hósdagur 2. januar 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða mostir
Frida Jacobsen
Porkeri
andaðist og varð jarðað.
Ein stór tøkk til tykkum øll á Hamragarði, sum vóru
so góð við hana.Tøkk til Patrick prest fyri vøkur og
troystandi orð. Somuleiðis stór tøkk til øll tykkum, sum
hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk fyri kransar,
blómur og peningagávur til Hamragarð. Hjartans tøkk
til tykkum øll, sum fylgdu Fridu til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Selma, Martin og Jákup við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkendslu og veittu hjálp, tá okkara
kæra mamma, vermóðir, omma og langomma
Jenny Davidsen
av Skála
andaðist og fór til gravar.
Vegna avvarðandi
Kajberg við familju, Terje við familju
og Hansy við familju
Símuni Hansen til minnis
f. 17. mars 1938 d. 10. november 2012
Nú er eitt gott ár liðið, síðan
pápi okkara, Símun Hansen,
fór frá okkum, tá ið hann
brádliga small um og hevði
drigið andan fyri seinastu
ferð. Hetta árið, sum síðan
er farið, eru vit ferð eftir
ferð mint á, hvussu nógv
pápi okkara fylti í okkara
lívi og saknurin hevur verið
ómetaliga stórur.
Pápi okkara var havnar-
maður. Hann vaks upp sam
an við eldru brøðrum sínum
Karl Johan og Paula niðri á
Reyni í Havn. Foreldur teirra
vóru Elin, fødd Poulsen, úr
Miðvági, og Zacharias Han
sen úr Havn, eisini nevndur
Sakaris í Syðradali, tí hann
partvíst vaks upp í Syðradali,
har ið pápi hansara var upp
sitari.
Býlingurin á Reyni var tá
miðdepilin í Havn og uddi
í børnum og lívi, og babba
dugdi so sera væl at greiða
okkum
børnum
frá
um
barnaárini og uppvøksturin á
Reyni og visti mangar góðar
og áhugaverdar søgur at for
telja okkum haðani. Hóast
hann var smádrongur, tá ið
seinni heimsbardagi endaði,
so høvdu ymsar hendingar
frá teimum árunum fest
seg í huga hansara. Tá ið vit
vóru yngri, var tað so mang
an, at hann gekk túr við
okkum oman á Reyn og har
í nánd og gav okkum í orð
um og frásøgum eitt livandi
innlit í, hvussu lívið var har
niðri, tá ið hann vaks upp.
Søguligar hendingar og per
sónar høvdu hansara stóra
áhuga. Hann var eisini sera
ættkønur og dugdi altíð at
síggja
ættarbond
millum
fólk. Hetta kom honum
mangan til góðar, tá ið hann
hitti fólk, tí sama hvønn
hann hitti, dugdi hann at fáa
eitt gott prát í lag við at seta
saman familjubond, ið hann
kendi so væl.
Eftir at hava tikið prelimi
nerprógv og verið ein vetur
á Føroya fólkaháskúla fekk
pápi okkara starv á Tele
grafstøðini í Havn, og starv
ið sum fjarritari gjørdist
hansara lívsstarv. Hann ar
beiddi í samfull 42 ár á Tele
grafstøðini.
Arbeiðssamur
var hann og setti eina æru í
at vera stundisligur og røkja
sítt arbeiði og sínar skyldur
til fulnar. Sum heild eyð
kendi tað babba, at hann
var nærlagdur í øllum, sum
hann fekst við, og trúfastur
ikki minst.
Hóast álvarsligu sjúkuna,
sum rakti hann bert 37 ára
gamlan, so megnaði hann
at lata lívsgleðina vinna á
øllum tí, sum hann kundi
fallið í fátt av. Hann dugdi at
gleðast um teir smáu lutirnar
í lívinum og dugdi so sera væl
at geva tað víðari til okkum,
sum stóðu honum nær, og
ikki minst abbabørnini, sum
altíð flokkaðust um hann
og gleddust um, at hann so
væl dugdi at møta teimum á
teirra støði.
Tað eru so nógvir góðir
eginleikar, sum renna fram
fyri okkum um pápa okkara.
Hann dugdi altíð so væl at
vísa, hvussu hann gleddist,
tá ið tað gekk øðrum væl.
Hansara
empatisku
evni
vóru heilt sjáldsom. Tað var
so mangan, at hann av sín
um eintingum kom inn á
evni, sum vit høvdu brúk fyri
at tosa um, júst tí at hann
hevði so sjáldsom evni at lesa
onnur av og síggja tað, sum í
øðrum bilgdist. Løgið er tað,
men nógv sansa vit ikki fyrr
enn aftaná og tá ið tað ikki
er longur. Soleiðis fara vit
mangan ígjøgnum lívið uttan
at geva okkum stundir at
gleðast um og virðismeta tað,
sum veruliga gevur lívinum
dýpd, innihald, varma og
fjálgar litir í samveruni við
onnur. Ja, vit verða ferð eftir
ferð mint á, hvussu babba
bara var ein so sjálvsagdur og
inngrógvin partur av okkara
lívsmynd.
Babba rúmaði fyrst og
fremst ein so stóran kærleika
til okkum og mammu, og
somuleiðis til abbabørnini, tá
ið tey komu. Tey vóru hans
ara eitt og alt og altíð fylgdi
hann væl við, hvat ið hvør
einstakur teirra gjørdi og
hevðist at, og altíð var hann
klárur at stuðla og eggja, tá
ið tað kravdist, ella at ugga,
tá ið tørvur var á tí. Hann
var sera familjukærur og
setti seg sjálvan í aðru røð,
og gávumildur var hann sum
fáur.
Honum dámdi so væl at
hava fólk rundan um seg, og
á sín stillføra hátt fekk hann
øll at kenna seg væl, ikki
minst við sínum hjartaliga og
sera smittandi látri. Tí hóast
lívsleiðin ikki bara lá fram
eftir sløttum, so varðveitti
hann altíð tann ljósa mátan
at síggja tilveruna og sýndi í
verki ikki minst eitt ótrúligt
seiggi at halda fram at liva og
virka eftir besta førimuni. Við
sínum eyðkenda stríðsvilja
kom hann væl fyri seg og
megnaði at arbeiða, heilt til
hann fór frá við eftirløn.
Góða mamma, tú vart
altíð tann trúgvi stuðulin
hjá babba, tá ið hann hevði
tørv á tí, og tað var so gott
og vakurt at uppliva, hvussu
tit bæði virdu og stuðlaðu
hvør øðrum gjøgnum lívið,
eisini tá ið hóttafall herjaði.
Tað gleddi tykkum og okkum
almikið, at tit fyri tveimum
árum síðan kundu halda gull
brúdleypsdagin og høvdu so
nógvar og kærar gestir á
vitjan. Tað var so rørandi
at síggja, hvussu tit bæði í
langa tíð aftaná gleddust
um dagin og ta gleði og tey
góðu upplivilsi, sum hann
gav tykkum.
Góði babba! Hóast vit
enn merkja fløvan av tínum
hondum, er tað so ringt at
vita sær, at tín rødd er tagn
að. Hon tagnar tó ongantíð í
huganum á okkum og minnir
okkum ferð eftir ferð á tey
kæru og dýrabæru minni,
sum vit eiga eftir teg. Í djúp
um takksemi og virðing vilja
vit her lýsa frið yvir okkara
høgt elskaða pápa, Símun
Hansen.
Zakaris, Maibritt,
Høgni og Maria