Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 102 -2. juni 2004 Nr. 102 -2. juni 2004 7 Føroya Musikkskúla- lærarafelag heitir inniliga á politikar- arnar um at hækka játtanina til Musikk- skúlan. Við játtanini sum er, verða 4,5 lærarastørv spard burtur SKERJINGAR Tíðindaskriv Í yvirlýsing ger Føroya Musikkskúlalærarafelag greitt, at játtaða upphædd- ing til Musikkskúlan fer at raka umleið 200 næmingar, tí 4,5 lærarastørv skulu sparast burtur. Felagið vil tí hava løgtingið at koma við eini eykajáttan á ólavsøku. Yvirlýsingin er soljóðandi: »Í sáttmálanum millum Fíggjarmálarráðið og Før- oya Musikklærarafelag eru ásettar lønarhækkingar, eins og í øðrum sáttmálum. Tíverri endurspeglar løg- tingsfíggjarlógin fyri 2004 ikki hesar lønarhækkingar og musikkskúlaskipanin er tí noydd at repa seglini. Føroya Musikklærara- felag vil við hesari yvir- lýsing gera vart við, at av- leiðingarnar fyri musikk- skúlavirksemi kring landið eru sera álvarsamar. Sambært musikkskúla- leiðaranum verður skúlin noyddur at skera 4,5 full- tíðarstørv burtur. Hetta rakar hópin av næmingum. Umleið 200 næmingar, ið hava fingið tónleikafrálæru í styttri ella longri tíðar- skeið, noyðast at fáa tey tungu boð, at tónleikafrá- læra teirra er skorin burtur. Musikklærarar standa spyrjandi. Vit hava veruliga haft ta fatan, at politikkarar vilja hava ein vælvirkandi musikkskúla um alt landið. Her er neyðugt at vísa á, at ein ikki fær ein vælvirkandi skúla við námsfrøðiliga nøktandi frálæru, tá ið skúl- in veksur nógv í uppgangs- tíðum, fyri síðani at tveita alt fyri borð, tá ið strammar at fíggjarliga. Vit ynskja heldur eina støðuga og ábyrgdarfulla menning av skúlanum, og ein slíkan vøkstur, at skerj- ingar ikki gerast neyðugar í verri tíðum. Høvuðstankin við musikkskúlalógini er, at Føroya Musikkskúli skal vera eitt tilboð til alt føroya fólk. Um ikki landspolitikkar- ar og embætisfólk vísa ábyrgd fyri Føroya Musikkskúla, er stórur vandi fyri at høvuðsenda- málið við skúlanum dettur fyri bakka. Sum sagt, hava vit ta fatan at politikkarar úr øll- um flokkum, vilja Føroya Musikkskúla væl. Okkara áheitan er tí á Løgtingið um at koma við einari eyka- játtan á ólavsøku, so upp- sagnir ikki gerast neyðugar, og allir næmingar kunnu halda fram komandi skúla- ár.« Stjól sigarettir Herverk varð framt á fýra bátar um viku- skiftið á Skálatrøð og í Vágsbotni. Tá fólk fara oman at pumpa bát, so síggja tey, at onkur hevði gjørt seg inn á bátarnar. Løg- reglan kannar málið. Leygarkvøldið stjól ein maður í Havn tveir pakkar av sigarettum, men hann varð tikin av løgregluni løtu seinni. -hkm 130 vórðu steðgaðir Mánadagin steðgaði løgreglan 130 bilum, sum koyrdu forbí Hvalvíkina. 11 frágrei- ðingar vórðu skrivaðar fyri trygdarbelti, ljós, niðurslitin dekk, og píkadekk. Á Langasandi vórðu 22 bilar steðgaðir og tvær frágreiðingar skrivaðar. Og eitt ferðsluóhapp var í Eysturoynni um viku- skiftið, men ongin persónsskaði. -hkm Pápin koyrdi hann heim Nøkur full fólk hava verið á løgreglustøðini í Havn og sovið sær rúsin av um tað langa vikuskiftið. Umframt tað lá ein persónur avdottin í Leirvík, men hann svav ikki á løgreglustøðini, tí pápi hansara koyrdi hann heim. Ein persónur varð tikin fyri rúsdrekka- koyring í Klaksvík um vikuskiftið. Persónurin rendi á, og tá løgreglan kom á staðið, varð hann kannaður fyri rúsdrekka. Tá vísti tað seg, at promillan var hægri enn hon átti at verða. -hkm 200 musikkskúlanæmingar missa undirvísing TÍÐINDASKRIV Sum tað sær út nú, er eing- in ivi um, at tað stóra takið at fáa ólavsøkutiltøkini klár gongur eftir ætlan. Ar- beiðið við ólavsøkuni 2004 í Keypmannahavn 28.