mikudagur 2. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 102 -2. juni 2004
Nr. 102 -2. juni 2004
11
Vit hava seinastu dagarnar hoyrt og lisið um ráðstevn-
una, sum Norðuratlantsbólkurin hevur skipað fyri á
fólkatingi. Eisini Sosialurin var við til at dekka stevn-
una. Nú aftaná er rætt at steðga á og opið og sakliga at
seta spurningar. Eisini til sjálvrannsakan. Eingin kann
nokta Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi at halda tær
ráðstevnur, ið bólkinum lystir. Ráðstevnur kunnu vera
bæði gagnligar og upplýsandi. Hinvegin eru nakrar
spælireglur í føroyskum politikki, sum ikki eiga at verða
brotnar, uttan mun til hvussu freistandi, tað enn er. Tað
hevur alt tað, vit vita, verið ein óskrivað meginregla, at
føroyskir fólkatingsmenn, staddir í Danmark, eru loyalir
móti einumhvørjum sitandi landsstýri. Tað hevur verið
siðvenja, at føroyskir fólkatingsmenn nýta ikki sín
fólkatingssess til tess at seta danir upp ímóti politiskum
mótstøðumonnum í Føroyum. Tað hevur higartil verið
siðvenja, at føroyskir fólkatingsmenn vinna sær ikki
politiskar fyrimunir á fólkatingi undir umstøðum, har
politiski mótstøðumaðurin- ella flokkurin ikki fær vart
seg.
Gamla orðið, sum sigur "Tað er ringur fulgur, ið drýtur
í egið reiður", hevur verið ein góð meginregla, og tað
kann staðfestast, at fólkatingslimir til hendan dag hava
livað upp til hetta gamla orðið. Tað bar altíð til at boða
frá sínum ósemjum og tað hevur altíð verið sigur, at
føroyskir fólkatingsmenn markera síni sjónarmið, eisini
tá hesi vóru í andsøgn við rikna politikkin í Føroyum.
Men hagani frá og so til, at skipa fyri ráðstevnu við tí
endamáli aktivt at má støðið undan politikkinum hjá eini
samgongu heima, soleiðis sum hetta verður lagt upp, er
ov langt lop. Blokkurin ella heildarveitingin er ein
spurningur, sum skal gerast av her heima í Føroyum á
Føroya løgtingi. Hetta er eitt hitt størsta politiska málið
hjá sitandi samgongu. Tað er tí ikki fair at fara aftur um
bakið á løgtingsmeiriluta og landsstýri at ávirka danir í
einum máli, har sitandi samgonga hevur ein heilt annan
og púra greiðan politikk. Tað er stórur meiriluti á tingi
og millum manna fyri at varðveita blokkin. Er tað so
ikki eitt sindur illoyalt av andstøðuni at arbeiði aktivt
móti hesum politiska vilja fólksins uttan fyri land-
oddarnar? Kann verða spurt. Men lat okkum bara fáa
eitt orðaskifti um blokkin, uppá gott og ilt. Ikki ikki bert
sæð frá tí einu síðuni.
Ráðstevnan hjá Norðatlantsbólkinum er ein greið
markering av, at einki samstarv av álvara verður millum
andstøðu og samgongu. Andstøðan hevur við álopinum
á blokkin niðri í Danmark av álvara lagt sjógv millum
seg og samgonguna. Hetta kunnu fólk harmast um ella
fegnast um alt eftir lyndi og politiskum liti. Eftir
stendur, at andstøðan, hóast alt hetta ivaleyst er gjørt við
hinum besta vilja í eygum hjá mongum, er komin at
standa sum ein illoyal andstøða. At verða mett sum ein
illloyal andstøða er nakað av tí versta, sum kann henda
fyri eina andstøðu. Tað er eisini sera ósunt fyri fólka-
ræðið og álitið millum flokkarnar á tingi. Vit hava brúk
fyri bæði samgongu og andstøðu, og hóast hesar stríðast
hvør fyri sínum áhugamálum, so mugu hesar royna at
liva upp til tær demokratisku, skrivaðu og óskrivaðu
reglarnar, sum galda.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ivasom framferð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Elin Lindenskov
býráðslimur
www.lindenskov.com
Minnilutin kærdi í februar
2003 meirilutan í Tórs-
havnar býráð til kommu-
nala eftirlitið. Vit kærdu
fyri teirra arbeiðshátt, sum
als ikki virdi fólkaræðið.
