hósdagur 2. januar 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Gott kvøld øll somul,
S
einast í sjeytiárunum eru
tríggir vinmenn farnir
at eldast. Árini merkjast og
síggjast. Minnið er enn hvast,
og vitið sum nýbrýnt. Allir
eru teir føddir um aldaskiftið
ár 1900. Hava kenst frá ung
um árum. Teir hava verið
uttanlands og nomið sær
lærdóm, og uttanlands verða
dreymar droymdir og ætlan
ir lagdar.
Stórir dreymar og gyltar
ætlanir verða fyri stóran
part framd í Føroyum.
Í landinum, teir vilja flyta
framá. Í landinum, har tørvur
er á teimum. Í landinum, har
teir laða tíðarleysar varðar
eftir seg.
Í 1977 verður forvitnisligur
filmur gjørdur um hesar
vinmenn. Í filminum við
heitinum “Tríggir varðar”,
verða mætu rithøvundarnir
William Heinesen, Christian
Matras og Heðin Brú lýstir á
ellisárum.
Fosturlandssynirnir
úr
Havn, av Viðareiði og úr
Skálavík eru í 1920 árunum
í Danmark og nema sær út
búgving. Í Keyp-mannahavn
ogna teir sær vitan og íblást
ur úr bókum. Hjá teimum
er eingin ivi. Teir vilja gera
mun í heimlandinum. Teirra
partur skal ikki liggja eftir.
Hugburðurin at vilja gera
mun liggur djúpt í okkum.
Okkara
sjófólk
treiskast
undir náttúrunnar baldrutu
umstøðum og hava í fleiri
ættarlið siglt vandasjógv.
Alla tíðina leitandi eftir
fonginum, ið er grundarlagið
undir okkara tilveru her á
landi.
Heitar hendur, ið eru
hornasteinurin
í
okkara
vælferðarsamfelag, kýta seg
hvønn dag, tá ið tær ótroytti
liga taka sær av børnum,
sjúkum og gomlum. Øll tit
arbeiða, tá ið onnur gevast
og hava frí. Allar tímarnar í
samdøgrinum, alt árið runt,
jólaaftan og í kvøld, eru tit í
gongd.
A
t vaksa upp í Føroyum
gevur gott í beinið. Tað
prógva vit ferð eftir ferð úti
í heimi. Vit fegnast um dirvi,
dygd og dugnasemi, sum
okkara arbeiðsmegi, fyritøk
ur, ítróttarfólk, listafólk og
granskarar vísa í verki, tá ið
tey bjóða seg fram millum
tey bestu.
Undir
framburðinum,
sum kvinnur og menn hava
skapt gjøgnum øldir, býr
framskygni. Ein vilji at skapa
eitt gott og trygt samfelag.
Eitt heim til sín sjálvs og tey,
sum aftaná koma.
Lívið í Føroyum er eitt
úrslit av at vilja og at tora. Tá
ið fólk frá landnámstíð settu
búgv her og til í dag, hava vit
verið fyri avbjóðingum. Av
bjóðingum, sum teir tríggir
varðarnir so væl dugdu at
seta orð á í sínum skaldskapi.
A
lt er kortini ikki ljósa
reytt her á landi.
Vit fáa framvegis ikki nóg
nógv ung fólk heimaftur. Tað
er okkara størsta avbjóðing.
Føroyar vóru ikki mentar
so nógv, sum tær eru, um
ungir og útbúnir føroyingar
ikki komu heimaftur og
sóu
møguleikarnar.
Hesi
ungu høvdu eins og teir
tríggir varðarnir ein alsk til
heimlandið. Tey vildu geva
landinum nakað aftur. Land
ið, ið hevði givið teimum so
nógv. Tey vildu flyta landið
fram á leið.
Okkara samfelag er sum
øll onnur eitt úrslit av teim
um
varðum,
undanfarin
ættarlið laðaðu. Nú er tíðin
tín.
Vit hava brúk fyri øllum
góðum kreftum. Øll skulu
við. Eisini tey, ið fingu gott í
beinið í Føroyum, og sum nú
eru útisetar. Vit vilja hava
tykkum heimaftur.
Uttan ídnar og dugnaligar
hendur var mangan soltið
í Føroyum. Vit byggja land
við bókligari vitan og øllum
teimum, ið eru dugnalig til
hendurnar. Vit hava tørv á
bæði gløggum høvdum og
hegnigum hondum.