- og 29. juli er við at vera komið upp undir land. Bólkurin, sum arbeiðir við tiltakin- um, er eftir góðar og lív- ligar samrøður, nú komin ásamt um eina fyribils skrá fyri ólavsøkuaftan og ólav- søkudag. Ein skrá við bæði ítróttarligum og mentanar- ligum tiltøkum. Eitt sindur av skemti og gaman verður sjálvandi eisini stundir til. Stutt úr skránni Úr skránni kann stutt nevn- ast: Kappróður millum ymsar føroyskar bátar, mannaðir við fólki frá fe- løgunum í Danmark, mill- um annað Róðrarfelagnum Neystinum í Ishøj Havn, Knørri í Hvidovre og Tvørábátinum og øðrum. Áðrenn kappróðurin byrjar, koma bátarnir, fleiri seks- og tíggjumannafør, rógv- andi frá Nyhavn tvørtur um havnina til Norðbryggjuna, har teir verða móttiknir av ymsum heiðursgestum. Tryggvi Johansen, stjóri á Føroysku Sendistovuni, hevur játtað at halda setan- arrøðuna. Eftir kappróðurin verður føroyskur dansur uttandura á Bryggjuni. Samband er við ymiskar føroyskar bólkar og einstaklingar. Ætlanin er eisini, at spæli- menn skula ganga runt og seta sín dám á millum róðrarnar. Ymist undirhald verður í hylinum framman fyri Bryggjuna. Fleiri tiltøk vera eisini fyri børnini. Ólavsøkuaftanskvøld verð- ur dansur live á 5. hædd, fýrverkarí og midnáttar- sangur. Sjálvandi verður eisini ólavsøkuguðstænasta ólavsøkudag og ein stór, sera áhugaverd konsert við ymiskum, vældámdum før- oyskum tónleikarum sum Hanus Johansen, Sámal Ravnsfjall, Stanley Sam- uelsen og Týr. Jú, sanniliga verður nakað at gleða seg til tann 28.- og 29. juli í Keypmannahavnar Kanal- um Farið er undir at finna stuðlar Arbeiðsbólkurin er farin í gongd við bæði myndug- leikar og privatar fyritøkur fyri at fáa stuðul til tiltakið. Í skrivandi stund hava vit longu fingið skrivliga játt- an um stuðul frá Atlantic Airways. Vit hava samband við fleiri aðrar. Tað sær út til, at tær fyritøkur vit hava samband við, vísa okkum stóra vælvild til at stuðla einum tiltakið, sum á ein positivan hátt er við til at seta Føroyar í fokus og vaksa um kunnleikan um Føroyar og føroyingar og tað, sum teir umboða í Danmark. Gott íkast til býarlívið Tey fyrstu tíðindabrøvini vórðu send út fyri einum mánað síðani og hava verið í ymsum bløðum her í Dan- mark og í Føroyum. Vit í arbeiðsbólkinum hava góð- ar vónir um ólavsøkutil- tøkini. Vit síggja eisini væl- vild hjá øllum áhugabólk- unum, sum við hesum hava høvi til at vera við til at gera Keypmannahavn til ein uppaftur áhugaverdari og stuttligari bý hjá íbúgv- unum og teimum túsundtals ferðandi, sum vitja býin. Soleiðis at øll kunna upp- liva nakað, sum er øðrvísi, nevniliga Ólavsøkuna 2004 í Keypmannahavn. Ólavsøkan 2004 í Keypmannahavn við at fáa luft undir veingirnir Føroya Ráfiskakeyparafe- lag hevur havt aðalfund, har øll nevndin var afturvald. Eftir fundin skipaði nevnd- in seg við Egil Olsen sum nýggjum formanni. Føroya Ráfiskakeypara- felag hevði aðalfund fríggjadagin 28. mai í Vinnuhúsinum. Í farna ári hevur felagið verið myndað av nevnd við Páll Gregersen sum for- manni, Meinhard Jacob- sen, sum næstformanni og nevndarlimunum Petur H. Mohr, Egil Olsen og Egil Johansen. Á aðalfundinum var nevndin afturvald, og eftir fundin skipaði nevndin seg við Egil Olsen sum nýggj- um formanni, meðan Mein- hard Jacobsen heldur á fram sum næstformaður. Á fundinum var staðfest at støðan hjá virkjunum er vánalig. Orsøkin er fyrst og fremst øktar útreiðslur hjá virkjunum orsakað av stóra lønarvøkstrinum