mikudagur 2. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
11
Hóast hann hevur leikt
millum annað á
Hampden Park og
hevur verið danskur
meistari, so heldur
Jákup Mikkelsen fram-
vegis, at tað er nakað
serligt, tá norðoya-
stevnudystur við KÍ
stendur á skránni
NORÐOYASTEVNU-
DYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir tíggju ár sum yrkisleik-
ari uttanlands, gjørdi Jákup
Mikkelsen í fjør av, at leiðin
nú gekk aftur til Føroyar.
Hóast talan eitt skifti tóktist
vera um, at onnur feløg
eisini vóru í myndini, so
gjørdist tað ikki óvæntað
heimstaðarfelagið, KÍ, sum
fekk ágóðan av hesum, og
síðani januar mánað hevur
Jákup so virkað sum hjálp-
arvenjari hjá Ove Flindt
Bjerg, sum í 100 ára føðing-
ardagsárinum hevur fingið
uppgávuna at taka sær av
KÍ-liðnum.
Hildu Skála var
keðiligt
Her er talan sjálvandi um
nógvar uppgávur av ymsu-
m slag, og ein av teimum
føstu er so norðoyastevnu-
dysturin, sum í ár stendur
móti Skála.
Og tá vit høvdu orðið á
KÍ-málverjan, var hann ikki í
iva um, hetta er ein dystur,
sum
hann
við
stórum
spenningi sær fram til.
– Eg gleði meg til dystin,
og eg vóni, at tað verður ein
góður dystur. Tá skráin
varð løgd, høvdu vit hug at
ilskast, tí vit vildu heldur
hava eitt av stóru liðunum á
vitjan á norðoyastevnu,
men nú er Skála heilt
frammi í oddinum, so tað
verður kanska ikki so lætt
allíkavæl.
Men
tú
hevur
roynt
mangt og hvat. Millum ann-
að at staðið sum danskur
meistari, umframt at tú eis-
ini hevur leikt á eitt nú
Hampden Park í Skotlandi.
Hevur tað ikki við sær, at
spenningurin til ein slíkan
dyst er nakað minni, enn
hann plagdi at vera.
– Slettis ikki. Eg haldi
framvegis, at tað er stuttligt
at spæla á heimavøllinum
her í Klaksvík, og tá talan
so eisini er um stevnudyst,
so gerst tað bara enn meira
hugaligt. Verður veðrið gott,
so koma ivaleyst eisini
nógv fólk, og sum eg minn-
ist norðoyastevnudystirnar,
so er tað fyri tað mesta góð
minni.
Minnini eru tó ikki eins
góð fyri allar klaksvíkingar.
Eitt nú tapti liðið í 1989 7-1
fyri HB, men Jákup er
skjótur at svara, at hann
ikki var við tann dystin.
– Ta ferðina var tað mál-
manslegendan her norðuri
(Jógvan Linklett, blðm.),
sum stóð í mál. Sjálvur
hevði eg slitið eitt liðband í
fótinum, og tá John William
Joensen so fekk heila-
skjálvta, vóru boð eftir
Jógvani. Hann hevði als ikki
vant tað árið, men stóð seg
kortini væl, og tað var so
ikki hansara skuld, at tann
dysturin varð taptur.
Framtíð sum venjari
Sum nevnt omanfyri, so er
Jákup nú eisini hjálparvenj-
ari í KÍ. Ein leiklutur, sum
hann altso hevur havt í
knappliga fimm mánaðir, og
sjálvur heldur hann, at hann
nú er farin at venja seg við
hetta.
– Mær dámar framvegis
best bara at spæla, men
hinvegin so gevur hetta
mær eitt nógv størri innlit í
tað, sum fyriferst kring liðið.
Og sjálvandi er talan so
eisini um eina aðra ábyrgd
á vøllinum. Men sum heild,
so trívist eg sera væl í hes-
um leiklutinum.
Somikið væl, at venjara-
yrkið eisini er nakað, sum tú
av álvara er farin at hugsa
um.
– Ja, tað haldi eg. Tað er í
øllum
førum
ein
sera
spennandi
tilvera.
Sum
venjari fært tú kanska ikki
verið við í stríðnum á vøllin-
um, men nervarnir undan
og undir uppgávuni eru í
minsta lagi lika stórir, heldur
hann.
Enn er tað tó ikki so, at
Jákup stendur einsamallur
við stýrisvølin, og tað verða
kanska nøkur ár, áðrenn tað
kemur hartil. Men fram til
tá, so trívist hann fínt í leik-
lutinum sum hjálpari. Ikki
minst, nú hann hevur høvi
at taka við læru frá einum
av fremstu venjarunum í
ríkinum.
– Tað er heilt víst, at tað
er ein stórur fyrimunur, at
eg kann samstarva við Ove.
Snøgt sagt, so ræður tað
bara um at suga lærdómin
til sín. So fáa vit at síggja,
um eg eisini fái brúk fyri tí í
framtíðini,
sigur
Jákup
Mikkelsen at enda.
Jákup gleðir seg
Jákup Mikkelsen var í tíggju ár yrkisleikari uttanlands, og royndirnar frá hesum eru nógvar. Hann heldur tó framvegis, at stevnudystir eru nakað serligt, og hann gleðir seg, nú hann
fyri fyrstu ferð síðani 1994 skal spæla norðoyastevnudyst
Eg haldi framvegis, at tað er stuttligt at spæla á heimavøllinum her í Klaksvík, og tá talan so eisini er um stevnudyst, so
gerst tað bara enn meira hugaligt, sigur Jákup Mikkelsen
Myndir: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
11
10