Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 -2. juni 2004 19 So kiksaði TB Eftir tvey lak viku- skifti, reistist FS Vág- ar, tá teir á heimavølli vundu burtur úr TB 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrstu fýra umførini í aðru deild hevur tað tókst, sum um fór tað bert at verða eitt lið, sum skuldi gera seg galdandi. TB hevur ikki havt stór- vegis trupulleikar fyrstu umførini, og tá teir leygar- dagin vitjaðu í Vágum, varð í mangar mátar roknað við, at teir eisini skuldu fáa fult her. Ikki minst tí FSV tykist fullkomuliga upp- steðgað, eftir rokið sum stóðst kring slitið í felags- liðnum. Leygardagin merktist hetta tó ikki aftur á vøll- inum, tí við tryggum 3-0 sigri syrgdi heimaliðið fyri, at spenningur aftur kom í kappingina. Og hesum gjørdi Royn sær dælt av. Uppflytararnir frá í fjør høvdu vitjan av VB, og her gjørdist talan somuleiðis um tryggan 3-0 sigur til heimaliðið, soleið- is at hvalbingarnir nú við fýra sigrum á rað hava eins nógv stig sum TB. Triði 3-0 heimasigurin hetta umfarið kom í Leir- vík, har B36 vitjaði. LÍF átti ongan sigur undan hes- um umfarinum, men tað nullið varð væl og virðiliga strika burtur við greiða sigrinum, sum eisini lyfti leirvíkingar upp um nið- urflytingarstrikuna. Her eru klaksvíkingar nú staddir, eftir at teir heldur ikki fingu nakað við sær úr Sumba. Klaksvíkingar vóru tó leingi væl við í Sumba, men tað endaði alt við einum teprum heimasigri, soleiðis at Sumba slapp sær upp á níggju stig, og harvið framvegis er við í kapping- ini um tey stuttligu plássini. Seinasti dysturin var á Argjum, har B71 mátti lúta 4-2 fyri AB. Argjamenn tykjast nú hava sett kósina uppeftir á stigatalvuni, og við tíggju stigum eru teir nú í hølunum á teimum báðum suðuroyarliðunum, sum fyri fyrst hava lagt seg á odda í deildini. Úrslitini leygardagin: Sumba-KÍ 2-1 FS VágarøTB 3-0 LÍF-B36 3-0 AB-B71 4-2 Royn-VB 3-0 Nyback,T (2545) - Ivan- chuk,V (2716) EM Antalya TUR (8), 23.05.2004 1.d4 d5 2.Rif3 Rif6 3.c4 c6 4.Ric3 dxc4 (Móttikið dronningagambit, sum í hesum døgum verður nógv leikt millum stór- meistarar) 5.a4 Bf5 6.Rih4 Bd7 7.g3 e6 8.Bg2 c5 9.d5 exd5 10.Rixd5 Ric6 (Svartur tykist ikki at hava stórvegis trupul- leikar. Fær hann Bispin út og sleppur í borg, er væl sloppið) 11.Fc2 Rixd5 12.Bxd5 Rib4 13.Fe4+ Be7 14.Bxc4? (Bxb7 bet- ur) 0—0 (14...Bc6 15.Bb5) 15.Rif5 Bxf5! 16.Fxf5 Fd4! (Svartur hevur yvirtakið) 17.Bd3 Rixd3+ 18.Fxd3 Fb4+ 19.Kf1 c4 20.Fc2 Bf6 21.Kg2 Rfd8 22.Rb1 a6 (Svartur hevur góða tíð at uppbyggja sína støðu enn sterkari) 23.Be3 b5 24.Rhc1 h6 25.h4? (Óneyðugt. Hvítur hevur ikki tíð til slíkar leikir. 25...axb5 og síðani b3 var besti kjansur, hóast svart- ur framvegis varðveitir sín fyrimun) 25...Rac8 26.axb5 axb5 27.Fe4 Fb3! 28.Fc2 Fa2 29.Bd2?? (b3 var einasti leikur) Støðumynd eftir 29.Bd2 29...c3! 30.Bxc3 tað hjalpir ikki at leika: 30.bxc3 orsakað av 30...Rxd2!) 