Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aksel Højgaard hevur tikið á seg at standa fyri venjingini, eftir at Petur Mohr eftir stór- tapið ímóti HB gjørdi av at gevast sum venj- ari á Toftum B68 VENJARIN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyrsta felagið hevur skift venjara í hesum kappingar- árinum. Tað er B68, sum hevur fingið nýggjan venj- ara. 2. hvítusunnukvøld var tað Aksel Højgaard, sum stóð fyri venjingini. Tað skuldi hann eisini gera í gjárkvøldið og tað, sum er eftir av hesi vikuni. Enn er ikki endaliga greitt, um tað verður Aksel Højgaard, sum skal hava ábyrgdina, ella um B68 fer at finna sær annan venjara. Petur Mohr gav longu í síðstu viku til kennar, at hann ætlaði at leggja frá sær. Eftir ferðina í Gunda- dali leygardagin tók hann so avgerðina. Eftir fimm tey fyrstu umførini er úr- tøkan hjá B68 einki stig og málmunurin 3-17. Niclas Davidsen, for- maður í B68 staðfestir, at Petur Mohr hevur sagt upp, og at Aksel Højgaard hevur tikið á seg at vera venjari. Um talan er um fyribils loysn, ella um hetta verður loysnin fyri restina av kappingarárinum, dugir Niclas Davidsen ikki at siga. – Vit hava verið nøgdir við arbeiðið, sum Petur Mohr hevur gjørt. Sam- stundis ásanna vit, at um- støðurnar hava ikki verið tær bestu. Í fjør vunnu vit bronsu. Nú eru vit niðast. Tað kemst fyrst og fremst av, at vit hava mist nógv fólk. Vit hava mist manning til næstan eitt heilt lið. Vit mugu bara staðfesta, at tað higartil ikki hevur eydnast at samanspælt nýggja liðið. Men tað verður arbeitt við tí, og vit vóna, at spælarar- nir fara at gera sítt ítarsta. Uttan mun til hvør er venjari, so er tað inni á vøllinum, at avrikini skulu fremjast, staðfesir B68 formaðurin. Aksel Højgaard er rættu- liga væl kendur í B68. Hann var millum stuðuls- spælararnar og liðformaður á liðnum, sum miðskeiðis í áttati árunum vann FM tvær ferðir. Síðsta ferðin, at hann var á besta liðnum, var í 2001. Higartil í ár hev- ur Aksel Højgaard havt ábyrgdina av B68 ungling- unum. Í fjør hevði hann ábyrgdina av 2. deildar- liðnum hjá felagnum. Hyggja seg um Eina ferð seinni í summar skal B68 luttaka í UEFA Cup kappingini. Tað sær ikki serliga ljóst út fyri altjóða luttøkuni. Við hes- um í huga og ikki minst royndini at yvirliva í bestu deildini er tað upplagt, at B68 fer at styrkja um liðið. Hvussu er tað við tí? – Vit hyggja okkum alla tíðina um. Men tað er ikki bara sum at fara til handils. Nú tað er so langt útliðið er tað ivaleyst úr útlandinum, at møguligur styrkur skal fáast. Føroysku spælararnir eru allir upptiknir. Tað er alla tíðina ein spurningur um pengar og ein spurning- ur, um spælararnir, sum møguliga kunnu koma henda vegin, eru betri enn okkara egnu og harvið kunnu vera við til at lyfta liðnum. Eg havi einki nýtt at siga um nýggjar spælarar uttan tað, at vit hava gjørt avtalu við John Hera Dam, sum hevur spælt hjá okkum seinastu árini, og sum kem- ur aftur úr Danmark 10. juni, at hann skal venja við okkum, sigur Niclas David- sen. B68 hevði leygardagin ein nýggjan mann á liðn- um. Talan var um bulgarska álopspælaran Stanislav Stankov. Hvør dugur er í honum sást ikki henda dag- in, tí B68 hevði einki álopsspæl. Hevur gingið væl Petur Mohr og B68 hava samstarvað í trý ár undan hesum kappingarárinum. Úrslitini hava verið tey somu hvørja ferð. Mið- skeiðis í níti árunum vunnu B68 og Petur Mohr tvær ferðir bronsukrónur, um- framt at teir eina ferð - einastu ferðina yvirhøvur at B68 hevur verið har - spældu seg í steypafinal- una, har teir taptu ímóti HB. Í fjør var úrtøkan bronsumerkini, eftir at B68 leingi hevði verið við í kappingini um FM heitið. Meinhardt Dalbúð hevur seinastu tíðina verið hjálparvenjari hjá Peturi Mohr. Tá ið venjarin legði frá sær, fylgdi hjálpar- venjarin honum. Sum nevnt omanfyri so er B68 fyrsta felagið, sum í hesum kappingarárinum skiftir venjara. Í fjør skifti einki felag í 1. deild venj- ara, meðan tað varð kapp- ast. Tað var rættuliga sjáld- samt sammett við í fyrra- árið, tá ið fleiri venjarar fóru úr starvinum. Fyrsta uppgávan hjá B68, eftir at Petur Mohr er farin úr venjarasessinum, verður nú sunnudagin á heimavølli ímóti VB. Næstu vikuskift- ini vera rættuliga avgerandi fyri lagnuna hjá B68. Ann- að vikuskifti skulu teir á útivølli spæla ímóti ÍF, sum í løtuni er næstniðast, og so skulu teir spæla á útivølli ímóti EBStreymi, sum undan síðsta vikuskifti var næstaftast. Nr. 102 • mikudagur • 2. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo So kemur høllin So er greitt, at B36 og HB kunnu fara undir at byggja eina fótbóltshøll millum tey bæði felags- húsini. Longu fyri fimm árum síðani vóru ítøkiligar ætlanir um hetta, men ta ferðina gjørdist tað av ongum, tí Býráðið ikki sá seg ført fyri at veita ætlanini peningaligan stuðul. Tann parturin er tó í lagi hesaferð. Á býráðs- fundi hóskvøldið í farnu viku varð nevnliga sam- tykt, at Býráðið skal veita stuðul upp 30% av verkætlanini, sum sam- anlagt verður mett at kosta onkra staðni mill- um sjey og átta mió kr. Sambært ætlanini verð- ur høllin bygd soleiðis, at talan verður um fót- bóltshøll í niðaru hædd- ini, meðan Havnar Fim- leikarfelag skal leiga ovaru hæddina. -jm Framvegis seks lið Á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum varð eitt broytingarupp- skot lagt fram. Hetta var frá Fleyr, sum vildi hava meist- aradeildina hjá kvinnun- um víðkaða úr seks upp í sjey lið. Fleyr mátti í vetur ásanna, at tær ikki megnaðu at spæla seg framhaldandi luttøku í bestu kvinnudeildini, men hóast tey soleiðis royndu at halda fast um møguleikan, so fall upp- skotið við seks atkvøð- um móti fimm. -jm NSÍ móti Esbjerg Tað stóð longu greitt undan seinasta umfarin- um í superliguni, at Es- bjerg fór at enda á triðja plássinum. Við hesum fær sensatiónsliðið í superliguni í ár rættin at spæla inter-toto fótbólt í summar, og her verður mótstøðuliðið NSÍ. Fyrri dysturin í inter- toto kappingini verður tann 19. juni. -jm B68 venjarin hevur sagt upp Tey trý undanfarnu árini, sum Petur Mohr hevur verið á Toftum, hava úrslitini verið góð, men í ár hevur verið púrasta eiðasørt 17 16 Nr. 102 -2. juni 2004 – Proforma-sølur hoyra ongastaðni heima, og vit ynskja tær, har piparið grør. Men Árni veit fullvæl, at tað eru ikki vit, sum hava sett polit- isku karmarnar fyri uppboðssølu í Føroy- um. Vit hava tískil heldur ikki ábyrgdina av, at skipanin er, soleiðis sum hon er. Hana hava politikar- arnir, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen UPPBOÐSSØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen, er ógvuliga vónbrotin av úttalilsunum hjá formann- inum í Ráfiskaseljarafel- agnum, Árna Joensen, í Sosialinum leygardagin. – Eg eri samdur við hon- um í nógvum av tí, hann sigur, men eg haldi, hann í nógvum førum skjýtir nið- anfyri beltið, og tað sømir seg eftir mínum tykki ikki fyri ein mann sum Árna. John heldur, at Árni sparkar eftir einum deyðum hesti, sum hann tekur til. – Eg eri ógvuliga vón- brotin av úttalilsunum hjá formanninum í Ráfiskaselj- arafelagnum. Har piparið grør Stjórin á Fiskamarknaði Føroya sigur, at er tað nak- að, sum marknaðurin ynsk- ir, har piparið grør, so er tað proforma-sølurnar, sum Árni tosar um. – Proforma-sølur hoyra ongastaðni heima, men Árni veit fullvæl, at tað eru ikki vit, sum hava sett polit- isku karmarnar fyri upp- boðssølu í Føroyum. Vit hava ikki ábyrgdina av, at skipanin er, soleiðis sum hon er. Hana hava politikar- arnir. Tað eru teir, sum hava ásett, at allur fiskur, sum fer heilur av landinum, skal bjóðast út og seljast í Før- oyum. Tað er hetta, sum skapar trupulleikarnar, tá ið ov fáir keyparar eru til fisk- in í Føroyum. John sigur, at tað, sum Árni tosar um í nevndu grein í Sosialinum, hevur Fiskamarknaður Føroya ar- beitt við í fleiri ár. – Vit hava roynt at sleppa at selja heilan fisk av land- inum fyri at umgangast hesar proforma-sølurnar, men higartil hevur ikki politiskur vilji verið til tað. Stjórin heldur tað vera ógvuliga hugstoytt, at Fiskamarknaður Føroya skal ábyrgdast fyri alt, sum gongur galið í fiskivinnuni í dag. – Vit eru bundnir á hend- ur og føtur av hesum lógar- karmum, sum Ráfiskaselj- arafelagið og Ráfiskakeyp- arafelagið