Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 19 Í Klaksvíkar Róðrarfe- lag síggja tey ljóst upp á framtíðina, tí at ungu rógvararnir eru so mangir, sum teir ong- antíð hava verið áður, men leiðslan í felag- num kvígir fyri møgu- leikanum, at felagið skal missa avbera góðu hølini, sum tey hava havt í mong ár KLAKSVÍKAR RÓÐRARFELAG Jóannes Hansen Hevði tað staðið til leiðsl- una í Klaksvíkar Róðrarfe- lag, so hevði Klaksvíkingur verið við í FM kappingini, sum tað verður farið undir í Klaksvík nú leygardagin. Men trý ára gamla 10- mannafarið stendur turt í neystinum. Tað hevur ikki borið til at manna bátin. Hetta ætla tey at gera nakað við í Klaksvík. – Vit fegnast um, at tað hjá okkum ongantíð hevur staðið so væl til við ungum manningum, sum tað ger nú. Vit vóna og rokna við, at hetta fer at síggjast aftur í størru bátunum kanska longu næsta ár. Tað ætla vit í nevndini at gera nakað við, og vit ætla okkum undir tað arbeiðið beinavegin í heyst. Hetta sigur Solby Elia- sen. Hon er nývaldur for- maður í Klaksvíkar Róðrar- felag, sum er vertur fyri ársins fyrstu FM kapping. Solby hevur róð og verið nevndarlimur í fleiri ár. Nú hevði hon ætlað sær at givist, men eftir aðalfundin, sum var fyrr í vár, endaði hon sum formaður í felag- num. Saman við Solby eru í nevndini Fróði Waag, sum er næstformaður, Magnus Norðberg, Kristian Eli Zachariasen, skrivari, og Uni Oknadal. Tá ið formaðurin sigur, at felagið ikki hevur verið so væl fyri millum tey yngstu, sum tað er nú, so sipar hon til, at bæði 5-mannaførini - Fípan Fagra og Tekla - eru mannað bæði við dreingj- um og gentum, og at tey hava tríggjar manningar, sum venja fyri at taka lut í barnaróðrinum. Páll Fangi er mannaður við kvinnum, og so er 8-mannafarið Nev- ið Reyða mannað. Klaksvíkingar vunnu trý FM í 2001. Í 2002 bjóðaðu teir seg fram í nýggjum 10- mannafari, men so góvust allir, sum høvdu verið við til at manna 10-mannafarið, og á mannfólkasíðuni eru teir farnir at byggja upp av nýggjum. At klaksvíkingar í mong ár ikki hava verið serliga óførir at luttaka og kappast í stóru bátunum hevur við sær, at teir ikki hava fólk, sum hevur royndir, og sum er hugað at taka eitt tørn, eftir at teir hava hildið frí í eitt ella tvey ár. – Vit halda tað vera spell, at Klaksvík ikki er við í kappingini, sum tað verður gingið mest uppí. Tí ætla vit okkum í heyst at manna bátarnar, og vit vóna, at tað fer at síggjast aftur næsta ár. Eisini tí fleiri manningar fara at fáa góðar royndir nú í summar, sigur felags for- maðurin. Kvíga fyri hølunum Tað er neyvan nakra aðra staðni, at hølisumstøðurnar hjá rógvarunum eru so góð- ar, sum tær eru í Klaksvík. Men tey í Róðrarfelagnum eru ikki heilt álvulig við støðuna. Kommunan eigur neystið, sum teir yvirtóku, tá ið gamla Klaksvíkar Kappróðrarfelag fyrst í níti árunum fór av knóranum. Nú verður tosað um, at neystið, sum meiri er stór felagshøli heldur enn bara at vera eitt vanligt neyst, skal takast burtur í sam- bandi við, at miðbýarætlan- ina, sum teir nú sigast ætla at gera til veruleika. – Vit hava fingið bræv frá kommununi um hetta. Har verður sagt, at býráðið fer at syrgja fyri, at vit eisini í framtíðini skulu eiga høli mitt í býnum. Men vit kenna okkum ótrygg. Eingin ivi skal vera um, at okkum hevði dámt nógv best, at hølini vórðu, sum tey eru. Tað hava vit sagt við bý- ráðið. Vit kvíga fyri, at fer- metrarnir fara at verða færri, og vit ivast í, um vit fara at fáa eins góð høli, sum vit nú hava. Vit nýta hølini fult út, og vit ætla og vóna, at virksemið skal økj- ast og ikki skerjast, sigur Solby Eliasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag. Í Klaksvík fór svimjifelag- ið Ægir so at siga fyri bakka, tá ið svimjihøllin varð afturlatin, tí tað var neyðugt at endurbyggja og umbyggja hana. Nú royna tey at endurreisa felagið, men tað er sera strevið. Tað er hesa støðuna, sum tey í Róðrarfelagnum ógvuliga fegin ikki vilja koma í. – Vit hava víst teimum ungu álit. Tey eru nógv í húsinum. Har eru fleiri møguleikar fyri ítrivi, og tey hava dugað væl at farið um. Hetta er ivaleyst ein av or- søkunum til, at tað nú eru fleiri ungdómar, sum hava áhuga fyri at rógva. Vit mugu ómøguligt missa karmarnar, sum tey trívast í, er ynskið hjá Solby Eliasen. Hugaligari leyardagin Tá ið tosað verður um fyrsta FM róðurin, sum verður nú leygardagin, so er tað einki at liggja omaná, at í Klaksvík, sum tað er alla aðra staðni, so hevur veðrið alt at siga. Tvey tey sein- astu árini hevur tað ikki roynst nakað serligt. Solby vónar sjálvandi, at líkindini skulu verða góð hesa ferð, men hon heldur, at tað undir øllum umstøðum leygardagin fer at verða hugaligari at møta upp á havnarøkinum í Klaksvík, enn tað hevur verið. – Vit ætla at syrgja fyri, at útvarpingin av róðrunum skal hoyrast um alt økið. Soleiðis hevur tað ikki verið hjá okkum áður. Badmin- tonfelagið ætlar at selja okkurt til matna, og tey, sum skipa fyri G! festival- inum, fara at hava ein buss á róðrarøkinum. Men fyrst og fremst vóna vit, at tað fer at ganga væl at avgreiða kappingarnar, og at tað ítróttarliga skal ganga skila- gott fyri seg. Klaksvíkingur skal aftur upp í leikin Klaksvíkar Róðrarfelag kann fegnast um, at tað ongantíð hevur staðið so væl til við ungum manningum, sum tað ger nú C M Y K 19 18