Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 3. januar 2014 15 VIKUSKIFTI Tað bøtti eisini um kennskapin, at Olaf Finsen, beiggi Niels, og Johan, beiggi Marionnu, sótu á tingi samstundis. Hetta var ein vinskapur, sum kom at fáa stóran týdning fyri Marionnu, tá ið Niels seinni byrjaði sínar ljósviðgerðir í Danmark. Hann kundi ikki gloyma hana og hennara andlit og ta lagnu, sum stóðst av hesum. Marianna búði í einsemi á Sandi uttan stór­ vegis samband við onnur. Hon varð millum manna kallað Lupus Marianna. Tað hevur ikki gjørt hennara støðu betri. Finsen sendi boð eftir Marionnu Niels Finsen sendi boð eftir Marionnu í 1895. Hon kom í viðgerð, og gjørdist frísk. Hildið verður eisini, at hon var millum tey fyrstu, sum fingu hesa ljósviðgerð hjá Finsen. Niels Finsen hevur havt álit á Marionnu. Tí kom hon at standa fyri tí pensjonati, har lupussjúklingarnir, sum komu aðra staðni frá, búðu, meðan teir fingu viðgerð. Hon er í bókini Lysmageren um Niels Finsen umrødd sum frøken H. At reka eitt slíkt pensjonat var lættari sagt enn gjørt, tí fólk ræddust hesi fólk vegna smittu­vandan. Hetta visti Marianna alt um. Tey vóru uppsøgd í fyrstu íbúðini ætlað hesum endamáli, tí hini búfólkini hóttu við at rýma. Tey fingu so leigað eini hús, men tá fólkini í grannahúsinum frættu hetta, hóttu tey eisini við at rýma. Tá mátti eigarin, sum átti øll hús­ini í økinum, eisini draga í land. Tað sama hendi næstu ferðina roynt varð at leiga. Tað gjørdist greitt, at tey kundu rokna við sama trupulleiki, um tey fingu eina aðra í búð nærindis øðrum fólki. At enda eydnaðist at finna eini hús, sum annars skuldu takast niður, og har tað ikki vóru grannar nærindis. Seinni fekst tó ein varandi loysn. Tískil fekk Marianna við at standa fyri hesum heimum lønt Niels aftur tað, sum hann hevði gjørt fyri hana. Vildi stuðla bróst- sjúkrahús í Sandoynni Marianna vildi eisini hjálpa fólki í Føroy­um, sum vóru fyri vanlagnu. Í 1908 varð bygt nýtt Sanatorium í Hoydølum til tuberkla­ sjúklingar. Tað var ikki frá byrjan av nøkur sjálvfylgja, at sanatoriið skuldi liggja har. Johan Hendrik Poulsen, tingmaður fyri Sandoynna, arbeiddi fyri, at fáa sanatoriið til Sands, men hetta man hava verið ov óhøgligt. Men í 1907 fóru kreftir á Sandi at arbeiða fyri, ikki eitt sanatorium, men eitt bróstsjúkrahús, sum skuldi vera eitt heilsubótarhús fyri kertilsjúk børn. Danskir læknar søgdu, at hetta var einasta stað í Føroyum, sum var egnað til tað sum í Dan­ mark kallast »kysthospital«. Hetta bróstsjúkrahús var ætlað at hýsa 10 sjúklingum umframt serstakt sjúkrahús við tveimum sjúkrastovum. Tað vóru komnar inn kr. 8.000 til endamálið. Av teimum hevði Marianna Hentze latið kr. 500, og hon bjóðaði sær umframt stuðulin at veita kr. 5.000 í rentu­ fríum láni, ótrúliga stórar upphæddir fyri ein privatpersón. Men hetta vildi hon gera fyri at hjálpa fólki, sum vóru illa fyri, eins og hon hevði verið. Henda ætlan gjørdist tó av ongum, men viljin var góður. Systirsonurin gjørdist ramur sosialistur Pápi Marionnu, Jóan Petur, var giftur tvær ferðir. Marianna var í fyrru giftuni, mamman var Marin Katrina Jóanesardóttir úr Dalsgarði. Seinni giftist hann aftur við Elisabeth Kristinu Holm úr Hvalba, f. 1845. Tilsamans vóru tey 15 systkin. Tað ber í eini slíkari grein bert til at