30...b4 31.Ra1 Fd5+ 32.e4 Fe6 Hvítur missur bispin, og legði tí kongin 0—1 Talvið hesa vikuna Ivanchuk evropameistari Eftir eina ringa kapp- ingarbyrjan, bardi Vassily Ivanchuk seg upp í toppin. Tó mátti umdystur til innan vinnari varð funnin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen 35 ára gamla talvstjørnan úr Ukraina tapti í 1. umfari móti einum IM´ara, við einans umleið 2450 rating- stigum. Tíðindini fóru skjótt kring talvheimin; favoritt- urin Ivanchuk (2716) hevði fingið eina katastrofala byrjan í evropameistara- skapinum, sum í ár varð leiktur í Turkalandi. Kappingin varð ikki eins sterk sum vónað. Bert ein telvari yvir 2700, nevnliga Ivanchuk. Hinvegin var ein rúgva góðum 2600-telvar- um; eitt nú 17 ára gamli Radjabov (2670) og veter- anarnir Gurevich (2672) og Nikolic (2648), sum vit kenna frá sínum mongu vitjanum í Føroyum síðani fyrst í 90´unum. Seinast Nikolic var í Føroyum, var í fjør í sam- band við FM fyri einstak- lingar í Havnini. Tá hjálpti hann serliga ungum telvar- um úr Klaksvíkar Talvfelag. Ein vældámdur og sterkur telvari, sum hevði eina framúr góða EM-kapping. Umdystur David Navara (2602) lá leingi einsamallur á odda í longu kappingini; 13 umfør skuldu leikast. Ungi kekkin dragnaði fyrst í næstseinasta umfarinum, tá Ivanchuk fekk hann aftur. Tveir telv- arar átti tí felagsoddasessin við 8,5 stigum innan trett- anda og seinasta umfarið. Meðan Ivanchuk leikti javnt í sínum seinasta talvið móti Gurevich, sum hevði 8 stig, kundi Navara við at vinna sítt talv móti Nicolic, ið hevði 8 stig og tí sjálvur kundi vinna seg uppá deilt fyrsta pláss, vinna EM einsamallur. Navara hevði svarta fólkið, og tað varð tí eingin løtt uppgáva fyri framman. Navara misti eis- ini fótafestið tíðliga í talv- inum móti tí sera støðuga Nikolic. Okkara maður vann eitt gott talv, og tá hini úrslitini eisini fløskaðu seg væl, endaði Nikolic á deild- um fyrsta plássi saman við Ivanchuk. Umdysturin, har hvør telvari hevði 25 min. hvør til talvið, bleiv leiktur sunnudagin. Tvey talv. Ivanchuk var náðileysur og vann rættiliga trygt bæði talvini. Hann tordi enntá at nýta kongagambit í tí fyrra talvinum. Remiskongar Av øðrum kendum telvar- um í EM, kann nevnast Ulf Andersson (2570), sum eftirhondini er vorðin 52 ár. Ulf var millum heimsins bestu telvarum í 70´unum. Sviin hevur altíð verið kendur sum ein telvari, ið metur eitt remis sum eitt vunnið hálvt stig, heldur enn eitt tapt hálvt stig. Og hann skuffaði heldur ongan í EM; Ulf vann tvey tey fyrstu talvini, og leikti síð- ani ellivu javnleikir á rað! Júst sama úrslit fekk talentið Radjabov, og í mun til Ulf, er úrslitið hjá Radja- bov óvæntað. Garry Kaspa- rov metur, at Radjabov hev- ur tikið skaða av at hava telva seinastu tvey árini í kappingum saman við heimselituni. Í hesum høpi, var ein javnleikur altíð eitt gott úrslit hjá Radjabov. Úrslitið av hesum er, at hann nú hevur ringt við at vinna ímóti miðalsterkari mótstøðu. Radjabov varð ov tíðliga settur í eldin, sigur Kasparov. Helst hevur heim- seittarin rætt í sínum met- ingum. Shirov suvirenur Meðan Ivanchuk og aðrir stríddust í Turkalandi, vann álopssinnaði Alexei Shirov (2713) eina sterka kapping í Sarajevo, nevnd "34th Bosna Tournament". Shirov vann seks talv og leikti trý jøvn, og fekk tí 7,5 stig av 9 møguligum. Eitt megnar avrik. Næstur Shirov varð Ser- gei Movsesian (2647) við 6 stigum. Triðfremstir vórðu Ivan Sokolov (2690) og Viktor Bologan (2665) við 5,5 stigum. Púra óvæntað hekk einki saman hjá Nigel Short (2712), sum einans fekk 3,5 stig og endaliga aftarliga. Bretin fer niður- um 2700-markið eftir ringa úrslitið í Sarajevo. 