Meirilutin
vildi
ikki
leggja stórmál fyri býráðið
at taka støðu til. Tey vildu
avgreiða eitt nú bygging av
barnagørðum og øðrum
stórum ætlanum í nevndum
- uttan um býráðið.
Dømi, vit kærdu um,
kostar skattaborgarunum
10,5 mió. kr.
Meirilutin ætlaði at av-
greiða málið í mentamála-
nevndini, uttan at leggja
málið fyri býráðið.
Minnilutaumboðið
í
nevndini kravdi málið til
atkvøðugreiðslu á býráðs-
fundi, men tað skúgvaði
meirilutin av borðinum og
avgreiddi málið sum kunn-
ingarmál.
Innlendismálaráðið hev-
ur nú svarað okkum. Vit
hava fingið viðhald, og
harvið vunnið fólkaræðið
aftur í býráðnum.
Vit í minnilutanum løgdu
dent á, at vit ikki kunna
góðtaka, at 5 av 13 býráðs-
limum skulu taka avgerðir í
stórmálum. Hetta er minni
enn helmingurin av fólka-
valdu umboðunum.
Við at flyta málini úr bý-
ráðnum í nevndir at avgera,
vildi meirilutin krógva mál-
ini fyri borgarunum. Borg-
arin fær jú ikki innlit í
nevndararbeiðið. Tað er
bara býráðsarbeiði, sum er
alment.
Tað ber ikki til at siga
annað um ætlanina hjá
meirilutanum, enn at tey
ætlaðu at skúgva fólkaræð-
ið til viks.
Vit í minnilutanum eru
fegin um, at vit við okkara
klagu, hava fingið fult við-
hald í okkara pástandum,
og harvið hevur fólkaræðið
aftur vunnið ein sigur í
býráðnum.
Fólkaræðið vunnið í Tórshavnar býráð
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Hvat er tað fyri ljós, sum
tit hava sæð tá tað snýr
seg um føroyskan búskap
og burðardygd, sum vit
vanligu menniskju ikki
hava fingið opinberað
enn??
Eg má siga at tað er heilt
ótrúligt, at tveir so lærdir
menn, fullir av búskapar-
ligum
teorinum,
skulu
sleinga um seg við so nógv-
um reinum vrøvli, sum vit
hava lisið og hoyrt hesar
seinastu dagarnar.
Vit hava eina høvuðs-
vinnu – fiskivinnuna, sum
er grundarlagið undir okk-
ara samfelag og burtur úr
hesi berandi vinnu spretta
hjávinnur og servisvinnur
av ymsum slag á landi.
Sambært hesum báðum
frøðingum, so er fiskivinn-
an als ikki neyðugur, skil
tað hvør, ið kann, men eg
skilji tað so ikki .
Sigið okkum hvørjum vit
skulu liva av í framtíðini –
tit sýnast at hava loysnirnar.
Arðar alternativar vinnur
verða ikki bygdar upp dag
frá degi í einum landi sum
Føroyum við okkara fjar-
støðu frá meginlandinum,
men tit hava kanska okkurt
kort í ermuni hesum við-
víkjandi?
Er tað t.d. rætt at nýta
makro økonomiskar teoriir,
sum eru bygdar upp á ein
búskap sum t.d. tann ameri-
kanska, sum stórt sæð livir
av at selja til sín sjálvan við
einum
heimamarknaði
uppá 95% av øllum tey
framleiða, mótvegis okkum
sum mugu útflyta 98% av
allari okkara framleiðslu?
