mánadagur 6. januar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað var beint fyri klokkan
tíggju leygarmorgunin, 28.
desember, at løgreglan fekk
boð um, at ein bilur var farin
útav í Rættargjógv í Oyndar
firði.
Farið var at leita og tað var
skjótt, at bilurin varð funnin
í gjónni og líkið av einum
manni varð eisini funnið á
sjónum.
- Bjargingarfólkini eru
givin at leita, nú tað er blivið
myrkt, men so verður hon
tikin upp aftur í morgin,
segði løgreglan tann dagin.
Tað er óvist, nær bilurin
fór útav og løgreglan veit
heldur einki um orsøkina til
vanlukkuna.
Leitað var síðani dagarnar
eftir, har løgreglan og brand
liðið á Skálafjørðinum skip
aðu leitingina, men uttan
úrslit.
Fyrstu dagarnar var leitað
rættiliga intenst við 15-20
kavarum, sum fyri tað nógva
hildu seg til djúpu gjónna,
men sýnið var rættiliga vána
ligt.
Jón Nolsøe Olsen gjørdi
so eina roynd at savna fólk
umvegis Facebook, og tað
endaði við, at heili 400 fólk og
100 bátar tóku lut í leitingini
leygardagin.
Illgruni var alla tíðina
um, at saknaði maðurin lá
inni í gjónni, sum er einar 65
metrar djúp, og klokkan 13.44
flotnaði so líkið upp.
Gav úrslit
Líkið varð bjargað og flutt
umborð á Brimil og síðani
ført til Havnar.
Tað hevur annars verið
ein stór og umfatandi leiting
gjørd í allan dag, har umleið
400 sjálvboðin fólk og umleið
70 bátar hava luttikið. Leitað
hevur verið sera víða bæði á
landi og sjógvi.
Brimil,
Tjaldrið
og
Hvidbjørnen
samskipaðu
leitingina
á
sjónum
við
hjálp
frá
eitt
nú
bjargningarbátunum
Lív,
Ziska og Sverri. Eisini hevur
tyrlan luttikið í leitingini.
Løgreglan sigur, at tey
avvarðandi eru sera takksom
fyri alla hjálp og stuðul, tey
hava fingið og vilja takka
øllum, ið hava luttikið í
leitingini.
Jón Nolsøe Olsen segði
soleiðis á Facebook: Eg vil
við hesum takka ØLLUM fyri
tann megnar innsats, sum
tit hava gjørt í sambandi
við leitingina. Føroyingar
eru eitt fantastiskt fólk. Í
dag hava omanfyri 100 bátar
og umleið 400 fólk luttikið.
Haraftrat skal eisini nevnast,
at heilt nógv hava latið mat,
gjørt mat, verið um og hjálpt
til upp á ymiskan máta.
Eina hjartans tøkk senda vit
tykkum. Okkara tankar leita
til tey, ið hava mist.
Eyðmerktur í morgun
Sum nevnt var alla tíðina
illgruni um, at 20 ára gamli
maðurin var inni í gjónni.
Trupulleikin
var
alla
tíðina, at tað suðaði so
ótrúliga nógv inni í gjónni,
so froskmnenninir vórðu
slongdir aftur og fram, so
líkindini vóru ring at gera
nakað, sigur Jón Klein Olsen,
varapolitiinspektørur.
Tað var tí eitt ynski um at
kanna gjónna nærri, ið fekk
froskmenninar at leita har
leygardagin.
Teir vóru júst í ferð við
at fara inn aftur aðru ferð
at leita, og bíðaðu eftir betri
líkindum, tá líkið av Rana í
Billustovu flotnaði beint við
bátin, sigur Jón Klein Olsen.
Tað er so, at gjógvin ikki
er undir í sjógvi.
Fyri nøkrum árm síðani
vóru tveir lokalir inni í
botninum av gjónni í kajak,
so
gjógvin
stendur
ikki
undir í sjógvi, sigur Jón Klein
Olsen.
Hann sigur annars, at
endalig eyðmerking er framd
á
Landssjúkrahúsinum
í
morgun.
Har var endaliga staðfest,
at talan er um saknaða Rana
í Billustovu, sigur Jón Klein
Olsen.
Hann sigur annars, at
talan var um størsta einstaka
leitingararbeiðið, hann veit
um.
100 bátar og 400 fólk
vóru við í leitingini, og tað er
meira enn eg veit um, sigur
Jón Klein Olsen.
TÍÐINDI
TÍÐINDI
Klokkan 13.44 flotnaði líkið av saknaða Rana í
Billustovu upp beint við bátin, ið froskmenninir nýttu,
og harvið hevði stórslidna leitingin givið úrslit
Umfatandi
leiting gav úrslit
leygardagin