Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 -2. juni 2004 23 22 Nr. 102 -2. juni 2004 Skála styrkti um oddastøðuna við fult uppibornum 2-0 sigri á B36, og nú kann unga Skála-liðið ikki longur krógva seg sum bara eitt upplop FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skála er framvegis oddalið í bestu føroysku fótbólts- deildini. Og oddasessurin er nú greiðari, enn hann nakrantíð hevur verið. Somikið stutt er niður- støðan, eftir at Skála fyri triðju ferð upp í slag fekk fult á heimavølli. Eftir at fyrst HB og síð- ani ÍF máttu ásanna, at tað ikki bara var sum at siga tað, tá stig skulu takast av Skála, var tað hesaferð B36, sum vitjaði. Undan dystinum var B36 á øðrum plássi – bert tvey stig aftan fyri Skála – og tí var lagt upp til oddabrak. Eitt odda- brak, har mong mundu halda, at nú fór Skála at fella til jørðina aftur, eftir at flogið hevur verið so óvan- liga høgt fyrstu umførini. Í øllum førum var B36 ávarað, soleiðis at teir ikki undirmettu mótstøðuna, og skuldu teir gloymt hetta, so var tað í øllum førum heilt skjótt, at Skála gav teimum eina áminning um, at tað altso var oddaliðið, sum teir vitjaðu. Skála setti seg nevnliga alt fyri eitt á dystin. Longu fyrstu tacklingarnar góvu B36 greiðar ábendingar um, at her kom einki av sær sjálvum. Eitt einfalt spæl Og í mangar mátar stóð eis- ini heilt tíðliga greitt, hví Skála er komið somikið væl frá byrjan í landskapp- ingini. Sjálvandi er talan um góðar fótbóltsleikarar, og sjálvandi hevur viðrákið seinastu dystirnar givið teimum tað eyka pettið av sjálvsálitið, sum teir høvdu tørv á, men hetta eru ikki týdningarmestu orsøkirnar. Týdningarmesta orsøkin man hinvegin vera at finna á beinkinum, har liðið hev- ur mest royna og mest vinn- andi føroyska fótbóltsvenj- aran yvirhøvur. Johan Niel- sen var fram um aðrar mað- urin aftan fyri stórheitstíð- ina hjá HB í sjeyti- og átta- tiárunum. Hann var maður- in, sum í nítiárunum lyfti GÍ langt upp um hini í før- oysku kappingini, og nú er hann eisini maðurin, sum stendur aftan fyri upptúrin hjá Skála. Og í mangar mátar er spælið hjá Skála eisini eyð- kent av stílinum, hjá Johan. Knallhart arbeiði á mið- vøllinum, har mótstøðulið- ini støðugt verða settir und- ir trýst, álopsspæl við brúk av borðunum, soleiðis at nógvar vandastøður kunnu spyrjast burturúr, og eitt væl skipað verjuspæl, har alt liðið kennir sínar skyld- ur í einstøku støðunum. Jú, fótbóltur er í veruleikanum eitt einfalt spæl. Gestir uttan hugflog Hjá B36 tóktist spælið hin- vegin ikki serliga einfalt. Kanska var talan um ein sonevndan off-day, men í mangar mátar tykist hetta tó vera ein heldur bílig um- bering. Eitt er, at spælið als ikki hekk saman hjá liðnum, sum undan kappingini varð rópt sum ein av toppkandi- datunum til meistaraheitið. Annað er, at tá spælið ikki hekk saman, so sýndi liðið ein totalum mangul upp á hugflog til at broyta um spælgongdina. Hóast trýst- ið hjá Skála heilt greitt hevði sína styrki á miðvøll- inum, so hildu teir úr árs- talsfelagnum á at spæla bóltarnir inn mitt á, har tað sjáldan eydnaðist at tengja meira enn tvær sendingar saman. Eitt upplagt alter- nativ vildi annars verið at sent langar bóltar niðan móti hornunum, soleiðis at liðið kundi flytast niðan, samstundis sum Skála varð tvingað at renna aftureftir, men hetta varð ongantíð gjørt. Massivt press Ístaðin helt Skála trýstið á, og ferð eftir ferð stóðust vandastøður framman fyri B36 málinum av hesum. Leitast skuldi fram um fyrsta korterið, áðrenn B36 hevði nakra veruliga roynd á málið, og undan hesum høvdu Jónhard Frederiks- berg og tvørtræið í felag givið B36 eina ávaring av teimum heilt kraftigu. Og um miðjan hálvleikin eydnaðist so eisini vertun- um at leggja seg á odda. Upptaktin til málið var ógvuliga sigandi, tá Allan Mørkøre av bakkinum enn einaferð spældi inn mitt á, heldur enn at rudda burtur. Pól Thorsteinsson spældi somuleiðis