H.Oskarsson segði sein-
asta heyst, at vit kundu
senda allan fiskin til Kina
heldur enn at halda liv í
lortinum (gangi út frá at
hann meinti fiskivinnuna)
nøkur ár enn, og nú sigur J.
acobsen, at vit kunnu eins
væl bara halda áfram at
keypa í SMS og lata fiski-
vinnuna sigla sín egna
sjógv, tí vit liva eins væl
álikavæl??
Gud hjalpi mær, um ikki
H. Oskarsson aftur nú, tann
25.05.04 í danskari út-
varpssending, sum formað-
ur í Búskaparráðnum út-
basunerar, at blokkurin
bara er til skaða fyri okkum
føroyingar og at vit als ikki
brúka hann, men senda eina
milliard uttanlands um árið.
M. a. sigur Oskarsson at,
citat:
»De ved ikke hvad blok-
tilskuddet skal bruges til,
og derfor eksporteres det
videre til udlandet« citat
endað, - nei álvaratos Her-
man, hvat hugsar tú fyri tær
at koma við slikum upp-
áhaldi, tú skyldar øllum
føringum eina frágreiðing
og ikki minst teimum sum
umsita blokkin og umsit-
ingini.
Eisini sigur hann millum
linjurnar, at øll eru ódugilig
og haldi eg at hetta er so
langt úti, at tað eigur at fáa
fylgjur fyri mannin, sum í
hesum høpi tosar sum tann
alment valdi føroyski »vís-
maðurin« í Búskaparráð-
num.
Eg má spyrja, er tað er
eitt samt búskaparráð sum
kann taka undir við slíkum
úttalinsum frá formanni
tess.
Er veruliga hugsanin
millum limirnir í búskap-
arráðnum, at Fiskivinnan er
nærmast ein trupulleiki fyri
samfelagið
Føroyar
og
ríkisveitingin somuleiðis?
Um so er, ert tað er
ongantíð ov skjótt at avtaka
Búskaparráðið, tí tað er
samfelagsskaðiligt.
Oskarsson - sýnist mær
at verða føddur provoka-
tørur ella kanska meira og
meira sannlíkt, eitt politiskt
amboð fyri einum ávísum
politiskum máli.
Búskaparfrøðingarnir
tosa javnan og savnan um
tillagingar, at vinnan skal
tillagað seg osfr., men
loysnir tær sær man lítið til
frá tykkara síðu, men
sjalvandi - tað er ikki
tykkara uppgáva, so leingi
tit kunnu rópa upp um,
hvussu alt skal verða og
hvussu tað ikki skal verða
uttan ábyrgd, ja so er lívið
jú so sera einkult og lætt.
Tit báðir og ivaleyst arðir
alment ansettir frøðingar
høvdu havt sera gott av at
komið út í tað veruliga lívið
og víst tykkara dygdir, tað
hevði verið sunt fyri tykk-
um, og tað kundi verið
hugaligt at sæð, hvussu
samfelagið hevði blómað
og inntøkuskapanin økt ár
um ár undir tykkara krea-
tivu heilum.
Búskaparfrøðingarnir Herman
Oskarsson og Jóannis Jacobsen
Rolf Guttesen
1. June 2004
Í farnu viku hevði Sosial-
urin nakrar stórt uppsettar
greinar um fyrstu 100 dag-
arnar hjá nýggja Landsstýr-
inum. Soleiðis plaga teir
eisini at gera í Amerika.
Tveir tíðindamenn, Heini
og Páll, sum tykjast at
dáma væl at skriva saman,
høvdu funnið gamlar notat-
blokkar fram. Og meðan
annar lýsti við petroleums-
lampuni, baksaði hin við at
spíska ein blýant. Í Amer-
ika arbeiða blaðmenn eisini
ofta saman, tveir og tveir.
Úrslitið av hesi co-pro-
duction í føroyska blað-
heiminum, má ongantíð
gloymast. Tí her hendi
veruliga nakað. Her vóru
hegnspelar fluttir, so tað
sást. Tað sum eingin annar
hevði tonkt, kom her á
blað. Hetta var djúptgang-
andi og nærsøkin ’jour-
nalistikkur’
ella
blað-
mannakynstur.
