hósdagur 2. januar 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 3. januar 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Marianna vildi
fíggja bróst
sjúkrahús á Sandi
Demmus Hentze, sum fylti 90 ár 4. desember, hevur eina áhugaverda
ætt. Í hesum parti skal verða greitt frá nøkrum av hansara
ættarfólkum, sum vóru virkin á ymiskum økjum, ikki minst politikki
J
ohan M. Hentze (1855-1953) var abbi
Demmus. Sum ungur hevði hann
gingið á Vallekilde háskúla, og hann
var nógv ávirkaður av monnum
sum Trier og Jens Nørregaard. Hann
upplivdi høgrastýrið hjá Estrup í Danmark. Tá
gjørdist hann vinstramaður við lív og sál.
Í 1893 var Johan Hentze valdur inn á ting.
Tað var júst, tá ið traðarlógin kom til viðgerðar
á tingi. Á løgtingi høvdu verið tveir partar,
ein fyri og ein ímóti, og tað kundi síggja út,
sum at mótstøðumenninir vóru teir sterkaru.
Teir høvdu roknað við, at Johan sum bóndi
var í teirra parti.
Men á tingi gekk Johan inn fyri lógini,
og honum fylgdu slíkir jarðarmenn sum
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi í Miðvági og Per
bóndi við Hús i Syðrugøtu. Traðarlógin var
soleiðis lættliga viðtikin á løgtingi. Í sínum
grundsjónarmiðum var henda lóg væl meira
frísinnað enn tað, sum seinni er hent við
føroyskari jarðarlóggávu.
Johan doyði 98 ára gamal í 1953.
Vildi sleppa burtur úr politikki
Tá ið Johan fór úr politikki í 1916, hevði
Símun av Skarði hesa lýsing av honum í
Tingakrossi:
Við seinasta løgtingsval var Johan Hentze,
bóndi í Trøðum á Sandi, ikki valdur inn aftur
í løgtingið. Men tað gremur hann seg ikki um,
tvørtur í móti, tí ynski hansara var júst at koma
burtur úr tinginum, og longu seinasta summar
lat hann floksfelagar vita av tí. Tá hann í vetur
av góðum monnum varð biðin um at vera
annar maðurin á sjálvstýrislistanum, og hann
eftirlíkaði teimum tað, so mundi tað vera mest
av vælvild fyri sjálvstýrispolitikkinum. Men
í royndum var allur hansara hugur at sleppa
burtur úr, og hann slapp eisini.
Ein kann skilja, at hann nú kendi seg
troyttan, tá hann var »gamal í garði«, sum
tey eru von at siga. Í átjan ár hevur hann
verið tingmaður fyri Sandoy, og tað veri sagt
við tað sama: Hann hevur verið ein frálíka
dugiligur og skilagóður tingmaður, bæði sum
tingmaður fyri FØROYAR, og sum serligur
tingmaður fyri SANDOY.
Tá ið sandoyingar nú í mongum lutum hava
fingið stór ynski uppfylt, so er tað ivaleyst,
at teir eiga at geva Johan Hentze ein stóran
part av tøkkini, tí eingin maður var hollari
í ráðum enn hann, tá ið um ráddi at loysa
truplar spurningar. Hann hevði frálík evni
til at síggja eina søk frá ymiskum liðum. Og
seiggið var óført, tað lá ikki fyri hjá honum at
falla í fátt. Allir floksfelagar hansara – og eg
hugsi nógvir mótstøðumenn hansara eisini –
vilja geva honum tann vitnisburð, at hann var
sjáldsama lagaligur og ráðagóður at arbeiða
saman við, bæði í nevndum og í tingsalinum.
Har afturat hevði hann umfatandi kunnleika
til øll okkara almennu landaviðurskifti.
Turrgeldir tingfundir
Síðani okkara politikkur í 1906 fór í tvíningar,
hevur hann staðið í Sjálvstýrisflokkinum, og
hann stóð ikki har sum eitt eiti, men sum
valamaður. Eisini um tað var okkara móður
mál, ið vart skuldi vera. Vóru onnur lands
rættindi, ið tað ráddi um at fjálga um, so
kundi ein altíð hava gott treyst á honum,
hann sveik aldri. Hansara sjálvstýrispolitikkur
var reglubeinur, og politikkurin átti hug og
hjarta hansara.
