalt tíma og duga at fara
væl við fólki og altíð royna
at fáa tey at kenna seg væl-
koman. Og so sigur tað seg
sjálvt, at borðini altíð skulu
vera rein og ruddilig, og at
fólk ikki verða órógvað av
onkrum, sum hevur fingið
nóg mikið.
Tað hendir seg sjálvandi
eisini at onkur, sum er vorð-
in hálvfullur, stendur uppi
við barrina og tekur synd í
sær sjálvum. Teimum skalt
tú eisini tíma at lurta eftir og
duga at halda munn við tí,
tey fortelja, sigur Hjørdis
avgjørd.
Onki til tey ungu
Tað er ongin loyna, at
summi fólk halda lítið um
støð, sum skeinkja rús-
drekka, og onkur vil enntá
vera við, at tað er ómoralskt
at reka eitt slíkt stað. Men
hetta tekur Hjørdis sær ikki
so nær.
– Eg síggi soleiðis uppá
tað, at um fólk ætla sær at
drekka, kann hvørki eg ella
nakar annar forða teimum.
Og koma tey ikki inn í
Roykstovuna, ja so fara tey
onkra aðrastaðni. So leingi
tey sita her, halda vit eyga
við teimum og siga stopp,
tá tey hava fingið ov nógv.
Hin møguleikin er at tey
ganga og dingla á gøtuni
ella brúka bilarnar sum
vertshús. Og har er tað jú
ongin, sum heldur eyga við
teimum. Annars er tað at
siga, at ongin undir 18 ár
fær ein dropa av rúsdrekka
inni her. Og veruleikin er, at
okkara ungu gestir ofta
duga betri við rúsdrekka
enn teir eldru.
Hjørdis heldur, at í staðin
fyri at ilskast inn á skeinki-
støðini, kundu fólk spurt
seg sjálvi, hví vit so ofta
síggja heilt ung fólk vála á
gøtuni við ølfløskum í hond-
ini.
– Tey hava jú ongastaðni
at fara, har tey kunnu sita
og hugna sær saman. Eg
haldi, at tað er stór skomm,
at ein býur sum Klaksvík
hvørki hevur eitt ungdóms-
hús ella eitt dansistað til tey
ungu, sigur Hjørdis ikki sørt
ill á málinum.
”Hvør er omma tín?”
Tað hvørki sæst ella hoyrist,
at Hjørdis fyllir 70 seinni í ár.
Hon er framvegis ein av
teimum fremstu, tá tey sláa
ring uppi í Skálanum, hon
er íðin bingokona, og so
fylgir hon væl við í tí, sum
fyriferst í býnum.
– Tað slepst ikki undan,
at tú frættir nógv í einum
starvi, sum hesum. Eg veit,
hvat hvør bátur fiskar, men
eg veit sjáldan, hvørji tey
ungu eru, sum koma her.
Nú má eg spyrja, hvør
omman ella abbin er, og tað
mátti verið eitt tekin um, at
nú er tíð uppá at gevast og
fara til hús.
Hatta havi eg sagt í so
nógv ár nú, men eg veit
ikki. Eg havi verið her so
leingi, at eg dugi ikki at
fyristilla mær, ikki at skula
oman her hvønn dag. Og
eitt er vist - eg komi at
sakna fólkið her ómetaliga
nógv, tá eg einaferð fari.
Kokkan er farin av tvey
hendan sunnudagin og teir
fyrstu gestirnir eru komnir
inn. Prátið snýr seg um KÍ
og dystin í dag - ikki um
hvat teir skulu hava at
drekka. Tað veit Hjørdis, so
hon er longu farin at
skeinkja í gløsini.
Hjørdis heldur skil á Roykstovuni
– Klaksvíkingarnir, sum koma her kenna meg so væl og vita, hvørjar reglurnar eru. Um onkur mutar ímóti, vísir tað seg
ofta at vera avbygdafólk, sum ikki eru von at koma her, sigur Hjørdis Isaksen, barrvørður í Roykstovuni
Mynd: Anna V. Ellingsgaard
C
M
Y
K
5
4