Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 9 Landaplágur aftur á palli Fríggjakvøldið á Norð- oyastevnu verða landaplágur aftur á palli í KÍ-høllini. Fyri einum lítlum ári síðani var hendan kon- sert fyrstu ferð, og hon eydnaðist serstakliga væl, og nú verður til- takið endurtikið. Tað er Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum skip- ar fyri konsertini, og hon verður hildin eftir sama leisti sum sein- ast. Tað vil siga, at ein bólkur við góðum tón- leikarum fer at spæla, og so koma solistar á pallin at syngja sínar kendastu sangir. Hesaferð verða tað sangarar, sum hava verið við í bólkum sum Frændum, Dynamitt, Føstufressum, Moirae og øðrum. Rani Nolsøe hevur verið ein av høvuðs- monnunum í Frænd- um, og hann fer at syngja nakrar av teim- um mongu sangunum, sum bólkurin hevur verið frammi við. Niklas Heri Jákups- son og Hans Jacob Nystrøm úr Dynamitt fara eisini at tríva í onkrar av teimum mongu landaplágun- um, sum bólkurin hev- ur havt, og Anfinn Niel- sen fer at syngja sangir sum Útsalg og Cirkus Tinganes. Umframt teir lokalu solistarnar, kemur eis- ini ein serligur gestur av meginøkinum. Tað er Terji Rasmussen, sum hevur skrivað eina ørgrynnu av kendum sangum. Hann fer mill- um annað at syngja Eros og Flýggi til tón- leikin. Konsertin verður í KÍ-høllin fríggjakvøldið kl. 21.00, og vertur fyri kvøldið verður Gunnar Nolsøe. John og teir hava nógv at gera Drukkin fólk hava til vana at vilja sleppa fram at fólkun- um í politibúnanum, men John Damberg heldur, at tað er nógv friðarligari nú, enn tað plagdi at vera fyrr. – Eg minnist, at fyrstu ár- ini kundu vit ikki koyra niðan gjøgnum Bøgøtu á Norð- oyastevnu, tí fólk lupu út fyri politibilin, og øll gjørdu seg upp, men nú varnast tey okkum nóg illa, tá ið vit koyra har. Ja, vit kunnu í grundini saktans vera til gongu og fáa góðan frið. – Tað er altíð onkur droy- ur hundur, sum skal hanga um hálsin á tær, men so- leiðis er tað bara, sigur John við einum smíli. Á vakt í útlandinum John Damberg hevur tríggj- ar ferðir starvast fyri donsku løgregluna í útland- inum. Hann hevur verið í Bosnia, Kosovo og á Vest- ara Áarbakka. Hetta hava verið púra øðrvísi uppgáv- ur, enn tær heima í Føroy- um. – Okkara samfelag er gott, og tað fæst neyvan betur nakra aðrastaðni. Her fáa øll fólk tað neyðugu hjálpina skjótt og væl, með- an aðrastaðni er tað meira, at tann sterkasti yvirlivir, og har eru viðurskiftini langt frá so væl skipað, sum tey eru hjá okkum, sigur John Damberg. – Vit búgva í einum dunnuhyli, og samfelagið er lítið, men her virkar alt, sum tað skal. Hava fólk brúk fyri hjálp, einum sjúkrabili ella brandbili, so tekur tað bara nakrar fáar minuttir, áðrenn hjálpin er frammi. Soleiðis er tað ikki aðrastaðni í heiminum. Møguliga aftur til útlandið Reglarnar fyri donsk løg- reglufólk eru, at tey skulu verða heima í tvey ár, áðrenn tey aftur kunnu fáa eina uppgávu í útlandinum. – Hetta skilji eg væl, tí tú skalt eisini arbeiða og trív- ast heima, og tað geri eg. Í løtuni eri eg í karantenu, so eg kann ikki fara avstað aft- ur fyrr enn einaferð næsta ár. Eg veit ikki, hvussu tað verður, men eg hevði ikki verið kløkkur av mær sjálv- um, um eg fór av landinum aftur í eina tíð, sigur John Damberg. Men næsta árið verður hann so í øllum førum til arbeiðis á løgreglustøðini í Klaksvík, og nú stendur enn ein Norðoyastevna fyri framman. – Vit ganga sjálvandi í vaktum á Norðoyastevnu, og her er fólk á støðini alla tíðina frá fríggjakvøldinum til mánamorgunin, sigur John, sum skal vera á vakt fríggjakvøldið og sunnu- kvøldið. – Norðoyastevnan er heilt greitt øðrvísi enn gerandisdagurin hjá okkum. Tað er meira at gera, og so at siga allir trupulleikarnir standast av sprutti, sigur John Damberg Mynd: Eyðun Klakstein – Við hvørt skalt út at spæla grýla móti fólki, sum