seinastu árini. Á fundinum var einaferð enn staðfest, at nevndin hevur fullan stuðul frá lim- unum at skipa eina nýggja uppboðssølu. Virkini síggja hetta sum eina loysn, sum kann loysa partar av óskip- aðu viðurskiftinum rundan um keyp og sølu, og her- undir tryggja at føroysk virki fáa veruligan møgu- leika at bjóða upp á allan føroyska fiskin. Nýggjur formaður í Ráfiskakeyparafelagnum Hanus Kamban og Ólavur Hátún heiðraðir Hanus Kamban fær Mentanarvirðisløn Landsins og Ólavur Hátún fær Heiðurs- gávu Landsins MENTAN Tíðindaskriv Mentanarvirðisløn Landsins verður í ár latin Hanusi Kamban, rithøvundi. Tað er landsstýrismaðurin í menta- málum, ið letur Mentanar- virðislønina eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk og Mentamálaráð- ið. Virðislønin er kr. 150.000 og er hin størsta av sínum slag í Føroyum. M e n t a n a r v i r ð i s l ø n Landsins verður latin før- oyskum listafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik inn- an skaldskap, myndlist, leiklist, tónlist ella aðra list. Til tess at fáa Mentanar- virðislønina skal virðis- lønarevnið hava skapað listaligt verk á høgum lista- ligum stigi, ið ger, at virð- islønarevnið má haldast at hava uppiborið henda heið- ur. Seinast var tað Gunnar Hoydal, rithøvundur, ið varð heiðraður við Ment- anarvirðisløn Landsins. Nevndin sigur í grund- geving síni: "Mentanarvirð- isløn Landsins verður latin Hanusi Kamban fyri skald- skap og fjøltáttaða bók- mentavirksemi hansara. Eyðkent fyri skaldskap Hanusar serstakliga í stutt- søgunum er ivin, tað ótrygga - døpurhugin - ofta í tilveruskiftunum millum barnaár, unglingaár og vaksnamannaár. Frígeringin frá teimum, ið nátúrliga hava rátt, er sum pílagríms- ferð, har menniskjan stríðist og leitar eftir sær sjálvari - onnur skulu ikki avgera, hvussu tú skalt liva, men tú sjálvur. Bókmentaliga ævi- søgan um J. H. O. Djurhuus er megnarverk, ið hevjar seg upp í føroyskum bókment- um sum sjáldsamur dýrgrip- ur. Umframt at hava latið heimsbókmentir í føroyskan búna, hevur Hanus Kamban skrivað ótal av greinum um samfelags- og politisk við- urskifti, og hevur við innliti sínum í fremmandan skald- skap verið føroyska skalda- heiminum dyggur í kjaki bókmentaliga, listaliga og mentanarliga." Umframt Mentanarvirð- isløn Landsins letur lands- stýrismaðurin í mentamál- um eisini Heiðursgávu Landsins, ið er kr. 75.000. Sama nevnd ger tilmæli til landsstýrismannin, og verð- ur Heiðursgáva Landsins í ár latin Ólavi Hátún. Heiðursgáva Landsins verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív. Seinast var tað Axel Tórgarð, sum fekk henda heiður. Nevndin sigur í grund- geving síni: "Heiðursgáva Landsins verður latin Ólavi Hátún fyri lívsstrev hansara føroyskum kórsangi og kórvirksemi at frama. Ólavur hevur verið slóð- brótari og íbirtari, og hevur áhaldandi lagt lunnar undir føroysku sangmentanina. Hann stovnaði Útvarpskór- ið, ið seinni varð til Havn- arkórið, var stovnari av Kórsambandi Føroya og hevur staðið á odda fyri stóru kórstevnunum. Á ólavsøku hevur hann staðið í fremstu røð við brennandi hjarta fyri fólkamentanini og nátúrligum sangi, sum er ogn Føroya fólks. Á mongu konsertferðunum hevur hann breitt føroyskan kór- sang, tónleik og skaldskap út um lond. Ólavur Hátún hevur somuleiðis stjórnað og skipað fyri fleiri altjóða kórverkum, og hevur við hesum givið føroyskum kórsangarum fjøltáttaðar og mennandi avbjóðingar, og samstundis bjóðað áhoyrar- um í Føroyum varandi mentanarligar upplivingar á høgum stigi." M e n t a n a r v