mikudagur 2. juni 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
15
Fortuna til
Hósvíkar
FM KAPPRÒÐUR
Jóannes Hansen
Nú er tað greitt, at
hósvíkingar fáa møgu-
leikan at taka lut í FM
kappingini, sjálvt um
teir sunnudagin fyri
knøppum
tveimum
vikum síðani mistu
spildurnýggja
bátin,
sum Sámal Hansen
hevði smíðað fyri teir.
Báturin gjørdist vrak,
tá ið hann feyk av bilin-
um, sum var á veg til
bygdastevnuna
á
Skála við honum.
Í Vestmanna eiga teir
eitt 6-mannafar, sum
eitur Fortuna. Teir fara
ikki at rógva við tí í
summar, og nú hava
teir í Hósvík fingið
møguleika at venja og
rógva við Fortunu.
jh
Ítróttarstevna
Summarstevnurnar
verða alt meiri og meiri
skýrdar at vera ítróttar-
stevnur. Tað er kanska
ikki so løgið, um hugt
verður at norðoya-
stevnuskránni í ár. Í
fleiri ár hevur ítrótturin
fylt nógv í henni, og í
so máta er árið í ár
onki undantak.
Talvkappingar
av
ymsum slagi, renni-
kappingar,
súkklu-
kappingar, kappróður
og ikki at gloyma ein
rúgva av fótbólti.
Tað er tó serliga
norðoyastevnuaftan,
at allur ítrótturin er. Og
so landskappingar og
steypadysturin millum
fyrstu deildar liðini hjá
KÍ og Skála, sum verð-
ur norðoyastevnudag
klokkan trý.
Men takast kann ikki
frá fyrireikarunum, at
rættuliga nógv er at
fara til á norðoya-
stevnu. Um enn tað
ikki er so nógv øðrvísi
enn undanfarin ár.
Luttøkutalið verður
kanska lægri, enn tað
hevur verið, men tað er
greitt, at fleiri øki kring
landið fara at vera við í
kappingini, enn tað
hava verið
FM KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Sambært talið á manning-
um, sum hava boðað frá, at
tær ætla at taka lut í FM
kappingini í summar, so eru
ábendingar um, at tað ikki
verður so stór luttøka, sum
tað hevur verið undanfarnu
árini. Í fjør boðaðu 96
manningar
frá,
at
tær
ætlaðu sær at taka lut. Í ár
er talið 81. Í fjør lá luttak-
aratalið á hvørjari stevnu
umleið 60. Tað letur til, at
talið í ár verður eitt vet
lægri.
– Royndirnar siga okkum,
at tað altíð eru væl fleiri
manningar, sum boða frá
luttøku, enn talið er á
manningum, sum møta
upp.
Hetta sigur Hannis Joen-
sen, sum framvegis er for-
maður í Róðrarsambandin-
um. Hannis vísir eisini á, at
hóast luttakaratalið kanska
fer at verða knappliga so
stórt í ár, sum tað eitt nú var
í fjør, so eru aðrar ábend-
ingar um, at áhugin fyri
kappróðrinum ikki er mink-
andi.
– Í nýggja kappingarárin-
um verður luttøkan størri
kring landið, enn hon hevur
verið undanfarnu árini. Eitt
nú fara sandingar fyri fyrstu
ferð at taka lut. Hoyvíkingar
hava bjóðað seg fram, og
so verður aftur eitt 10-
mannafar úr Suðuroy við í
kappingini.
Sandingar hava keypt eitt
6-mannafar
frá
Havnar
Róðrarfelag. Tað er tann
Gongurólvurin, sum Magni
Nielsen smíðaði fyri nøkrum
árum síðani. Hann luttók í
fjør undir navninum Víking-
ur. Tá luttók Havnar Róðrar-
felag við einum nýggjum
Gongurólvi, sum Sámal
Hansen hevði smíðað. Nú
eitur tann báturin Víkingur,
og
Havnar
Róðrarfelag
bjóðar seg enn eina ferð
fram við nýggjum Gongu-
rólvi. Gamla Víkingin hava
teir altso selt til Sands.
Stór kapping
Seinnu árini hevur tað ging-
ið eitt sindur striltið við lut-
tøkuni í kappingini millum
10-mannafør. Okkurt árið
hava tey bara verið fýra,
sum hava kappast. Til
nýggju kappingina hava
níggju bátar boðað frá lut-
tøku. Kortini er greitt, at
tríggir teirra fara ikki at vera
við í kappingini um FM
heitið, sjálvt um onkur teirra
kanska fer at luttaka í
onkrum róðrinum. Klaksvík-
ingur, Skálabáturin og Orm-
urin Langi fara neyvan at
verða drúgvir.
– Fyri kappingina er tað
sera hugaligt, at hoyvíking-
ar nú fara at taka lut við
nýggjum
10-mannafari.
Hoyvík er stórt pláss, og
har eru nógvir ungdómar.