Sum nakað heilt genialt,
høvdu hesir garpar, við
sveitta og stríð, funnið ta
mest róttøknu loysnina.
Best var at fara í máltráðin,
og seta monnum og kvinn-
um, sum hava vald og á-
virkan í samfelagslívinum,
ein sera einfaldan, men sera
djúpan spurning:
"Hvat halda tit um sam-
gonguna". Vitsnjallingarnir
Heini og Páll, ella vóru tað
Páll og Heini, ilt er at av-
gera hvør ið setti ljós-kast-
aran á henda ástøðisfasta
verkevnisspurning:
"Hvør skal spyrjast".
Hvat ið meinigi maðurin á
gøtuni ella í køkinum
meinar, tað hevur slett ikki
nakran áhuga. Jú har var
Ingeborg, forkvinna í Ar-
beiðarafelagnum, Jan stjóri
í Vinnuhúsinum hjá ar-
beiðgevarunum, so var tað
formaðurin í Búskapar-
ráðnum.
Men hví bert spyrja øll
hesi, sum umboða keðilig
feløg og stovnar. Nei, vit
mugu eisini spyrja nakrar,
sum hava forstand uppá
tingini. Teir, sum eru støðið
undir andríka prátmentan-
ina í landinum. Vit taka
sjálvandi Helga í Útvarp-
inum og Ingolf í Sjónvarp-
inum.
Teirra
politiska
áskoðan kann verða av-
gerandi fyri Føroyaland.
Hjálpa vit teimum framat,
so verða vit helst ikki
gloymdir eina aðru ferð.
Tað er neyðugt at hava
slíkar góðar menn við,
annars tíma fólk ikki at lesa
blaðið. (Tað er eisini nógv
lættari at spyrja ein jour-
nalist, ha?)
Men fyri at gera skapan-
arverkið fullfíggjað, funnu
blaðmanna-tvíburðarnir
uppá nakað, sum eingin
hevur havt hugflog til fyrr:
"Vit spyrja Høgna Hoy-
dal!" Hann hevur aldrin
svikið! Hann hevur eisini
verið sjónvarpsmaður, so
har eru vit aftur á tryggari
grund. Hann, sum vísti
Føroya fólki, hvussu man í
dokumentarsending kann
fáa nógv burtur úr lítlum.
Hann skal við ósvikaligum
ímyndingarevnum sínum
siga okkum tann gud-
dommiliga,
óreingiliga
sannleikan um hesar 100
dagarnar hjá Landsstýrin-
um.
Og virkuliga, eg las
Høgnasa vælvældu, krúll-
utu og beinraknu orð, sum
eg noyðist at endur geva in
extenso (fullum líki). Mað-
urin í bosinum opinberar
fyri okkum:
"Samgongan hevur eina
vinglutta bakkingarkós".
Samgongan er sum eitt
skip, sum bakkar. Hetta
líknilsi kundi verið tikið úr
Bíbliuni. Hetta er sanniliga
beinrakið. Vit, sum hildu at
tað gekk spakuliga frammá,
kanska nakrar strikur í
stýriborð ella bakborð,
hava verið púra blind. So
hetta verður eitt gott peili-
merki at hava í framtíðini.
Sum hakað heilt nýtt læra
vit, at kósir ikki bert eru
kumpass-kósirnar, men tað
at bakka eisini er ein kós.
Onkunstaðni millum lands-
synning og sunnan stendur
nú "bakka". Vit læra eisini
ikki at vera innbilskur, men
lurta eftir hvat autoriteturin
á økinum hevur funnið í
Opinberingini. Heldur lurta
eftir manninum í bosinum,
sum sær at nú skúmar afturi
undir hekkuni. Tað er gott
at verða mintur á, at nakað
er progressivt og nakað er
bara bakk.