12 føroyskir svimj- arar skulu mikudagin kappast við tey bestu úr Hetlandi og Orkney-oyggjunum SVIMJING tíðindaskriv Áhugaverd svimjikapping verður í Svimjihøllini í Gundadali mikudagin 2 Juni kl 19:00, tá vit fáa vitjan av 12 svimjararum úr Orkney, og 12 svimjararum úr Hetlandi. 12 av okkara bestu svimj- ararum eru valdir út at um- boða Føroyar í hesi svimjikapping og tey eru: Joan Símun Edmundsson úr Flot, Pauli Øssursson Mohr og Jákup Øssursson Mohr úr FS, Petur McIn- tosh, Hanus Eysturdal og Elida Bjarnadóttir úr HS, Elspa Mørkøre, Eyðbjørg Petersen og Kirstin Sig- urdsdóttir Rasmussen úr Skeggjum, Maria Vang og Gunnleif Olsen úr TS og Natalia Reinhardt úr Ægir. Hetta eru tey 36 bestu í aldrinum 12 til 15 ár úr hes- um trimum londum ið fara at kappast í teimum 21 kappingunum ið verða, og talan er um stuttar kapping- ar allar kappingarnar eru 50m, og so verða nakrar spennandi stafettir. Kapp- ingin byrjar mikukvøldið 2. juni Kl: 19:00 og verður liðug umleið kl 21:30. Kappingin var fyri tveim- um árum síðani í Hetlandi, tá lá væl fyri hjá okkara svimjararum, av teimum 21 kappingunum vunnu vit 16 kappingar og komu svimj- ararnir aftur tá við stórum ferðasteypið, og mugu tey sjálvandi gera alt hvat tey kunna so steypið ikki fer av landinum. Útlendsku svimjararnir koma til Føroyar mikudag- in, og fara avstað aftur fríggjamorgunin. Orkney og Hetland koma Tey 12, sum mikudagin fara at kappast ímóti Hetlandi og Orkney-oyggjunum KÍ vann Cadbury- steypið Finalan í steypakappingini hjá smádreingjum varð leikt á Skála leygardagin, og stóð hendan millum KÍ og TB. Tey bæði liðini høvdu leikt seg fram til finaluna við tryggum sigrum á ávíkavist AB og Skála. Tí var lagt upp til ein spennandi finaludyst, og tó at tølini siga 5-1, so var talan í longum løtum um ein spennandi dyst. KÍ hevði eftir einum korteri lagt seg upp á 2-0, men eftir hett raknaðu tvøramenn av álvara við. Tað eydnaðist teimum eisini at minka um munin við brotssparki, og tí stóð alt framvegis opið, tá farið varð út til seinna hálvleik. Her eydnaðist tó hampu- liga tíðliga hjá KÍ at økja til 3-1, og so noyddist TB at satsa. Tað gav so eisini møguleikar til KÍ, sum fyrst við brotssparki og síðani við einum kontra- álopi vunnu seg upp á 5-1, soleiðis at allur ivi varð beindur til viks. -jm Blaðberara- steypið til HB Talan gjørdist um høvuðs- staðaruppgerð í steypafin- aluni í dreingjadeildini, har HB og B36 tryggjað sær finalusessin. Hetta varð annars gjørt sama dag, sum finalan skuldi leikast, og spurningurin er helst, hvørt tað er rætt, at leggja somik- ið stórar byrður á leikarar- nar, at teir skulu spæla tveir krevjandi dystir sama dag. Fyri stuttum hittust liðini bæði í landskappingini, og ta ferðina vann B36 ein tryggan 4-0 sigur, men leygardagin var øðrvísi. Eftir einum korteri hevði HB lagt seg á odda, og und- an steðginum eydnaðist tað eisini at økja til 2-0. Eftir steðgin komu fýra mál, og átti HB øll av hesum, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 6-0. Hetta er fyrsta ferðin, at kappast verður um blaðber- arasteypið, sum Prentmið- støðin hevur latið. -jm 19 18 Nr. 102 -2. juni 2004 Einasta felagið, sum ikki hevur roynt at tapa, er Skála, og einasta felagið, sum ikki hevur roynt at vinna, er B68, sum í vikuskiftinum skifti venjara 5. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Avrikini og úrslitini í viku- skiftinum góvu góða ábending um, hvussu fót- bóltsfeløgini eru fyri. Eingin ivi er um, at Skála er sera væl fyri. Tað hava teir verið øll fimm umførini, og tað staðfestu teir rudduliga ímóti B36. Árstalsfelagið varð undan kappingarbyrj- an roknað millum favoritt- arnar. Um roknað verður út frá avrikunum nógvu tey undanfarnu árini, so eigur B36 besta fólkið. Men tað er ikki altíð, at avrikini undanfarnu árini eru besta grundarlagið at meta út frá. Tað kann eisini vera so- leiðis, at spælarar eru mett- ir og harvið ikki so upp- settir, sum teir eru, ið einki hava vunnið og sum hungra eftir at gera um seg. Leygardagurin á Skála bar boð um júst hetta. Ungu og svongu skálamenninir vóru uppsettir og tykjast hava viljan at fara ígjøg- num heilt fyri at vinna. Soleiðis tykist tað ikki at vera á B36 liðnum, sum seinastu árini hevur vunnið nógv. Tá ið HB í fyrsta umfar- inum hevði tapt á Skála, varð hetta roknað sum alt annað enn gott hjá meist- araliðnum. Nú fimm umfør eru farin afturum, kann staðfestast, at tað vóru rokningarnar í sambandi við Skála og ikki fyrst og fremst í sambandi við HB, sum vóru skeivar. HB er næstfremst, og teir hava góðan møguleika at spæla seg í steypafinaluna. Tað er neyvan nakar ivi um, at teir í heyst fara at halda hundr- að ára føðingardag eftir brúkiligt kappingarár. HB hevur verið meistari tvey tey undanfarnu árini, og tí kundi støðan við mett- uni hjá teimum verið, sum hon tykist vera hjá B36. Men HB hevur fleiri ungar og ágrýtnar spælarar á lið- num, og einstakir teirra eru millum berandi kreftirnar. Her verður eitt nú hugsað um Vagn Mohr Mortensen og Kára Nielsen, sum báðir eru í landsliðsferðalagnum í Sveis. KÍ verður hundrað um góðar tveir mánaðir. Av- rikið leygardagin bendi ikki á, at teir vera førir fyri at halda føðingardag á topp- inum. Heldur enn svangir og uppsettir, so tóktust klaksvíkingarnir mettir og tungir. Hetta var fyrsta ferðin, at KÍ tapti í hesum kappingarárinum. Men teir hava bara vunnið eina ferð, og tríggir javnleikir bera við sær, at KÍ er niðanfyri miðstrikuna. Næsta vikuskiftið verður Norðoyastevna. Tá ið kappingar- skipanin varð almenn, mundu tað ivaleyst vera fleiri, sum rokn- aðu við, at KÍ hevði ikki tyngstu uppgávuna á Norðoya- stevnu, tí tá skuldu teir spæla ímóti Skála. Nú er støðan soleiðis, at klaksvík-ingar og øll onnur mugu rokna skálamenn sum favo- rittar í stevnudystinum. Soleiðis gongur tað viðhvørt. Pílurin upp og niður Vágbingar vunnu enn eina ferð. Eftir eitt sindur trilvandi byrjan er VB komið í rætta lagið. VB hevur gott fólk, og tað skal ikki undra, um teir vera við í kapping- ini, har sum tað verður hugaligt at kappast. Í tveimum teimum síðstu um- førunum hava teir fingið seks stig, og tað hevði ikki verið av leið, um teir høvdu havt fingið stig bur- turúr vitjanini hjá HB, sum kortini vann 