Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eydna Skaale Nýggjársrøðan hjá løgmanni er ikki ein politisk røða. Enda­málið við henni er, at løgmaður skal fevna og savna tjóðina, tá farið verður inn í eitt nýtt ár. Løgmaður skal við hetta serliga høvið próg­va, at hann er løgmaður hjá øllum føroyingum, og hann skal vísa á nøkur virði, sum vit komandi árið eiga at hug­sa meiri um. Skoðsmálið frá Sosiali­ num er, at røðan var góð og savn­andi, og at hon - við smá­ um lýtum - livdi fult upp til sína genru. Høvuðsboðskapurin: »Vit hava tørv á øllum før­oy­ ing­um í Føroyum«. Tað er høvuðs­boð­skap­ ur­in í hesi heldur óvanligu løg­mansrøðuni, sum tordi at stýra uttan um partapolitikk, men í staðin legði dent á at sav­na tjóðina við virðum, vit øll kunnu taka undir við, óansæð politiskan lit. Stórt fokus var sett á størstu avbjóðingina, sam­ felagið hevur, nevniliga øll tey lesandi, ið ikki koma aft­ ur til Føroya. Løgmaður ven­ di sær til tey lesandi í eini bein­leiðis áheitan: Vit vilja hava tykkum heimaftur! Umframt »gløggu høvd­ ini« nevndi hann tó eisini bæði »hegnigu hendurnar«, vísandi til øll tey við handa­ lig­um størvum, og »heitu hend­ur­nar«, vísandi til øll tey við umsorganarstørvum, sum eisini hava alstóran týdning fyri samfelagið. Ein undirboðskapur í røð­ u­ni var fyribrigdið »at vilja gera mun«, sum altíð hev­ ur ført føroyska sam­felag­ið støðugt fram á leið, og ein spurn­ingur, sum komandi árið eigur at vera í huga okk­ ara er: »Hvussu kann eg gera mítt besta fyri mítt land?« Bygnaðurin: Røðan byrjar uttan nakran inn­gang við eini søgu um teir trígg­ir varðarnar, William Heine­sen, Heðin Brú og Chris­tian Matras, sum ganga sum ein reyður tráður ígøg­ num alla røðuna. Myndin av varðu­num rigg­ar væl til høvuð­s­boð­ skap­in um, at útisetarnir skulu koma heim, og at vit øll skulu royna at gera mun og »laga ein varða eftir okkum«. Síðani verður skift ímill­ um viðurskifti, sum eru góð, og viðurskifti, ið eiga ella áttu at verið betri. Hann nevnir, at vit í Før­ oy­um fáa gott í beinið, og at góðar broytingar eru á út­ búgv­ing­ar­økinum. Hin­veg­in harmast hann um hugburðin um, at tey, ið bera brek, og tey gomlu verða sædd sum byrð­ ar. Síðani fegnast løgmaður um skipanina við eftirlønini, og at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar. Júst hetta er einasti krókurin í all­ari røðuni, sum beinleiðis politisk­ur kritikkur kann heingjast á, tí stórt rumb­ul hevur verið um eftir­lønar­ skipan­ina, har øll skulu rinda til egna eftirløn. And­ støðan og fakfeløgini hava víst á Samhaldsfasta, sum eina nógv betri skipan, og kom­mun­ur­nar hava milt sagt ikki tosað vøkur orð um at skula yvirtaka eldraøkið utt­an at fíggjarligur styrkur fylg­ir við. Hetta er at kalla ein­asta flísin, sum stingur út úr eini annars sera væl puss­ að­ari røðu. Sum nakað gott nevnir løg­mað­ur síðani minkandi arbeiðs­loysið, og at vit hava fótað okkum aftur eftir fíggjar­krepp­una. Fiskivinnunýskipanin er ein avjóðing, heldur lø­g­ mað­ur, og hóast vit øll vilja tað besta fyri landið, so eru tað ymsar meiningar um, hvør er besta leiðin at fara. Har­við viðurkennir hann, at ymsar meiningar eru um politikk­in, og at tað er gott, at so er. Hann koppsetir seg hervið eisini ímóti einum kom­andi harðligum kjaki, sum uttan iva fer at standast av fiskivinnunýskipanini, tí í løtu­ni tykist ein semja um tað málið sera fjar. Hóast hann kundi latið vera - ella gjørt ilt verri við at forsvara tað - nevn­ir løg­ mað­ur málið um Skála­fjarð­ ar­tunnilin, og at tað átti at verið handfarið betri. Tað er óvanligt, at leiðarar tora at taka í egnan barm í so ítøki­ligum málum í sjálvari nýggjárs­røðuni. Hinvegin tykist sjálvrósið ofta fáa inni­ vist, men tað sømir seg og riggar væl at hann viðgongur egn­ar feilir og tosar lítið um egin avrik. Hann nevnir ele­fant­in í rúminum, sum hevur fylt so nógv í ár, men hann megnar at gera tað á ein virðiligan hátt, har hann tekur ábyrgd, og tískil fram­ vegis megnar at halda savn­ andi megini í røðuni. ES stríðið verður nevnt sum eitt tekin um, at vit megna at standa saman, tá um ræður. At enda tekur hann aftur­ í­a­ftur varðarnar og høvuðs­ boð­skapin. Síðani koma nakrar reglu­r um Mandela. Hóast eina roynd at flætta tað inn, so tykist hetta seinasta brot­ið koma sum ketta úr høvda­ trogi, og spurningurin er, um tað ger røðuna betri ella skuldi verið lagt burturúr. Framburðurin: Hóast tað var eyðsæð, at løg­ maður hevði vant røðuna og dugdi hana væl, kundi hon tó verið framborin við størri inn­living og orku. Tónalagið og andlitsbráið vóru í stóran mun einstáttað, og serliga allarfyrsta søgan um teir tríggjar varðarnar hevði havt gagn av størri innl­iving og størri fjølbroytni í rødd og upplestri, serliga tí eingin inngangur var framman­undan, sum kundi fanga lurtaran. Av og á legði løgmaður skeivt trýst á orðini, sum gjørd­i, at meinginin broyttist ella hvarv, men hetta eru smá­ting. Skoðsmál: Alt í alt ein sera djørv og vælskrivað røða við ein­ um greiðum reyðum tráði, góðum yvirgangi mill­um ymsu brotini og við eini sterkari savnandi megi, serliga við myndini av teim­um trimum undan­ gongu­monnunum og varð­ unum. Onkur orðing skap­ar grundarlag undir politisk­um kritikki, men viður-kenn­ ingin av, at málið um Skála­ fjarð­ar­tunnilin ikki varð hand­farið nóg væl, hevur uppi­bor­ið rós. Sum heild er framburður ikki sterkasta síða løgmans, og hóast hann hevði vant røðu­na væl - og var væl betri, enn hann ofta er - so hevði røðan verið enn betri, um hann hevði borið hana fram við størri innliving og størri fjølbroytni í tónalagið, andlits­bráið og rødd. eydna@sosialurin.fo Sosialurin meinar: Góð og væl polerað nýggjársrøða Nýggjársrøðan hjá løgmanni var fyri einaferð skyld trúgv móti síni genru. Hon var savnandi og fevndi allar føroyingar. At løgmaður torir at viðganga, at ávís ting áttu at verið betri handfarin, er eisini rós vert Teir tríggir varðarnir, William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú, vóru nýttir sum fyrimynd og reyður tráður ígjøgnum ta sera góðu og vælskrivaðu nýggjársrøðu løgmans. Mynd: Úr filminum »Tríggir varðar« eftir Roland Thomsen