"Aðalmál
Tjóðveldis-
floksins eru øll skúgvaði til
viks". Ja, tað má undra ein
sunnan heila, at fornuftig
fólk, sum blivu vald á ting,
ikki automatiskt hildu fram
við tí reinu konservativt-
nationalistisku verkætlan-
ini, sum "sjálvstýris-rørsl-
an" enn hevur sum stevnu-
mið. Einaferð vóru øll jú
samd um at fáa Førjamál
aftur til æru. Men tað vóru
danskarar, sum spiltu spæl-
ið, tí teir góvu alt ov nógv í
stuðli. Peningarenslið førdi
til forstoppilsi, ella var tað
tað mótsetta? Hetta nýggja
Landsstýrið hevur ongar
nationalistiskar visiónir. Tí
skúgvaðu
teir
okkara
hundrað ára gamlu og væl
mosagrógvnu tanka-kon-
struktión til viks. Ófatiligt.
"Samgongan bakkar í
búskaparpolitikkinum,
sjálvstýrispolitikkinum og
mentanarpolitikkinum hjá
farnu samgongu". Ja, tað er
bara heilt ófatiligt, at teir
nú hava havt 100 dagar í
Landsstýrinum, og enn er
Blokkurin ikki avskaffaður.
Grundlógin, sum hevur
ligið næstan klár í 10 ár,
hava teir heldur ikki megn-
að at fingið ígjøgnum enn.
Og enn er einki føroyskt
flagg uttan fyri ST-skriv-
stovuna í Nýggju Jórvík.
Maðurin í bosinum hevur
fingið samhugabrøv úr
allari verðini og Íslandi,
sum siga at øll høvdu elsk-
að, at Merkið bleiktraði í
milliónabýnum,
býurin
hevði virkuliga verið nógv
penari upp á tann mátan.
Einki hevði verið lættari
hjá røttum monnum. Men
hetta Landsstýrið, suff suff.
Orakul-orð, sum bert ein
maður við mystiskum evn-
um kann útleggja á rættan
hátt
"Hetta eru øll øki, sum
peika frameftir, men tey
verða fullkomiliga niður-
prioriterað"
Ja, dømikraftin hjá hes-
um dámliga tjóðveldis-
manni, sum stepp-dansar
sum ein Fred Astair, og
syngur føroyskar tjóðskap-
arsangir undir brúsuni,
hvønn morgun (sbr. sam-
røðu í Sosialinum), hon er
heilt í topp. Og tað, sum
peikar niðureftir fer at
peika uppeftir, um ikki tað
verður framprioriterð so
panska umprioriterað (rað-
fest og fest á blað, tá hann
hevur fest sær í). Eitt grúi-
ligt skil.
Klárir setningar við sub-
stansi og klárum innihaldi.
So kontant og beinrakið
kann tað sigast. Hevur tú
lisið henda boðskap frá
manninum í bosinum, so
ivast tú onga løtu. Og tøkk
skulu úrmælingarnir báðir
úr
blaðmannaheiminum
hava. Og so uppsetingin,
hon var bara genial, líktisk
lepum av gomlum ves-
pappíri. Tað má kunna
brúkast um aftur.
Føroya Musikk-
skúlalærarafelag
heitir inniliga á
politikararnar um
at hækka játtanina
til Musikkskúlan.
Við játtanini sum
er, verða 4,5 lærara-
størv spard burtur
YVIRLÝSING
Í yvirlýsing ger Føroya
Musikkskúlalærarafelag
greitt, at játtaða upp-
hæddin til Musikkskúlan
fer at raka umleið 200
næmingar, tí 4,5 lærara-
størv skulu sparast burt-
ur. Felagið vil tí hava løg-
tingið at koma við eini
eykajáttan á ólavsøku.
Yvirlýsingin er soljóð-
andi:
»Í sáttmálanum mill-
um Fíggjarmálarráðið og
Føroya
Musikklærara-
felag eru ásettar lønar-
hækkingar, eins og í øðr-
um sáttmálum.