nú eftir øllum at døma vilja hava politikar- arnar at broyta. John vísir á, at fiska- marknaðurin, sum Árni tos- ar um, ikki skal hava hesar trongu karmar sum haft um beinini. – Og tá tosa vit um heilt aðrar umstøður og heilt aðrar møguleikar enn teir, ið Fiskamarknaðurin hevur og hevur havt at arbeiða undir hesi árini. Konseptið er ok Hann heldur, at ein ávís frustratión er í vinnuni í løtuni, og henda frustrati- ónin gongur í stóran mun útyvir Fiskamarknaðin, sum undir verandi skipan ikki fær gjørt nakað við trupulleikarnar. – Nøkur viðurskifti í samrøðuni, sum Sosialurin hevur við Árna, eru bein- leiðis villleiðandi, og eg haldi, at Árni átti at havt størri virðing fyri sær sjálv- um, enn samrøðan ber boð um, sigur John. Stjórin í Fiskamarknaði Føroya vísir á, at sjálv søluskipanin hjá felagnum á Toftum er so framkomin, at sjálvt upp- boðssølur í Evropu hyggja hendanvegin og eru hug- tiknir av henni. – Eg dugi ikki at síggja, at nakað av tí, sum Árni tosar um, er so kollvektandi í mun til teir møguleikar, okkara skipan hevur. Hann sigur, at Fiska- marknaðurin hevur ment sína søluskipan í samstarvi við viðskiftafólkini hjá FMF, formula. fo og Føroya Tele. – Føroya Tele eigur konseptið við sølupartinum saman við formula.fo. John leggur dent á, at hetta er ein rættiliga áhuga- verd skipan, sum serliga er ment til okkara tørv. – Søluskipanin er lagað eftir uppboðssøluni og ikki øvut. Aðrastaðni hava teir í størri mun lagað uppboðs- søluna eftir teldu-skipanini, og tá hevur úrslitið ikki ver- ið so gott. Tí hava aðrar uppboðssølur í Evropu stóran áhuga fyri okkara »konsepti«, sum stjórin tekur til. Umboð í nevnd Stjórin í Fiskamarknaðin- um sigur, at seinast í nítiár- unum bjóðaði felagið rá- fiskaseljarum og ráfiska- keyparum at verða við í fel- agnum við einum ávísum parti, soleiðis at feløgini kundu fáa ávirkan á viður- skiftini. Men feløgini av- vístu hesum tilboði. – Tey tóku kortini av at hava umboð í nevndini, og tað hava ráfiskaseljarar og ráfiskakeyparar hava síðan. John sigur, at seinnu mettu feløgini, at tey kanska áttu at verið partur av Fiskamarknaðin kortini, og í 2000 ella 2001 varð eitt uppskot gjørt um, hvussu hetta kundi gerast. – Men tá ið samanum- kom, var ein lítil minniluti í nevndini ímóti, at Ráfiska- seljarafelagið og Ráfiska- keyparafelagið skuldu eiga ein part av Fiskamarknað- inum. Kortini hava feløgini havt umboð í nevndini hesi árini, og tað hava feløgini framvegis. Tvey feløg Stjórin vísir á, at á komandi aðalfundi hjá Fiskamarkn- aði Føroya, sum verður komandi týsdag, skjýtir nevndin upp at umskipa felagið, soleiðis at talan verður um tvey feløg í staðin fyri eitt felag. Ætlan- in við hesum er, at landing- arparturin verður fyri seg og søluparturin fyri seg. Hann vísir á, at sambært uppskotinum verður eitt dóttirfelag stovnað, sum fer at taka sær av uppboðssølu- virkseminum, meðan ver- andi felag heldur fram við landingarvirkseminum. – Verður hetta uppskotið samtykt, vænti eg, at Fiska- marknaður Føroya verður umskipaður beinanvegin, sigur John. At enda ynskir stjórin at gera eina viðmerking aftrat til formannin í Ráfiskaselj- arafelagnum, Árna Joen- sen, sum í nevndu samrøðu helt, at prísurin fyri at selja fisk á uppsølu er ov høgur. – Hetta er ikki rætt. Selj- arar og keyparar rinda hvør síni 0,75% í uppboðssølu- gjaldi, og tað er ikki nógv í mun til, hvat uppboðssølur í øðrum londum taka fyri at selja fisk. At seljarar og keyparar vilja hava fiskin skildan, hevur einki við sjálvt uppboðssølugjaldið at gera, sigur stjórin í Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen, at enda. – Eg eri vónbrotin av Árna Joensen – Nøkur viðurskifti í samrøðuni, sum Sosialurin hevur við Árna, eru beinleiðis villleiðandi, og eg haldi, at Árni átti at havt størri virðing fyri sær sjálvum, enn samrøðan ber boð um, sigur John Nielsen, stjóri í Fiskamarknaði Føroya Í grein í Sosialinum leygardagin fanst formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum, Árni Joensen, harðliga at Fiskamarknaði Føroya Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 16