mikudagur 2. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
23
Hákun Dam hevur búð í
Klaksvík í 15 ár. Hann
varð føddur og upp-
vaksin í Havn, men í
dag er hann klaks-
víkingur, sum heldur
við KÍ og er deknur í
Christianskirkjuni.
Hákun sigur, at hann
hevur ongan longsul
eftir at flyta aftur til
Havnar, og hann trívist
væl millum klaksvík-
ingar
NORÐOYASTEVNA
2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Havnarmaðurin
Hákun
Dam er ein vælkendur
klaksvíkingur í dag. Hann
fann sær konu í Klaksvík
og flutti norður at búgva í
1989. Hann sigur, at hann
altíð hevur kent seg væl í
Klaksvík, og at klaksvík-
ingar eru eitt blítt og opið
fólkaslag, sum hann trívist
sera væl ímillum. Og hann
hevur so at siga heldur
ongantíð hoyrt nakað fyri
tað frá havnafólki.
– Einaferð spurdi ein
havnarmaður meg, hvat
hundan eg gjørdi í Klaks-
vík, tí at ”Klaksvík”, var
hvørki fuglur ella fiskur,
greiðir Hákun flennandi frá.
Tað er ikki altíð so lætt at
flyta frá sínum heimstaði,
men Hákun sjálvur dugdi
væl at koma út í millum
fólk. Í fyrstuni ferðaðist
hann tó ímillum, meðan
hann starvaðist á Tórs-
havnar Skipasmiðju.
– Tað var í teimum døg-
um, tá Smyril sigldi av
Klaksvík til Havnar klokkan
hálvgum sjey um morgunin,
greiðir hann frá. Honum
dámdi sera væl at arbeiða
á Skipasmiðjuni. So væl, at
hann ferðaðist ímillum líka
til í 1992, tá hann fekk
starv á deildini hjá Trygg-
ingarfelagnum í Klaksvík,
og har arbeiðir hann enn í
dag.
Hann fór upp í nevndina í
Klaksvíkar
Ítróttarfelag,
sang við í manskórinum í
Klaksvík, var eitt skifti for-
maður í Norðoya Javnaðar-
felag og sat eisini í nevnd-
ini fyri røktarheimið. So ikki
kann annað sigast, enn at
fryntiligi havnarmaðurin
hevur verið sera virkin í
lokalsamfelagnum í Klaks-
vík hesi 15 árini hann hevur
búð í býnum.
Deknur
Eitt annað starv, sum Hák-
un eisini hevur í Klaksvík, er
sum deknur í Christians-
kirkjuni. Og tað er eitt starv,
sum hann gongur sera høgt
uppí. Hákun greiðir frá, at
tað var Henning Bøges-
vang, sum tá var prestur í
Klaksvík, sum heitti á hann
at vera deknur.
– Eg segði ja beinanveg-
in, og tann 26. mars 1995
vórðu Karl Gudmund Hen-
riksen og eg innsettir sum
deknar í Christianskirkjni,
minnist Hákun aftur á.
At vera deknur gerst ein
partur av einum, heldur
hann fram. Hann viðgongur,
at tað hevur havt sína ávirk-
an á hansara gerandisdag
og lívsstíl, men kortini
heldur hann ikki, at hesi
høvdu verið so øgiliga nógv
øðrvísi, um hann ikki hevði
verði deknur.
Hákun sigur, at tað at
vera deknur er bara nakað,
sum situr fast í dag. Hann
fer altíð niðan í kirkjuna
leygarkvøld at gera alt klárt
til gudstænastuna sunnu-
morgnar. Og til aðrar kirkju-
ligar handlingar tað sama.
Væl dámar honum at lesa
lestur. Hann fyrireikar seg
altíð væl og roynir at finna
góðar
og
áhugaverdar
lestrar.
– Ein lestur skal vera gev-
andi og sigandi, heldur
Hákun Dam.
Ítróttur
Sum sagt hevur Hákun
verið sera virkin í KÍ. Fót-
bóltur er hansara hjarta-
barn, og er tað enn tann
dag í dag. Hann hyggur at
hvørjum dysti hjá KÍ, og
viðgongur hann beinanveg-
in, at hann er KÍ-ari í dag.
– Men um KÍ ikki gerst
føroyameistari, so má tað
vera HB, sigur hann við
einum smíli.
