mikudagur 2. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
17
Hann er klaksvíkingur
við stóra K, og frá reyða
Toyotabilinum halda
hann og hundurin
Sjarla eyga við øllum,
sum gongur fyri seg í
býnum. Hann er hjálp-
samur og lagaligur,
men fornermar tú
pappageykin hjá
honum, fært tú við
Ansvein Sigurðsson at
gera
NORÐOYASTEVNA
2004
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey, sum kenna Ansvein,
vita øll, at tað er okkurt heilt
serligt við honum og djór-
um. Og kanska er tað okk-
urt viðføtt, tí einaferð var
Ansvein hjá eini spákonu,
sum segði, at hon var vís í,
at øll djór vóru góð við
hann.
– Tað visti eg sjálvandi av,
men eg helt tað vera løgið,
at hon skuldi vita tað, tí hon
hevði jú ongantíð møtt mær
fyrr. Jú, eg eri stak góður
við øll djór, og tí eru tey eis-
ini góð við meg. Men fært
tú tær djór, skalt tú eisini
taka tær ordiliga av teimum
og vita, at tey liva leingi.
Onki kann gera meg so
óðan, sum tá eg hoyri um
fólk, sum bara sleppa sær
av við djórið, tá tað ikki er
stuttligt longur. Sovorði átti
at verið forboðið við lóg.
– Sjálvur havi eg altíð
havt hund, og Skipper er
tann sætti pappageykurin,
eg havi. Og hann er nakað
heilt fyri seg, vil Ansvein
vera við.
Pappageykurin
Skipper
– Skipper er av Gråjakob
slagnum, og teir sigast at
vera teir klókastu pappa-
geykarnir, sum eru, fortelur
Ansvein.
– At hava ein pappageyk
í húsinum er næstan sum at
hava eitt húsfolk hjá sær.
Skipper fylgir við í øllum, og
so hermir hann eftir øllum,
hann hoyrir. Serliga fugla-
ljóðum og ringitónanum á
fartelefonini hjá mær. Nú
havi eg vant meg við tað,
men í fyrstuni bleiv eg trill í
ørviti av honum, tí eg helt
tað sjálvandi vera telefonin,
sum ringdi. So broytti eg
ringitónan, men tveir dagar
seinni hevði Skipper lært
seg nýggja tónan. Fari eg út
úr kamarinum, byrjar hann
at láta sum ringitónin fyri at
fáa meg innaftur. Nei, býttur
er hann ikki.
– Hann dugir eisini av-
bera væl at spæla sjúkur
við spýggja ella halta, tá
hann skal hava meg at taka
synd í sær. Hann heldur seg
vist ikki kunna sova, fyrr
enn eg eri fari í song, tí um
klokkan blívur ov nógv, situr
hann og rópar: ”Gå så i
seng med dig!” Tá hann vil
hava selskap, rópar hann á
fólk, og so flennir hann í
kíki, tá man kemur yvir.
Hann hevur gud-hjálp-mær
eisini lært seg at flenna
akkurát líka sum eg.
Skipper ger illa fortreð og
er herviligur at arga fólk,
men fyri tað mesta er hann
øgiliga fittur. Tá eg siti og
fái mær okkurt gott, serliga
sjokulátakeks,
vil
hann
sjálvandi eisini hava. So sigi
eg: ”OK, men tað kostar ein
muss”. So fái eg eisini ein
muss afturfyri.
Eg veit væl, at onnur
halda Skipper vera ljótan, tí
hann er so fjaðursárur. Men
í mínum eygum er hann
vakur, og hann kann ikki
gera við, at hann sær so-
leiðis út, sigur Ansvein og
og smílist uppá Skipper,
sum hevur sett seg á øksl-
ina á honum.
Slatur og sleyg
Ansvein hevur búð í Klaks-
vík alt sítt lív, og fer hann
nakra aðrastaðni, verður
tað ikki, fyrr enn hann verð-
ur borin út í Grøv, sigur
hann.
– Eg eri ómetaliga góður
við Klaksvík, men eg dugi
væl at síggja, at klaksvík-
ingar eisini hava sínar feilir.
Tað ringasta er kanska, at
vit slatra so illa. Eg veit ikki,
hvat feilar okkum her í bý-
num, men øll fáa alt við, og
øll snakka um øll. Og gert
tú nakað býtt, verður tað
samrøðuevnið allan næsta
mánaðin. Tað er alt í lagi at
fylgja væl við, men tað
mátti ikki verið neyðugt at
gingið og skrætt seg so-
leiðis um fólk. Vit, sum
búgva her, hava kanska
vant okkum við tað, men eg
skilji væl, um avbygdafólk
fáa eitt sjokk, tá tey hoyra,
hvussu tosið gongur.