Tíverri endurspeglar
løgtingsfíggjarlógin fyri
2004 ikki hesar lønar-
hækkingar og musikk-
skúlaskipanin er tí noydd
at repa seglini.
Føroya Musikklærara-
felag vil við hesari yvir-
lýsing gera vart við, at
avleiðingarnar
fyri
musikkskúlavirksemi
kring landið eru sera
álvarsamar.
Sambært musikkskúla-
leiðaranum verður skúlin
noyddur at skera 4,5 full-
tíðarstørv burtur. Hetta
rakar hópin av næming-
um. Umleið 200 næm-
ingar, ið hava fingið tón-
leikafrálæru í styttri ella
longri tíðarskeið, noyðast
at fáa tey tungu boð, at
tónleikafrálæra teirra er
skorin burtur.
Musikklærarar standa
spyrjandi. Vit hava veru-
liga haft ta fatan, at
politikkarar vilja hava
ein vælvirkandi musikk-
skúla um alt landið. Her
er neyðugt at vísa á, at
ein ikki fær ein vælvirk-
andi skúla við náms-
frøðiliga nøktandi frá-
læru, tá ið skúlin veksur
nógv í uppgangstíðum,
fyri síðani at tveita alt
fyri borð, tá ið strammar
at fíggjarliga.
Vit ynskja heldur eina
støðuga og ábyrgdarfulla
menning av skúlanum,
og ein slíkan vøkstur, at
skerjingar ikki gerast
neyðugar í verri tíðum.
Høvuðstankin
við
musikkskúlalógini er, at
Føroya Musikkskúli skal
vera eitt tilboð til alt
Føroya fólk.
Um ikki landspolitikk-
arar og embætisfólk vísa
ábyrgd
fyri
Føroya
Musikkskúla, er stórur
vandi fyri at høvuðs-
endamálið við skúlanum
dettur fyri bakka.
Sum sagt, hava vit ta
fatan at politikkarar úr
øllum flokkum, vilja
Føroya Musikkskúla væl.
Okkara áheitan er tí á
Løgtingið um at koma
við einari eykajáttan á
ólavsøku, so uppsagnir
ikki gerast neyðugar, og
allir næmingar kunnu
halda
fram
komandi
skúlaár.«
VIÐMERKINGAR
Tað, sum peikar niðureftir. fer at peika uppeftir,
Ella nýskapan í okkara blaðheimi, sanniliga!
Mikukvøldið verður
hugnakvøld fyri
kvinnur á Hotel Vág-
um. Tað skal takast
bókstaviliga, og menn
hava yvirhøvur ikki
atgongd
TILTØK
Skipað verður fyri kvinnu-
kvøldi á Hotel Vágum
mikukvøldið. Tað eru fyri-
tøkur í Vágum, sum fara at
sýna fram ymiskt, tær hava
at bjóða, eins og undirhald
eisini verður.
Hárfríðkanarstovan hjá
Janitu í Sandavági fer at
siga frá um hárrøkt, sigur
Kunningarstovan í Vágum í
tíðindaskrivi. Kára á Steig í
Sandavági fer at siga frá
um húðrøkt, eins og handil-
in há John Poulsen í Vatns-
oyrum verður umboðaður,
har greitt verður frá um
kvinnundirklæði. Eisini fer
fólk frá Ursmiðuni í Sør-
vági at greiða frá, hvussu
farast kann fram, tá ein skal
velja sær sólbrillur.
Marjun Kálvalíð í Mið-
vági fer at greiða frá um
kost og lívsvirði, og Erla og
Lovinda fara at syngja.
Til matna verður smyrji-
breyð at fáa, sigur Kunn-
ingarstovan, og atgongu-
merkini, sum kosta 120,-
krónur, eru at fáa í teimum
handlunum, sum við eru,
eins og tey eisini kunnu
keypast í Kuningarstovuni í
Miðvági.
ej
Kvinnukvøld í Vágum
200 musikkskúla-
næmingar missa
undirvísing
C
M
Y
K
11
10