H
ægri útbúgving er ein
fyritreyt fyri búskapar-
og fólkavøkstri.
Fróðskaparsetrið menn
ist støðugt. Fleiri útbúgv
ingar verða bodnar út, og
umsóknirnar í ár eru met
nógvar. Eitt styrkt Fróð
skaparsetur er eisini ein
hornasteinur í okkara fólka
vakstrarætlan. Við hesi ætl
an er sjøtul settur á at fáa
fólkatalið aftur at vaksa.
Tað er umráðandi, at
okkara útbúgvingar eru á
altjóða stigi, og í heyst fara
uttanhýsis serfrøðingar at
eftirmeta Fróðskaparsetrið.
Vit arbeiða støðugt við at
knýta tættari bond millum
vinnuna og útbúgvingar-
og granskingarumhvørvið.
Eitt risafet er tikið við at
stovnseta granskaralundina
INOVA.
Eg fegnist hvørja ferð, tað
eydnast at fáa føroyingar,
sum av sonnum hava gjørt
vart við seg uttanlands, í
starv her heima. Tað er slík
um hugburði, okkum tørvar.
Okkum tørvar fólk, sum vilja
koma heimaftur at gera mun.
T
að er tíverri eitt av
lívsins
grundkorum,
at summi eru skerdari enn
onnur. Summi eru fødd inn í
truplari umstøður enn onn
ur. Nøkur bera brek, sum
kunnu tyngja gerandisdagin.
Lívið er ikki líka lætt at liva
hjá øllum. Og um vit hyggja
at býtinum av mótgongd,
sum hvørt menniskja fer
ígjøgnum, kann lívið stund
um tykjast órættvíst.
Hetta snýr seg um hug
burð. Tað hevur størri týdn
ing, hvussu eitt menniskja
ber sína lagnu, enn hvør
lagnan er. Sum ein mamma
tók til: Vit skulu ikki tosa um
fólk við serligum tørvi, men
um fólk við serligum avbjóð
ingum!
Tí skulu vit hava eitt
rúmligt samfelag og ein ar
beiðsmarknað, har fleiri fáa
brúkt sínar førleikar og ment
síni evni. Lógarpakkin um
arbeiðsfremjandi tiltøk er
ein nýskipan, sum breiðkar
vegin hjá fólki við skerdum
førleika at koma á arbeiðs
marknaðin.
Tað harmar meg, at vit
ofta hava ein negativan
hugburð til ellisárini. Vit
hoyra javnan, at sagt verð
ur “eldrabyrðan”, og at sam
felagið hoknar undir fíggjar
byrðini, nú fleiri gerast eldri.
Verður
útsøgnin
søgd
nóg ofta, kann hon tykjast
verulig. Tað ávirkar, hvussu
vit uppliva tað at eldast, og
sjálvsfatanin kann ávirkast
skeiva vegin.
Okkara gomlu eru sum
allir aðrir aldursbólkar eitt
tilfeingi, sum vit skulu vera
góð við og hava brúk fyri.
Teirra vitan og royndir ríka
yngru ættarliðini.
Tað er ein sannroynd, at
vit liva longur, enn vit gjør
du áður. Hetta gevur okkum
nýggjar møguleikar og krev
ur broytingar. Tey, sum hava
møguleikan, skulu í framtíð
ini sjálv tryggja síni ellisár
betur. Tað krevur, at vit tora
at hyggja eftir haldgóðum
loysnum, og at vit í felag
finna tær.
Vit skulu spara saman til
egna eftirløn. Uppsparingin
í
nýggju
eftirlønarlógini
er enn ein nýskipan. Tá ið
eldraøkið verður lagt út til
kommunurnar 1. januar 2015,
eru størstu og tyngstu tøkini
tikin at tryggja góð ellisár.
T
að
gongur
betur
í
Føroyum.
Búskapurin
stendur á tryggari grund.
Greiðar ábendingar eru um,
at vit í kjalarvørrinum á stóru
alheimsbúskaparkreppuni,
hava fingið fótafestið aftur.
Vit eru á rættari kós. Vit
flyta okkum frá svartskygni
til bjartskygni.
Arbeiðsloysið er lítið, og
tað lækkar. Bruttotjóðar
úrtøkan og arbeiðsfjøldin
veksur. Fleiri løntakarar eru í
privata vinnulívinum. Lønar
gjaldingar
vaksa.
Heims
búskapurin og føroyski bú
skapurin verða í løtuni eisini
stimbraðir av lágum rentum.