2-1. Eisini hjá NSÍ gongur tað rætta vegin. NSÍ hevur fingið sjey stig burtur úr trimum teimum seinastu umførun-um. Liðið tykist vera væl fyri. Sunnudagin skulu teir spæla í Gøtu. Har vunnu teir fjórðingsfinal- una fyri knøppum mánað síðani. GÍ hevur eitt stig minni enn NSÍ. Men meðan tað hjá NSÍ hevur gingið rætta vegin, so hevur tað síðstu vikurnar gingið illa hjá GÍ. Eftir sannførandi avrik í bólkaspælinum og í tveim- um teimum fyrstu umfør- unum í landskappingini, er lítið komið burturúr. Gøtu- menn roknaðu tað sum hálva vend, tá ið teir megn- aðu javnleik í Klaksvík. Síðani hevur tað víst seg, at hetta ikki var serliga gott barometur fyri viðrák. GÍ tapti leygardagin ímóti EB/Streymi, og serliga í 2. hálvleiki var avrikið lítið sannførandi. Vitus Kofoed skuldi gera málini. Men hann er gott dømi um, at tað ikki altíð eydnast væl, tá ið útlendingar koma til Føroya at royna seg. Í vikuskiftinum var hann á 3. deildarliðnum. B68 illa kroyst Toftamenn eru so mikið sperdir, sum teir sjáldan ella ongantíð hava verið, síðani teir í 1981 fyri fyrstu ferð royndu seg í bestu deildini. Fyri toftamenn kom tað illa við, at EB/ Streymur fekk fulla úrtøku í Gøtu. Harvið gjørdist gloppið frá B68 á aftasta plássinum og fram til næstaftasta plássið til trý stig. Hóast tað hevur gingið hampuliga væl hjá ÍF, so eru fuglfirðingar næstaft- astir. Nýggja felagið í bestu deildini hevur bara fingið stigini í heimasigrinum ímóti NSÍ. Tær báðu næstu ferðirnar verða sera týdn- ingarmiklar fyri ÍF. Nú sunnudagin skulu teir spæla á Eiði, og um tvær vikur skulu teir spæla á heimavølli ímóti B68. Tað vil við øðrum orðum siga, at úrtøkan í tveimum teim- um næstu umførunum fer at vera avgerandi fyri, um ÍF støðugt skal stríðast fyri at sleppa undan niðurflyt- ingini, ella um teir eisini kunnu hava yvirskot at gleða seg til Varma- kelduna, tá ið teir skulu spæla seinnu hálv- finaluna ímóti NSÍ. Hjartasuffið Og at enda kunnu vit ikki annað enn koma við einum hjartasuffi til fótbóltsfeløg- ini. Tað gongst illa at fáa upplýsingar frá feløgunum. Dómaraseðlar verða ikki sendir til blaðið, og tað er torført at finna fram til upplýsingar um tíðir, út- skiftingar og kort. Tað er spell og hevur við sær, at upplýsingarnar hjá okkum als ikki eru á tí støðinum, sum vit høvdu viljað havt teir at verið. Tað er eingin trupulleiki hjá hondbóltsfeløgum, flogbóltsfeløgum og Róð- rarsambandinum at senda okkum allar upplýsingar, sum vit hava brúk fyri. Tað verður meiri tíð og orka nýtt upp á fótbóltin, enn tað verður nýtt upp á nakra aðra ítrótt. Tað er spell, at hetta ikki sást aftur í virð- ingini, sum feløgini hava fyri bløðunum — í hvussu so er, tá ið tað snýr seg um at tæna við upplýsingum. Hetta eiga feløgini ikki at hava sitandi á sær. Staðiliga verður heitt á tey um at skipa so fyri, at dómara- seðlarnir verða faksaðir til redaktiónina beinanvegin, tá ið seðilin er liðugt skriv- aður. Umframt í 1. deild hjá monnum er her talan um 2. og 3. deild hjá monnum og kvinnudeildina. Nú fer tað at líkjast Lítið mundu klaksvíkingar vita av, at tað skuldi verða oddaliðið, ið kemur á vitjan til norðoyastevnudystin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18