tú kennir rættiliga væl. Men soleiðis eru treytirnar, og tað er tað, sum vit fáa løn fyri, sigur John Damberg. Hann hevur verið løg- reglumaður í Klaksvík seinastu 20 árini, og hann hevur arbeitt á mest sum hvørjari Norðoyastevnu hesi árini LØGREGLA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í september mánaði í 1983 kom ein danskur løgreglu- maður til Klaksvíkar at ar- beiða. Hann hevði fingið eina royndartíð upp á tríggj- ar mánaðir, og tímdi hann ikki at vera meira, so kundi hann fara heimaftur til Keypmannahavn aftaná teir níti dagarnar. Men John Damberg treivst væl í Klaksvík, og hann fór hvørki heim eftir teir fyrstu tríggjar mánaðir- nar ella fyrstu trý árini. Nú 21 ár seinni er hann fram- vegis løgreglumaður í Klaksvík, hevur familju og býr í Haraldssundi. – Eg hevði arbeitt fimm ár í Keypmannahavn og var troyttur av tí. Tí vildi eg royna nakað nýtt og kom til Føroya at arbeiða. Eg veit ikki, fyrst skuldi eg vera tríggjar mánaðir, og síðani var eg áramálssettur í trý ár, men eg gangi her enn, sigur John Damberg. – Eg arbeiddi á radio- deildini á Nørrebro, tað vil siga, at eg stýrdi løgreglu- bilunum í Keypmannahavn. Tað var spennandi á tann hátt, at tú visti um alt sum fór fram, men tú vart ikki mitt í øllum. Munur á Klaksvík og Keypmannahavn Í Klaksvík eru málini hjá løg- regluni ikki av sama slagi, sum tey vóru á Nørrebrúgv í danska høvuðsstaðnum. Har kundi verða nógvur ófriður, meðan tað yvirhøv- ur er nógv meira friðarligt í Føroyum. – Málini eru kanska av einum øðrum slag í Klaks- vík, ferðsluóhapp og onk- untíð harðskapur, men tað er líka nógv at gera sum politistur her. Og so er ein annar munur, at hetta er eitt so nógv minni samfelag enn Keypmannahavn. – Tað merkir, at tú við hvørt skalt út at spæla grýla móti fólki, sum tú kennir rættiliga væl. Men soleiðis eru treytirnar, og tað er tað, sum vit fáa løn fyri, sigur John Damberg. Fleiri fólk á støðini fyrr Í 1984 var John Damberg fyri fyrstu ferð til arbeiðis á Norðoyastevnu, og hann hevur arbeitt mest sum hvørja Norðoyastevnu síð- ani. – Norðoyastevnan er heilt greitt øðrvísi enn gerandis- dagurin hjá okkum. Tað er meira at gera, og so at siga allir trupulleikarnir standast av sprutti. Men tað er eitt sindur broytt, tí fyrstu árini, eg arbeiddi á Norðoya- stevnu, høvdu vit nógv meira fólk inni á støðini, enn vit hava nú, heldur John seg minnast og tekur eina gamla døgnrapport fram. Hann blaðar eitt sindur og finnur skjótt Norðoya- stevnuna í 1984. Tá vóru eini 20 fólk á politistøðini, og alt komst ov nógvum rúsdrekka. Hann kagar síð- ani í døgnrapportina fyri í fjør, og tá vóru bert sjey fólk á støðini og svóvu. – Vit hava kanska líka nógv at gera nú, sum vit høvdu fyrr, men vit taka ikki líka nógv fólk við okkum á støðini. Vit royna heldur at koyra tey heim ella til vin- fólk at sova rúsin út. Onk- untíð hava vit bara verið úti og vent onkrum, sum hevur ligið og sovið í góðveðrin- um, sigur John flennandi. Fólk ringja um smáting Ein orsøk til, at færri fólk verða tikin við á løgreglu- støðina, er tað nógva pappírsarbeiðið, sum stendst av hesum. – Harafturat verður eisini kravt, at ein lækni kannar hvønn tann einasta persón- in, sum vit koyra í brumm- una. Tað kann virka ov nógv av tí góða við hvørt, og tað er næstan ikki at fáa seg til at senda boð eftir einum lækna mitt um náttina, bara tí onkur hevur drukkið ov nógv, heldur John. Hóast tað eru færri gestir á politistøðini, so er tað ikki endiliga friðarligari hjá løg- reglufólkunum fyri tað. – Nú hava øll fólk eina fartelefon, og tí verður nógv meira ringt til løgregluna nú, enn tað var áður. Fólk ringja um alskyns smáting, sum í grundini einki hava upp á seg, sigur John. Altíð onkur droyur hundur Við hvørt kann tað tykjast, sum at løgreglufólk fáa lítlan frið á eini stevnu. C M Y K 9 8