mikudagur 2. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 102 -2. juni 2004
Nr. 102 -2. juni 2004
13
Seinastu tvey viku-
skiftini hava sang-
kórið í Siloa og sang-
bólkurin SALT havt
konsertir. Ein var í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, hin í
Norðurlandahúsinum
UMMÆLI
Hanna Jensen
Siloakórið hevur nógv ár á
baki, eini 15 ár, og tað er
Eyðun á Lakjuni, sum hev-
ur útbúgving frá konserva-
toriumi, sum stjórnar. Tey
telja uml. 35 fólk harav ein
góður triðingur eru menn.
Fyrr vóru tey flestu fugl-
firðingar, men fleiri og
fleiri eru komin afturat úr
ymsum bygdum í Eystur-
oynni. Skarin er lutfalsliga
ungur, men tey tilkomnu
smæðast ikki burtur, og tey
sýnast samansjóðað og glað
fyri tað tey gera. Kórið er
farið ígjøgnum eina líðandi
menning frá tí hevdvunna
føroyska kórstílinum (við
teimum eyðkennum og tí
tilfarsúrvali, sum hava gjørt
seg galdandi fyri kór við
tilknýti til brøðrasamkom-
una) til eitt meiri modernað
kór, sum eisini umfatar
gospelkórstílin og annan
rútmiskan kórsang. Men eg
vil siga, at tey hava dugað
væl, at hava tað gamla við.
Og úrvalið skiftir nakað, alt
eftir hvat høvið er. Kórið
syngur til vanligar og ser-
stakar kristiligar samkom-
ur, men eisini onnur tiltøk
sum konsertir heima í Før-
oyum og uttanlands.
Soleiðis var skráin sam-
ansett av Kingosálminum
Nú rennur sólin fríð, sum
Chr. Matras hevur umsett,
við gomlum, føroyskum
sálmalagi, sum Kári Bæk
hevur sett út til kór. Við
fleiri kendum gospelslagar-
um, sum Soon and Very
Soon, I don´t know why
Jesus loved me og I´m
gonna keep on singing, og
eisini øðrum tilfari hjá
Andrae
Chrouch,
sum
Sweet Jesus. Fleiri løg
komu frá Oslo Gospel
Choir, sum er eitt sera væl-
umtókt "hvítt" gospelkór,
og ávirkanin frá hesum kóri
sæst týðiliga, og tað nevndu
tey eisini sjálv. Tore W. Aas
er tann, sum ger stóran part
av tilfarinum hjá OGC.
Eyðun Jacobsen átti lagið
Harri av hjarta..
Samanumtikið var tað
eitt væl upplagt og væl
fyrireikað kór, sum vit upp-
livdu til báðar konsertirnar.
Sangurin var sera góður og
vakur. Kórið er væl trenað.
Tey eru so kontrollerað og
avbalanserað, og fara frá tí
inniliga og stilla til ta brús-
andi og næstan ógvusliga.
Mansrøddirnar eru óvan-
liga góðar, og nógvir góðir
solosangarar trívast har.
Skjótt er at gloyma onkran,
men Elisabeth Hansen,
Elsebeth
Lassaberg
og
Bárður á Lakjuni syngja
nógv og sera væl. Onnur
eru Karolina Højgaard, sum
hevur eina fantastiska kraft
í síni rødd, sum eisini er
nokkso serstøk, og sum
bergtekur meg hvørjaferð
eg hoyri hana. Og ein
onnur, eg skal taka fram, er
Erla á Torkilsheyggi, sum
júst er byrjað at syngja
solo. Hon hevur eina spaka,
yndisliga rødd, sum egnaði
seg væl til teir sangir hon
sang, ein glaður sangur við
latínskum rútmum: Joy to
My Soul, og ein friðarligur
hjá Åge Samuelson, sum
Svenning av Lofti hevur
umsett: Á Jesus tú mín
frelsari, sum var eymliga
framførdur við violin og
spøkum kóri aftanfyri.
Hetta leiðir meg til at
nevna tað innihaldsliga,
sum á ongan hátt er farið
afturum tað tónlistarliga.
Eg haldi, at eg kann siga, at
vit
fingu
ein
sterkan
boðskap um trygd og lyfti
Harrans.
Kingosálmurin
endar /Lat Gud bert ráða/.
Og aðrastaðni sungu tey/Tú
heldur lyftini, sum tú
lovaði../ og /Hvar leiðin enn
ber er so trygt, tí Tú ert
mær við lið/. Og sum heild
var tað eitt lovsyngjandi
kór vit hoyrdu, sum skapti
eina atmosferu av ærufrykt.
Pláss var tó eisini fyri
skemti, og hereftir eitur
Andrae Crouch nokk bara
Andreas í Króki - hitt er
altíð so ringt at fáa rætt!