Onnur siga, at vit eru so
bygdaslig, men hvat vil tað
siga at vera bygdasligur?
Um tað er, at vera serliga
góður við sína bygd, so
mást tú gjarna kalla meg
tann allarbygdasligasta í
býnum, sigur Ansvein.
Skúlatíðin
Sjálvt um Ansvein altíð
hevur trivist væl í Klaksvík,
minnist hann lítið gott frá
skúlatíðini.
– Eg eri orðblindur, og tá
eg gekk í skúla, merkti tað
tað sama sum at vera býtt-
ur. Eg haldi heldur ikki, at
næmingar við serligum tørvi
vóru uppfunnir tá, tí tað var
onki sum æt serundirvísing
í fyrstuni. Men seinni vóru
tað serliga tríggir lærarar,
sum hjálptu mær ótrúliga
væl. Tað vóru Bigge (Jákup
Mikkelsen), Eyðfinn Hansen
og Jonhild Heinesen. Tað,
eg havi lært í skúlanum,
kann eg takka teimum
trimum fyri, og eg eri sera
takksamur fyri tað.
Men børn eru nú soleiðis,
at tey skulu gera vart við
seg uppá onkran máta. So
tá eg ikki kláraði meg so
væl í tí bókliga, gjørdist eg
vist í so óskikkiligur. Eg
trúgvi neyvan tað mundi
vera so álvarsamt, men tað
var ein máti at klára seg ella
vísa seg fyri hinum dreingj-
unum, sigur Ansvein hugs-
unarsamur.
Sjafførurin Ansvein
Tað var tað ongin trupulleiki
hjá Ansvein at taka koyri-
koyrt, sjálvt um hann er
orðblindur. Hann fekk teir á
Eg eri sum eg eri
At hava ein pappageyk í húsinum er næstan sum at hava eitt húsfolk hjá sær. Skipper fylgir við í øllum, og so hermir hann eftir øllum, hann hoyrir. Serliga fuglaljóðum og ringitónanum
á fartelefonini hjá mær
Mynd: Jens K. Vang
Bileftirlitinum at bíleggja
sær eitt videoband, soleiðis
at hann kundi hyggja og
lurta seg til tað, sum annars
stendur at lesa í koyri-
bókini.
– Tá eg so skuldi upp til
teori, las ein frá bileftirlitin-
um spurningarnar upp fyri
mær, og tá var bara at lurta
væl og svara sum frægast.
So var bara koyriroyndin
eftir, og hon var onki pro-
blem. Tú kanst faktist duga
væl at koyra bil, fyri tað um
tú ert orðblindur. Tað kemur
meir enn so fyri, at politiið
rósar mær fyri at koyra ser-
liga hampiliga. Men tað
skal nú heldur ikki so nógv
til fyri at kappast við bilfør-
arar her í Klaksvík, tí koyr-
ingin her líkist svarta ong-
um. Fólk eru so ólagalig í
ferðsluni, at tú skuldi trúð,
tað var lygn, sigur Ansvein.
Ansvein og djórini
Tá prátið kemur inn á konu-
fólk, er Ansvein skjótur at
minna á, at hann er gamal
drongur, og at alt hatta við
konufólki er ein liðug søga
fyri hansara viðkomandi.
– Sjálvandi hyggi eg
framvegis eftir konufólki -
annars hevði eg ikki verið í
ordan. Allir vinmennirnir hjá
mær eru giftir ella hava
dámu, so tað hevði verið
deiligt, um eg eisini fann
eina fitta gentu at vera
saman við. Men eg havi
onga hitt enn her í Klasvík,
og eg fari ikki pressandi av
oynni at leita eftir konufólki.
So altráður eri eg altso
heldur ikki. Og so er tað
eisini nógv bíligari at hava
ein pappageyk, flennir An-
svein.
Dagarnir
hjá
honum
ganga fyri tað mesta við at
ansa
pappageykinum,
hundinum Sjarlu og at
koyra biltúrar og práta við
fólk. Hann plagdi at egna
fyrr og var eisini onkrar
útróðratúrar, men nú eru
lendarnir gingnir fyri, so
hann skal helst halda seg í
frið.