Men nú var hann troyttur av at vera uppi i
løgtingspolitikki, og allir sjálvstýrismenn vita,
at hann kann troytta. Johan Hentze er eitt
arbeiðsmenniskja, og hann vil hava nakað at
síggjast eftir arbeiðinum, hann vil hava úrslit.
Men tað hevur ikki verið so í undanfarnum
árum. Stórar og týdningarmiklar sakir eru
lagdar á lán, og enn sýnist ikki at vera nakar
hugur hjá løgtinginum at fáa tær úr hondum
greiddar. Og tá ið hin lítli sjálvstýrisflokkurin
hevur tikið til máls og hevur roynt at koyra
undir arbeiðið, so hevur tað verið eins og ein
rødd i oyðimørkini.
Tað vóru hesar nyttuleysu og turrgeldu
tingsamkomurnar, sum hann ikki longur var
mentur at vera uppi í. Hann vildi lata aðrar
óbrúktar kreftir sleppa fram at. Eitt var hann
tó altíð vísur í, eins og aðrir sjálvstýrismenn,
og eg hugsi sambandsmenn við – at áðrenn
mong ár eru farin, vil sjálvstýrisflokkurin
eiga fleirtal á tingi.
Johan Hentze má vera taldur millum teir
væl upplýstu bøndur, sum gjøgnum tíðirnar
hava havt setur á tingi. Og upplýsingur
hansara er hollur. Tað er ikki so, at hann
júkar upp aftur tað ið aðrir hava sagt, nei.
Men sum í hesum sum í øðrum er hansara
persónliga lív so sterkt, at hann altíð hevur
trongd til at gera sær sína meining um hinar
ymisku tilburðirnar í lívinum. Tí var tað
altíð hugnaligt og hugvekjandi at koma í
samrøðu við hann uttan fyri hitt almenna
tingstarvið.
Ofta fall røðan á søguna, og har hevði
hann sítt egna sýn og kundi finna orsakir og
samanhang, sum ein ikki hevði givið gætur
áður. Tí kendi ein seg oftast ríkari aftaná eina
slíka samrøðu við hann.
Johan Hentze hevur sagt løgtinginum
farvæl, men hann er tó ikki gamal maður, og
hvør veit um hin yngra ættin ikki onkuntíð
seinni kann fáa hug til at seta hann aftur á
ting. Og um so verður, so er tað ivaleyst, at
hann vil vera sami trúgvi og heilhugaði sjálv
stýrismaður, sum hann er nú.
Annars greiðir Demmus frá, at abbin til
sín doyggjandi dag fekk jólkakort frá Andrass
Samuelsen, einum av fremstu mótstøðumonn
unum hjá sjálvstýrisflokkinum. Teir hava
uttan iva havt virðing fyri hvørjum øðrum.
Marianna
Søgan um eina serstaka kvinnu
Marianna Hentze, abbasystir Demmus, var
ein serstøk kvinna. Hon kom at eiga ein leiklut
í søguni hjá Niels R. Finsen, fyrr umrøddur í
hesi røð. Hann fann fram til eina ljósviðgerð,
sum lekti húðtuberklasjúkuna Lupus, sum
avskeplaði útsjóndina. Serliga sjónligt var
hetta, um sjúkan setti seg í andlitið. Fyri hetta
fekk Finsen Nobel heiðurslønina í 1904. Júst
hesa sjúkuna fekk Marianna.
Júst henda søgan um Marionnu hevur
ikki verið frammi fyrr. Keldan er ritgerð,
sum læknin Theodor Høgagarð, ættaður av
Toftum, hevur skrivað.
Pápi Marionnu, Jóan Petur Hentze, plagdi
at taka hana við til Havnar, tá ið hann fór í
Løgtingið, í vónini um, at Marianna kundi fáa
viðgerð í Havn. Tá plagdu tey eisini at vitja
amtmannin Hannes Finsen, pápa Niels.
Niels og Marianna vóru nakað javngomul,
og tey plagdu at spæla saman, tá ið páparnir
vóru á løgtingsfundi.
Hentzeættin 3. partur
Johan í Uttastovu klúkar
við rossum og maskinu