i r ð i s l ø n Landsins og Heiðursgáva Landsins verða handaðar við við alment hátíðarhald seinni í ár. Hanus Kamban fær Mentanarvirðisløn Landsins fyri skaldskap og fjøltáttaða bókmentavirksemi hansara Ólavur Hátun sigur, at Heiðursgáva Landsins fyrst og fremst verður brúkt til eitt nýtt klaver. Hann sigur seg vera ovfarnan av heiðurs- gávuni frá landsstýr- ismanninum í menta- málum HEIÐURSGÁVA LANDSINS Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg fari at keypa mær eitt nýtt klaver fyri pengarnar. Eg og konan hava hús bæði í Havn og í Bø, men eg havi einki ljóðføri í Bø, og tí ætli eg mær at keypa eitt klaver fyri pengarnar. Um nýggja klaverið verður í Bø ella eg flyti klaverið í Havn til Bíggjar, veit eg ikki eg rættiliga enn. Ólavur Hátun er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann um, hvat peningaupphædd- in fyri Heiðursgávu Lands- ins skal nýtast til. Fyrra- partin týsdagin fekk hann 75.000 krónur fyri Heið- ursgávu Landsins 2004. Ómetaliga glaður – Ovfarin, glaður ein sann- ur heiður. Soleiðis lýsir Ólavur Hátun kenslurnar, tá hann leygardagin fekk boðini frá soninum,Heina, um, at hann hevur fingið Heiðursgávu Landsins 2004. Heiðursgávan verður lat- in einstaklingi, felagi ella fyritøku, sum tøkk og við- urkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella havt serstakan stóran týdn- ing fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og ment- anarlív. Tað er landsstýrismann- inum í mentamálum, ið let- ur Heiðursgávu Landsins. Ein nevnd umboðandi føroysk listafólk og Menta- málaráðið gav tilmælið til landsstýrismannin um at lata Heiðursgávuna í ár til Ólav Hátun fyri sitt lívstrev í føroyskum kórsangi og kórvirksemi at fram. Í grundgevingunum verður róð fram undir stóra arbeiðið, ið Ólavur hevur gjørt fyri føroyskan kór- sang. Hann verður lýstur sum ein sannur slóðbrótari og íbirtari, sum áhaldandi hevur lagt lunnar undir føroysku sangmentanina. Nevndin sigur eisini, at hansara umfatandi kórvirk- semi seinastu mongu árini hevur givið føroyskum kór- sangarum fjøltáttaðar og mennandi uppgávur, og samstundis bjóðað áhoyrar- um í Føroyum varandi mentanarligar upplivingar á høgum stigi. Í Noregi Tá vit fingu orðið á Ólav fyrrapartin týsdagin, gjørdu hann og konan seg til reiðar at fara úr Noregi til Dan- markar í summarhús. Yngsti sonurin hjá Ólavi og Ásu, Hjalmar, hevur júst lokið P.H.D-prógv í oce- anologi á lærda háskúlan- um í Bergen, og foreldrini vóru við til verjuna av uppgávuni í farnu viku. Gávan verður nýtt til eitt klaver Mynd: Ólavur Hátún sigur, at Heiðursgáva Landsins verður brúkt til eitt nýtt klaver Mynd: Savnsmynd C M Y K 7 6 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3784 Navn: Sp/f Bedingin Adressa: 800 Tvøroyri Kommuna: Tvøroyrar Kommuna Stovningardato: 12.05.2004 Viðtøkudato: 12.05.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Sp/f Bærendsen Teknik, 800 Tvøroyri (Sp/f 2503) og Knútur Nygaard, 826 Trongisvágur. Nevnd: Bergur Bærendsen, 827 Øravíkarlíð (formaður) og Knútur Nygaard, 826 Trongisvágur. Stjórn: Knútur Nygaard, 826 Trongisvágur. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum og nevndarformanninum í felag ella av allari nevndini í felag. Grannskoðari: Sp/f ADS- grannskoðan, 826 Trongisvágur. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 12.05.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka smiðju- og bedingsvirksemi og annað yrki í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 27. mei 2004 Kristin Balle ________________________