– Eg kann gott egna ein
ella tveir stampar, men so
eri eg eisini ferdigur. Tað er
tungt og strævið at ganga
fyri onki, tí man blívur so
óhugnaliga dovin av tí. Men
eg royni at hjálpa til, har eg
kann, og eg fylgi enn væl
við í øllum tí, sum gongur
fyri seg í egningarskúrunum
niðri á Stangabrúnni.
Eg vildi ynskt, at eg kundi
fari til útróðrar, men tá eg
nú ikki kann tað, royna eg
at síggja tað góða í tí, sum
eg kann og tí, sum eg havi.
Eg leggi onki í, hvat onnur
halda um meg. Eg eri bara,
sum eg eri, sigur Ansvein.
Gud veit best
Tey, sum ikki kenna An-
svein, hava ivaleyst kortini
hoyrt málið í honum onkun-
tíð. Hann er nevniliga ein av
teimum, sum javnan ringir
inn til Lurtarnar og Vit og
fær sær eitt prát við onkran
av útvarpsmonnunum.
– Jú, mær dámar væl ta
sendingina, og tá eg ringi,
plagi eg at biðja teir spæla
okkurt andaligt lag fyri mær,
tí tað slagið av tónleiki
dámar mær best. Eg eri ikki
tann, sum siti fremst í
kirkjuni ella á møti, men eg
trúgvi uppá Gud. Tú kanst
royna at lumpa teg ígjøg-
num, men tað gongur ikki
tí, tað er ongin vegur uttan
um hann. Hann gjørdi eina
ræðuliga gerð, tá hann tók
mammu mína frá mær so
tíðliga, men soleiðis mátti
tað bara vera. Tað er hann,
sum veit, hvat er best, og tí
seti eg altíð mítt álit á hann.
Tað eri eg uppvaksin við,
og tað havi eg ongantíð
verið í iva um, sigur An-
svein.
Norðoyastevnan
Norðoyastevna er í hond-
um, men sjálvur hevur An-
svein ongantíð gjørt nakað
serligt
burtúr
norðoya-
stevnuni.
– Eg tími ikki øll hesi fullu
fólkini, og eg haldi tað vera
so syndarligt at síggja 14-
15 ára gomul børn ganga
og dingla eftir gøtuni við
eini fløsku í hondini. Mær
dámar væl at hyggja eftir
kappróðri og fótbólti, men
tað skal vera kvinnuróðurin
og kvinnufótbólturin. Har er
meir at hyggja eftir, veitst
tú, sigur Ansvein við einum
skálkasmíli.
Men føroysku ítróttar-
kvinnurnar má hann verða
fyri uttan hesa norðoya-
stevnuna, tí í ár verður hann
ikki heima. Han fer til
Danmarkar at halda sín 37
ára føðingardag, og ætlanin
var eisini at keypa ein
pappageyk fyri ein vin-
mann.
– Men tað verður av ong-
um. Tað er ov nógv roks við
djóra- og tollmynduleikum
og pappírum, sum skulu
fyllast út, og hvat veit eg.
Nei, hesuferð ætli eg bara
at halda feriu. Skipper fer
norð
til
systir
mína
í
Hvannasundi at vera. Har
hevur hann tað gott, men
hann verður nakað for-
nermaður, tá eg bara so-
leiðis stingi av. So okkurt
skeld kann eg vænta mær,
tá eg komi aftur, heldur
Ansvein.
Prátið hjá okkum báðum
er komið at enda. Ansvein
letur hurðina aftur inn til
Skipper og fylgir mær út í
gongina. Útkomin byrjar
fartelefonin hjá honum at
ringja. Ella? Nei, tað var ikki
telefonin. Tað var bara
Skipper, sum longu er eitt
sindur firtin …
10 spurningar til Ansvein:
Navn? Ansvein Danielsen Sigurðsson
Aldur? 37 ár 6. juni
Lívrættur? Grind og spik.
Hvat skal man ikki bjóða tær? Pizza, grønmeti og fyri alt í verðini ikki hvíttleyk.
Besti drykkur: Ein skarpur akvavittari er ikki av vegnum, tá rætta høvið er.
Sterka síða? Hjálpsamur
Veika síða? Ótolin
Hvønn sært tú upp til? Mammu mína
Áhugamál: Djór, konufólk og alt, sum hevur við útróður at gera.
Dreymur? At keypa míni egnu hús.
Einaferð var Ansvein hjá einari spákonu, sum segði honum, at djór hava ein serligan tokka til hansara
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
17
16