nevna onkran. Ein systir Marionnu var Helga (1870-1950). Hon giftist við Chr. (Kitti) Davidsen, og tey vóru uppsitarar í Todnesi. Seinni bygdu tey undir Brekkuni, og tá ið telefonin kom, fekk Helga hana. Tey áttu 10 børn. Elstur var Jóan Petur (1890-1972). Hann var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin 1936-70. Jóan Petur gjørdist ramur sosialistur sum ungur bakari niðri í Danmark. Tað sigst, at hetta dámdi Marionnu stak illa. Hon hevur havt eina greiða støðu í politikki. Gregers Johan Hentze Ein langabbabeiggi Demmus var Gregers Johan Hentze, kallaður Grias. Um hann finst hetta á alnótini. Gregers Johan Michaelsen Hentze (født 25. september 1835 på Sandur, død 27. desember 1877 i Næstved) var en færøyskfødt dansk jurist. Hentze dro til Danmark i 1852, og fikk plass hos landvesenskommisær Krarup i Hammerum herred i et års tid. Hentze var deretter en tid hos en landmåler i Viborg, og var elev ved landsbruksskolen Haraldslund ved Århus 1853–1855. Etter å ha oppholdt seg på Færøyene i et års tid, var han kontorist ved herredskontorene i Bjerre og Hatting inntil 1861. Hentze tok examen philosophicum i 1862, og var cand.jur. fra 1863. Han var by- og herredsfullmektig i Næstved fra 1865, og sakfører samme sted fra 1874. Síðan verður sagt: Han var sønn av Jóhan Michael Hentze, sønnesønn av Jóan Petur Hentze, samt onkel til Demmus Hentze. Hetta seinasta er eitt dømi um, at ikki alt skal takast fyri fult sum skrivað er. Her verða nevn­iliga lopin tvey lið um. Hesin Grias kann ikki vera pápabeiggi Demmus, tá ið hann er føddur í 1835. Hetta skuldi verið vanligur logikk­ur. Hann er langabbabeiggi, og tað er nakað annað. Grias giftist við Christinu f. 1851. Tey fingu trý børn, Steingrim, Gyu og Gudmund (1875- 1948). Gudmund var bara tvey ára gamal, tá ið pápin doyði, og hann kom at vaksa upp í trongum korum. Listagávur hevði hann, men hann var noyddur í yngri árum at ar­ beiða sum reklamuteknari. Við hjálp frá vin­ fólki slapp hann til Italia og var har í tvey ár. Afturkomin varð hann nýttur av betra fólkinum í Keypmannahavn at mála andlits­ myndir. Eisini var hann nógv nýttur at mynd­ prýða bókaverk eitt nú Danmarks Krønike hjá Saxo. Ein sonur hansara er eisini kendur lista­maður Peter Hentze f. 1943. Tað kom aftur um aftur hjá Gudmundi, at hann helt við skeiva partinum undir øðrum heimsbardaga. Hetta var so illa dámt, at hann fekk eingi minningarorð, tá ið hann doyði stutt eftir bardagan. Tøkk til Demmus Hetta vóru so nøkur brot úr søguni hjá Demmus og hansara ætt saman við eitt sind­ur um Debes ættina hjá Helenu, konu Demmus. Fari at enda við at takka Demmus fyri hans­ara íkast og fyri hansara áhaldandi eggjan, sum er umráðandi fyri slíka søgu­ skriv­ing sum hesa. Komandi partur: Í 2013 var 300 ára minningarhald fyri Mettustovu í Havn. Komandi tveir partarnir verða um hesi søguligu húsini. Johan Hentze í Uttastovu (1855-1953) og systrarnar Marianna f. 1858 og Hanna (1860-81) Marianna Hentze f. 1858. Gjørdist álitisfólk hjá læknanum Niels R. Finsen Grias Hentze (1835-77) arbeiddi sum sakførari í Danmark Fýra ættarlið í Uttastovu 1948: V.f. Johan M. Hentze (1855-1953), Johan M Hentze (1913-1997), beiggi Demmus, Jóhan Petur Hentze (1882-1971). Frammanfyri Jóhan Petur Hentze f. 1946 Myndir: Kvørnin nr. 3 og 9