mikudagur 2. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
21
Elias í Vági hevur verið
fastur fúsur á mál
linjuni úti á kaiini til
kappróðurin seinastu
fýrati árini. Hann sigur,
at so longi sum orkan
er til tað, fer hann at
halda fram. Hann
heldur, at bátarnir eru
avbera flottir í dag,
men hann leggur dent
á, at tað er fólkið, sum
vinnur róðrarnar
NORÐOYASTEVNA
2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Elias var ein av fleiri skjútt-
um á málinum í Klaksvík fyri
fýrati árum síðani. Fyrstu
ferð hann var skjútti á mál-
inum var í 1963.
Tá stóðu teir einir fimm
ella seks mans við byrsum
klárir at skjóta so hvørt sum
bátarnir vóru róptir at vera
komnir á mál. Teir plagdu at
standa undir vegginum á
gamla Dávavirkinum, sum
liggur ovarlaga á kaiøkin-
um, har áskoðararnir til
kappróðurin
í
Klaksvík
plaga at standa.
Men í dag situr Elias
einsamallur skjútti í málbil-
inum hjá Róðrarsamband-
inum við ikki færri enn fýra
revolvarum,
meðan
ein
maður rópar tølini á bátun-
um so hvørt, sum teir koma
inn um. Og ofta er tætt –
rættuliga tætt, men skotið á
málinum er ikki avgerandi
upp á nakran máta, og tað
fegnast Elias um, tí onk-
untíð klikkir tað bara í
revolvaranum.
Flottir bátar
Elias tosar um kappróðrar-
bátarnar í dag. Hann held-
ur, at teir eru fantastiska
flottir í dag.
– Allur flotin so gott sum,
er skiftur út, og tað eru
sanniliga nakrir flottir bátar,
sum rógva kapp í dag, sigur
hann.
Annars heldur hann ikki,
at tað er so stórur munur á
róðrunum í dag. Bátarnir
eru munandi vakrari og
flottari. Og ikki at gloyma
so lættir. Ordiligir kapping-
arbátar, meðan teir í goml-
um døgum vórðu nýttir á
floti eins væl og at rógva
kapp í.
Elias heldur tó, at alt tos
um, at teir nýggju bátarnir
vinna allar róðrarnar, er
nakað fjas.
– Tað er ikki báturin, sum
vinnur róðurin. Tað er fólkið
í honum, slær hann fast.
Hann sigur, at kappingin í
dag er so hørð, at tað er
sjáldan langt millum bátar-
nar, tá teir koma á mál.
– Fólkið er so væltrenað í
dag, so tað er onki at siga
til, at tað er javnt, heldur
Elias.
Skeyt av
Elias
greiðir
frá
einari
hending undir einum kapp-
róðri á norðoyastevnu. Fyrr
vóru teir fleiri skjúttar, og
teir stóðu allir undir Dáva-
virkinum við hvør sínari
byrsu, klárir at skjóta so
hvørt sum bátarnir komu á
mál. Elias rópti verið klárir,
men ein helt, at hann hevði
rópt, at hann skuldi skjóta,
og tískil skeyt hesin róðurin
hjá áttamannaførunum av.
– Vit hava kjakast um,
hvat eg segði síðani tá, og
tað gera vit enn tann dag í
dag, greiðir Elias stórflenn-
andi frá. Tað var sjálvandi
ikki so stuttligt tá, men í
dag verður bara flent at tí.
Hatta kemur ikki fyri í
dag, tí at nú er tað bara ein
maður, sum skjýtur, og
hann hevur fýra revolvarar
at ráða yvir. Ein í hvørjari
hond við fimm ella seks
skotum hvør, og so tveir
aðrar at skifta við til teir
róðrarnar, har nógvir bátar
luttaka.
Róði kapp
Elias róði nógv kapp tann
tíð tað var. Hann greiðir frá
fleiri skemtiligum søgum,
sum hann minnist væl til.
Einaferð róði hann við
fimm mannafarinum Trøllin-
um. Men hann varð biðin
um at fara av, tí hann var ov
tungur. Tá mannaði hann
so ein annan bát saman við
øðrum monnum, og teir
smurdu so Trøllið av í kapp-
róðri á norðoyastevnu.