Útflutningurin er vaksin
slaka hálva milliard. Íkastið
frá okkara alivinnu, frá okk
ara uppsjóvarvinnu og frá
okkara fjarfiskiflota hevur
ongantíð verið størri.
Kortini eru fleiri avbjóð
ingar.
Vit eru í ferð við at fáa
hallið á fíggjarlógini burtur.
Nýggj
fiskivinnunýskipan
skal eitt nú tryggja, at vit
venda vánaligu gongdini hjá
botnfiskaveiðuni undir Før
oyum. Latið okkum síggja
ljóst upp á framtíðina, tí sum
Sálamon sigur: “brotið mót
sýgur mergin úr beinunum,
og tað má ikki henda”. Tað
hendir ikki.
Øll vilja hava búskap
arvøkstur
og
framburð.
Hvussu vit røkka tí, eru
ymiskar meiningar um. So
leiðis eigur tað at vera. Tað er
tí, vit hava politiskar flokkar.
Tað er tí, vit hava fólkaræði.
Tað er tí, vit hava eitt livandi
orðaskifti.
Orðaskiftið um Skála
fjarðartunnilin
hevur
stundum verið hart. Tað er
eisini neyðugt, tí talan er
um størstu íløgu nakrantíð.
Við at hyggja í bakspeglið
í hesum málinum, kundi
okkurt verið gjørt øðrvísi.
Sum landsins leiðari taki eg
mín part av ábyrgdini á meg,
og tað er eisini mín ábyrgd at
tryggja, at ein politisk semja
fæst millum samgongu og
andstøðu í málinum.
Vit hava hesa seinastu
tíðina víst, at vit sum tjóð
eisini megna at standa sam
an. Lata okkum ikki vika,
sjálvt um búskaparliga stór
veldið ES trýstir okkum.
Framferðin hjá ES er óvirði
lig, ólóglig og órímilig, og tí
eru vit farin altjóða rættar
vegin.
Trætan um sild og makrel
eigur at verða loyst við sam
ráðingarborðið,
sum
tað
sømir seg skilagóðum sam
ráðingarpørtum.
Samband
er millum partarnar, og vón
andi gongur ikki rúm tíð til
vit finna eina semju.
Góðu føroyingar!
E
itt kvøld sum í kvøld
hugsa vit, hvat vit fingu
burturúr, og hvagar leiðin
gongur.
Náddu vit tað, vit ætlaðu?
Avrikaðu vit nóg mikið?
Síggjast nakrir varðar á
slóðini, har vit gingu?
Svarini eru helst ymisk
– bæði persónliga og sam
felagsliga.
Felags fyri bæði tað per
sónliga og samfelagsliga er,
at okkum er loyvt at leggja
ætlanir, hava okkara visjón
ir og seta út í kortið á okkara
tíðarhavi.
Okkara land er eitt gott
og trygt stað at búgva, og
er tað eisini eitt land við
ótaldum møguleikum. Hetta
sóu teir tríggir varðarnir.
William Heinesen, Christian
Matras og Heðin Brú, sum
á ellisárum kundu ganga í
havnargøtum og staðfesta, at
eisini teirra íkast gjørdi mun.
At tað er brúk fyri hvørj
um einstøkum okkara.
Tí hóast svarini eru nógv
og fjølbroytt, so eigur spurn
ingurin altíð at vera: Hvussu
kann eg gera mítt besta fyri
mítt land?
2013 var árið, tá eitt hitt
størsta andsmennið í okkara
tíð, Nelson Mandela, slókn
aði. Hann hevur, um nakar,
gingið á odda fyri at flyta
sítt heimland framá. Allur
heimurin hevur samkenslu,
og eisini vit kunnu læra av
hesum slóðara, ið lærdi okk
um so nógv um, hvussu eitt
samfelag kann vera styrkt av
fyrigeving. Styrkin og áhald
nið hjá Nelson Mandela verð
ur ongantíð gloymd.
Góðu tit øll! Eitt kvøld
sum í kvøld leita tankarnir
víða.
Onkur
hugsar
um
skyldfólk og vinir í fjarskotn
um londum. Onkur annar
hugsar um fólk, tey mistu
á lívsleiðini. Harrin styrki
tykkum, ið sita eftir við sorg
og sakni.
Gott nýggjár og
takk fyri tað brátt
farna! Guð signi mítt
føðiland, Føroyar!
Nýggjársrøða løgmans
gamlaárskvøld 2013
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður