Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 7 Hósdagur 3. juni 08.00-17.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni. 12.00- Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði. Bílegging á tlf 451275/451093 16.00-22.00 Kafé KÍ er opin 17.30- Snarkapping í talvi fyri Børn og Ung í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin. 18.00- Vatnskutarar á vánni. Startur við Bátabrúgvarnar. 20.30- Snarkapping í talvi fyri vaksin í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin. 21.00-23.00 Fundur teirra ungu í Betesda. 23.00-04.00 Ungdóms „Telt" diskotek á P-plássinum við KÍ- høllina. DJ Cool alias Martin Kjærbo skipar fyri. Fríggjadagur 4. juli 08.00-17.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni. 12.00- Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði. Bílegging á tlf 451275/451093 12.00- Hotel Norð letur upp. 16.00-22.00 Kafé KÍ er opin 16.30- Fótbóltur: Pinkukapping ( 10 dystir ) 17.00-04.00 Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús. 18.00-23.00 Barok hevur opið hús. 18.00-04.00 Fortuna hevur opið hús. 18.00- Fótbóltur: Gentur 10-12 kapping ( 6 dystir ) 18.00- Vatnskutarar á vánni. Startur við Bátabrúgvar. 18.30- Stórt barnatiltak í KÍ-høllini við Glott og Gleimi, har Hans Michael og Finn syngja og spæla barna- sangir. 19.00- Talvkapping í Vágstúni ella í Skákinum á Akursmørk. Steyp verða latin. 19.00- Stór Búffa Buffet á Hotel Norð. Nógv ymisk sløg av búffum. Undir borðhaldinum verður undir- hald. Bussamband er kl. 18.30 úr Klaksvík og um- leið 23.30 av Viðareiði. 19.00-21.00 KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO.Byrja verður uttanfyri KFUM & K. 19.30- Stevnan verður sett í Vágstúni av Jórun Høgne- sen forkvinna í mentunarnevndini. Klaksvíkar Hornorkestur spælir. 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið. Klaksvíkar Sjónleikarafelag skipar fyri. 20.00-22.00 Ungdómsguðstænasta í Christianskirkjuni. Kaffi- hugni í kjallaranum aftaná 20.00-23.00 Hoppiborgir, Karusel og Fiskidammur við fót- bóltsvøllin. NFÍ skipar fyri. 20.00-23.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin 20.00-23.00 KFUM skótarnir hava skjótibreyt og klatrivegg við fótbóltsvøllin. 21.00- Opið hús í Betesda. 21.00- "Landaplágur á Palli 2" ( Stór-Konsert í KÍ-høllini við landaplágum og øðrum góðum við Terji Ras- mussen, Rani Nolsøe, Niklas Hera og Shaky, Annfinn & Co. Og onnur ). 22.00- Kafé í KFUM & K 23.00-04.00 Dansur í Klaksvíkar Klubba. 24.00-04.00 Countrydansur við sera vælumtókta "Vest & Blus" úr Esbjerg, við okkara egna Hallur Joensen á odda. Eisini upptraðka Cowboy Squaredansarar. 24.00-04.00 Ungdóms „Telt" diskotek á P-plássinum við KÍ- høllina. DJ Cool alias Martin Kjærbo skipar fyri. 24.00-04.00 Diskuteque í Barok. Allan Poulsen skipa fyri. Norðoyastevnuaftan 5. juni 10.00-20.00 Listaframsýning í Leikalund við Yastrid Gul- brandson og Edward Fuglø 10.00-12.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni. 10.00-15.00 Royndarkaving á Borðoyavík við Faroe Dive. Tilmelding á tlf. 218929. 11.00- Vatnskutarar á vánni. Startur við Bátabrúgvarnar. 