hósdagur 2. januar 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ofta kann tíðin skapa klár
heit og geva linna. Tú hevur
havt stundir at erfara og
hugsa um tað, sum er farið, og
skilur ofta betri støður, sum
vóru. Soleiðis havi eg tað við
Babba'sa deyða og ta sorg og
tann saknur, sum støðst av
hesum. Havi júst lisið brævið,
eg skrivaði honum minni
enn ein mánað, áðrenn hann
seinnapartin 13. februar 2008
andaðist. Brævið var mín
tøkk til hansara fyri at hava
verið ein ómetaligur góður,
kerligur og skiljandi pápi.
Ein fyrimynd í familjulívi og
arbeiði og frítið, sum hevur
givið mær nógv meiri enn
eg visti. Brævið lýsti minnini
og upplivingarnar, vit hava
havt sum pápi og dóttir og
sum familja, og varð skrivað
ta náttina, eg skilti, at Babba
for ikki at hóra undan. Eg
lá i andveðri og for at enda
upp og settist við teld
una næstu 4 tímarnar. Tað
kendist gott at geva honum
brævið dagin eftir, men eg
var tó eisini bangin fyri, at
brævið markeradi ta vón
leysu støðuna og at hetta for
at køva ta vón, sum Babba
kanska hevði. Eg visti ikki,
hvat var best at gera, og veit
tað heldur ikki nú - og so
leiðis eru støðurnar so mang
ar í lívinum, har tú má velja
millum 'tvinnar kostir'.
Eg vildi forsvorið, at ein
so lítil og friðarligur maður
sum Babba við síni fráveru
kundi skapa eitt so ovur
stórt vakuum, sum nærum
lammadi okkum eftirfylgj
andi. Eg mátti vita betri, tí
hansara kærleiki til okkum
og nærmastu familjuna var
ein av hansara sterkastu
drivmegum. At vit skuldu
hava tað trygt og gott sum
børn, og sum vaksin hava
bestu møguleikar fyri at
skapa okkum góð lív. Og eg
vil siga, at vit hava fingið teir
bestu møguleikarnar, sum
vit kundu. Mamma og Babba
livdu nærum 50 ár saman
og vit eygleiddu tey í øllum
lívsins støðum. Vit lærdu,
at lívsins facettir eru nógv
ar - summar eru vakrar, góð
ar og stuttligar og aðrar eru
keðiligar, pínufullar ella ræð
andi og at vit mugu fyrihalda
okkum til tær allar. Tvey ráð
hava fylgt mær fra Mammu
og Babba: at tú kann tað, tú
vil og at onkuntíð skalt tú
lata tíðina arbeiða fyri teg,
so koma loysnir av sær sjálv
um. At vaksa upp við, at man
kann hvat man vil, er eitt
privilegium, sum eg eri sera
takksom fyri. Mamma og
Babba hava altíð stuðlað og
eggjað okkum til at gera tað,
vit vilja, og ikki verið kørg
við rós og viðurkenning, tá
vit hava klárað okkum væl.
Tey hava í verki víst, at av
markingar eru í huganum
og ikki í veruleikanum og
hava dugað so sera væl at
skapt tað lív, sum tey ynsktu
sær. Tey hava tikið tjansir og
torað at satsað og hava ikki
ligið undir fyri ótta - fyri, um
tað nú gekk ella hvat onnur
hildu. Afturfyri at tora, fær
tú frælsi. Hetta er ein gáva at
hava eygleitt og verið partur
av og nakað, eg sjálv royni at
liva eftir. Eitt triðja ráð, sum
Babba kundi taka til er: Ilt er
at føla mein í annan mans
bein. Tú veit ikki altíð, hvat
fólk dragast við og tí skal tú
vera varin at gera tær eina
meining og at døma. Hetta
royni eg at hugsa um og
at møta fólki við innliving,
men onkuntíð gleppur tað
og tá hugsi eg ofta um, hvat
Babba hevði hildið um tað.
Og soleiðis er hann enn til
staðar.
Babba var verkfrøðingur
og gekk høgt uppí sítt ar
beiði. Hann arbeiddi bæði
uttanlands og í Føroyum, her
hann hevur teknað og staðið
fyri gerðina av nógvum av
olju- og gasstangunum kring
landið, og fekst eisini við
rørarbeiði hjá SEV og tang
um hjá Havsbrún og kulda
goymsluna í Fuglafirði. At
hann var væl lýddur og
dugnaligur havi eg altíð
havt inntrykk av og eftir
hansara deyða hevur tað
verið ein stórur uggi, at sam
starvsfelagar og onnur hava
fortalt okkurt um Babba'sa
arbeiðslív og teirra samband
við hann. Ein dagin eg hitti
ein starvsfelaga hjá SEV,
komu tárini spontant, tá hes
in segði, hvussu keðiligt tað
var, at Babba ikki var meiri,
tí hann hevði so nógv, hann
skuldi spyrja hann um og
fortelja honum. Akkurat so
leiðis hevði eg tað tá og havi
tað enn.
