Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 102 -2. juni 2004 Nr. 102 -2. juni 2004 9 – Atlantsmótið er eitt øki við góðum møgu- leikum at finna olju og gass og eitt av teimum seinastu veruligu frontierøkj- unum í Norður- europa. Her eiga at liggja møguleikar fyri at finna olju sum kann vara næstu 50 árini sigur leitistjórin í oljufelagnum Dong, Søren Gath Hansen OLJULEITING Jan Müller Í leiðsluni í danska oljufel- agnum DONG eru tey ikki í iva um, at tey hava valt rætt, nú felagið er við í fleiri loyvum og brunnum á Atlantsmótinum, her ser- stakliga millum Føroyar og Hetland. Felagið hevur gjørt sær greitt, at tað vil brúka nógvar av sínum íløgumilliónum aftrat í hesum økinum, væl vitandi at talan er um eitt váðiligt .øki men samtíðis eitt nýtt og lítið kent øki, sum kann goyma stórar olju- og gassgoymslur. Ta greiðu fatanina fáa vit tá vit hitta tveir av odd- monnunum hjá Dong, Søren Gath Hansen, leiti- stjóra og Jan Terje Edvard- sen, sum stendur á odda fyri jarðfrøðiligu kanning- unum hjá felagnum í eitt nú Føroyaøkinum. Jan Terje, sum hevur starvast hjá Dong í umleið 15 ár, hevur seinastu 10 árini tik- ist við at tulka seismikk av føroyaøkinum, og fer hann mikukvøldið at halda fyri- lestur á Oljutinginum, sum hevur aðalfund. Tá fer hann at greiða frá virkseminum hjá felagnum um okkara leiðir og hví felagið heldur stórar møguleikar liggja fjaldar í undirgrundini. Vit venda okkum til stjóra hansara, Søren Gath Hansen, sum umframt Atl- antsmótið eisini stendur fyri leiting á nógvum øðr- um leiðum, har Dong er virkið. Vit spurdu hann, hvussu tað ber til, at eitt felag sum Dong leggur seg eftir einum øki sum hesum, har fá fund eru gjørd, með- an tað nógva aðrastaðni í heiminum er bæði bíligari og lættari at fáa fatur í olju? – Vit halda, at økið mill- um Føroyar og Hetland er áhugavert, og vit hava valt tað út at vera eitt av okkara framtíðar leitiøkjum. Tað er partur av norðurøkjunum, sum vit hava valt út og sum vit hava brúkt nógva orku uppá at skilja og vit hava fingið nógva vitan um jarð- frøðina. Vit halda so eisini, at tað er eitt trygt øki polit- iskt, og tað er ein fyrimunur í mun til mong onnur øki. – Men tað eru stór feløg, sum hava tikið seg úr og framvegis taka seg úr økin- um. Tit eru smáir og kann tað tykjast eitt sindur ólog- iskt, at tit leggja so stóra orku at vera verandi? – Tað er so, at fleiri stór oljufeløg leggja seg eftir økjum, har tað eru møgu- leikar at gera heilt stór fund. Tey mugu økja um sínar goymslur. Síðani koma feløg sum okkara, ið ikki júst hava tørv á at gera so stór fund. Og økið mill- um Hetland og Føroyar hóskar væl til okkara pengapung og tann váða vit kunnu klára. Nær væntar Søren Gath Hansen, at Føroyar eru eitt oljuframleiðandi land? – Tað er sjálvandi ringt at svara, men innan fyri næstu 10 árini vil eg skjóta upp. – Nú eru tit so við í trim- um brunnum við markið. Hvussu stórur er møguleik- in fyri at gera fund? – Vit halda, at møguleik- in er stórur, sjálvt um stórur váði eisini er. Men verður eitt fund gjørt hinumegin markið í ár, so kann tað eis- ini fáa týdning fyri Føroya- økið. Dong er við við einum rímuliga stórum parti í teimum trimum brunnum við upp til 20%. Felagið vil á henda hátt spjaða sín váða yvir eitt breiðari øki heldur enn at seta alt uppá spæl í einum avmarkaðum øki. Serliga tá økið er so nýtt og óroynt, halda vit, at tað er týdningarmikið at vera við so nógva staðni sum til ber. Sum skilst arbeiðir Dong í løtuni við at farma inn ella keypa seg inn í uppaftur fleiri loyvi á Atlantsmótin- um. Hóast