11.00-23.00 Barok hevur opið. 11.00-04.00 Fortuna og Grill & Pizzaria hava opið. 12.00-22.00 Kafé KÍ er opin 12.00- Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði. Bílegging á tlf 451275/451093 12.30- Fótbóltur: KÍa-GÍa Smágentur, 1/2vøll. 12.30- Fótbóltur: KÍb-GÍb Smágentur, 1/2 vøll. 12.00-13.30 Føroya Bjór renningin byrjar. Runnið verður Skúlav.-Biskupstøðg.-Gerðagøta. Treysti skipar fyri. 12.00 Renning fyri vaksin (fødd í 1986 ella fyrr). Teinur 5 km. 12.30 Renning fyri dreingir og gentur 7 ár (fødd í 1997 ella seinni).Teinur 675 m. 12.40 Renning fyri dreingir og gentur 10 ár (fødd í 1994-1996).Teinur 675 m. 12.50 Renning fyri dreingir og gentur 13 ár (fødd í 1991-1993).Teinur 1350 m. 13.00 Renning fyri dreingir og gentur 17 ár (fødd í 1987-1990).Teinur 1350 m. 13.10 Firmastafett (3 luttakarar, 1 umfar í part. 675 m x 3). 13.20 Heiðursmerkjahandanin. 13.30- Fótbóltur: KÍb-TB Piltar. 13.30 Súkklukapping fyri vaksin: Skúlav.-Gerðag.- Biskupstøðg. Byrjar/endar við Telefonstøðina. 14.30 Súkklukapping fyri børn: Skúlav.-Gerðag.- Biskupstøðg. Byrjar/endar við Telefonstøðina. 14.00-14.45 Færøernes Kommando hevur bjargingarroynd á vánni. 14.30-23.00 Motorsúkklur fyri børn niðanfyri Býráðshúsið.NFÍ skipar fyri. 14.30-23.30 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin 14.30-23.00 KFUM skótarnir hava skjótibreyt og klatrivegg við fótbóltsvøllin. 14.30-23.00 Hoppiborgir, Karusel og Fiskidammur við fót- bóltsvøllin. NFÍ skipar fyri. 15.00 Kappróður: Beint eftir róðurin verða steypini handað í Klaksvíksgarðinum av Jákup Mikkelsen, løgtingsmanni. 15.30- Fótbóltur: KÍ-VB Gentur. 16.00-20.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni. 16.30- Fótbóltur: KÍa-EB/Streymur 4. deild. 17.00-22.00 Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósanna. 18.00-19.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 18.00-21.00 Skúlaskipið "Dragin" hevur "opið skip" við Varpa- brúnna (sunnan fyri ferguleguna). 18.00-23.30 Klaksvíkar Klubbi hevur opið hús 18.30- Fótbóltur: KÍ-VB 2. deild. 19.00 Talvkapping ímillum Klaksvíkar Talvfelag og Tórshavnar Talvfelag í Skákinum á Akursmørk. 19.00-22.00 Eydnuhjól og Kafé í Skálanum. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri. 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 21.00 Ungdómsmøti í KFUM & K við Øssur Kjølbro. Gospelkórið Gleði syngur. 21.00 Samkoman í Betesda hevur útifund í Vágstúni. 22.00 Soli Deo Gloria hevur lovsongsløtu í Vágstúni 23.30 Klaksvíkar Hornorkestur spælir í Vágstúni. 24.00 Midnáttarsamkoma. Kyndlagonga kemur í Vágs- tún, har Torbjørn Jacobsen, tingmaður flytur fram røðu. Aftaná verður fýrverkarí á Vágsbø og felagssangur. 24.00-04.00 Ungdóms „Telt" diskotek á P-plássinum við KÍ- høllina. DJ Cool alias Martin Kjærbo skipar fyri. 24.00-04.00 Discoteque í Barok. Martin Kjærbo skipa fyri. 24.00-04.00 Countrydansur við sera vælumtókta "Vest & Blus" úr Esbjerg, við okkara egna Hallur Joensen á odda. Eisini upptraðka Cowboy Squaredansarar. 00.30- Føroyskur Dansur í Skálanum. Klaksvíkar Dansi- felag skipar fyri. 01.00-04.00 Dansur í Klaksvíkar Klubba. 01.00- Opið hús,tónleikacafé við livandi tónleiki í KFUM & K. Norðoyastevnudag 6. juni 10.00 Betesdakórið syngur í Vágstúni. 11.00 Gudstænasta í Christianskirkjuni. 12.00-18.00 Barok hevur opið. 12.00-04.00 Fortuna og Grill & Pizzaria hava opið. 12.00- Matstovan hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði. Bílegging á tlf 451275/451093 12.30 Sunnudagsskúli í Betesda. 12.30- Fótbóltur: KÍ-FSVágar Kvinnur. 12.30-22.00 Kafé KÍ er opin 14.00 Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri,skótum, hestum og ítróttarfólki á odda, fer úr Klaksvíks- garðinum heim í Vágstún, har Gestur Hovgaard formaður í K.Í. flytir fram røðu. Klaksvíkar Horn- orkestur spælir. 14.00-22.00 Motorsúkklur fyri børn niðanfyri Býráðshúsið.NFÍ skipar fyri. 15.00-16.00 Fólkalívsmyndir við Fótbóltsvøllin. Norðoya Fornminnafelag skipar fyri. 15.00- Vatnskutarar á vánni. Startur við Bátabrúgvarnar. 15.00-24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltsvøllin 15.00-24.00 KFUM skótarnir hava skjótibreyt og klatrivegg við fótbóltsvøllin. 15.00-24.00 Hoppiborgir, Karusel og Fiskidammur við fótbóltsvøllin. NFÍ skipar fyri. 15.00-16.00 Barnasang Kafé í KFUM & K. 15.00-22.00 Norðoya Listafelag hevur framsýning í skúlanum við Ósanna. 15.00-20.00 Listaframsýning í Leikalund við Yastrid Gul- brandson og Edward Fuglø 16.00-18.00 Fótbóltur: 1. deild menn, KÍ-Skála, landskapp- ing/steypadystur. 16.00-22.00 Eydnuhjól og Kafé í Skálanum. Bygdafelagið Sigursglæman skipar fyri. 16.00-21.00 Skúlaskipið "Dragin" hevur "opið skip" við Varpa- brúnna (sunnanfyri ferguleguna). 16.00-20.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni. 17.00- Mat & Køkutombola í norðaru fimleikarhøllini. Stuðulsfelagið "Dragin" skipar fyri. 17.00 Møti í Soli Deo Gloria. 18.00 Møti í Emmaus. 18.00-19.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 18.00 Møti í KFUM & K. 19.00 Sangmøti í Betesda. 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. 21.00 Samkoman í Betesda hevur útifund í Vágstúni. 21.00 Ungdómsmøti í Emmaus. 23.00-04.00 Ungdóms „Telt" diskotek á P-plássinum við KÍ- høllina. DJ Cool alias Martin Kjærbo skipar fyri. 24.00-04.00 Discoteque í Klaksvíkar Klubba. 24.00-04.00 Discoteque í Barok. Bogi Joensen skipar fyri. Mánadagurin 7. juni 08.00-17.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni. 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. Týsdagur 8. juni 08.00-17.00 Verkstaðurin á Brekku hevur søluframsýning í Kunningarstovuni. 19.30- Konsert í Ósaskúlanum við 17. sangarum, Moniku Stauss Joensen og Helgu H. Gerðalíð. Eisini verða myndir vístar frá ferðini til Sveits 20.00-21.00 Norðoyastevnuteitið í Atlantis. Við Tivoli verður ein lítil pallur gjørdur,har ymiskt undirhald verður.Skráin verður í bløðunum í komandi viku Norðoyastevnuskrá 2004 Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum vælkomnum á Norðoyastevnu. NORÐOYA FRÍTÍÐAR- OG ÍTRÓTTARRÁÐ List og mentan á Norðoyastevnu Aftur í ár hevur Norð- oyastevnan hópin at bjóða teimum mentan- aráhugaðu við bæði framsýningum og liv- andi mentanartiltøkum. Norðoyastevnuaftan kl. 17.00 letur stóra og fjølbroytta