So røturnar spøkja kortini
aftur, og tað er helst ikki so
løgið, tá ein er føddur og
uppvaksin aðrastaðni enn
har ein setur búgv.
Hákun kom í nevndina í
KÍ í 1995. Tað var ein trí-
mannanevnd
við
Árna
Joensen sum formanni, og
Svend Jacobsen og so
Hákun.
Her tók Hákun sær fyrst
og fremst av Evropa Cup
luttøkuni hjá felagnum, og
ferðini niður til Haifa í Ísrael.
Eisini tók hann sær av inn-
krevjingini til allar heima-
dystirnar í langa tíð.
Dysturin sum stendur
fremst í minninum hjá Hák-
un frá tí tíðini er, tá Olgar
Danielsen skoraði trý mál á
Svangaskarði móti Macabi
Haifa í oktober 1995. Tann
dystin vann KÍ 3-2, og hann
stendur púra klárur í minn-
inum hjá Hákuni.
– Tað var ordiliga vell,
sigur hann og ljóðar júst
sum aðrir klaksvíkingar.
Neyvan aftur til
Havnar
Spurdur um hann kundi
hugsað sær at flutt aftur til
Havnar at búð, sigur Hák-
un, at sjálvandi kundi hann
væl búð har aftur, men
treytað av at konan og
sonurin komu við.
– Men tað er ikki nakað,
sum eg gangi og ynski,
staðfestir hann.
Hann sigur, at hann hevur
tað gott í Klaksvík og dám-
ar væl. Um hann verður
spurdur, hvaðani hann er,
svarar hann sum oftast úr
Klaksvík, men um hann
verður spurdur, hvar hann
er ættaður, svarar hann
sjálvandi - úr Havn.
Tað hoyrist á Hákuni, at
hann er havnarmaður, tí
hann sigur EI. Men tað
heldur hann sjálvur er nak-
að rótut nú eftir so mong ár
í Klaksvík.
– Eg hugsi ikki um, nær
eg sigi ei ella oy, tað kann
gott vera, at onnur gera
tað. Men tað er ikki nakað,
sum eg sjálvur gevi mær far
um, sigur Hákun Dam at
enda.
Teitið aftur
á palli
Eftir at onki norðoya-
stevnuteiti var í fjør, er
tað komið afturí aftur í
ár. Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag hevur sett eitt
teiti upp á beinini, og
verður tað á skránni
fríggjakvøldið,
tvær
ferðir leygardagin og
tvær ferðir sunnudagin
í mentunarhúsinum At-
lantis. Síðani verður
spælt alt eftir, hvussu
áhugin er, gjøgnum
vikuna aftan á norð-
oyastevnu.
Ongin filmur koyrir í
biografinum um stevn-
una. Men mikukvøldið
eftir stevnuna verður
aftur filmur á skránni.
Tá verður filmurin Van
Helsing á skránni. Og
vikuna eftir kunnu fólk
gleða seg til at síggja
stórfílmarnar Passion
of the Christ hjá Mel
Gibson og Troy við
millum
annað
Tom
Cruise og Brad Pitt.
G-bussur á
norðoya-
stevnu
Tey, ið fyrireika G-festi-
valin í Gøtu í ár, verða
eisini við á norðoya-
stevnu í ár. Tey koma
við einum serligum G-
bussi út á kappróð-
rarøkið, meðan kapp-
róðurin er. Har fer so at
bera til at keypa sær
atgongumerki til festi-
valin. Umframt aðrar
lutir. Eisini hava fyri-
reikararnir ætlanir um
at hava livandi tónleik
við í bussinum. Hetta
fyri at undirhald eisini
skal vera á staðnum.
Jón Tyril, sum er ein
av fyrireikarunum, sig-
ur, at eitt vikuskiftis-
pass til festivalin kost-
ar í dag 455 krónur, og
ta fyrstu vikuna seldu
tey 370.
– Tað er tríggjar ferð-
ir so nógv sum í fjør, so
vit eru avbera væl-
nøgd, sigur hann.
Havnarmaður bleiv klaksvíkingur
Hákun Dam varð føddur og vaks upp í høvuðsstaðnum, men í 1989 flutti hann norður til Klaksvíkar. Hann arbeiðir í Tryggingarfelagnum, og eisini er
hann deknur í Christianskirkjuni
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
23
22