Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 -2. juni 2004 15 14 Nr. 102 -2. juni 2004 SAMRØÐA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Komin út í Fjalsgøtu í Havn ein fyrrapart í mai tekur hann ímóti mær, 62 ára gamli rithøvundurin og samfelagsviðmerkjarin Hanus Kamban. At hann er rithøvundur, sæst á nærum- hvørvinum. Nógvar bøkur, pappír, útkliptar blaðgrein- ar, teldan o.s.fr. skapa ein dám av tign, og eg fái eina kenslu av virðing. Her verða hugaheimsins og kenslunnar høv latin í orð og setningar. Her verður lívið og menniskjan enda- vend í gravandi leitan í dul- vitskunnar heimi. Her situr ein rithøvundur, sum í áratíggjur hevur latið skaldsligu gávur sínar koma føroyingum til góða. Hann hevur júst fingið játtað eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, og umframt hetta fær hann í næstum Mentanarvirðisløn Landsins. Við einum álvar- somum andlitsbrái er Han- us Kamban til reiðar til eitt prát. Við hvør sínum kaffi- koppi frammanfyri okkum fer Hanus fyrst í holt við at lýsa lív sítt sum rithøv- undur. Horvnar hetjur – Tað besta við yrkinum hevur avgjørt verið, tá glið er komið á skrivingina. Tá havi eg upplivað eina for- loysandi og frígerandi inn- anlukku og nøgdsemi, og á ein hátt hevur skrivingin verið grøðandi og terapeut- isk fyri meg, eru fyrstu orðini hjá gráhærda mann- inum. Hinvegin sigur Han- us Kamban, at líðingin og lívsins nátt er ein partur av heildini, sum eisini hevur verið ein drívmegi í skriv- ing hansara. Glið byrjar at koma á prátið, og rithøvundurin fer undir at lýsa føroyska bók- mentaheimin, hóast hann støðugt minnir á, at hann møguliga ikki er rætti maðurin til hetta. – Vit bíða helst framvegis eftir einum nýggjum Willi- ami Heinesen, og í so máta eru heilt stóru profilarnir horvnir, men hinvegin er ein fantastisk menning far- in fram seinastu 30 árini, tí nógv meiri verður skrivað innan fyri allar sjangrur, sigur Hanus Kamban. Alt fleiri royna seg sambært Hanusi í bundnum skald- skapi, sum prosaistar, stutt- søguskrivarar, essayistar, troubadourar og týðarar. – Sum heild kunnu vit sostatt gleðast um eina kvantitativa menning, stað- festir Hanus Kamban. Eg seti honum spurning- in, hvussu hann vil lýsa seg sjálvan sum rithøvund, og Hanus Kamban sigur, at skaldsliga verk hansara er ein afturvendandi ferð mill- um tveir mótstríðandi pólar. – Í mínum skaldskapi havi eg ferðast millum tað sosiala og tað asosiala. Frá at taka seg aftur og flýggja, og so til hin pólin at opna seg og luttaka í lívinum, greiðir Hanus frá. Nýggj- asta verk hansara er stutt- søgusavnið Pílagrímar, og er høvuðsevnið menniskjan sum pílagrímur; um at ferð- ast, realisera ynski og dreymar og tora at hyggja at tí, sum er at síggja á lívs- ins ferð. – Hetta høvuðsevni mítt minnir nógv um bíbilska líknilsið um talentirnar, sum antin vórðu nýttar ella gravaðar niður, og eg leggi dent á vinningin við at opna seg og tora at liva, sigur Hanus hugsunarsamur. Polemisk fortíð Spurdur, hvørjar fortreytir- nar eru fyri virðismiklum skaldskapi, nevnir Hanus fyrst og fremst frástøðuna. – Tað er ein meinbogi, um ein rithøvundur hevur eina ov bundna dagsskrá og ov rationella hugmynd í síni skriving, og fyri meg eigur tað listarliga og dul- vitskan at koma í fremstu røð, sigur Hanus Kamban. Hann greiðir frá, at yrkið kann samanberast við eina móður, sum er við barn. Ikki fyrrenn barnið er borið í heim eftir at hava ligið leingi og bíðað og trýst, hevur móðurin aftur frið á sær, og á sama hátt gongur ein rithøvundur við børn- um, sum skulu føðast. Hanus Kamban