Eisini róði Elias í fleiri ár
við Vágsbátinum, sum er
tann báturin, sum í dag
hongur uppi undir loftinum í
Christianskirkjuni. Fimm tey
fyrstu árini gekst væl hjá
teimum, og vit vunnu nógv,
greiðir hann frá og peikar
yvir á eitt steyp, sum stend-
ur á einari hill. Tað er eitt
steyp, sum teir vunnu við
Vágsbátinum fyri nógvum,
nógvum árum síðani.
Tá í tíðini vóru einans
tríggjar stevnur, har róð
varð kapp. Norðoyastevna,
Jóansøka og Ólavsøka.
– Eg eri glaður fyri, at eg
ikki rógvi í dag, sigur Elias.
Hann heldur, at kappróð-
urin er vorðin alt ov tíðar-
krevjandi við teimum hørðu
og nógvu venjingunum og
øllum stevnunum, sum farið
verður til hvørt vikuskifti
gjøgnum alt summarið.
Hann minnist aftur á, at
teir plagdu at fara í bátin at
venja einar tveir dagar
áðrenn stevnuna bara fyri
at venja eitt sindur.
– Tað vóru bert tríggjar
stevnur
grúuliga
longi,
greiðir Elias frá, men í dag
telja heilar sjey stevnur við í
FM. Og tað heldur hann er
ræðuliga nógv.
Kappróður næstbest
Hóast Elias veit nógv um
kappróður, hevur róð sjálv-
ur og fylgir væl við, so er
kappróður
ikki
hansara
fyrsta áhugaítrótt. Tað er
fótbólturin, sigur hann.
– Fótbóltur fyrst og so
kappróður, soleiðis hevur
tað altíð verið, greiðir hann
frá.
Hann hevur verið limur í
KÍ í 75 ár, og brúdleypsdag-
urin hjá honum og konuni
er tann 24. august. Føðing-
ardagin
hjá
Klaksvíkar
Ítróttarfelag. Tað er tó av
tilvild, at tað júst er tann
dagin, sigur Elias flennandi.
Hóast Elias er komin væl
upp í árini, so sigur hann, at
hann fer at halda fram, so
longi sum orkan er til tað.
Og
leygardagin
verður
hann uttan iva at síggja í
málbilinum, tá kappróðurin
er farin í gongd.
Býarlív á
stevnuni
Um fólk hava hug at
fara í dans á norðoya-
stevnu,
verður
tað
ongin trupulleiki. Ov
mikið
av
tilboðum
verða til øll í øllum
aldri.
Sum
nakað
nýtt
verður ungdómsdisko-
tek í einum tjaldi við
parkeringøkið við KÍ
høllina, har DJ Martin
fer at venda plátum.
Hetta diskotekið verð-
ur opið hvørt kvøld frá
hóskvøldinum til og við
sunnukvøldinum.
Í Klaksvíkar klubba,
Barok og KÍ høllini
verða
dansur
og
diskotek øll trý kvøldini
á stevnuni, so har er
eisini nógv at fara til
hjá teimum, ið eru yvir
18 ár. Í KÍ høllini vitjar
gamal kenningur aftur
við sínum egna or-
kestri. Hallur Joensen,
sum sang nógv ta tíð
hann búði í Klaksvík,
spælir til dans í KÍ høll-
ini saman við sínum
orkestri, ið kallast Vest
og Blus. Eisini upp-
traðka Cowboy square
dansarar.
Børnini
fáa sítt
Børnini hava altíð nóg
mikið at renna til, tá
summarstevnur
eru.
Fríggjakvøldið á norð-
oyastevnu verður stórt
barnatiltak í KÍ høllini
við Glott og Gleimi, har
Hans Michael og Finn
fara
at
syngja
og
spæla barnasangir.
Umframt hetta verð-
ur
sjálvandi
tivoli,
hoppiborgir,
klatri-
veggur, fiskidammur,
karrusell og mangt,
mangt annað til børnini
á norðoyastevnu.
Tað er fólkið, sum vinnur róðurin
Í fýrati ár hevur hann staðið á málinum á vestaru kai í Klaksvík, og fer Elias aftur at standa har í ár
Mynd: Jens K. Vang
JH Møblar
1
pdf.
J H Møblar
2
pdf.
J H Møblar
3
pdf
C
M
Y
K
21
20