Dong hevur bund- ið seg til fleiri nýggj leiti- øki á Atlatnsmótinum, so útilokar Søren Gath Han- sen ikki, at teir ikki eisini fara at vera við í aðru út- bjóðing við Føroyar. Nær síggja vit Dong sum fyristøðufelag á Atlants- mótinum? – Tað ganga nokk nøkur ár. Vit eru sera væl nøgdir við støðuna sum hon er í løtuni, har vit eru við í fleiri loyvum við einum avmark- aðum parti. Skulu vit til at standa fyri eini boring, so má okkara partur í einum loyvi vera nógv størri, og tað er ikki partur av okkara strategi í løtuni. Men hvat framtíðin hevur at bjóða uppá er so nakað annað. Dong er í dag saman við Amerada Hess, BG og Atlants Kolvetni. Felagið hevur sum er ongar ætlanir at lata upp egna skrivstovu, men so skjótt talan blívur um at byggja eitt oljufelt út og tá Dong sjálvt verður fyristøðufelag, kann tað koma uppá tal. Nógvar føroyingar í arbeiði Dong hevur annars havt nógvar føroyingar í arbeiði gjøgnum árini. Tá ein skip- an við at venja upp fólk til oljuvinnuna var í gongd í 90-unum tók Dong fleiri føroyingar inn at arbeiða har. – Vit hava sera góð við- urskifti við føroyingar, bæði arbeiðsliga og menn- iskjansliga og her arbeiða framvegis fleiri føroyingar. Dong hevur annars brúkt einar 200 mill. kr. til sítt virksemi tvs. kanningar og loyvi á Atlantsmótinum seinastu 10 árini. Felagið hevur nøkur fólk sum burturav taka sær av kanningum á Føroyaøkin- um og vísir tað seg, at menningin av seismisku tøknini kann koma leiting- ini við Føroyar til góða. Dong hevur eisini leitiloyvi í norskum øki og hevur eis- ini eitt dótturfelag, sum ar- beiðir í Grønlandi. Felagið er so eisini við í norsku 18. rundu og tí 22. rundu í bretskum øki. Søren Gath Hansen sigur, at áhugin fyri hesum rund- um kann eisini hava týdn- ing fyri komandi føroysku 2. runduni, her serliga tí bretsku. Stórt leitivirksemi við markið kann koma at smitta av yvir á føroyska økið. Dong arbeiðir saman við nógvum ymsum feløgum á Atlantsmótinum og fer at halda fram við tí. – Vit hava sum so ikki nakrar serliga favorittar, men royna at fáa sum mest burtur úr teimum ymsu samstørvunum. Tað hevur annars víst seg, at Dong hevur knýtt tætt sam- starv við feløg sum Statoil og ChevronTexaco, ið tykj- ast at vera millum tey stóru oljufeløgini, ið ætla sær at fáa fótin fastan á Atlants- mótinum. Nógv verður annars gjørt burtur úr í Danmark í sam- bandi við ynski um at privatisera Dong. Stjórnin hevur gjørt av leggja upp- skot fyri fólkatingið at privatisera Dong. Ein frá- greiðing kemur í næstum. OLJULEITING Jan Müller Nógv bendir á, at danska oljufelagið DONG hevur valt at gerast ein av teimum týðandi luttakar- unum í oljuleitingini á Atlantsmótinum kom- andi árini eisini. Hyggja vit at teimum nýggjastu oljukortunum yvir økið, er greitt, at DONG longu hevur latið akkerið falla á djúpu oljumiðjunum á Atlantsmótinum. Felag- ið, sum er við í leitiloyv- inum, ið Amerda Hess, BG og Atlantic Petrole- um fingu tillutað í ár 2000, verður við í ikki færri enn trimum boring- in skamt frá føroyska markinum í summar. Fyrsti brunnnurin verður boraður í løtuni. Og hetta hava ferðafólk- ini og manningin á Nor- rønu verið vitni til sein- astu dagarnar. Risastóra oljuboriskipið West Navigator liggur á sigl- ingarleiðini hjá Norrønu og borar. Talan er um Cambo/Lindisf ar ne prospektið stutt frá før- oyska markinum. Sett varð á at bora í farnu viku. Ein brunnur varð boraður í hesum økinum fyri ikki so langari tíð síðani, at tað hevur ljóð- að, at talan er um eitt oljufund. Nú skal enn ein boring til at avgera tað. Søren Gath