Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eydna Skaale Adrian Noskwith, sum við 5,7 prosentum av partabrøv­ unum er størsti privati parta­ eigari í Atlantsflog, hevur lítið álit á tí, sum fyriferst kring føroyska flogfelagið í løtuni. Í brævi til Niels Morten­ sen, nevndarformann í At­ lants­flog, og Johan Dahl, landsstýrismannin í vinnu­ málum, sum umboðar tveir triðingar av partapeninginum í felagnum, finst Adrian Nosk­with hvassliga at gongdini. Ferðaseðlar dýrka  Seinasti dropin er avgerðin um, at Atlantsflog ikki longur skal hava tollfríu søluna í Vágum um hendi. Noskwith finst í tí sam­ bandi serliga at avgerðini um, at týska felagið »Heineman« skal yvirtaka tollfríu søluna í Vágunum, tí tað fer at verða ein stórur fíggjarligur smeitur fyri Atlantsflog - og tað fer í seinasta enda at raka ferðafólkini, sum helst noyðast at rinda meiri fyri ferðaseðlarnar. –  Landsstýrið eigur flog­ havnina, og floghavnin søkti eftir veitarum til toll­fríu søluna. Tvey feløg søktu, men hvørki teirra fekk tað, tí floghavnin tók brád­liga útboðið aftur. Síðani sam­ ráddist floghavnin við eitt útlendskt felag, sum luttók sum ein undirveitari í øðrum av teimum fyrru boðunum, vísir Noskwith á. –  Síðani vóru loyniligar samráðingar við hetta fremmanda felagið, og semja fekst um, at Vága Floghavn og útlendska felagið skuldu býta yvirskotið sínamillum - og alt hetta fór fram uttan at almenningurin visti naka­ð. Men úrslitið er, at Atlantsflog, sum hevur havt toll­fríu søluna sum eina støðuga inntøkukeldu, nú fer at mangla hesa inntøkuna. Noskwith undrast ser­ liga á, at landsstýrið, sum bæði stýrir Atlantsflog og Vága Floghavn, røkir egin áhugamál og tekur Flog­havn­ ina fram um Atlantsflog, meðan ferðafólkið noyðist at gjalda tað, sum tollfría sølan hevur givið. – Hetta vil alt annað líka hava við sær, at Atlants­flog noyðist at hækka ferða­ seðlaprísirnar, sigur Adrian Noskwith, sum í sama við­ fangi undrast á avgerðina, tá landsstýrismaðurin við ábyrgd av flogfelagnum al­ ment hevur eftirlýst lægri ferðaseðlaprísir. Í brævinum leggur Noskwith tí landsstýrið undir at røkja egin áhuga­ mál, heldur enn áhuga­málini hjá ferðafólki og minni­ lutaeigarunum.    Endamálið við stjóraskiftinum? Men avgerðin um tollfríu søluna er sum nevnt bara dropin. Tí eisini stjóraskiftið í Atlantsflog, sum brádliga varð kunngjørt í november, tá Magni Arge varð koyrdur frá uttan nakra frágreiðing, hevur fest seg hjá Adrian Noskwith. Sagt varð, at felagið skuldi hava eina nýggja strategi, og henni var Magni Arge ikki rætti maðurin at standa fyri. Men nú - knappar tveir mánaðir seinni - er framvegis einki frætt um, hvør henda nýggja strategiin skal verða. Noskwith vísir á, at Magni Arge hevur kunnað víst á yvirskot í felagnum í 17 av teimum 18 árunum, hann hevur verið stjóri. Og enn er eingin haldgóð frá­ greiðing komin um, hví hann knappliga skuldi úr stjóra­ stólinum. Finst at Johan Dahl Noskwith keypti síni parta­ brøv í 2007, tá landsstýrið seldi ein triðing av Atlantsflogi. Tá varð sagt, at tað skuldi vera fyrra søluumfar av tveimum, soleiðis, at privatir íleggjarar skuldu eiga tveir triðingar, og landið skuldi eiga seinasta triðingin. Men brádliga broyttust ætlaninar, og landið eigur framvegis høvuðspartin av Atlantsflogi. –  Tá sølan fór fram varð lovað, at felagið skuldi fáa fríar ræsur at handla - við sonevnda arms­longdar­ prin­sippinum - ið merkir, at landsstýrið ikki skuldi leggja seg út í avgerðirnar, sum vórðu tiknar, staðfestir Noskwith. Hann vísir tó á, at síð­ani Johan Dahl gjørdist lands­ stýrismaður, hevur hann havt ein sera virknan leiklut í teimum avgerðunum, sum eru tiknar í felagnum. Noskwith vísir í hesum sambandi á seinasta ársfund, tá Johan Dahl nýtti sítt vald í felagnum til at yvirtrumfa eina avgerð, sum allir privatu íleggjararnir annars vóru samdir um. Biðið um fund Adrian Noskwith vil hava ein fund í lag við nevnd og leiðslu í Atlantsflog fyri at umrøða fleiri viðurskifti, sum sambært størsta, privata partaeigaranum krevja eina frágreiðing. Noskwith vil tosa um toll­fríu søluna og um brád­ liga stjóraskiftið í felag­ num. Eisini vil hava eina frá­greiðing um nýggju stra­ tegiina fyri Atlantsflog, sum varð fráboðað og brúkt sum grundgeving í samband við stjóraskiftið í felagnum í november. Og sum tað fjórða vil Noskwith tosa um, hvussu nevndin í framtíðini ætlar sær at fara við smærru partaeigarunum í felagnum. Í brævinum, stílað Niels Mortensen og Johan Dahl, sigur Adrian Noskwith seg vera tøkan at koma á fund fleiri ymiskar dagar í januar, men hann sigur seg fram­ vegis ikki hava fingið svar frá Johan Dahl ella Niels Mortensen.  eydna@sosialurin.fo Framhald á síðu 14 Landsstýrið ger skaða á Atlantsflog So hvassorðaður er størsti privati partaeigarin í Atlantsflogi, Adrian Noskwith úr Kanada, sum eftirlýsir eina greiðari kós fyri felagið. – Gongdin seinastu mánaðirnar fer at raka ferðafólkið, tí onkur má rinda tað, sum nú fer at mangla í, slær hann fast Adrian Noskwith, høgru megin, størsti privati partaeigari í Atlantic Airways, finst hvassliga at Johan Dahl og handfaring hansara av tollfríu søluni í Vágum. Eisini eftirlýsir hann eini orsøk fyri, hví Magni Arge, sum hevur havt yvirskot í 17 av 18 árum, skuldi koyrast frá degi til dags