Teir luttaka í fleiri ítróttar-
greinum, og tí er tað sjálv-
sagt, at teir eisini fara at
taka lut í kappróðri. Báturin
er mannaður við royndum
rógvarum, so tað er einki at
ivast í, at teir fara at gera
seg galdandi. Vágbingur er
eisini mannaður við roynd-
um monnum. Havnarbát-
urin, Eysturoyingur, Vest-
menningur og Nólsoyingur
eru altíð framvið. So vit
hava loyvi at rokna við og
gleða okkum um, at kapp-
ingin millum 10-manna-før-
ini fer at vera breiðari og
størri, enn hon nakrantíð
hevur verið, heldur Hannis
Joensen.
Skifta ímillum
Fleiri ferðir hevur tað verið
soleiðis, at tær fyrstu kapp-
ingarnar
hava
verið
á
longru teinunum, og at tað
fram ímóti Ólavsøku og á
Ólavsøkuni
hevur
verið
kappast á styttru teinunum.
Manningarnar hava so havt
møguleika at laga venjing-
ina eftir hesum. Soleiðis
verður tað ikki í ár. Nú fer
tað at verða kappast næst-
an skiftivís á longru og bara
styttru teinunum.
Á Norðoyastevnu fer at
verða kappast á 1000 og
1500 metrum. Á Skálafjørð-
inum og í Hvalvík fer at
verða kappast á øllum
trimum teinunum. Á Jóan-
søkuni í Vági fer bara at
verða róð á stutta teininum
innanfyri brimgarðin, og í
Vestmanna fer eisini bara at
verða kappast á 1000 metr-
um. Á Vestanstevnuni í
Sørvági fer at verða róð á
1000, 1500 og 2000 metr-
um, og so verður endað á
Havnarvág og á 901,30
metrum.
Fyrireikaðu seg
Síðsta
leygardag
hevði
Róðrarsamband
Føroya
sett allan dagin av til fyri-
reikingar til róðrarárið, sum
stendur fyri durum. Fyrra-
partin vóru tveir fundir.
Annar var við dómararnar -
startdómararnar, høvuðs-
dómararnar og eygleiðar-
arnar. Síðani var fundur við
stevnufyrireikarar nar.
Seinnapartin vóru tvey um-
boð fyri hvørja manning
bjóðað í neystið hjá Argja
Róðrarfelag, har tað varð
greitt frá og víst, hvussu tað
gongur fyri seg, tá ið bát-
arnir verða lagdir, og tá ið
tað verður farið undir róð-
urin og kappast.
– Vit hava sera góðar
royndir av hesum tiltakin-
um. Tað er gevandi at koma
saman og tosa um tingini
undir øðrum umstøðum,
enn tær eru, tá ið spenning-
ur og nervar eru uppi í, og
tá ið eingin hevur ráð til
nakran kiksara. Vit vóna, at
hetta tiltakið, sum er á
skránni stutt undan Norð-
oyastevnu, skal hava við
sær, at felags fatanin verður
størri, og at tað slepst und-
an misskiljingum og kiksar-
um, sum øll vilja sleppa
undan, sigur Hannis Joen-
sen, formaður í Róðrarsam-
bandi Føroya.
Kappróðurin breiðir seg kring alt landið
– Luttøkutalið verður helst
lægri í ár
Raðfylgjan til kappróðurin á norðoyastevnu
Leygardagin 5. juni fara 55
bátsmanningar at rógva
fyrsta FM róðurin, sum vant
verður á norðoyastevnu.
Startrøðin verður hendan:
5-mannafør dreingir
1. Báran
2. Havfrúgvin
3. Tekla
4. Tjaldrið
5. Kollur
6. Svanur
7. Royndin Fríða
8. Sílið
9. Firvaldur
10. Fípan Fagra
11. Blikur
12. Drekin
13. Spógvin
5-mannafør gentur
1. Hvassi
2. Blikur
3. Spógvin
4. Ørnin
5. Tjaldrið
6. Falkur
7. Junkarin
8. Frúgvin
9. Drekin
10. Tekla
11. Havfrúgvin
12. Firvaldur
13. Sílið
14. Fípan Fagra
6-mannafør kvinnur
1. Gongurólvur
2. Páll Fangi
3. Lómur
4. Sundabáturin
5. Sølmundur
6. Jarnbardur
7. Víkingur
6-mannafør menn
1. Hósvíkingur
2. Lómur
3. Sundabáturin
4. Hvessingur
5. Jarnbardur
6. Strálan
7. Gongurólvur
8. Sølmundur
9. Sandingur
10. Víkingur
8-mannafør
1. Argjabáturin
2. Kvívíkingur
3. Ørvur
4. Knørrur
5. Nevið Reyða
10-mannafør
1. Eysturoyingur
2. Nólsoyingur
3. Hoyvíkingur
4. Havnarbáturin
5. Vágbingur
6. Vestmenningur
Barnaróður, gentur
1. Blikur
2. Tekla
3. Drekin
4. Fípan Fagra
5. Ørnin
6. Royndin Fríða
Barnaróður, dreingir
1. Havfrúgvin
2. Fípan Fagra
3. Blikur
4. Royndin Fríða
C
M
Y
K
15
14