Hansen, leitistjóri hjá DONG sig- ur, at stórur spenningur er um henda brunnin og ger samtíðis greitt, at her er talan um brunn, har eingir upplýsingar fara út til almenningin. Hinir brunnarnir, sum DONG verður við til at bora í summar, eru ein longur norðari, í Rose- bank prospektinum og so ein longur syðri, nevndur Bedlington. Annars arbeiðir Dong við at keypa seg inn í enn fleiri loyvi á Atlantsmót- inum. Nærri upplýsingar um hetta verða helst tøkir í næstum. Sum Sosialur- in skilur, so er talan um áhugaverd loyvi. Tveir av oddamonnunum í danska oljufelagnum DONG, Søren Gath Hansen og Jan Terje Edvardsen her stæddir í Keypmanna- havn. Søren Gath Hansen: – Vi er i gang med at forankre os ved Færøerne og Shetland Mynd Jan Müller Danska oljufelagið DONG ikki í iva: Oljuframleiðsla við Føroyar næstu 50 árini DONG ger innrás á Atlantsmótinum Judith í Brekkunum starvast á stovninum Lítluskóg í Eysturbý- num. Hon hevur ver- ið við børnunum til nærum øll tiltøkini, ið hennara stovnur hevur verið við til, og hon letur ótrúliga væl at BARNAGARÐS- VIRKSEMI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Børnunum hevur dámt hetta nakað so væl. Tað hevur veruliga verið saknur í einum tiltakið sum hesum. Barnafagnaðurin var tá í hálvfemsunum einaferð, men síðani hann hevur einki verið. Tað er spell at tað skal ganga so long tíð ímillum hvørt tiltak av hes- um slagnum, heldur Judith. Hon sigur, at børnini veruliga hava verið virkin hesar dagarnar. M.a. hava tey gjørt tveir sangir saman við Kára Sverrisyni, Shar- on Weiss og Christian Blak. Tey hava bæði yrkt og gjørt løg, og børnini hava veru- liga kent, at tey hava fingið nakað av skafti og at tað hevur verið teirra egna ar- beiði. Eisini hava tey spælt sjónleik, dansað føroyskan dans, málað o.m.a. – Man kann kanska siga, at tað er synd, at tað so ofta eru tey størru børnini sum sleppa við, og at hini smærru altíð eru við skerd- an lut, men á okkara stovu eru bara 6-7 ára gomul børn, so tað bilar ikki hjá okkum, greiðir hon frá. – Onkur hevur eisini fílst á, at tiltakið er nú, hesa árs- tíðina, men tað haldi eg ikki vera nakran trupulleika. Eg eri bara takksom fyri, at okkurt verður gjørt fyri børnini, sigur Judith. Góður íblástur Judith í Brekkunum heldur, at hetta tiltakið hevur givið nógvan, góðan íblástur til at arbeiða víðari við børnun- um, tá tey koma aftur í ger- andisdagin á stovninum. – At vera úti á tílíkum verkstøðum og síggja pro- fessionell fólk arbeiða við børnunum, er sera gevandi fyri starvsfólki á stovnun- um eisini. Tey hava dugað heilt ómetaliga væl at fang- að børnini og at fingið tey við. Tey eiga heilt sikkurt ein stóran part av æruni fyri, at hetta er eydnast so væl. Vit hava arbeitt uppá tvørs av so nógvum ym- iskum greinum, við einum høvuðstema – várinum, og tað hevur verið sera menn- andi fyri okkum vaksnu eisini, sigur Judith. Hon sigur, at børnini hava dugað væl at arbeitt konsentrerað og at fordjúp- að seg í tað, sum tey hava arbeitt við. Tey hava verið málrættað og áhugað. – Nú verður so enda- bresturin fríggjadagin, og børnini eru ræðuliga spent at sleppa at vísa arbeiðið fram. Tey ganga veruliga høgt uppí tað. Teimum dámar væl at nýta tíð uppá at arbeiða fram ímóti onkr- um, og so enda tað við ein- um braki. Teimum dámar væl at upptraðka og vera í fokus, og hesuferð hava tey arbeitt hart fyri at náa tað, sigur hon. Hon sigur at tey børn, sum av einhvørjari orsøk ikki fáa verið við til skúðgonguna og framførsl- unar fríggjadagin veruliga eru ólukkulig. Nú hava tey arbeitt so hart, so leingi.. Judith