listafram- sýningin hjá Norðoya Listafelag upp í Ósa- skúlanum, har bæði kend og minni kend listafólk sýna fram. Norðoyastevnuaftan kl. 10.00 letur eisini listaframsýning upp í hugnaligu hølunum í Leikalund úti í Klaks- vík. Edward Fuglø sýn- ir fram málningar, og eisini verður høvi at síggja vatnlitsmyndir hjá Yastrid Gulbrands- son. Í hølunum beint við síðuna av fer Norðoya Fornminnasavn aftur í ár at sýna fram forvitn- islig forminni. Fram- sýningin er opin frá kl. 17.00-21.00 norðoya- stevnuaftan og norð- oyastevnudag. Sum nakað serliga forkunnugt hevur Norðoya Fornminna- felag eisini áhugaverdu Fólkalívsmyndirnar á skránni í ár. Tey, ið kundu hugsað sær at sæð, hvussu vit føroy- ingar vóru ílatnir, livdu og arbeiddu í gomlum døgum, hava nú møguleikan, um tey leita sær niðan á fót- bóltsvøllin norðoy- stevnudag millum 15.00 og 16.00. Aftaná Fólkalívs- myndirnar kunnu fólk spáka sær ein túr nið- an í svimjihøllina, har RC-felagið hevur fram- sýning av modelskip- um. Har verður eisini filmsýning og børnini fáa møguleika at sigla. Framsýningin hjá RC felagnum letur upp kl. 16.00. Og eins og í fjør hev- ur skúlaskipið Dragin "opið skip" við Varpa- brúnna, har høvi er at støkka umborð norð- oyastevnuaftan millum 18.00 og 21.00. - ave – Setanarrøðurnar og slipsaknútarnir eru skift út við hamaran og arbeiðsklæðini. Fyrr- verandi landsstýris- menninir úr Norðoyggj- um, Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen og Eyðun Elttør, hava sein- astu mánaðirnar vant seg við nýggju tilveruna eftir seks ár í lands- stýrinum. Og tað er ikki frítt, at konurnar fegn- ast um, at menninir eru meira heima EXIT-LANDSSTÝRIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Ágangandi fjølmiðlar. Set- anarrøður og aðrar almenn- ar uppgávur. Evstu ábyrgd av eini stórari umsiting, og dagliga trýstið at vera í andglettinum Uppgávurnar hjá einum landsstýrismanni nýtast norðoyingarnir Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen og Eyðun Elttør ikki at hugsa stórvegis um longur. Eftir seks ár í heitum lands- stýrissessum, eydnaðist hvørgum teirra at halda fram í landsstýrinum eftir løgtingsvalið 20. januar. Teir tríggir hava síðan løgtingsvalið verið noyddir at venja seg við tilveruna uttanfyri almenna leikpallin, og tað er ymiskt, hvat teir nýta fríløturnar til. Allir eru hjartaliga samdir, tá teir verða spurdir, um hýrurin við hús er batnaður, síðan teir góvust í lands- stýrinum. – Konan gleddist sjálv- andi við mær í arbeiðinum sum landsstýrismaður, men hon er sjálvandi fegin um, at eg nú eri meira við hús. Tað er ikki bert ein broyting fyri meg, at eg ikki longur eri landsstýrismaður, men dagligdagurin hjá henni er eisini broyttur, greiða Eyðun Elttør og Karsten Hansen frá. Anfinn Kallsberg greiðir frá, at sama skilið er á Við- arreiði. Konan hjá fyrrver- andi løgmanni fegnast um nýggju tilveruna, og at maðurin er komin av al- menna leikpallinum, har hann mangan var í and- glettinum sum løgmaður. Smíðja og gera garð Anfinn Kallsberg og Karst- en Hansen eru framvegis virknir tinglimir, meðan tað ikki eydnaðist Eyðuni Elttør at vinna sær ein tingsess eftir