mikudagur 2. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
13
Tey, sum hugsa um at
fáa fatur á nýggjum
kappróðrarbáti, kunnu
ikki fáa hann fyrrenn í
2006, um Sámal Han-
sen skal vera smiður
NÝGGIR BÁTAR
Jóannes Hansen
Sjálvandi er tað ein stór-
hending, tá ið ein nýggjur
bátur verður flotaður og
bjóðar seg fram at taka lut í
kappróðrinum fyri fyrstu
ferð. Men nú er so stutt
millum nýggju bátarnar, at
tað serliga er í felagnum,
sum fær nýggjan bát, at tað
vekir ans. Í øðrum feløgum
verður fylgt við í, hvussu
bátarnir verða skiftir út,
men millum teirra, sum ikki
fylgja meiri við enn í tí, sum
er at síggja og hoyra í fjøl-
miðlunum er torført at halda
skil á, hvussu nógvir bátar
eru nýggir, og hvør tað er,
sum eigur teir.
Sámal Hansen í Runavík
er bátasmiðurin fram um
allar hinar, tá ið tað ræður
um kappróðrarbátar. Hann
hevur smíðað dúgliga sein-
astu árini, og eisini undan
hesum róðrarárinum hevur
hann brúkt alla sína ar-
beiðstíð í kjallaranum, har
tað verður telgt og neglt.
Síðani síðsta róðrarárið var
liðugt hevur hann smíðað
seks bátar lidnar, og hann
er í holtur við tann sjeynda.
Tað er stórur áhugi fyri at
fáa nýggjar bátar:
– Eg havi fingið nógvar
fyrispurningar. Eg royni at
smíða bátarnar í tí røðini,
sum
fyrispurningarnir
koma. Um sumrarnar geri
eg einki við at smíða. Frá tí
at eg aftur fari í kjallaran og
inntil
Norðoyastevnuna
hevur tað tey seinastu árini
verið soleiðis, at sjey bátar
eru farnir út úr kjallaranum.
Eg havi ordrar til alt tað
næsta árið, sigur Sámal
Hansen. Tað ber við sær, at
tað ikki verður fyrrenn til
2006, at tað ber til at fáa
nýggjan bát, um tað skuldi
verið onkur, ið hevur ætlanir
um at fáa nýggjan bát, og
sum ikki enn hevur sett seg
í sambandi við bátasmiðin.
Teir sjey
Tá ið vit fregnast fyri at
frætta, hvørji førini eru, sum
eru vorðin til síðani á Ólav-
søku í fjør, blaðar Sámal í
bókini, har hann skrásetur,
og so fáa vit røðina.
4. oktober í fjør fór 6-
mannafarið Hósvíkingur úr
kjallaranum. Tað er tann
báturin, sum vindurin tók
síðsta leygardag, og sum
longu nú, áðrenn hósvík-
ingar nakrantíð fingu høvi at
kappast í honum, gjørdist
vrak. Tað skilst á lagnum, at
Sámal fer at smíða hósvík-
ingum ein nýggjan bát. 10.
november í fjør fór 6-
mannafarið
Strálan
hjá
strandingum úr kjallaran-
um. Spógvin eitur nýggja 5-
mannafarið hjá Kappróð-
rarfelagnum NSÍ. Tað fingu
teir inn á Glyvrar 13. de-
sember.
10-mannafarið
Hoyvíkingur, sum vit fara at
frætta nærri frá eina ferð
seinni, fór suður til Hoyvíkar
4. februar. Eitt 6-mannafar
til Íslands var liðugt 10.
mars, nýggi Gongurólvur
hjá Havnar Róðrarfelag var
liðugur 15. apríl, og aftur
ein bátur til Íslands var
liðugur 21. mai.
– Eg eri í holtur við eitt 5-
mannafar afturat. Tað er ein
nýggj Royndin Fríða. Hon
verður ikki liðug til Norð-
oyastevnu. Eg rokni við, at
eg verði liðugur at smíða
undan Jóansøkuni. Men eg
ivist í, um hon verður klár at
flota á Jóansøku.
Tá ið arbeiðið hjá Sámali
Hansen er liðugt, er klár-
gerðingin eftir. Tað skipa
feløgini ofta sjálvi fyri. Tað
snýr seg eitt nú um at mála
ella sproyta bátarnar.
Útflutningsvinna
Føroyskir kappróðrarbátar
hava mest sum bara verið
brúktir til kappróður í Før-
oyum. Onkur brúktur bátur
hevur verið sendur av land-
inum, eitt nú til Danmarkar.
Men nú tykist áhugi vera
uttanlands fyri nýggjum før-
oyskum kappróðrarbátum.
Í vár hevur Sámal Hansen
smíðað tvey 6-mannafør til
Íslands. Bæði eru farin yvir
á Hafnafjørðin, har tað er
Sjómannaráðið, ið hevur
bílagt bátarnar. Sjómanna-
dagurin, sum teir rópa tað,
verður sunnudagin 6. juni.
Ætlanin er at flota nýggju
bátarnar henda dagin, sum
íslendingar gera ikki so lítið
burturúr. Teir hava tosað
um at skipa fyri kappróðri,
og tað er í tí sambandinum,
at teir hava bílagt bátar frá
Sámali. Íslendingarnir hava
bílagt tríggjar bátar. Undan
sjómannadegnum
hesa
ferð fingu teir tveir, men
ætlanin er, at tann triði skal
fara til Íslands eina ferð
seinni í ár.
Áttandi bátur síðani í fjør
Sámal Hansen er nú í ferð við at smíða tann áttanda bátin síðan í fjør
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12