Tað eg havi nevnt um
rútmur og tílíkt hevði ikki
verið møguligt uttan teir
góðu tónleikarar, kórið
hevði við sær. Dánjal
Zachariassen
spældi
trummur,
Svend
Åge
Drewsen
bass,
Gunnar
Guttesen spældi ljómborð
og Pætur Dahl Christiansen
spældi guitar. Fleiri ferðir
gleddi Gunnar áhoyrara-
fjøldina við sínum solo-
spæli, og allir settu teir dám
á við onkrum serligum. Eg
havi hug at nevna trummu-
spælið í Sweet Jesus, ta
vøkru guitarsolona og tað
altíð trivaliga og rimmar-
fasta bassspælið.
Eg kann ikki siga annað,
enn at tað stendur í blóma í
Fuglafirði, og stuttligt var
at síggja landstýrismannin í
mentamálum standa á sín-
um fasta plássi og "prakt-
isera".
Sangbólkurin SALT trein
á pallin, eftir at Siloakórið
hevði sungið helvtina av
sínum tilfari. Konsertin var
skipað við steðgi, tá hon
var hálvrunnin, og SALT
sang beint áðrenn og beint
eftir steðgin.
SALT eru sjey fólk
ymsastaðni úr Eysturoynni,
tey hava fýra kvinnurøddir
og tríggjar mansrøddir.
Fyrsta inntrykk er, at tey
eru skipað í tríggjar bólkar,
har systrarnar Elsebeth
Lassaberg og Eydna Jacob-
sen eru ein, teir ungu
menninir, Bárður á Lakj-
uni, Jóan Magnus Kristian-
sen og Óli Christian á
Torkilsheyggi eru ein og at
enda Paula Jacobs og
Arnvør á Torkilsheyggi eru
ein. Og í summum sangum
er tað samanspælið ímillum
hesar bólkar, sum er ber-
andi, tá teir til dømis svara
hvørjum øðrum við at taka
upp aftur frá hvørjum øðr-
um. Men Salt er á ongan
hátt einfalt, og beint sum tú
heldur teg hava funnið
onkran tráð, so koma onnur
mynstur fram. Tey eru ný-
skapandi innan føroyskan
tónleik. Fleiri teirra hava
sungið í kórum fyrr - enntá
í Siloakórinum - og summi
gera so enn. Og tey bera
sínar royndir við sær t.d.
haðani. Tey kunnu kanska
samanlíknast nakað við
aðrar a cappella bólkar í
Føroyum, men tey fara inn
á heilt aðrar gøtur og mugu
sigast at vera eksperimen-
terandi á sín hátt.Tey
syngja lænt tilfar á enskum
og føroyskum og tradi-
tionelt, kent og minni kent
tilfar. Men tey gera egnar
útgávur burturúr tí, antin
við at broyta eitt sindur ella
við at gera nýtt heilt frá
grundini. Og hesar útgávur
víkja frá tí vanliga, við at
tær eru bygdar upp av
áhaldandi variatiónum av
ræddarsamanseting og av
harmonium - heilt til ov-
farni. Okkurt lag er laga-
tyssi av gomlum ungdóms-
kórum,
eitt
annað
av
gomlum sálmum og Negro
Spirituals.
Skrá teirra var:
Halleluja
Praise Him/Komið tosið
um Jesus
Fjart út um himmal-
hválvið (Augusta Lonberg,
Z. Zachariassen føroysk-
aði)
My Jesus I Love Thee
(William R. Featherstone,
canada. V. Danielsen før-
oyskaði)
On Jordans Stormy
Banks/Shall We Gather
at the River/Down by the
Riverside
Har áin er tað savnandi
elementið
Eg vil mínum Harra
prísa (Gomul donsk
Mariuvísa, Hans Thomis-
søn, 1569. J. Dahl týddi.
Sungin við gomlum før.
sálmalagi)
We got to Sing
Á náði, sum ei sleppir
mær (George Matheson,
skoti. V. Danielsen før-
oyskaði)
Gentle Sheperd
Oh Jesus from danger
your name will protect
me (Á Jesus, títt navn er í
vanda eitt virki eftir Linu
Sandell, V. Danielsen før-
oyskaði, Gudmundur Jo-
hannesen umsetti til enskt)
Heildarmyndin eg havi av
SALT er nakað listarligt,
meditativt. Tað er avbjóð-
andi fyri áhoyraran, sam-
stundis sum tað nærmast
masserar hoyrn og kenslur.
Serliga eftir Oh Jesus from
danger.. hugsaði eg um ein
lítlan løk og tað tutl, vit øll
kenna frá einum friðarlig-
um summarkvøldi. Og um
vit halda okkum til mynd-
ina, so syngja tey so reint
sum tað reinasta kelduvatn.
Tey megna sera væl at
teingja ljóðligu heildina til
innihaldið. Frá tí inniliga
og eyðmjúka í bønarsang-
inum Fjart út um himm-
alhválvið, til tað lívliga og
spælandi í We got to Sing.
Tey sjey eru øll stinnir
sangarar, við hvør sínum
eyðkennum og sterku síð-
um, sum jú skapir hesa
góðu heild. Og tey skiftast
alla tíðina sínamillum til at
syngja tað berandi lagið, so
at solo, duett og trio av
øllum slagi er flættað inn í
tann grundleggjandi trí- til
seksræddaða
sangin.
Unisonbrotini eru eisini so
reint og vakurt sungin.
SALT fer at taka fløgu
upp í nærmastu døgum, so
tað verður spennandi at
hoyra tað nýggja og møgu-
liga egna tilfar, tey velja at
geva út.
Eftir er bara at leggja
afturat, at konsertirnar vóru
góðar upplivingar á allan
hátt.
SALTSILOA
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð
hálshøgdur umleið ár 300.
Minningarorð um klassakammerat mín
Leon Gunnar Johannesen
14. november 1988 22. mars 2004
Góði, elskaði Leon Gunnar.
Bert fáar tímar áðrenn vanlukkan hendi, stóðu
vit í skúlagarðinum og tosaðu. Vit vóru glað og í
góðum lag og væntaðu sum altíð at møtast aftur
um kvøldið. Men tá so eg kom til hús, fekk eg tey
tungu boðini um, at ein vanlukka var hend á
Sevmýri, sum tíverri kravdi títt lív. Hesi boðini
vóru so óverulig og syrgilig, og tankin um ongan-
tíð at verða í tínum selskapi meira er óberandi.
Tú og eg, Leon Gunnar, hava verið ígjøgnum
nógv gott saman. Vit blivu bæði doypt og
konfirmerað saman í Bønhúsinum í Øravík, vit
hava gingið í klassa saman í Tvøroyrar skúla og
eisini hava vit spælt saman sum lítil.
Eg fari altíð at minnast teg sum ein fittan, smíl-
andi, gávumildan og sjarmerandi persón. Tað er
ikki tað sama at koma inn í klassastovuna í dag, nú
tú ikki er har longur. Tómrúmið er ómetaliga stórt
og plássið hjá tær kann ongantíð fyllast upp aftur.
Góði Leon Gunnar, takk fyri alt tú hevur verið
fyri meg og takk fyri tíðina, vit hava havt saman.
Vit síggjast einaferð aftur. Jesus pápin veri hjá tær
og Jesus pápin veri hjá Irdi, Teddy, Angilie og
teimum, ið eftir sita.
Hvíl í friði, elskaði Leon Gunnar.
Petra Christiansen
Í apríl 2004 vóru liðin
25 ár síðan klaksvík-
ingurin Ragnar
Niclasen og konan,
Liz, byrjaðu sum trú-
boðarar hjá New
Tribes Mission á
Filipsoyggjunum. Í
august verða 30 ár
síðan Ragnar flutti úr
Føroyum
Ragnar Niclasen, sum í dag
er 51 ára gamal, er føddur
og uppvaksin í Klaksvík,
sonur Elly og Eivind Nicla-
sen.
Liðugur við skúlan var
hann tveir túrar við trolar-
anum Vesturvón, síðan ar-
beiddi hann á heilsøluni hjá
Kjølbro í umleið 4 ár.
Hesa tíðina var hann eis-
ini sunnudagsskúlalærari í
samkomuni
í
Betesda.
Hetta dámdi honum sera
væl, og hann fekk hug at
útbúgva seg meira innan
hetta øki og slapp inn á ein
bíbliuskúla hjá New Tribes
Mission í Wisconsin í
USA. Hann fór á skúlan við
tí í hyggju at byrja aftur
sum sunnudagsskúlalærari,
tá hann kom heim aftur til
Føroyar.
Skúlin byrjaði í august
1974. Tá Ragnar skuldi í
summarfrí í 1975, sá hann
eina lýsing á skúlanum, har
søkt var eftir fólki at hjálpa
til at byggja eini hús hjá
einum trúboðara í Bolivia.
Hann helt, at hetta ljóðaði
sera áhugavert, og slíkan
møguleika fekk hann iva-
leyst ikki aftur, so hann fór
til Bolivia og var har í átta
vikur.
Meðan hann var í Boliv-
ia, fekk hann møguleika at
vitja tann ættarbólkin, sum
í 1942 drap teir fyrstu trú-
boðararnar hjá New Tribes
Mission. Hann vitjaði eina
samkomu í hesum ættar-
bólkinum, og tá hann sá
stóru broytingina, sum var
farin fram har – góð 30 ár
eftir at trúboðararnir vóru
dripnir - gjørdi hann av, at
tað var eina slíka uppgávu,
hann vildi brúka lív sítt til.
Ragnar gjørdi seg síðan
lidnan við skúlan í USA og
kom heim aftur til Føroya á
jólum í 1975. Í januar 1976
fór hann á ein venjingar-
skúla fyri trúboðarar í
Ontario í Kanada. Har
møtti hann Liz, sum er úr
Nova Scotia í Kanada, hon
var har í somu ørindum
sum hann. Tey blivu trú-
lovað og giftust á heysti
1976 og vórðu liðug við
skúlan á vári 1978.
Til Filipsoyggjarnar
Í apríl 1979 vórðu Ragnar
og Liz send sum trúboðarar
hjá New Tribes Mission til
ein ættarbólk í Norður-
filipsoyggjunum, har tey
vóru í 11 ár. Har eru í dag
tvær samkomur við tilsam-
ans 70 fólkum í tveimum
ymiskum bygdum við til-
samans 1200 íbúgvum.
Síðan 1992 hava Liz og
Ragnar arbeitt á skrivstov-
uni hjá felagsskapinum í
miðbýnum í høvuðsstað-
num Manila, har tey hava
havt ábyrgdina av at umsita
tað, sum myndugleikarnir
krevja, fyri at trúboðararnir
kunnu virka í landinum.
Í februar í ár fluttu tey til
eina bygd 250 km norðan
fyri Manila, har tey hava
ábyrgdina av upplýsing og
kunning til trúboðarar, sum
eru farnir til aðrar ættar-
bólkar á Filipsoyggjunum,
ið enn ikki hava hoyrt
gleðiboðskapin.
Ragnar og Liz eiga tveir
dreingir, sum báðir eru
húsasmiðir: Ryan, sum er
25 ára gamal, hann hevur
konu úr USA, tey búgva
við Niagarafossin. Graig,
sum er 23 ára gamal, hann
giftist 3. apríl 2004 og býr í
Birmingham í Onglandi.
Ragnar sigur, at tey hava
upplivað nógv ymiskt hesi
árini á Filipsoyggjunum
sum t.d. jarðskjálvta, stats-
kvett, eldgos, og sín besta
vin tiknan sum gísla, men
teirra størsta gleði er at
síggja fólk í ættarbólkunum
koma til trúgv og tær
broytingar, ið tað førir við
sær.
Lis og Ragnar Niclasen
hava vitjað í Føroyum síðan
19. apríl, og fríggjadagin 4.
juni gongur leiðin aftur til
Filipsoyggjarnar.
Liz og Ragnar Niclasen:
Trúboðarar á Filipsoyggjunum í 25 ár
Ragnar og Liz Niclasen hava virkað sum trúboðarar á
Filipsoyggjunum í 25 ár
Mynd: Magnus Gunnarsson
Gullbrúdleyp á floti
Í dag kunna Hallgerð og Knút Nolsøe halda gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við familjuni umborð á Norðlýsinum og Norrönu.
Týsdagin 1. juni tók
Hannelena Mittún
Jacobsen við sum
nýggjur stjóri og eig-
ari í Sp/f SetHúsaSøl-
uni í Havn. Hanne-
lena hevur í mong ár
arbeitt sum banka-
kvinna og hevur tí
drúgvar royndi við
húsafígging
Helgi Brekku, fyrrverandi
bankamaður í Havn, stovn-
aði Sp/f SetHúsaSøluna
fyri seks árum síðan, og
hevur hann rikið fyritøkuna
til 1. juni 2004, tá Hanne-
lena Mittún Jacobsen tók
við sum nýggjur stjóri og
eigari av fyritøkuni.
Hannelena er ættað av
Selatrað. Hon er útbúgvin
bankakvinna
og
fór
í
bankalæru í Handelsbank-
en (nú Danske Bank) í
Keypmannahavn í 1966.
Í 1975 byrjaði hon í Sjó-
vinnubankanum í Havn
1975 og síðan 1994 í
samanlagda
bankanum,
Føroya Banka. Hon kennir
tí allar mannagongdir innan
fígging og hevur eisini
drúgvar royndir við húsa-
fígging.
Hannelena er gift við
Høgna Jacobsen úr Havn,
og tey eiga tvey børn:
Annika og Ingi. Eisini eiga
tey 3 ommu- og abbabørn.
Fríggjadagin 4. juni frá
kl. 15-17 verður móttøka á
SetHúsaSøluni í sambandi
við eigaraskifti.
Hannelena Mittún Jacobsen, Tórshavn:
Stjóri og nýggjur eigari av Sp/f SetHúsaSøluni
Hannelena Mittún Jacobsen er nýggjur stjóri og eigari av Sp/f
SetHúsaSøluni í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12