víðari upp á mijðuna, har Ronnie Samu- elsen alt fyri eitt var yvir- mannaður, og so royndi Nenad seg við langskoti. Kanska kundi Tróndur Vatnhamar verið kvikari niðri eftir bóltinum, men tað fæst so ongantíð vissa fyri, og uppiborið hevði Skála lagt seg á odda. Hetta var ikki annað enn í samsvar við leikgongdina, og tað, sum eftir var av hálvleikinum, helt Skála á við at trýsta. Snarljós í kontra Eftir steðgin broyttist spæl- ið tó nakað. Skála hevði nú Skála-B36 2-0 (1-0): Nú kann Skála ikki krógva seg Serliga í press-spælinum var risa-stórur munur á liðunum. Her er tað Jóhannis Joensen, sum ikki fær frið fyri Jónhard Frederiksberg Mynd: Álvur Haraldsen Taptu nærdystirnar Kenna sítt virði Sjálvir tykjast leikar- arnir hjá Skála ikki í iva um,at teir hava evnini til at standa seg í kappingini FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Lagið var í topp, tá vit eftir dystin fingu orðið á Alex- andur Johansen, eftir at hann saman við liðfeløg- unum hevði syrgt fyri, at heldur ikki B36 fekk nakað við sær av Skála. Meira enn nakað annað, so undirstrikaði sigurin helst, at tað hevur einki við tilvild at gera, at Skála er á odda í deildini, og tað tóktist heldur ikki, sum um leikararnir á nakran hátt krógva seg aftan fyri hetta. – Eg haldi als ikki, at talan er um tilvild. Vit hava eitt gott lið, og nú er so spurningurin, hvørt vit duga at liggja í oddinum. Tað eru vit fleiri, sum hava roynt í hondbóltinum, men hetta er so fyrsta ferð, at støðan er soleiðis í fótbólt- inum. Men er tað ikki ein fyri- munur, at fleiri av tykkum eru vanir við slíkar støður úr hondbóltinum? – Tað burdi tað verið. Men yvirhøvur, so haldi eg, at allir á liðnum hava rætta hugburðin. Talan er um vinnarar, sum ikki góðtaka at tapa. Virðingin minkað Í mun til dystir, sum liðið hevur leikt móti »stóru« feløgunum seinnu árini, so tóktist ein munur vera, at Skála ikki á nakran hátt helt seg aftur. Og tá vit spurdu Alex- andur, hvørt hetta er ein avleiðing av góðu úrslit- unum higartil, var hann ivaleyst. – Tað er tað sjálvandi. Tað er ikki soleiðis, at vit ikki hava respekt fyri mót- støðuni, men nú dugi vit at brúka hesa respektina til okkara fyrimun, heldur enn at vera bangnir. Vit trúgva upp á tað, tá vit fara á vøllin, og higartil hevur tað so rigga, sigur hann enda. B36-venjarin helt eftir dystin, at Skála- menn vóru teir rask- aru, og at hetta tryggjaði teimum sigurin FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B36 venjarin, Jóannes Jakobsen, fekk illa mót- mælt, at Skála hevði verið betra liðið í dystinum leygardagin. – Eg má siga akkurát, sum er, at eg sitið við eini heldur undarligari kenslu. – Eg helt annars undan dystinum, at vit vóru vóru tendraðir til uppgávuna, men tað vísti seg bara, at einki riggaði. Tað byrjar kanska longu, tá vit geva bóltin upp, og alt fyri eitt geva Skála bóltin, og tá teir so eisini seta seg á nærdystirnar, so gongur alt skeiva vegin fyri okkum. Hóast hann soleiðis legið mestu ábyrgdina fyri tapið í sín part, so fekk Jó- annes tó eisini givið nøkur rósandi orð til mótstøð- una, sum framhaldandi heldur fast um oddastøð- una í deildini. – Fyrst og fremst, so stríðast teir allir sum eitt lið. Teir vinna nærdystir- nar á vøllinum, og tað er jú vísindaliga prógvað, at liðið, sum vinnur nærdyst- irnar, aloftast vinnur dyst- in, so har er ikki so nógv at ivast í. Komandi vikuskifti hev- ur B36 týdningarmiklu grannauppgerðina móti HB á skránni, men hóast heldur laka avrikið leygar- dagin, so vildi Jóannes ikki geva skarvin yvir á nakran hátt. – Hetta er so fyrsta tapið í ár, so tað er ikki orsøk at fella í fátt. Vit hava kanska ikki funnið nakran sjamp- anjufótbólt fram, men av- rikini hava verið stabil alla tíðina fram til í dag. Her var tað so mótbrekka fyri tað allarmesta, tað mugu vit so bara broyta til næstu ferð, helt B36-venjarin at enda. leiðsluna at dúva uppá, og heldur