Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 25. desember fingu Eyð og René Restorff Mouritsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3760 gr. 9. desember fingu Bárður Johannesen og Elly Johannesen ein vælskaptan son. Hann vigaði 3700 gr og var 52 cm langur. 20. desember fingu Joan Müller, Vestmanna, og Andras Tórason Jacobsen, Eiði, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3120 gr, 19. desember fingu Tóra Martinsdóttir, Sandavági, og Brynjálvur Remisson, Nicolajsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4000 gr. 19. desember fingu Sheila Joensen og Jan Johannesen, Sandavági, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4450 gr, 8. desembur fingu Malan og Páll Nielsen eina dóttur. Dótturin eitur Hanna, hon vigaði 3320 gr. og var 52 cm. long. 10. desember fekk Klara eina systur. Hon vigaði 4240 gr. og var 55 cm long. Foreldrini eru Arnhild og Martin Schmidt, Tórshavn. Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, ið vóru við til at gera okkum hjúnabandsdagin 27. juli 2013 ógloymandi. Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Christina og Niels Føðingar Tøkk Vit vilja takka tykkum øllum, sum við vøkrum sangi vaktu okkum snimma henda morgun og sum høvdu dekkað eitt sera vakurt morgunmataborð, ein sera hugnaligur morgun. Takk til tykkum øll, sum ringdu til okkum, komu inn á gólvið at heilsa uppá okkum, tykkum, sum sendu okkum blómuprýði v.m. og øllum tykkum, sum gjørdu okkum kvøldið í Skálanum ógloymandi. Ein serlig tøkk til Klaksvíkar Hornorkestur, sum kom á vitjan í Skálanum, hetta var ein rørandi løta, stóra tøkk. Eisini eina mega stór tøkk til okkara børn, svigar­børn og Kristian Eli, sum høvdu gjørt okkum Skálan so hugnaligan við alskyns góðum mati. Tøkk øll somul. Vit ynskja um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár Gullbrúðarparið 23.11.2013 Jancy & Julius Poulsen