hevur eisini markerað seg sum samfelagsviðmerkjari, og hevur hann mangan verið í orrustum við t.d. hugsjón- arliga mótstøðumannin Óla Breckmann. Sjálvur skilir Hanus greitt ímillum kjak og skaldskap, og heldur hann fyri, at Hanus Kamb- an ikki er tann sami í dag samanborið við fyrr. – At liva er, sum eg síggi hetta, eisini at kunna broyt- ast. Sum greinskrivari havi eg broytt stíl, og vónandi eri eg eisini broyttur sum menniskja. Fyri tjúgu árum síðani var eg meira polem- iskur og ivaleyst til tíðir eisini ósakligur. Tá eg í dag hyggi aftur, haldi eg tann polemiska skriviháttin - so neyðugur hann kundi vera - vera í ein vissan mun læs- andi, sigur rithøvundurin afturlítandi. Hann hevur verið skírdur kommunistur av sínum mótstøðumonnum, men Hanus Kamban vísir á vantandi nuansur hesum viðvíkjandi. - Upprunaliga sosialism- an greinaði seg sundur í totaliteru og demokratisku sosialismuna fyrst í 1900´- talinum, og meðan eg havi umboðað demokratisku sosialismuna, hava mót- støðumenn bólkað øll slík sjónarmið í ta stalinistisku, planbúskaparligu, totaliteru sosialismuna, sum hevur spælt fallit, sigur Hanus Kamban. Hann heldur, at varðveitingin av demokrat- isku sosialismuni, sum norðurlendski vælferðar- frymilin í ein mun er eyð- kendur av, er av alstórum týdningi sum ein mótpolur til ta amerikonsku hege- moniina (yvirvald). – Tað mótstríðandi í tí hugsjónarliga stríðnum er, at somu brigdi vísa seg bæði á tí víðgongda høgra- og vinstravonginum, og t.d. minnir amerikanski polit- ikkurin í dag ofta um tað, gamla Sovjet borðreiddi við, sigur Hanus Kamban at- finnandi. Hann tekur dømi úr menningarlandinum Indonesia, sum USA hevur "moderniserað" eftir egnum leisti, og eins og onnur menningarlond trælkar Indonesia sambært Hanusi í dag undir vesturlendskum áhugamálum. Rithøvund- urin heldur, at Europa eigur at hava leiklutin sum atfinnandi røddin móti tí búskaparliga, politiska og hernaðarliga amerikanska einaræðinum, sum hevur nøkur ræðandi eyðkenni. Svik klerkanna Eftir at hava nomið við politikk, bókmentir og egið virksemi fer prátið at snúgva seg um føroyska mentanarlívið, og her sær Hanus nøkur vandamikil eyðkenni gera seg galdandi. – Eitt skaðiligt eyðkenni í tí lítla føroyska samfelagn- um er, at einstakir persónar gerast profetar og fáa ov stóra ávirkan bæði politiskt og mentanarliga. Men sam- stundis sum einstakir føra seg fram á henda hátt, er ein hópur av gávaðum, in- tellektuellum føroyingum, sum tiga, og henda vant- andi luttøkan er ein eins stór brotsgerð, sigur Hanus Kamban. Hanus vísir í hes- um sambandi á franska rit- høvundin Julien Benda, sum í 1927 gav út bókina "Svik klerkanna" (klerkur er í nútímans merking ein intellektuellur). – Tá andans arbeiðarar velja at tiga, elvir tað til, at ein lítil minniluti fær ov stórt vald, og hetta er ein eyðkendur sorgarleikur í Føroyum, sigur Hanus Kamban. Í hesum høpi fer hann inn á eitt eldfimt og umstrítt evni um, hvør før- oysk rørsla er ov sjónlig. – Eg føli, at tjóðskapar- liga umboðanin í tí før- oyska mentanarlívinum er vorðin ov sjónlig og ávirk- andi, m.a. tí so nógv fólk við øðrum sjónarmiðum taka seg aftur og velja at tiga, og í staðin fyri fjøl- broytni hava vit tí í ov stór- an mun eina tjóðskaparliga mentanarelitu, slær Hanus Kamban fast. Tjóðskaparlig skilflýggjan Kaffið í koppinum er langt síðani vorðið kalt, og vit fylla koppin í yvirgongd okkara frá mentanarlívi og hugsjónum til hin konflikt- ásin í føroyskum politikki, nevniliga ríkisrættarliga spurningin. Hanus Kamban hevur áður luttikið í al- menna fullveldiskjakinum, og náttúrliga verður spurt um hetta. Hanus ger seg til reiðar, og skjótt fer væl orð- aða, men varna og álvar- sama røddin aftur í gongd. – Sum eg áður havi nevnt, hevur Tjóðveldis- flokkurin frá 1998-2004 gjørt vart við nakað pos- itivt, men fullveldisverk- ætlanin hevði stórar veik- leikar. Størsti veikleikin var manglandi mandatið og tørvandi kjølfestan í før- oyska fólkinum. Teir um- boðaðu ikki alt Føroya fólk á Christiansborg, men bert ein part, og hetta var ein høvuðsorsøk til, at fullveld- isskútan kollsigldi, sigur Hanus Kamban. Rithøv- undurin harmast um, at kjakið ofta hevur verið eyð- kent av eini generalisering. Hann heldur, at loysingar- kósin eigur at síggjast í fleiri útgávum, fyrst og fremst í tveimum høvuðsút- gávum. – Vit hava eitt revolution- ert og eitt evolutionert full- veldisrák í Føroyum, og meðan Tjóðveldisflokkurin umboðar tað fyrra, er evolutionera gongdin eftir mínum tykki meiri í sam- svari við veruleikan, sigur Hanus Kamban. Hann heldur, at í politikki má ein altíð fyrihalda seg til tann búskaparliga og vinnuliga veruleikan, og her er før- oyska tjóðin viðkvom og einstáttað. Sambært Hanusi heldur íslendska analogiin tí ikki, sum mangan verður nýtt sum grundgeving fyri fullveldi. Hann vísir á, at fullveldisrákið síðani 1998 hevur verið eyðkent av skil- flýggjan, trúgv, trótandi analysu og romantiskum hugmyndum. Sjálvur sær Hanus fyri sær eina hóv- ligari gongd. – Næsta stigið kundi verið ein umdefinering av ríkisfelagsskapinum við trimum javnbjóðis londum, tí sum nú er, virðismetir og tekur Danmark als ikki Føroyar og Grønland í álv- ara, og hetta er syrgiligt. Eg vóni ikki, at núverandi landsstýri leggur sjálvstýr- isgongdina á hillina, sigur Hanus Kamban, sum hóast sína skeptisismu sostatt gevur til kennar eina bleytari útgávu av loys- ingarsinnaðum hugsanum. Bláoygdir fjølmiðlar Hanus Kamban hevur fyrr í samrøðuni víst á, at hann umboðar ta demokratisku javnaðarhugsanina, men spurdur, um hesar gomlu visiónirnar ikki eru ein utopisk illusión í einum globaliseraðum heimi eyð- kendum av alsamt fríari kapping og fríum marknað- arkreftum, kastar Hanus fyrst og fremst ljós á fyri- brigdið globalisering og vendir kanónini móti fjøl- miðlunum. – Ein stórur veikleiki og vandi bæði í Føroyum og heimssamfelagnum er blá- oygda lyndið hjá fjølmiðl- unum at góðtaka politiskar mytur, sum globaliseringin eftir mínum tykki er eitt gott dømi um. Globalisering í áðurnevndu allýsing er eitt tilvitað amerikanskt hug- skot, ein liður í amerikanska heimspolitikkinum og ein sminka at fjala og rættvís- gera eitt óhugnaligt rák, har triði heimurin er undir- kúgaður, vísir Hanus Kamb- an á. Sambært honum slúka fjølmiðlarnir og mong intel- lektuell rátt slíkar marknað- arførdar sannleikar, og svenski rithøvundurin Jan Gillou kallar hetta rák eina vulgarisering. – Henda vulgarisering ger seg eisini galdandi í tí føroyska fjølmiðlaheimin- um. Nú vit tosa um fjøl- miðlar, haldi eg annars, at tilfarið í føroyskum bløðum mangan er alt ov illa frá- gingið - ikki minst um ein hugsar um málburð, stav- seting og setningsgerð. Greinir og kronikkir minna ofta mest um kladdur. Ein so vánalig journlistisk handfaring kemur ikki fyri aðrastaðni, sigur Hanus Kamban atfinnandi. Guddómligi neistin Rúmið, vit sita í, er so við og við fylt við hugleiðing- um um politikk og mentan, men sambært Hanusi Kamban seta vit nú hol á torførasta og mest abstrakta evnið higartil. Spurdur, hvør átrúnaðarliga støða hansara er mitt í samfel- agsliga og skaldsliga en- gagementinum, dregur