Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI TÍÐINDI Ingolf S. Olsen Johan Dahl, lands­stýris­ maður í vinnumálum, ætlar at fylgja tilmælunum í heildar­ætlanini ”Fólkaflyting og fólkavøkstur” um at loyva nýút­bún­um føroyingum upp í ALS eftir loknan lestur og at loyva arbeiðsleysum, sum fáa pengar úr ALS, at fara til Dan­markar at leita sær eftir arbeiði uttan samstundis at missa ALS-stuðulin. - Ja, hatta eru tilmæli, sum eg taki undir við. Tað hevur longu í eina tíð verið arbeitt á embætismannastigi við at broyta avtaluna, sum vit hava við Danmark viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað fer at bera til hjá arbeiðs­ leysum at ferðast millum londini í styttri tíðar­skeið at søkja arbeiði og fáa arbeiðsstuðulin við sær ímeðan. Her er talan um eina generella skipan fyri øll, sum fáa pening úr arbeiðs­ loysisskipanunum í ávikavist Før­oyum og Danmark, og ikki bert nýútbúgvið fólk. Ar­ beiðið við hesum er komið so langt nú, at eg vænti, vit fáa eina nýggja avtalu við danir inn­an nakrar fáar vikur, sigur Johan Dahl. Føroyar hava framman­ und­an avtalur við hini Norður­londini um hetta, men ikki við Danmark. Liðugt til ólavsøku Tað verður óiva tyngri hoyggj at draga at fáa hitt tilmælið framt í verki. Tað snýr seg um, at lesandi beinanvegin eft­ir loknan lestur skulu sleppa upp í ALS og fáa út­ gjald haðani, meðan tey leita sær eftir arbeiði. Ivasamt er, hvussu politiska undirtøkan er fyri hesum uppskotinum, og tað er eisini ivasamt, hvat limirnir í ALS-stýrinum siga til uppskotið, ið arbeiðs­ bólkurin handan heildar­æt­ lanina hevur mett at kosta ALS 4,2 milliónir krón­ur um árið. Hetta eru pengar, sum sambært lands­stýris­ manni­num mugu fáast inn í hækkaðum inngjøldum frá teim­um, sum frammanundan gjal­da inn í skipanina. - Hetta er alt nakað, sum vit skulu hyggja upp á saman við stýrinum. Eitt nú mugu vit gera onkrar avmarkingar, tí tað ber ikki til at geva rætt til ALS-stuðul bara tú hevur tikið okkurt skeið, ella hevur ver­ið nakrar mánaðir á há­ skúla. Men hetta er nakað, sum tað ber til at finna út av. ALS-stýrið skal koma við ein­um uppskoti, og tað bíði eg eftir í løtuni, men eg vóni, at tað fer at eydnast at fáa hetta ígjøgnum til ólavsøku, sig­ur vinnumálaráðharrin. Felags viðgerð Eyðfinnur Jacobsen, for­ mað­ur í ALS-stýrinum, sigur, at tilmælið í heildarætlanini ikki er viðgjørt í stýrinum enn. Í stýrinum situr hann millum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum – um­boð fyri fakfeløg og fyri a­r­beiðsgevarar á bæði priva­ta og almenna arbeiðs­ mark­naði­num – og tí er hann varin við at spáa um útlitini. - Vit eru kunnað um upp­skotið, men hava ikki við­g­jørt tað. Tað fara vit so smátt í holtur við í næst­ um, og vit hava avrátt við landsstýrismannin í vinnu­ mál­um, at vit skulu viðgera hetta málið saman við Vinnu­mála­ráðnum. Annars er hetta eitt mál av fleiri øðr­ um málum, sum vit arbeiða við, so eg vænti ikki, at nak­ að uppskot verður klárt at senda til hoyringar fyrr enn eina­ferð út á várið, sigur Eyð­ finn­ur Jacobsen. Johan Dahl vil lata ALS upp fyri útisetum Stendur tað til landsstýrismannin í vinnumálum, so skal tað bera til hjá nýútbúnum at fáa stuðul úr ALS, meðan tey leita sær eftir arbeiði. Í næstum skulu ALS og danska arbeiðsloysisskipanin eisini samskipast, so til ber at ferðast millum londini at søkja arbeiði uttan at missa arbeiðsloysisstuðulin Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur góðar vónir um at fáa undirtøku fyri uppskotinum um at loyva lesandi upp í ALS beinanvegin eftir loknan lesnað. – Eg vóni, at tað fer at eydnast at fáa hetta ígjøgnum til ólavsøku, sigur hann Tað er í heildar­ætlan­ ini ”Fólka­flyt­ing og fólkavøkstur”, sum ein arbeiðsbólkur greid­di úr hondum og lat Vinnumálaráðnum í apríl í fjør, at tilmælini um sam­ skipan av føroysku og donsku arbeiðsloysis- stuðuls­skipanunum og ALS-stuðul til les­andi eru við sum ávikavist átak nummar 25 og 26: Átak 25 At broyta avtaluna millum Føroya lands­ stýri og Arbejds­ ministeriet (um samskipan av arbeiðs­ loysistrygging millum Føroyar og Dan­mark), so hon viður­kennir rættindi í norður­ lendska sátt­mála­n­ um hjá arbeiðs­leys­ um at fara í annað Norðurland við rætti til arbeiðsloysisstuðul í upp til tríggjar mánaðir. • Endamálið er at gera tað lættari hjá úti­setum,sum eru í arbeiðs­loysisskipanini í Danmark, at koma til Føroya í upp til tríggjar mán­að­ir at søkja starv við arbeiðsloysisstuðli. • Málbólkurin er før­oy­ ing­ar búsitandi í Dan­ mark, sum fáa útgjald úr donskum A-kassa. • Ábyrgdari: Vinnu­ málaráðið. • Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin bein­leiðis kostnaður. Arbeiðið kann byrja í 2013, og avtalan verða klár í 2014. Átak 26 At geva nýútbúnum atgongd til ALS- skipanina • Endamálið er at gera tað lættari hjá ný­út­búnum at flyta til Føroya eftir loknan lest­ur og at fáa tey, ið hava tikið hægri útbúgving í Føroyum, at verða verandi í landi­num. • Málbólkurin er tey, sum júst eru liðug við hægri útbúgving, annaðhvørt í ella uttan fyri Føroyar. • Ábyrgdari: Vinnu­ mála­ráðið saman við ALS. • Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 4,2 milliónir krónur úr ALS-skipanini um árið. At seta í verk í 2015. Fakta Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, torir ikki at siga neyvt, nær arbeiðið at gera eitt uppskot um at loyva lesandi upp í ALS verður liðugt, men hann væntar, at tað verður einaferð út á várið. ALS og Vinnumálaráðið skulu arbeiða saman um málið útisetar heim