Tankar fara til Babba
hvønn dag og eg kann onkun
tíð hava innara dialogar
við hann um ymiskt. Hann
hevði so góðan humor og vit
flentu øgiliga nógv saman.
Babba legði ikki so nógv í,
hvat onnur halda, og lat ikki
meiningar hjá øðrum forða
sær. Hetta royni eg at hava
í huga, tá okkurt kemur ov
nær. Hann var forvitin og
úthaldandi, tá hann skuldi
loysa ein trupulleika og
fann tí eisini útav tí mesta
væl hjálptur av at hava
bæði teori og praksis uppá
pláss. Hann var róligur og
tolin og gjørdist ógvuliga
sjálvdan illur. Men tá hann
so gjørdist illur, hevði hann
okkara uppmerksomheit og
vit lurtaðu eftir honum. Tó
ikki soleiðis, at eg var bangin.
Eg kenni ikki til at vera bang
in fyri Babba - fyri mær var
hann ein stabilur klettur av
tryggleika og kærleika og tað
eri eg inniliga takksom fyri.
Tey eldru børnini hjá
okkum kenna Abban, tó at
minnini kámast, men yngri
sonurin minnist hann als
ikki og tað eri eg kedd av
- fyri hansara og Babba'sa
skyld, tí Babba var ein fram
úrskarandi Abbi, sum elskaði
abbabørnini yvir alt á jørd, og
eg haldi, at tað var sera ringt
hjá honum at skula fara frá
teimum. Vit børn vóru øll
komin 'uppá pláss' í lívinum
og hann gleddist um hetta,
og helt nógv av makum okk
ara. Babba var óróligur um at
noyðast at fara frá Mammu
og tað var skilligt, tí tey bæði
vóru samantvinnað sum fá
pør og høvdu eitt tætt og gott
samband eftir at hava livað
saman nærum tveir manns
aldrar. Tað var ikki bara lætt,
men tey valdu hvønn annan
og kærleikan sínamillum og
til okkum børn, og tey eru
týðandi fyrimynd hjá mær
eisini í hesum. Í dag hevur
Mamma bygt upp eitt 'nýtt
liv', sum eisini er gott, men
tað er als ikki tað sama. Hon
fyllir 70 ár 31. januar 2014 og
kann hyggja aftur á eitt langt,
spennandi og áhugavert lív,
sum verður hátíðarhildið
sum um Babba enn var her -
við festivitas. Og hóast hann
fer at mangla við borðið und
ir liðuni á Mammu og á dansi
gólvinum, so verður hann við
í okkara tonkum og práti.
Tað er við takksemi og
sorgbliíni, at eg minnist
Babba og hansara lív og avrik.
Tá hann fekk diagnosuna
segði hann sum tað fyrsta
við okkum, at hann hevði
havt eitt gott lív, og at tað var
ok. Tað dugi eg væl at skilja
og tað var ómetaliga gott, at
Babba hevði yvirskot til at
hugsa soleiðis, men eg vildi
so illa, at hansara lív skuldi
enda. Í fleiri ár hugsaði eg,
at Babba var ikki liðugur at
liva, tí hann tímdi tað so væl,
men í einari prædiku hoyrdi
eg prestin siga, at lívið er frá
vit verða fødd til vit doyggja
og tað má eg bara avfinna
meg við. Og eg avfinni meg
við, at saknurin ikki minkar
við árunum, men broytist
merkiliga.
Við hesum orðum vil eg
takka fyri tað, sum var og er,
og lýsa frið yvir minnið um
Babba.
Annika
Minningarorð um pápa mín
Magnus Paula Joensen
føddur 2/1-1941 og deyður 13/2-2008
90 ára føðingardagur
Hósdagin 9. januar fyllir
Símun Gullaksen, Hattarvík
90 ár. Dagurin verður hildin
sama dag frá kl 18 í Smæruni
á Sambýlinum á Heygnum
Undir Kráarbrekku, Klaks
vík.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 12. januar, hava
hjúnini Maria og Jógvan
Krosslá í Vági gullbrúdleyp.
Vælkomst verður í VB hús
inum, leygardagin 11.januar
frá kl.16.00 til 22.00. Tey
sum vilja heilsa uppá gull
brúðarparið, biðjast vinar
ligast siga frá innan 4. jan
uar á tlf. 373207 – 279304
– 226801. Vælkomin.
Gullbrúdleyp
8. januar hava Sonja og
Dávid Hansen, Kvívík, verið
gift í 50 ár. Dagurin verður
hildin í Glæmuni í Kvívík
leygardagin 11. januar frá
kl. 14–19. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 12. januar, hava
hjúnini Maria og Jógvan
Krosslá í Vági gullbrúdleyp.
Vælkomst verður í VB hús
inum, leygardagin 11. jan
uar frá kl.16.00 til 22.00.
Tey sum vilja heilsa uppá
gullbrúðarparið,
biðjast
vinarligast siga frá innan 4.
januar á tlf. 373207 – 279304
– 226801. Vælkomin.