valið í januar. Tinglimirnir greiða frá, at nakað av tíð fer sjálvsagt til tingarbeiðið, men tað skert kortini ikki burtur, at fríløtur- nar til onnur ítriv røkka bet- ur, enn tá teir vóru lands- stýrismenn. Og nakað av tíð fer tí við tingarbeiði. – Endiliga havi eg møgu- leikan at fáast við ítriv, ið tíðin ikki rakk til, tá eg var løgmaður. Eg eri ikki noyddur at gera ætlanir eftir einum kallendara, og hetta kennist ómetaliga væl. Meginparturin av tíðini verður nýtt í náttúruni, greiðir Anfinn Kallsberg frá. Karsten Hansen hevur havt úr at gera við smíðja í Mikladali, og eisini hevur hann nakað av seyði at hyggja til. Hann sigur seg altíð hava dámt kropsligt arbeiði, og hann tímir ikki at ganga fyri einki. Eftir ætlan skal Eyðun Elttør byrja í sínum borgar- liga starvið á Arbeiðseftir- litinum 1. september í ár. – Eg havi verið í gongd við at rigga ein garð til uttan fyri húsini, og tað er nógv tíð farin við. Eg havi eisini gjørt eina trappu, so eg havi ikki gingið fyri einki, síðan eg fór landsstýrinum, fortelur Eyðun Elttør. Ymiskir á máli Spurdir, um teir sakna resið av at vera landsstýrismað- ur, eru teir tríggir norðoy- ingarnir eitt sindur ójavnir á máli. Anfinn Kallsberg hev- ur drúgvastu royndirnar í føroyskum politikki av teimum trimum, og honum dámar væl nýggju tilveruna. – Nei, eg kann ikki siga, at eg sakni resið. Seinastu 8 árini havi eg verið noydd- ur at skipað meg eftir ein- um kalendara, og nú kann eg longu fara í summarfrí. Hetta kennist rættiliga av- streingjandi, fortelur Anfinn Kallsberg. Eyðun Elttør og Karsten Hansen siga seg báðir sakna landsstýrisarbeiðið. Báðum dámdi ómetaliga væl avbjóðingina at vera landsstýrismaður, og hóast tað er gleðiligt, at tíðin í dag røkkur til annað enn poli- tikk, var tað við einum farra av sorgblídni, at teir máttu veittra landsstýrissessinum farvæl. Teir fegnast allir um nýggju tilveruna eftir seks strævin, men spennandi ár í Føroya Landsstýri. Heimastýrini fegnast Eftir seks strævin ár í landsstýrinum, mugu Karsten Hansen, Anfinn Kallsberg og Eyðun Elttør nú venja seg við eina róligari tilveru Mynd: Savnsmyndir Politiskir røðarar Ikki kann annað sigast enn, at politikkararnir fara at seta tsín dám á norðoya- stevnuna í ár. Bert norðoya- stevnudag verður tað ikki ein politikkari, sum fer at standa á palli og røða. Tað verður Jórun Høgne- sen, forkvinna í mentunar- nevndini í Klaksvíkar býráð, sum fer at seta norðoya- stevnuna 2004 úti í Klaks- víksgarðinum fríggjakvøldið klokkan 19.30. Har fer Klaksvíkar hornorkestur eisini at spæla nøkur løg. Eftir kappróðurin norð- oyastevnuaftan fer Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður at handa steyp og heiðurs- merki. Midnáttarrøðuna í ár fer Torbjørn Jacobsen, ting- maður at halda, og sum vanligt spælir hornorkestrið í ein hálvan tíma undan røð- uni. Eftir midnáttarsam- komuna verður stórt fýr- verkarí á Vágsbø og fe- lagssangur í Vágstúni. Norðoyastevnudag fer skrúðgonga við hornor- kestri, skótum, hestum og ítróttarfólki úr Klaksvíks- garðinum heim í Vágstún, har Gestur Hovgaard, for- maður í KÍ, fer at flyta fram røðu. C M Y K 7 6