Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 -2. juni 2004 25 NSÍ-KÍ 3-1 (2-1): Nóg mikið hjá NSÍ at kóka uppaftur Við nógvari orku og skjótleika kroysti NSÍ klaksvíkingar so mikið, at eingin luft var eftir, og so var heimaliðið greitt omaná FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Uppskriftin var nett tann sama, sum hon var í fjør, tá ið NSÍ við sannførandi 4-0 smurdi KÍ av í Runavík. Ta ferðina fingu teir hol á beinanvegin, og síðani runnu teir klaksvíkingarnar niður og norður og skoraðu øll fýra málini í fyrra hálv- leiki. Tað var ikki akkurát so- leiðis hesa ferð, men úr- slitið og gongdin minti so mikið nógv um, at tað væl ber til at siga, at talan var um uppaftur kók av knapp- liga eitt ára gomlum rætti. KÍ var væl við fyrsta hálva tíman, tá ið teir í spælinum vóru omaná. Men tað var NSÍ, sum fekk fyrsta málið. Brynjolvur Nielsen slapp at royna tvær ferðir. Í stórari virðing fyri Jákupi Mikkelsen royndi hann at seta bóltin so uttar- laga, sum tað bar til, og so fór hann við síðuna av. Men Birgir Sondum segði, at sparkið skuldi takast um- aftur, tí dómarin metti, at KÍ málverjin hevði verið ov uttarlaga staddur, og tá bar til hjá Brynjolvi. Brotssparkið varð dømt, tí Ovi Nysted skuldi hava koppað væl upplagda Andy Olsen, sum hevði trýst Gert Langgaard út á beinkin. Løtu seinni javnaði KÍ. Eyðun Klakstein, sum hesa ferð var við alla tíðina sum miðvallari í vinstru, sneiddi framvið Aleksandar Jove- vic og inn í brotsteigin, og tá ið Jovevic, sum var mið- vallari í høgru, rætti beinið fram, var tað skjótt, at Eyðun hekk í leysum lofti, og so var aftur brotsspark. Stig Edvin Aksnes, sum í 1. hálvleiki var mest eyðsýndi í álopsspælinum hjá KÍ, var tryggur. Eftir steðgin sást einki til norðmannin, sum hevði fingið snudd í beinið og varð avloystur av Jacob Bymar, sum leingi hevur gingið skaddur. Sum fyrra umfarið leið, setti heimaliðið seg á spæl- ið, og eftir steðgin var eing- in ivi um, hvør tað var, sum var betri fyri. NSÍ var í 4-3-3 útgangs- støðu, og Aleksandar Jove- vic, Ian Højgaard og Kári Hansen vóru greitt omaná á sentrala miðvøllinum. Jan Joensen, sum var verju- kendi sentrali miðvallarin hjá KÍ, lá rættuliga aftar- laga, og Atli Danielsen, sum undanfarnu ferðirnar hevur verið sera væl upp- lagdur, var fyri tað mesta í ongamanna landi og setti hesa ferð lítlan dám á. Í 2. hálvleiki hevði KÍ onga rættuliga roynd á mál- ið hjá Jens Martini Knud- sen. Álopsspælið var full- komuliga uttan hugflog, og har var eingin tyngd og broddur. Tað var ilt at síggja, hvat endamálið var, tá ið KÍ royndi at mynda álop. Álopsspælararnir báð- ir tóktust hava fingið boð um at flyta út í borðini. Har gjørdist tað mest sum ov trongt. Serliga í høgru, har Arnhold Joensen var so uttarlaga, sum hann plagar at vera. At álopsspælararnir fluttu út í borðini bar við sær, at tað var manntómt hjá teimum bláu undir mál- inum, tá ið onkur hissini sending varð løgd innfyri. Dánial Hansen og Óli Han- sen vórðu í 2. hálvleiki ongantíð settir undir trýst í NSÍ miðverjuni. Og hóast NSÍ var disi- plinerað og helt nógv fólk aftarlaga á vøllinum, so tóktist tað sum um, at teir eisini vóru yvirmannaðir, tá ið teir fóru í álop. Tað komst av tí, at teir arbeiddu væl meiri. Síðsta tíman vunnu teir nógv teir flestu nærdystirnar, teir vóru fyrstir á returbóltunum, og