Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 -2. juni 2004 21 21 20 Nr. 102 -2. juni 2004 ÍF var í ringum skør- um, tá teir uttan fimm stuðulsleikarar vitjaðu í Vági, og teir fingu so heldur einki við sær FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at vábingar hálvgum tjóvstartaðu við nýggja vøllinum, tá HB vitjaði í steypakappingini, skuldi nýggi vølluri á Eiðinum takast alment í nýtslu leyg- ardagin, tá ÍF kom suður. Undan dystinum var greitt, at báðir partar vóru noyddir at gera nakrar um- skipanir á liðnum. Hjá VB var Anders Sørensen úti við skaða, og í hansara stað kom Mikael í Lágabø inn til sín fyrsta dyst á besta liðnum í ár. Hartil var Dan Djurhuus fluttur aftur á miðvøllin, meðan Birgir Jørgensen aftur var í álop- inum, og sum heild skuldi hetta vísa seg at vera eitt gott hugskot. Serliga í fyrra hálvleiki lá nevnliga væl fyri hjá Dan at koma ígjøgnum í høgru, og ferð eftir ferð stóðust vandastøður av hesum. Fuglfirðingar høvdu tó eisini sínar umskipanir at dragast við. Eitt var, at Bartal Eliasen nú var tøkur aftur, og tí skuldi rúm finn- ast fyri honum. Tað í sjálv- um sær vildi nokk bara verið ein gleðiligur trupul- leiki hjá venjaranum, um tað var einasta broytingin, men tað var tað so ikki. Ikki færri enn fimm av vanliga føstu leikarunum vóru burtur frá hesaferð, og so sigur tað seg sjálvt, at tað kann gerast trupult at finna røttu samansetingina. Málið opnaði trýstið Fyrstu løtuna var tað tó ÍF, sum royndi at trýsta, men teir fingu sum frammaná, tá VB longu í fyrstu at- sóknini fekk bóltin í netið. Símun Samuelsen fekk bóltin eftir hornaspark, og umvegis ein ÍF-fót streyk bólturin í málið, tá ungi vágbingurin meddaði móti málinum. Eftir hetta mundi tað vera VB, sum var omaná, men hóast fleiri góðar royndir, so eydnaðist ikki at økja um leiðsluna. Eftir steðgin javnaði dysturin seg heilt nógv. VB royndi framhaldandi at trýsta, men fuglfirðingar lógu eisini framvið, og tað var ikki heilt misvísandi, tá afturkomni Bartal Eliasen var hægstur og stútaði inn- legg í kassan. Hetta var ein lítil skelkur hjá vágbingunum, men lítla løtu seinni kundu teir tó aftur draga andan lættari, tá Mindaugas sendi fríspark beinleiðis í kassan. Sein- astu løtuna royndu fuglfirð- ingar at tveita nógv fólk fram í royndunum at javna, og hetta opnaði fleiri hol í verjuni. Eitt av hesum nýtti inn- skifti Palli Augustinussen til at sleppa sær leysan, og einsamallur við ÍF-mál- verjanum sveik hann ikki. Kósin er greið Og við sigrinum tykist tað, sum VB av álvara hevur sett kósina uppeftir. Saman við B36 og NSÍ eru teir nú á triðja plássinum í lands- kappingini við átta stigum, og so er spurningurin, hvørt teir eisini megna at fáa fult, tá teir komandi vikuskifti vitja á Toftum, har eitt stig- aleyst heimalið tekur ímóti. ÍF skal tá á vitjan á Eiði, og einki er at ivast í, at nógv stendur á til hendan dystin. EB/Streymur er fimm stigum statt beint omanfyri ÍF, og skal nøkur fjarstøða skapast til botnin, eru trý stig av alstórum týdningi fyri báðar partar. Nógv roknaðu við kapping- arbyrjan við, at ÍF veruliga fór at gera ein vørr í lands- kappingini. Higartil hevur hetta tó verið av ongum, og sæð burtur frá einsamalla sigr- inum á NSÍ, hevur lítið og einki verið at fegnast um hjá fuglfirðingunum. Ein av teimum, sum í vetur kom til felagið, er málverjin, Karsten Joen- sen, og hóast vánaligu støð- una, so tykist tað ikki so- leiðis, at hann á nakran hátt hevur mist mótið. – Eg haldi sjálvur, at vit hava verið rættiliga óhepnir higartil. Hesa ferð restaðu fimm av teimum leikarum, sum vanliga byrja inni, og tá hópurin ikki er so øgiliga breiður, so skal tað merkj- ast. – Hinvegin ivist eg ikki í, at vit fara at skava nøkur stig saman. Munurin upp- eftir er ikki so stórur, so ein sigur ella tveir kunnu broyta heilt nógv. Men sjálvandi er talan um sera týðandi dyst, tá vit vitja á Eiði næstu ferð. Tá kann eitt stórt glopp koma í, um vit tapa, sigur altso Karsten Joensen at enda. -jm Stigini fara at koma VB-ÍF 3-1 (1-0): Vøllurin vígdur við sigri Eina løtu tóktust fuglfirðingar at skula stjala eitt stig við sær, men tað eydnaðist tó vertunum úr Vági at staðfesta sigurin og harvið enn trý stig Mynd: Áki Bertholdsen VB-ÍF 3-1 (1-0) 1-0: Símun Samuelsen, 7. 1-1: Bartal Eliasen, 75. 2-1: Mindaugas, 77. 3-1: Palli Augustinussen, 90. VB: Bjarni Johansen – Dalius, Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Mortan úr Hørg – Dan Djurhuus, Milan Kulic, Símun Samuelsen, Jón Pauli Olsen – Birgir Jørgensen, Mindaugas (Palli Augustinussen, 86.) GK: Milan Kulic, 61., Birgir Jørgensen, 38. ÍF: Karsten Joensen – Árni Petersen (Paul Iburg, 77), Áki L. Petersen, Viggo Johannesen, Torstein Joensen – Eyðolvur Petersen, Eyðun Ryggshamar (Teitur Joensen, 67.), Høgni Zachariasen, Rúni Elttør – Høgni á Lakjuni (Sverri Ellingsgaard, 83.), Bartal Eliasen GK: Rúni Elttør, 14., Eyðun Ryggshamar, 55., Høgni á Lakjuni, 76. Dómari: Oddmar Andreasen FAKTA UM DYSTIN C M Y K 20 Óli Egilstrøð Úr Eiðis søgu Hátíðarhald á Eiði Nú ið bókin Úr Eiðis søgu eftir Óla Egilstrøð kemur út, verður alment hátíðarhald í Eiðis skúla leygardagin 5. juni kl. 14.00. Bókin fæst til keyps og Elisabeth Maria Egilstrøð signerar bókina. Framsýning við málningum hjá Óla Egilstrøð verður: fríggjadagin 4. juni kl. 18.00-20.00 leygardagin 5. juni kl. 14.00-18.00 sunnudagin 6. juni kl. 14.00-20.00 Eiðis kommuna