enn at halda áfram við skúmandi press-spælin- um, tóku teir seg nú longur aftur á vøllin. Hetta gav B36 meira pláss at spæla á, og spakuliga komu teir so- leiðis til nakað, sum líktist líkinda møguleikanum. Samstundis sýndi Skála tó eisini, at teir so sanniliga eisini hava eitt vandamikið kontra-spæl. Einar fýra- fimm ferðirnar slerdi snar- ljósið av álvara, tá teir eftir at hava vunnið bóltin, settu fulla ferð á niðaneftir. Sera einfalt varð bólturin spæld- ur út í borðið, og so komu ein ella tveir leikarar drøn- andi niðan hinumegin. Longu tíðliga í seinna hálvleiki hevði Hanus Thorleifson møguleika at punktera dystin eftir slíka uppskrift, men tá hetta ikki eydnaðist, so gjørdist dyst- arendin nakað væl meira spennandi, enn heimaliðið ætlaði. Ikki tí at B36 skapti so øgiliga nógv, men nakrar ferðir kom tó álvarsligur vandi av meira ella minni tilvildarligum støðum. Men John mundi ikki vita, hvussu fríur hann var, og tá lotið í tveimum førum spældi Skála-málverjanum eitt puss, sluppu teir kortini við skrekkinum. Størsta møguleikin mundi Áki Mørk tó fáa, tá bólturin eftir klumpspæl datt fyri føtur hansara, men skotið streyk framvið málinum. Og so kundi Bogi Greger- sen staðfesta sigurin. Ein bóltur varð stungin inn um verjuna, har Tróndur Vatn- hamar helst skuldi verið kvikari út, men tað eydn- aðist so Boga at kíla seg millum málverja og verjuna, og so stóð 2-0 á talvuni. Breidd uttan miðvøll Sum sagt, so førdi sigurin við sær, at Skála styrkti enn meira um oddastøðuna, og skal metast eftir avrikinum hesaferð, so er eingin orsøk til, at liðið ikki skal verða hangandi í oddinum. Bara tað í sjálvum sær, at teir hava sent bæði høvuðs- staðarfeløgini avstað við ongum, sigur nakað um dygdirnar á liðnum. Heldur ikki ber longur til hjá liðn- um at krógva seg aftan fyri heitið sum »prügelknäbe« í deildini, men hinvegin tolir spælistílurin væl, at hini liðini taka teir í størri álv- ara. Størsti vansin tykist kanska vera, at breiddin í hópinum ikki er so stór, men enn hava hvørki skað- ar ella leikbann gjørt um seg, og so leingi, sum tað heldur, er ikki tørvur á breiðari hópi enn tað sama. Hjá B36 tykist hinvegin vera nógv at arbeiða við, um liðið skal vinna seg heilt fram í oddin. Hóast hópurin man vera ein hin sterkasti og breiðasti í land- inum, so eru tó eyðsýndir veikleikar á liðnum. Í málinum tykist Tróndur Vatnhamar ikki vera so væl fyri, sum hann onkra aðra tíð hevur verið, men tað er tó serliga miðvøllurin, sum tykist vera veika liðið. Her hevur liðið annars roynt seg við nøvnum sum Jens Erik Rasmussen, Ronnie Samu- elsen og Arnbjørn Daniel- sen, men hóast hetta eru royndir leikarar, so tykist ongin teirra megna leiklutin at stýra og skipa spælinum. Einki er at ivast í, at tann trupulleikin hevði verið minni, um dyrgingin eftir Fróða Benjaminsen hevði hepnast betri í vetur, men tá hetta ikki eydnast, so tykist tað merkisvert, at størri royndir ikki hava verið gjørdar at fáa aðrar menn til hendan leiklutin. Kanska einamest Mikkjal Thomas- sen, sum áður hevur verið í felagnum, men sum nú ger um seg á Toftum, tó at úr- slitini ikki hava verið nøkur serlig her. Skála-B36 2-0 (1-0) 1-0: Nenad Stankovic, 32 2-0: Bogi Gregersen, 88 Skála: Igor Bjarni Kostic – Bárður Danielsen, Arn- hold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu – Hanus Thorleifsson (Rúni Rasmussen, 80.), Nenad Stan- kovic, Pauli G. Hansen, Alexandur Johansen (Eug- en Marian Stanciu, 80.) – Jonhard Frederiksberg, Bogi Gregersen GK: Dusan Jaic, 47 B36: Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Jó- hannis Joensen, Pól Thorsteinsson, Egil á Bø (Jens Kristian Hansen, 68.) – Kenneth Jacobsen (Niels Joensen, 80.), Arnbjørn Danielsen, Ronnie Samuel- sen, Alex dos Santos – John Petersen, Áki Mørk Dómari: Lassin Isaksen. Kundi væl verið meira konsekventur, tá revsast skuldi fyri tacklingar aft- anífrá. FAKTA UM DYSTIN C M Y K 22