teir høvdu fysiska yvir- skotið at søkja tómrúmini og skræða seg leysar av mótstøðumonnunum, sum kendust at vera merkiliga tamir, tungir og mettir. Eftir steðgin hevði NSÍ fleiri møguleikar at gera mál. Teir fingu eitt, og í øðrum førum vóru teir ov lítið neyvir, og í KÍ mál- inum vísti Jákup Mikkelsen sítt hegni og sínar royndir. Hann var tann einasti klaksvíkingurin, sum kundi fara norður aftur við góðari samvitsku. Seinasta korterið flutti KÍ Ova Nysted fram í álopið, men tann royndin tóktist hálvhjartað. Tað kom ikki størri tyngd í álopið, og verjan gjørdist ótryggari. NSÍ málini Undan steðginum legði NSÍ seg á odda, og tað var avgjørt ikki óvæntað, tá ið teir øktu til 3-1. Í báðum førunum var miðvallarin í vinstru, Jónstein Petersen, málskjútti. Undan steðginum stútaði hann til 2-1. Sjúrður Jacob- sen legði tvørturum til Helga L. Petersen, sum í høgra borði var betri upp- lagdur enn fyrr í ár og trill- aði runt við sera illa sperda Marek. Helgi lyfti tvørtur- um aftur, og við handara stólpan stakk Jónstein Pet- ersen seg fram og stýrdi við høvdinum bóltinum í málið. Tá ið Jónstein staðfesti heimasiguirn, varð hann spældur leysur úr høgru og inn um verjuna. Jákup Mikkelsen kendi seg noyddan at leypa út, og skjóti miðvallarin var nóg kaldur til at lyfta bóltin upp um málverjan og í kassan. NSÍ-KÍ 3-1 (2-1) 1-0: Brynjolvur Nielsen br 1-1: Stig Edvin Aksnes br 2-1: Jónstein Petersen 3-1: Jónstein Petersen Dómari: Birgir Sondum NSÍ: Jens Martin Knudsen — Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen — Aleksandar Jovevic (Jústinus R. Hansen, 74.), Ian Højgaard, Kári Hansen, Ian Højgaard - Helgi L. Petersen, Andy Olsen (Gert Langgaard, 84.), Jón- stein Petersen (Áki L. Hansen, 84.) KÍ: Jákup Mikkelsen — Jan Andreasen, Ovi Ny- sted, Aleksander Djordjevic, Marek Wierzbicki (Leon Bjartalíð, 70.) — Arnhold Joensen, Jan Joen- sen, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein — Stig Edvin Aksnes (Jacob Bymar, 46.), Erling Fles (Harley Bertholdsen, 75.) FAKTA UM DYSTIN Jónstein fekk tvey mál Hjá NSÍ skoraði Jónstein Petersen hesa ferð tvey mál ímóti KÍ. Í báðum førunum kom hann inn frá vinstru og var púra leysur, tá ið hann skoraði. Í fyrra førinum var tað við høvdinum,og í seinna førinum rann hann frá verjuni, og tá ið verju- spælararnir royndu at fáa hann aftur, var Jónstein nóg kaldur at lyfta upp um málverjan og í málið. Hetta var ikki fyrsta ferðin, at Jónstein Petersen skoraði mál ímóti KÍ. Í Klaksvík munnu teir kenna alt til skjótleikan hjá síðumanninum, hóast tað nú er nakað síðani, at hann skoraði ímóti teimum. – Eitt árið skoraði eg í báðum landskappingar- dystunum. Hetta er triðja árið, at Jógvan Martin er venjari hjá okkum, og eg skoraði hesi málini, áðrenn hann kom inn til okkara, minnist Jónstein Petersen aftur á. Tað var í 2000, at Jón- stein skoraði bæði málini. NSÍ vann 1-0 í Klaksvík og 2-1 í Runavík. Tú vart longri frammi hesa ferð, enn tú ofta hevur veri? – Eg veit ikki, um skip- anin skal kallast 4-5-1 ella 4-3-3. Andy Olsen var fremstur, og so vóru Helgi L. Petersen og eg eitt lítið sindur aftari og í hvør sínum borði. Fyri meg hevur hetta tað at siga, at verjuskyldurnar ikki eru so stórar nú, sum tær vóru, tá ið vit spældu 4-4-2. Tað vil siga, at tað er meiri orka at nýta frameftir, og so kennist tað sjálvandi hugaligt, tá ið tað ber tvey mál við sær. Jónstein Petersen sigur seg hava gott mót, nú NSÍ aftur skal til Gøtur at spæla. Har vunnu teir fyri einum lítlum mánað síðani fjórðingsfinaluna í steypakappingini. – Tá vendi tað hjá okkum. Frammanundan høvdu vit spælt illa. Bæði í bólkaspælinum og í tveimum teimum fyrstu umførunum í landskapp- ingini, sum vit bara fingu eitt stig burturúr. Vit taptu ímóti ÍF og spældu javnt ímóti VB. Síðani hava vit spælt okkum til møguleik- ar, og nú hava vit fingið málini. KÍ gjørdi ikki uppgáv- una torføra hjá tykkum? – Serliga í 2. hálvleiki vóru teir ógvuliga tamir. Hatta var ikki eitt KÍ lið av tí slagnum, sum vit høvdu roknað við at spælt ímóti, heldur Jónstein Petersen. -jh Runavíkingar fingu veruliga spælið upp á rættkjøl, tá teir vunnu greiðan sigur á KÍ 25 24 Nr. 102 -2. juni 2004 Gøtu- menn iðra seg Hýrurin var einki ser- ligur, tá ið gøtumenn hvítusunnuaftan fóru til hús. Teir hildu seg hava søplað trý stig burtur ímóti EB/Streymi. Pauli Jarnskor, hjálpar- venjarin, heldur, at teir kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu nakað burturúr. – Spælið hjá okkum í 1. hálvleiki var avgjørt einki at reypa av. Men vit vóru á odda eftir 1. hálvleik, og vit høvdu havt fleiri møguleikar. Eitt nú høvdu vit fleiri vandamikil hornaspørk, meðan teir allar 90 minuttirnar bara eina ferð fingu horna. Men kortini eydnaðist tað teimum at vinna øll stigini? – Vit geva teimum fyrsta málið. Atli tøvir og missir úti í borðin- um. Tað høvdu hinir í verjuni ikki roknað við, og so vóru teir púra leysir, tá ið innleggið kom. Liðið hjá okkum er sum heild ungt, og royndirnar eru ikki nógvar. Talan verður um kollektivan niðurtúr, sum vit ikki megna at venda. Eftir sannførandi steypakapping og fyrstu umfør í landskappingini hevur tað ikki hilnast nakað serligt? - Tað hevur hilnast illa. Høvdu vit vitað aðra orsøk enn tað, at vit ikki eru nóg royndir og støð- ugir, so høvdu vit havt loyst trupulleikan. Men hetta er nakað, sum vit mugu stríða og arbeiða okkum burturúr. Einki var at síggja til Vitus Kofoed leygar- dagin. Hann var avsettur og spældi í 3. deild ímóti EB/Streymi. – Har stóð hann seg væl. Higartil hevur tað ikki eydnast, men vit hava framvegis vónir um, at hann verður spældur inn í skipanina hjá okkum, sigur Pauli Jarnskor, sum eisini ásannar, at tað verður alneyðugt hjá GÍ at fáa fulla úrtøku, tá ið NSÍ sunnudagin fer at vitja í Gøtu. -jh GÍ-EB/Streymur 1-3 (1-0): Høkjulið gjørdi av við gøtumenn Hóast fleiri av lykla- spælarunum vóru burtur frá, tí teir vóru skaddir, megnaði EB/- Streymur at svara aft- ur og vinna øll stigini, sjálvt um GÍ hevði verið omaná í steðg- inum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen GÍ er ikki tað, sum ábend- ingar vóru um í fyrstu um- førunum, og EB/Streymur ætlar sær ikki uttan víðari at vera við í stríðnum, sum skal ganga fyri seg kring niðurflytingar strikuna. Úrslitið í Sarpigerði talar fyri seg. EB/Streymur fór avstað við øllum stigunum. Eftir 1-0 GÍ leiðslu í steðg- inum, reistu gestirnir seg. Tað var merkisvert, at teir megnaðu at skora trý mál, meðan GÍ arnir vóru sørir. Tað var eitt nú merkis- vert, tí heimaliðið undan steðginum hevði havt rættuliga fitta lotið ímóti. EB/Streymur hevði einki fingið burturúr undan vindinum. Tað hevði GÍ. Popczynski sleit seg leysan og smekkaði til nakað utt- anvert brotsteigin, og bólt- urin sat í meskunum aftan- fyri Gunnar á Steig. Í steðginum vóru tekin í sól og mánað um, at tað skuldi verða heimaliðið, sum undan vindinum skuldi sláa tónan ann, og at tað skuldu verða teir, sum fóru at seta blaðunga miðvøllin hjá gestunum undir trýst og skapa málmøguleikar og skjóta mál. Spurningurin tóktist heldur vera, hvussu sannførandi heimasigurin skuldi verða, heldur enn um gestirnir skuldu fáa nakað við sær til hús aftur. Men bólturin er rundur, og tað er so ofta, at tað ikki gongst soleiðis, sum tað verður roknað við. At EB/Streymur eftir steðgin megnaði so triva- liga og sannførandi at koma afturíaftur og at skjóta trý mál, meðan teir hildu mót- støðumonnunum burtur frá málskjótingini, var eisini merkisvert, tí at EB/- Streymur saknaði fleiri av teimum, sum higartil hava verið fastir menn á liðnum. Talan var í hvussu so er partvís um høkjulið, um tað ber til at nevna tað soleiðis. Liðformaðurin Jákup Martin Joensen og varalið- formaðurin Knút Vesturtún sótu báðir meiri ella minni hálvskaddir uttanfyri. Verju- spælarin Gert Hansen var við hondbóltslandsliðnum á venjingarlegu uttanlands, verjuspælarin Esmar Eiðis- garð er framvegis skaddur, og Nicu Dogaru var so mikið skaddur, at tað ikki bar honum til at spæla við. Tað man hava verið sjáld- an, um tað nakrantíð yvir- høvur er komið fyri, at eitt lið í bestu deildini hevur havt so unga manning á miðvøllinum, sum EB/- Streymur hevði leygar- dagin. Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen og Brian Olsen høvdu fingið ábyrgdina. Tríggir teirra eru átjan ára gamlir og unglingaspælarar, og hin fjórði er nítjan ár. Bara átta minuttir vóru farn- ir, tá ið Marni Djurhuus noyddist at taka seg aftur. Ógvuslig takling ella stempling var orsøk til, at tað var neyðugt við nýggj- um verjukendum miðvall- ara. Jákup Martin Joensen spældi í meiri enn fimm korter, hóast hann var hálv- skaddur! Men tað var nóg mikið at vinna á GÍ. Eisini hóast EBStreymur síðstu løtuna, tá ið GÍ royndi at trýsta fyri at sleppa upp á javnleik, noyddist at spæla við tíggju monnum, tí Jóhann á Stongum hevði sær gula kortið tvær ferðir. Sum dagur og nátt GÍ hevði leikliga yvirvág í fyrra umfarinum. Heima- liðið royndi at spæla, og tað eydnaðist partvís. Teir í EB/Streymi tóktust sperdir. Teir tordu ikki at bjóða seg fram og at hava bóltin, og tað gekk striltið hjá teimum at royna við skotum úti frá og undan vindinum. GÍ hevði havt takið, men eftir steðgin kollrendist tað, sum hevði verið, og einki spurdist burtur úr tí, sum tað kundi roknast við. EB/Streymur fekk skjótt tvey mál. Í báðum førum var innskifti miðvallarin í vinstru málskjútti. Hallur Jacobsen hevði loyst Brian Olsen av. Bárður Olsen legði innfyri úr høgru, og innskifti maðurin var leysur við handara stólpan, tá ið hann umvegis stýrdi bóltin- um í málið. Talan var í hesum før- inum um stórt mistak í GÍ miðverjuni. Luftin fór full- komuliga úr heimaliðnum, sum ikki var at kenna aftur frá tí, sum teir høvdu víst undan steðginum og ímóti vindinum. Hallur Jaobsen skoraði eisini til 2-1. Bárður Olsen og Hans Pauli Samuelsen spældu seg ígjøgnum í høgru, Hans Pauli legði inn- fyri, og Hallur Jacobsen setti høvdið undir bóltin, sum umvegis stólpan fór í málið aftanfyri Hall Hansen. Gøtumenn vóru skelk- aðir. Men tá ið EB/Streym- ur noyddist at spæla tíggju móti ellivu, tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast teimum at koma aftur. Hall- ur Jacobsen var uppi í, tá ið dreymarnir hjá GÍ vórðu gjørdir til einkis. Tá ið Jó- hann á Stongum varð vístur av vøllinum, fór Hallur aftur í vinstra verjuborð. GÍ var á veg í álop, tá ið Hallur fangaði bóltin. Hann sneiddi framvið einum, legði innfyri, og Sonni L. Petersen var fyrstur á og staðfesti útisigurin. Fyri fyrstu ferð tey átta árini, sum hann hevur verið á besta liðnum hjá EB/- Streymi, skoraði Hall- ur Jacobsen, sum tvær ferðir stýrdi bóltinum í málið og eisini legði upp til síðsta málið OVFARIN MÁLSKJÚTTI Jóannes Hansen Hann kom, sá og sigraði. Tiltikna vendingin kundi verið sett á ein av skiftis- spælarunum hjá EB/- Streymi leygardagin. 24 ára gamli Hallur Jacobsen plagar ikki at vera í yvirskriftunum fyri at hava skorað avgerandi málini. Fyritreytirnar vóru heldur einki serligar leygardagin. Eitt var, at liðið hjá honum var rættuliga skaðaplágað, eitt annað var, at hann sjálvur var á beinkinum, og so vóru teir í EB/Streymi ikki roknaðir sum favorittar, tá ið teir vitjaðu í Gøtu: – Eg havi sjálvur verið skaddur í fleiri vikur. Har- við havi eg ikki vant so nógv. Vanliga plagi eg at vera vongverji, men hesa ferð varð eg stutt eftir steðgin settur inn sum miðvallari í vinstru. Tá ið eg javnaði, var tað bara aðru ferð, at eg nært við bóltin, greiðir Hallur Jacobsen frá. Tað hevur ikki verið ofta, at tú hevur verið millum málskjúttarnar? – Eg havi verið á besta liðnum hjá EB/Streymi í átta ár. Hetta var fyrsta ferð- in yvirhøvur, at eg havi skorað mál, so tað var ikki so galið, at tað skuldi eydn- ast at fáa tvey mál hesa ferð. Hallur Jacobsen legði upp til triðja málið, og tað er ikki eiti á, sum tað hevur gingið hjá honum síðsta dagarnar. Næstsíðsta sunnudag var hann á 3. deildarliðnum, og tá skor- aði hann trý mál ímóti TB! Hvussu hava tit verið nøgdir við avrikini higartil í ár? – Sigurin í Gøtu ber við sær, at vit lyftu okkum upp ímóti miðjuni. Nú skulu vit spæla á heimavølli ímóti ÍF, sum nú er næstaftast. Um vit vinna tann dystin, so fer at síggja heilt gott út. Tað var ikki nóg gott, at vit taptu á heimavølli ímóti VB. Men vit hava verið nógv skaðaplágaðir. Eg iv- ist onga løtu í, at tað fer at hilnast hampuliga hjá okk- um, um ella tá ið allir spæl- ararnir verða tøkir, sigur Hallur Jacobsen. Hallur í hopla EB/Streymur var illa mann- að undan dystinum, men hóast teir eisini vórðu skerdir í seinna hálvleiki, so eydn- aðist teimum at staðfesta ein óvæntaðan – men tiltrongd- an – sigur í Sarpisgerði GÍ-EB/Streymur 1-3 (1-0) 1-0: Krzystof Popczynski 1-1: Hallur Jacobsen 1-2: Hallur Jacobsen 1-3: Sonni L. Petersen Dómari: Páll Augustinussen GÍ: Hallur Hansen – Leivur Hansen, Poul Ennigarð, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Áslakur R. Peter- sen (Pól Arni Jacobsen),Høgni Madsen (Magnus Skoralíð), Súni Olsen, Poul Henning jacpbsen (Símun Louis Jacobsen,), Hans Pauli Petersen – Krzystof Popczynski Gult kort: Krzystof Popczynski EB/Streymur: Gunnar á Steig – Carl H. Høgnesen, Fróði Clementsen, Andrzey Pacek, Jóhann á Stongum – Bárður Olsen, Marni Djurhuus (Jákup Martin Jo- ensen, 9.), Hans Pauli Samuelsen, Brian Olsen (Hall- ur Jacobsen, 50.) – Sonni L. Petersen, Sorin Anghel FAKTA UM DYSTIN C M Y K 24