sigur at enda, at hon vónar, at tað ikki gong- ur so long tíð inntil næsta tílíka tiltak verður aftur. – Eg vænti ikki at nakar hevur orku til at skipa fyri tílíkum tiltøkum árliga, tí tað er nógv arbeiði av tí, men um tað kundi verið verið annað- ella triðja- hvørt ár, so hevði tað verið fantastiskt. Hetta er so ómetaliga mennandi og gevandi fyri allar luttakar- arnar, sigur Judith at enda. Í hesum døgum eru børnini, saman við verkstaðsleiðarum og pedagogum, farin undir at fyrireika endabrestin av verk- ætlanini, sum hevur verið á skránni síðani 26. apríl. Børnini hava hetta tíðarskeið- ið verið úti í hagan- um og á 5 ymiskum verkstøðum og ar- beitt við myndlist, tónlist, sangi og tónleiki, føroyskum dansi og drama. BARNAGARÐS- VIRKSEMI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ein av fyrireikarunum, Sigrun Davidsen, heldur, at børnini hava fingið nógv burturúr hesum døgunum. – Vit eru sera væl nøgd við tiltakið og vit hava nátt tí, sum vit ætlaðu okkum. Børnunum hevur dámt sera væl, tí hetta hevur veruliga brotið frá gerandisdegnum hjá teimum. Tað hevur verið sera spennandi at sloppið út úr vanliga um- hvørvinum, sigur Sigrun. Hon sigur, at hugskotið er gamalt, men at ætlanin upprunaliga var at gera eitt mentanarhús til børn. – Tað er Helena Fríð- heim, sum stendur fyri til- takinum. Tá hon las til pedagog, fór hon í starvs- venjing uttanlands. Hon var í einum dukkuteatrið, har 80 fólk arbeiddu fulla tíð við smábørnum. Síðani tað, hevur dreymurin um eitt føroyskt mentanarhús til børn verið stórur, greiðir Sigrun frá. Men hóast mentanarhús- ið ikki varð veruleiki, vegna vantandi fígging, gavst Helena Fríðheim ikki á hondum. Hon fór sjálv undir at skipa fyri tiltakin- um "Havnin – ein býur, har børnini trívast", við góðari hjálp frá m.ø. Sigrun Davidsen. – Eg veit ikki um tiltakið verður endurtikið á henda hátt, tí hetta er alt privat fyriskipað. Eingin stovnur hevur staðið fyri tí, og tað hevur verið rættiliga stress- andi at fáa alt at hanga saman. Tað er ein stór ábyrgd at átaka sær sum privatpersónur, so eg veit satt at siga ikki um nakar hevur mót uppá hetta einaferð afturat. Men nú hava øll so sæð hvussu gott hetta hevur verið fyri børnini og at tað ber til, so kanska… sigur Sigrun Davidsen at enda. Yvir 300 børn, hava luttikið í verkætlanini og 16 professionell listafólk hava lagt lag á. Endabresturin á tiltakin- um verður fríggjadagin kl 12.30, tá øll børnini fara at savnast í Grasagarði at syngja. Síðani ganga tey skrúðgongu, og enda niðri á Vaglinum, har borgarstjórin flytur fram røðu. Tiltakið endar við, at øll sláa ring og kvøða "Burtur á Heiði". Frá 2. juni til 20. juni, verður høvi at síggja hvat børnini hava fingið burtu- rúr verkætlanini. Lista- framsýning, við leirlist og málningalist hjá børnunum, verður nevniliga í Menta- málaráðnum. Tiltakið »Havnin – ein býur, har børnini trívast« endar fríggjadagin Hetta var heilt fantastiskt!! Judith í Brekkunum, ið starvast á Lítluskóg, heldur tað vera spell, at so long tíð skal ganga ímillum tiltøk av hesum slagnum. – Hetta hevur verið fantastiskt, og bæði stór og smá hava fingið nógv burturúr, sigur hon Mynd: Jens Kristian Vang Einki fjas og vas var at hoyra úr rúminum, har uml. 30 børn í aldrinum 6-7 vóru savnaði at syngja. Tey sótu pinnastill og gjørdu sum bleiv sagt. Og tey sóu út til at hugna sær óført! Mynd: Jens Kristian Vang Bønini úr Lítluskóg vóru í sjónleikahúsin- um, har tey, saman við Kára Sverrisyni sungu ymiskar sangir um várið Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8