Hanus andan og drálar, áðr- enn eitt svar er til reiðar. – Eg eri ikki religiøsur í traditionellari, konfession- ellari fatan, men ein partur av lívinum er væl at undrast á tilveruna og alheimin, og tá eg eitt stjørnuklárt vetr- arkvøld hyggi upp í luftina, spyrji eg sjálvsagt meg sjálvan hvat, hví og hvussu, sigur Hanus hugsunarsam- ur. Hóast vit ongantíð fáa svar á lívsins stóru gátum, viðurkennir Hanus eitt ávíst forvitni, sum altíð er til staðar. – Skal eg bólkast í nakra átrúnaðarliga kategori, eri eg helst agnostikari, sigur Hanus Kamban. Hann hev- ur gjøgnum skaldskap sín givið til kennar atfinningar- semi mótvegis kristnu trúnni, og sigur hann, at hann ræðist ítøkiligar átrúnaðarligar útleggingar. – Hinvegin haldi eg, at t.d. týski mystikarin frá 12- 1300´talinum Meister Eck- hart er sera áhugaverdur. Hann tosar um tann gud- dómliga neistan í øllum á fold, og tá fær gudfrøðin ítøkiligar og praktiskar av- leiðingar fyri medmenn- iskjuni, umhvørvið og alt lív, sigur Hanus Kamban. Nútíðar sosiologar vísa fleiri á, at virðisrelativist- iskir upploysingartendensir eyðkenna modernitetin, har siðvenjur, gomul virði og yvirførdir gudfrøðiligir sannleikar skrambla saman. Men Hanus Kamban metir ikki, at hetta er eitt positivt rák. – Georg Brandes var um okkara leiðir kyndlaberarin fyri hesum modernaða ráki í eini uppgerð við feudal- ismuna, metafysikkina og kirkjuna, har ateisman skuldi vera leiðin til ein betri og fríari heim fyri andan og menniskjuni, men tað skelkandi úrslitið var, at vit fingu Hitler og Stalin í staðin, sigur Hanus Kamb- an. Hann vísir á, at tað var ikki so einfalt, sum upp- runaliga varð hildið, tí á ein hátt kutaðu vit greinina av, sum vit sjálvi sótu á. – Niðurstøðan er, at menniskjan hevur brúk fyri nøkrum virðum, eisini um tey eru irrationell og høpis- leys. Um tann grundleggj- andi samleikin og virðini verða skrødd burtur, hevur søgan víst, at okkurt nýtt kann koma inn, sum er meiri ræðandi, t.d. stalin- isma, fascisma ella naz- isma, og tí er áðurnevnda gongd ikki bara eitt positivt rák, sigur Hanus avgjørdur. Mæti føroyski rithøvund- urin, sum í næstum fær Mentanarvirðisløn Lands- ins, hevur nú verið víða henda fyrrapartin. Í løtuni er hann í holt við at skriva ævisøguna hjá yrkjaranum Hans Andriasi Djurhuus, og við eini eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Lands- ins og penni í hond tekur tilverunnar óendaliga hav skap við nýggjum orðum og setningum úti í Fjals- gøtu í Havn. Prátið er at enda komið við henda eyg- leiðara lívsins, sum fram- haldandi fer at lata skalds- ligu gávur sínar streyma út í samfelagið. Tjóðskaparliga yvirvágin ov sterk – Georg Brandes var um okkara leiðir kyndlaberarin í uppgerðini við feudalismuna, metafysikkina og kirkjuna, har ateisman skuldi vera leiðin til ein betri og fríari heim fyri andan og menniskjuni, men tað skelkandi úrslitið var, at vit fingu Hitler og Stalin í staðin, sigur 62 ára gamli rithøvundurin Hanus Kamban, sum júst hevur fingið mentanarvirðisløn landsins Mynd: Álvur Haraldsen – Tjóðskaparliga umboðanin í føroyska mentanarlívinum er vorðin ov sjónlig og ávirkandi, m.a. tí so nógv fólk við øðrum sjónarmiðum taka seg aftur og velja at tiga, og í staðin fyri fjølbroytni hava vit tí eina ov valdsmikla tjóðskaparliga yvirvág, sigur 62 ára gamli rithøvundurin Hanus Kamban, sum í næstum fær Mentanarvirðisløn Landsins. Í viðtalu við Sosialin hugleiðir rithøvundurin eisini um horvin skaldslig stórmenni, amerik- anska yvirvaldið, guddómliga neistan og skilflýggjandi fullveldisgongdina C M Y K 14